Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2007 Herd tubbakslóg Løgtingið skal ætlandi viðgera eitt uppskot um eina herda tubbakslóggávu í heyst, tí landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fer at leggja eitt tílíkt uppskot fyri Tingið á ólavsøku. Tað segði Hans Pauli Strøm, tá hann í síðstu viku svaraði einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løg­ tingsmanni. Ætlanin var at herða reglurnar við einari kunn­ gerð, men eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum varð avgjørt at orða nýggja lóg. Fluttur á sjúkrahús Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, varð í gjár flutt­ur á sjúkrahús í Reykjavík. Forsetin var í bygdini Stykk­is­hólmi, har eitt nýtt savn bleiv latið upp, tá hann brád­liga kendi seg illa. Hann varð alt fyri eitt fluttur til lækna í Stykkishólmi, og læknin gjørdi av at biðja bjarg­ing­ar­­tænastuna senda eina tyrlu eftir for­ set­an­um. Tyrlan flutti for­setan á Landsspítalan í Reykjavík, har hann varð inn­lagdur. Morgun­ blaðið skrivar í dag, at forsetin livir væl. - Eg havi skilt, at hóast talið av vitjandi hevur verið heldur minni hesaferð enn seinast, eru fyri­ tøkurnar, sum sýndu fram sítt útboð á fiskivinnustevnuni, nógv betri nøgdar nú enn nakrantíð áður, sigur Dánjal Petur Hansen, samskipari av North Atlantic Fish Fair sum endaði leygardagin NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Samskiparin av altjóða fiskivinnustevnuni, sum var í høvuðsstaðnum hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, sigur, at talið av vitjandi hesa­ferð ikki setti met, men var nakað minni enn sein­ ast. Á stevnuni í 2005 vóru tilsamans 11.200 vitjandi. men tá høvdu allir 10. flokk­ ar í landinum ókeypis at­gongd. Haraftrat sluppu eis­ini aðrir flokkar inn á stevn­una ókeypis. - Soleiðis gjørdu vit ikki hesaferð, men tað vóru skúla­flokkar, sum kortini vitjaðu framsýningina av sínum eintingum. Nøgdir framsýnarar Dánjal Petur Hansen vísir á, at eitt er talið av vitjandi. Annað er tann potentielli áhugaði keyparin og so­leið­ is, sum hann hevur skilt fyritøkurnar á NAFF hesa­ ferð, hava tær ongantíð verið so væl nøgdar áður. Hann ásannar, at teir ikki hava gjørt so nógv burtur úr hesaferð at fáa talið av vitjandi so stórt sum tilber. - Men eg havi skilt, at fram­sýnararnir vóru væl nøgdir við tey, sum komu á stevnuna. Tær aftur­meld­ing­ ar, vit higartil hava fing­ið, siga, at framsýnarar hava selt meira enn nakrantíð áður, og tað kunnu vit sum stigtakarar og fyriskiparar fegnast saman við teimum um. Nú eru flestu útlendsku gestirnir farnir avstað aftur, men onkur er eftir, sum hevur gjørt avtalu um at vitja føroysk feløg. - Bæði fyri og eftir NAFF hava útlendskar fyritøkur vitj­að samstarvsfelagar í Føroyum, og so seint sum í morgun havi eg tosað við onkran av útlendsku fram­ sýn­arunum, sum vóru á veg í Eysturoynna á vitjan. Aftur í 2009 Dánjal Petur Hansen ivast onga løtu í, at North At­lan­ tic Fish Fair verður aftur um tvey ár, og soleiðis verð­ ur 2009 tann fimta fram­ sýningin í røðini. - Jú, vit eru ikki í iva um, at NAFF verður aftur um tvey ár. Stevnan hevur ligið fyrst í mai, og tað kann vera, at hon verður flutt eitt sindur - antin frameftir ella aftur eftir. Hetta fara vit at taka upp í eftirmetingum í samráð við framsýnarar. Hann sigur, at NAFF hev­ ur fingið onkrar við­merk­ ingar um, at stevnan helst ikki skal liggja yvir meira enn ein frídag. - Hesaferð lá hon yvir tveir frídagar, nevniliga dýra biðidag og leygardag. Tað eru tey, sum halda, at hetta tekur burtur av teim­ um frídøgum, sum fólk á ymisku fyritøkunum eiga. Dánjal Petur Hansen vísir á, at tað kann vera heppið fyri tey vitjandi, at stevnan liggur inn í eitt vikuskifti – ella ein heilidag, soleiðis sum hon lá hesaferð. - Men vit fara eisini at taka henda spurningin upp og ganga teimum ynskjum á møti, sum framsýnararnir hava. Kortini er ikki vist, at ein av døgunum ikki kann vera ein heilidagur ella leyg­ ar­dagur, sigur sam­skip­arin, ið saman um tikið er væl nøgdur við NAFF 2007. Færri vitjandi - nøgdari framsýnarar Dánjal Petur Hansen, samskipari, Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri og Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum setti NAFF Mynd: Jens Kr. Vang Væl av fólki var til setanina av North Atlantic Fish Fair, sum fór fram í góðum veðri. Sum heild eydnaðist veðrið væl, meðan NAFF varð hildin á Sandvíkarhjalla hósdagin, fríggjadagin og leygardagin Mynd: Jens Kr. Vang - Tað ger einki, um hornorkestur ikki altíð spælir til setanir, heldur onkur fyri, tá ið Crawling Blue við lívligum tónleiki settu sín dám á setanina Mynd: Jens Kr. Vang