mánadagur 7. mai 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 86 - 7. mai 2007
Herd tubbakslóg
Løgtingið skal ætlandi viðgera eitt uppskot um eina herda
tubbakslóggávu í heyst, tí landsstýrismaðurin í almanna-
og heilsumálum fer at leggja eitt tílíkt uppskot fyri Tingið
á ólavsøku. Tað segði Hans Pauli Strøm, tá hann í síðstu
viku svaraði einum fyrispurningi frá Jenisi av Rana, løg-
tingsmanni. Ætlanin var at herða reglurnar við einari kunn-
gerð, men eftir tilmæli frá Fyribyrgingarráðnum varð
avgjørt at orða nýggja lóg.
Fluttur á sjúkrahús
Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson,
varð í gjár fluttur á sjúkrahús í Reykjavík.
Forsetin var í bygdini Stykkishólmi, har eitt
nýtt savn bleiv latið upp, tá hann brádliga kendi
seg illa. Hann varð alt fyri eitt fluttur til lækna
í Stykkishólmi, og læknin gjørdi av at biðja
bjargingartænastuna senda eina tyrlu eftir for-
setanum. Tyrlan flutti forsetan á Landsspítalan
í Reykjavík, har hann varð innlagdur. Morgun-
blaðið skrivar í dag, at forsetin livir væl.
- Eg havi skilt, at
hóast talið av vitjandi
hevur verið heldur
minni hesaferð enn
seinast, eru fyri-
tøkurnar, sum sýndu
fram sítt útboð á
fiskivinnustevnuni,
nógv betri nøgdar nú
enn nakrantíð áður,
sigur Dánjal Petur
Hansen, samskipari
av North Atlantic Fish
Fair sum endaði
leygardagin
NAFF
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samskiparin
av
altjóða
fiskivinnustevnuni, sum var
í høvuðsstaðnum hósdagin,
fríggjadagin og leygardagin,
sigur, at talið av vitjandi
hesaferð ikki setti met, men
var nakað minni enn sein-
ast.
Á stevnuni í 2005 vóru
tilsamans 11.200 vitjandi.
men tá høvdu allir 10. flokk-
ar í landinum ókeypis
atgongd. Haraftrat sluppu
eisini aðrir flokkar inn á
stevnuna ókeypis.
- Soleiðis gjørdu vit ikki
hesaferð, men tað vóru
skúlaflokkar, sum kortini
vitjaðu framsýningina av
sínum eintingum.
Nøgdir framsýnarar
Dánjal Petur Hansen vísir
á, at eitt er talið av vitjandi.
Annað er tann potentielli
áhugaði keyparin og soleið-
is, sum hann hevur skilt
fyritøkurnar á NAFF hesa-
ferð, hava tær ongantíð
verið so væl nøgdar áður.
Hann ásannar, at teir ikki
hava gjørt so nógv burtur úr
hesaferð at fáa talið av
vitjandi so stórt sum tilber.
- Men eg havi skilt, at
framsýnararnir vóru væl
nøgdir við tey, sum komu á
stevnuna. Tær afturmelding-
ar, vit higartil hava fingið,
siga, at framsýnarar hava
selt meira enn nakrantíð
áður, og tað kunnu vit sum
stigtakarar og fyriskiparar
fegnast saman við teimum
um.
Nú eru flestu útlendsku
gestirnir farnir avstað aftur,
men onkur er eftir, sum
hevur gjørt avtalu um at
vitja føroysk feløg.
- Bæði fyri og eftir NAFF
hava útlendskar fyritøkur
vitjað samstarvsfelagar í
Føroyum, og so seint sum í
morgun havi eg tosað við
onkran av útlendsku fram-
sýnarunum, sum vóru á veg
í Eysturoynna á vitjan.
Aftur í 2009
Dánjal Petur Hansen ivast
onga løtu í, at North Atlan-
tic Fish Fair verður aftur
um tvey ár, og soleiðis verð-
ur 2009 tann fimta fram-
sýningin í røðini.
- Jú, vit eru ikki í iva um,
at NAFF verður aftur um
tvey ár. Stevnan hevur ligið
fyrst í mai, og tað kann
vera, at hon verður flutt eitt
sindur - antin frameftir ella
aftur eftir. Hetta fara vit at
taka upp í eftirmetingum í
samráð við framsýnarar.
Hann sigur, at NAFF hev-
ur fingið onkrar viðmerk-
ingar um, at stevnan helst
ikki skal liggja yvir meira
enn ein frídag.
- Hesaferð lá hon yvir
tveir
frídagar,
nevniliga
dýra biðidag og leygardag.
Tað eru tey, sum halda, at
hetta tekur burtur av teim-
um frídøgum, sum fólk á
ymisku fyritøkunum eiga.
Dánjal Petur Hansen vísir
á, at tað kann vera heppið
fyri tey vitjandi, at stevnan
liggur inn í eitt vikuskifti –
ella ein heilidag, soleiðis
sum hon lá hesaferð.
- Men vit fara eisini at
taka henda spurningin upp
og ganga teimum ynskjum
á møti, sum framsýnararnir
hava. Kortini er ikki vist, at
ein av døgunum ikki kann
vera ein heilidagur ella leyg-
ardagur, sigur samskiparin,
ið saman um tikið er væl
nøgdur við NAFF 2007.
Færri vitjandi - nøgdari framsýnarar
Dánjal Petur Hansen, samskipari, Jógvan Arge, virkandi
borgarstjóri og Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum setti NAFF
Mynd: Jens Kr. Vang
Væl av fólki var til setanina av North Atlantic Fish Fair, sum fór fram í góðum veðri. Sum heild eydnaðist veðrið væl, meðan NAFF varð hildin á Sandvíkarhjalla
hósdagin, fríggjadagin og leygardagin
Mynd: Jens Kr. Vang
- Tað ger einki, um
hornorkestur ikki altíð spælir
til setanir, heldur onkur
fyri, tá ið Crawling Blue við
lívligum tónleiki settu sín
dám á setanina
Mynd: Jens Kr. Vang