Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2007 13 viðmerkingar Stóð har einsamallur stríðsfúsi blóðreyði nærhendis harðmæltur greiður frá fleiri hundrað fátæk børn í hesum vakra landi í landsuðuri fleiri túsund fátækrabørn millum tær fínu glæstrimyndirnar heimleys í túsundatali verða kallað vælferðarsamfeløg bert fyri tey vælbjargaðu tann kúgandi stættin niðurbindur tað kúgaðu fjøldina við ósannindum stættastríðið er av greiður tað borgarliga harkaliðið frá nei sanniliga er stættastríðið ikki av nústani byrjað av álvara arbeiðarafjøldin niðurbundin leinkjað í kapitalismunnar oyðandi sjálvgóðsku og privatiserings ørsku trælir í egnum húsum - frælsishugsjónin doyr - ófrælsir sleppa ongan veg leinkjurnar níva og naga skríggjandi pína og einsemi meðan kapitalistisku ørindasveinarnir yvirstættin á ferð hagar luksusdýrini savnast saman við fínarimpunum snákunum drekka vín og flenna ein býttisligan látur kapitalistiska skipanin sprænur eitur kring allan heimin vesturheimurin tey vælbjargaðu geva við aðrari hondini taka fleiri túsund aftur við hinari kapitalismunnar trælaok tyngir arbeiðarafjøldina niður bæði til likams og sálar gerast líkasæl tænarar vorðnir yvirstætt traðka niður á okkum verkafólk arbeiðarastættin draga til sín spekulantarnar og fóðra teir væl og virðiliga í stríðum streymi alskyns marglæti smábørn gráta, svølta, syrgja og pínast hokna niður av arbeiði fyri tann vælgødda vesturheimin rægammarnir tevja altíð profitt lata seg í margfaldu spekulantahamar jú sanniliga hevur marglætisgudurin jól og góðar dagar sum eitrandi soppar kring alt landi leinkjað arbeiðarastættin í øldir meðan tann kúgaða fjøldin verður eitrað tilfeingið tikið frá henni stendur eftir á berum hvar er sosialisman javnaður, brøðralag og frælsi? hava tit tveitt hugsjónina niður í grugguta borgarliga leypin? vit arbeiðarafjøldin verkamannastættin fáa ikki eyga á hugsjónina og so als ikki í verki vær vónum at teir veruligu socialistarnir sleppa framat og taka stýrisvøl í hond og seta kós og sigla innar í sosialismunnar heiðurskrýnda land! Vær viljum sigrað!! Sólmundur Joensen 1. mai 2007 Stríðshugaða fjøldin Tað er sera hugstoytt at verða lagdur undir landasvik av før- oyskum fjølmiðli. Upp aftur tyngri kennist tað at lesa, at samstarvsfelagar og vinir mínir í Føroyum, sum eg annars kenni sum hampafólk burturav, fáa sama dóm. Í Vinnuvitan tann 3. mai verða fólk, sum samstarva við íslendskar fyritøkur sagdar at vera quislingar. Allar greinarnar á eini heilari opnu í blaðnum eru bygdar á samrøður við tveir menn. Eisini verður sama evnið tikið upp í sjálvari oddagreinini. Eingin roynd er yvirhøvur gjørd at fáa orð á tey, sum hesar grovu skuldsetingar verða settar fram ímóti. Undirritaði setti seg í sam- band við blaðstjóran á Vinnu- vitan og spurdi, hví blaðið ikki hevði vent sær til mín, áðrenn slíkt varð prentað. Svarið varð, at tað orsakað av tíðarneyð ikki var gjørligt. Sjálvur eri eg stjóri í eini íslendskari fyritøku, sum hevur tætt samstarv við og er partaeigari í føroyskum fyritøkum. Sostatt skilji eg ákærurnar soleiðis, at øll tey hampafólkini, sum starvast hjá og saman við hesum fyritøkum eru Quislingar. Eg havi í eitt ára- mál búð í Noreg og veit, hvørj- um hugtakið quislingur í dag stendur fyri. Samband mítt við Føroyar og føroyingar røkkur heilt aftur í 1960 árini, tá pápi mín sum fiskaði undir Føroyum kom í samband við nógvar føroyingar og fekk nógvar