Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 86 - 7. mai 2007 tíðindi POLITIKKUR Carl Jóhan Jensen Reykjavík Vinstri-grøni flokkurin ella Vinstri­hreyfingin grænt framboð, sum flokkurin eitur á íslendskum, er eitt av mongum úrslitum av skjótt aldarlongum rembingum á vinstraveinginum í íslendskum politikki. Borgarligi ella høgra­ vongurin hevur, sum nevnt í grein­ ini um Sjálfstæðisflokkinn, evnað at staðið saman um tann flokkin og hóast okkurt brotið av og á er klovnað frá, so hevur tað ikki ør­kymlað eindina nevnivert. Á vinstraveinginum hevur spjað­ ing hinvegin valdað tað mesta av tjúgundu øld. Flokkar og fylk­ing­ ar, misvíðgongd avbrigdi av sosial­ ismu, tóku seg upp og sigu niður aftur í gloymskuna í slíkum tali, at tú krevur at vera meira enn køn­ ur í politisku søgu Íslands til at halda skil á teimum. Í fýrsárunum og langt inn í hálv­ femsárini vóru, umframt ymiskt ovurróttøkt smákras (trotskistar, maoistar o.s.frv) tríggir ymiskir flokkar vinstrumegin miðjuna í ís­lendskum politikki: Alþýðu­flokk­ ur (javnaðarflokkurin), Alþýðu­ bandalagið (sosialistaflokkurin) og Kvennalisti (kvinnulistin). Allir hesir flokkar lógu í alsamt harðari stríði við seg sjálvar og hinar vinstriflokkarnar, sum sjálv­ andi styrkti miðjuna, Fram­sóknar­ flokkinn, og ikki minst høgra­ veingin Sjálfstæðisflokkinn. Í 1998 tóku partar av Alþýðu­ bandalaginu, Kvennalisti og Alþýðu­flokkurinn seg saman um at stovna ein nýggjan sosial­demo­ kratiskan flokk: Samfylkinguna. Fleiri tingfólk hjá Alþýðu­banda­ laginu vóru tó illa foreint við hetta samstarvið og stovnaðu annan flokk Vinstri-hreyfinguna grænt framboð. Flokkurin stillaði fyrstu ferð upp til Altingsval í 1999. Tær politisku áherðslurnar hjá flokkinum eru nøkulunda tær somu sum hjá øðrum norður­ lendskum sosialistaflokkum, eitt Sosialistisk venstreparti í Noreg og Sosialistisk Folkeparti í Dan­ mark, men flokkurin hevur eisini tikið upp fleiri av stevnumiðunum hjá teimum sokallaðu grønu flokk­ unum í Evropa, eitt nú Die Grünen í Týsklandi. Umhvørvi og stórídnaður Blaðmaðurin hitti næstformannin í Vinstri-grøna flokkinum, Katrín Jakobsdóttir, á tingfloksskriv­stov­ uni við Vonarstræti ein váta­slett­ ingskaldan miðvikumorgun. Katrín er 30 ára gomul, hevur meistaraprógv í íslendskum. Hon hevur verið virkin í Vinstri-Grøna flokkinum síðani 2002 og er, sýnast flest at vera á einum máli um, millum áhugaverdastu nýkom­ ingar í íslendskum politikki. Blaðmaðurin legði fyri við at spyrja, hvørji mál flokkurin ser­ liga leggur dent á í valstríðnum upp undir komandi Altingsval. Katrín Jakobsdóttir: Um­hvørv­ ið, sjálvandi. Tískil vilja vit eisini hava ein steðg í stórídnaðarút­ bygg­ingina í landinum, ið ikki altíð er líka væl umhugsað. Tíbet­ ur er líkt til, at nettupp umhvørvið, náttúruvernd og stórídnaður verða tey stóru málini í hesum val­stríð­ num. Fyri smáum trimum vikum síðani var t.d. fólkaatkvøða í Hafna­firði um eina ætlan at víðka aluminiumsverksmiðjuna har. Meiriluti var ímóti ætlanini. Hetta hevur rættiliga fingið spurningin um stórídnaðin fram í ljósmálan. Ikki