Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 86 - 7. mai 2007 Føroyar á framsýning Í morgin 8. mai lata tær báðar donsku listakvinnurnar Susan Lüth Hedegaard og Lone Rix upp framsýning í Galleri Sct. Gertrud í Knabrostræde 1A í Keypmannahavn. Tær báðar hava valt at kalla framsýningina »Den færøske forbindelse«, og føroyska náttúran í donskum eygum er myndaevnið í teimum flestu listaverkunum á framsýningini. Fernisering verður í morgin frá klokkan 16 til 19, og framsýningin er opin til tann 22. mai. Skótalið 45 ár Leygardagin 5. mai vóru liðin 45 ár, síðani Skótalið Leir­ víks Páls í Leirvík byrjaði sítt virksemi. Dagurin varð ikki hildin leygardagin, tí hátíðarhaldið verður leygardagin 12. mai ístaðin fyri. Tá verður byrjað á fótbóltsvøllinum kl. 17, og kl. 19 verður legubál í Limmilund. 12. mai verður eisini umhvørvisdagur í Leirvík. Tá verður bygdin ruddað. Dagurin byrjar við kaffi og rundstykkjum í skúlagarðinum kl. 9, og á middegi verður smurt breyð. - Vit hava nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum, og tí havi eg serliga heft meg við básar, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki, sigur Jákup Súni Lauritsen, borgar­ stjóri í Sørvági NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinnapartin fríggjadagin vitjaðu tveir borgarstjórar úr somu bygd á básinum hjá Sosialinum á NAFF. Báðir eru valdir borgar­stjór­ ar, men annar er í løtuni í farloyvi. Tordur J. Niclasen er kendur bæði úr lands-og kommunalpolitikki. Hann er valdur borgarstjóri á Eiði, men er í farloyvi. Tordur hevur kortini sætið í bygdaráðnum, og í løtuni stendur Anfinnur Kruse á odda fyri Eiðis kommunu. Jákup Súni Lauritsen er borgar­stjóri í Sørvágs komm­unu. Hann hevur sitið eitt skeið undan hesum sum bygdaráðslimur og situr tískil á øðrum skeiði í Sør­ vágs kommunu. Tað stuttliga er, at báðir eru sørvingar og valdir borgar­stjórar. Nógv virksemi Jákup Súni vísir á, at Sør­ vágur hevur nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum við fiskavirkjum, laksavirki, land­ingarmiðstøð og smiðju. Hann sigur, áhugin hjá honum á NAFF í fyrsta lagi var vendur móti básum, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki. - Tað er stuttligt at hitta fólk, tú kennir undir tílíkum umstøðum og ein teirra, eg hitti í dag, íslendingurin Gisli Gislasson, hevur við havnina í Reykjavík at gera. Jákup Súni sigur, at Gisli áður hevur verið borgar­ stjóri á Akranesi, sum Sør­ vágur hevur vinar­býar­sam­ band við, og tí kennast teir báðir væl. - Gisli hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, og vit hava eisini hitst í Íslandi, sigur borgarstjórin í Sørvági. Gott høvi Hann heldur annars, at North Atlantic Fish Fair er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at sýna fram sítt útboð, eins og høvið er hjá okkum at síggja, hvat aðrir hava at bjóða. - Eg haldi, at stevnan virkaði størri í ár enn fyri tveimum árum síðan, sigur Jákup Súni Lauritsen. - Eg sá og hoyrdi nakað á hesi fiski­ vinnustevnuni, sum eg ikki havi vitað um - ella hoyrt - áður, sigur Heidi Petersen, løgtingskvinna, sum vitjaði á básinum hjá Sosialinum NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Heidi Petersen, løgtings­ kvinna, hevur verið á øllum fiskivinnu­fram­sýn­ing­un­ um, sum Sp/f Atlantic Fair hevur skipað