góðar vinir í Føroyum. Sjálvur havi eg heilt frá ungum árum átt føroyingar í mínum vinaskara og eigi tað enn. Eg havi havt sera stóra gleði av at arbeiða saman við føroy- ingum, og eg havi fylgt væl við í tí, sum fyrifarist er í Føroyum. Eg havi eisini heft meg við tað etiska støðið, partar av føroysk- um fjølmiðlum liggja á. Her hugsi eg um, hvussu familja hjá ávísum persónum meira enn so verður drigin inn í kjak, sum snýr seg um eitt nú vinn- uvirksemi hjá viðkomandi. Slíkt er óhugsandi aðrastaðni. Til sammetingar við hetta ávísa málið, ið nú varð tikið upp í Vinnuvitan, kann eg nevna, at eg í fleiri ár gjøgnum skrivstov- uvindeygað mítt havi kunnað fylgt við, hvussu ein føroyingur hevur keypt upp byggilendi og bygt á Akureyri. Ógvuliga ymiskar hugsanir eru millum fólk um tað. Stórar ósemjur, sum eru endaðar í rættinum, hava eisini staðist av hesum. Men tað hevði verið óhugsandi at farið í fjølmiðlarnar við eini slíkari viðgerð sum teirri, ið vit nú síggja í Føroyum. Í Íslandi viðgera vit ósemjur á hægri etiskum støði enn so. Um ætlanin við hesum grein- asavninum í Vinnuvitan var at raka felagið Samherja og ella meg persónliga, kann eg bara ynskja teimum, sum vildu tað, tillukku við, at tað eydnaðist. Útgávudagurin var sera væl valdur, har blaðið varð lagt ókeypis fram á North Atlantic Fish Fair og boðskapurin soleið- is verður breiddur rættiliga víða við teimum mongu vitjandi á stevnuni bæði innan- og uttan- lands. Vit, sum arbeiða við og á hav- inum, vita, hvussu havið broyt- ist. Hvussu tað gevur og tekur. Tað kenna Thor brøðurnir eisini til. Eg havi djúpastu samkenslu við reiðaríi og avvarðandi, sum mistu orsakað av vanlukkunum umborð á Hercules og Posei- don. Hugstoytt at verða tengdur at landasviki stjóri í Samherji ThorsTeinn Már Baldvinsson With regards to the artic- le about Ocean group Faroes Ltd in the news- paper Vinnuvitan on the 3th of may. I want to cor- rect misplaced informati- on. • Neithe thorsteinn Már Baldvinsson or Sam- herji has offered me two digit in millions for my share in Ocean Group Faroes Ltd. • Thorsteinn Már Bald- vinsson came into this (because of friendship with som of the Iceland- ers) to offer support. • I was not the weigt tipped sale of Athena. • I sold my share in Ocean Group Faroes Ltd together with the Iceland- ers and the Faroes cap- tain because there was no future for the comp- any as long as the groups are not seperated. Mauritania May 5, 2007 On hehalf of Traw­ lers Management ahMed Mouknass Rættleiðing til Vinnuvitan Føroya Handilsskúli Í næstsíðstu viku luttóku fimm handilsskúlanæmingar frá Føroya Handilsskúula í Havn í árskappingini hjá Young Enterprise í Danmark. Íalt tjúgu virkir luttóku í kappingini í Industriens Hus í Keypmannahavn. Framm- anundan hava 18 virkir úr Føroyum og 230 virkir úr Danmark seinastu mánað- irnar kappast um at koma til finaluna í Keypmanna- havn. Føroysku næmingarnir hava stovnað virkið Omaná, ið framleiðir og selur rabarb- usuppu í fløskum. Rabarbu- suppan var sera væl móttikin og næmingarnir fingu rós frá Bertel Harder, undirvísingar- málaráharra og amerikanska ambassadørinum James P. Cain. Rós til ungar íverksetarar frá Føroya Handilsskúla í Havn Greinin úr Børsen - á innsettu myndini síggjast frá vinstru Bertel Harder, undirvísingarmálaráð- hari, James Cain, amerikanskur ambassadørur í Danmark og Bárður R. Poulsen frá virkinum Omaná. Grein í Børsen tann 27. apríl 2007