fyri. Hetta er soleiðis hin fjórða stevnan í røðini, hon hevur verið á. Heidi heldur, at fiski- vinnu­stevnan hesaferð at síggja til hevur verið hin mest professionella, og hon heldur, at fleiri básar vóru sera snøggir. - Tað sæst, at fyritøkur hava brúkt bæði tíð, orku og pening uppá design, sigur hon. Løgtingskvinnan hevur verið á fleiri framsýningum uttanlands, og tí heldur hon tað eisini vera áhugavert at síggja, hvussu slíkar stevnur verða skipaðar og taka seg út í Føroyum. Hon heldur, at karmarnir um NAFF í allar mátar eru professionellir, nú fram­sýn­ ingin er í eini góðari høll. - Eg haldi, at NAFF stendur mát við tær fram­ sýningar, vit síggja í út­land­ inum. Fiskaljóð Løgtingskvinnan sigur, at hon hevur sæð og hoyrt nakað á hesi stevnuni, sum hon ikki visti um áður. - Á básinum hjá Fisk­i­ rann­sóknarstovuni slapp eg at síggja undirvatnsmyndir av fiskum, samstundis sum eg fekk eina mikrofon at lurta í. Heidi Petersen sigur, at her kundi tú hoyra, hvørji ljóð ymiskir fiskar geva frá sær undir ymiskum um­ støðum. - Hetta var sera áhugavert, og eg visti ikki, at fiskur gevur slík ljóð frá sær - alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru, sigur løgtingskvinnan, sum á tingi er fram­søgu­ maður í fiskivinnumálum. - Eg havi verið á Føroyabanka við snellu, nú bankin er latin uppaftur. Veiðan var góð, 2.000 pund av toski. Eg kom aftur tíðliga í morgun, og nú eri eg á Fish Fair, sigur Mortan Johanne­ sen, útróðrarmaður NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, eigur 35 fót stóra útróðrar­ bátin Tvíburðar. Hann kom aftur av snellu­ veiði um 04-tíðina leygar­ morg­unin eftir ein væl­eydn­ aðan túr á Føroya­banka. Um middagsleitið hittu vit hann á NAFF, tá hann og ein annar útróðrarmaður, Eyðfinn Poulsen úr Skopun, sótu og ótu ein døgurða­ bita. - Hetta er fyrsti túrurin hjá nøkrum báti av hesi støddini á Føroyabanka, síðan bankin varð latin uppaftur fyri veiði, 1. mai. Mortan Johannesen sigur, at hann loysti úr Havn týskvøldið, siglingatíðin út á Bankan er einar 10 tímar, og síða byrjaði hann at fiska mikumorgunin. - Eg royndi mikudagin og hósdagin, og veiðan vá 2.000 pund, meginparturin toskur. Góð útlit Hann sigur, at fiskurin var heldur smáttfallandi, men feitur og góður. - Hetta var ein góður túrur, og eg haldi, at útlitini á Føroyabanka eru rímiliga góð. Mortan sigur, at nógv lív var at síggja í sjónum og á sjónum. Eyðfinn Poulsen, sum eis­ ini roynir við snellu, er samdur við Mortani um, at nógv æti er at síggja – eisini millum bankarnar, sum hann tekur til. Mortan Johannesen sigur, at hann sjáldan hevur sæð so nógvan skráp á Føroya­ banka áður. - Nú fari eg heim at leggja meg at sova eina løtu, legði hann aftrat, tá hann fór av Sandvíkarhjalla hendan leygar­dagin. Av útróðri á Fish Fair NAFF í allar mátar professionell - Tað sæst, at fyritøkur hava brúkt bæði tíð, orku og pening upp á design, sigur Heidi Petersen Mynd: Leo Poulsen Borgarstjórar úr somu bygd Tordur Niclasen og Jákup Súni Lauritsen – báðir úr somu bygd og báðir valdir borgarstjórar, ávikavist í Sørvágs kommunu og Eiðis kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen Tveir útróðrarmenn á NAFF, Eyðfinn Poulsen úr Skopun og Mortan Johannesen úr Havn. Teir hava júst fingið sær ein døgurðabita Mynd: Vilmund Jacobsen