bara í Hafnarfirði, men eisini aðrastaðni um landið, eitt nú í Húsa­vík, verður dúgliga kjakast um aluminiumsverksmiðjur og stórídnað. Og tað er einki at taka seg aftur í, at vit, Vinstri-grønu, hava fingið viðstreym og fleiri og fleiri halda við okkum um um­hvørvið og náttúruvernd. Tú sigur at tit vilja steðga á við stórídnaðarútbyggingini, men er slík útbygging ikki í roynd og veru til gagns fyri íslendska búskapin og íslendska samfelagið sum heild? - Í fyrsta lagið er eingin náttúru­ verndarskipan gjørd, eingin heild­ arætlan er heldur um, hvussu ork­ an skal nýtast, sum í umbúna er at framleiða. Tvørturímóti hevur lag­ ið verið tað, at kemur onkur stór­ fyritøka og sigur, hygg, vit ætla at byggja eina verksmiðju, men okk­ um vantar orku, so flúgva myndug­ leikarnir upp í vong og leypa út í stórar verkætlanir. Eins og t.d. á Eysturlandinum, tá ið farið varð undir at gera Kárahnjúka­byrg­ing­ ina. Tann ætlanin fekk sera vána­ lig ummæli frá serfrøðingum. Hetta var eitt dýrt og hartil ólaga­ ligt tiltak, tí Kárahnjúkaverk­ætl­an­ in var eitt stórt inntriv í eitt við­ kvæmt umhvørvi. Kortini var farið gleiðbeint avstað. Uttan mál og mið. Vit halda hinvegin, at ein framtíðarætlan má vera tøk, áðrenn farið verður víðari. Vit siga sostatt ikki, at eingin alu­ miniums­verksmiðja skal byggjast aftur. Vit halda bert, at nú eiga vit at steðga á eitt sindur og gera okkum hugmyndir um, hvat vit vilja í frameftir, um vit eiga at halda fram at byggja aluminiums­ verksmiðjur óendaliga ella um vit skulu hugsa um aðrar ídnaðar­ møgu­leikar eisini. Fyri okkara við­komandi leggja vit dent á, at hugsað eigur at vera betur um, hvat slag av orkuútbygging, ið farið verður undir. Kárahnjúka­ byrgingin hevur sum sagt gjørt stórt rov í náttúruna og har er kom­ in ein bládjúpur pollur innanfyri. Í staðin eiga loysnir at verða vald­ ar, sum órógva náttúruna minst møguligt. Hinvegin er eisini ein búskaparlig vídd í hesum. Tann stórídnaðaruppbygging, sum fram er farin tey seinastu árini, hevur havt ovvøkstur við sær í sam­fe­ lagnum. Virðisminkingin (infla­ tion) hevur verið stór, eini 7-8 prosent um árið. Somuleiðis er rentustigið høgt, fólk rinda mill­ um 15 og 25 prosent í rentu av brúkslánum (t.d. sokallaðum yvir­ dráttarlánum, sum eru rættiliga van­lig í Íslandi). Og smáar fyri­ tøkur t.d., tær fáa yvirhøvur bert stuttfreistað lán við høgari rentu. Tað er ikki óvanligt at slíkar fyri­ tøkur mugu gjalda 15 prosent í rentu av lánum, við afturgjald­ ingartíð upp á seks ár. Tað sigur seg sjálvt, at fólk aftrað seg við at fara undir vinnurakstur upp á slík kor, við so høgum fíggingar­kostn­ aði. Nú er tíð upp á at finna ráð til at tálma ovvøksrinum, miðvíst royna at steðga virðisminkingini (inflation) og lækka rentuna. Og tað gerst við at steðga stór­ ídnaðaruppbyggingini? - Stórídnaðarútbyggingin er, ið hvussu er, høvuðsatvoldin í, at búskapurin tembist út. Tað boðar heldur ikki frá góðum, at sam­ Grøn vælferð, sosialisma Í aðru greinini í røðini um íslendskan samtíðarpolitikk hitta vit Katrín Jakobsdóttir, næstformann í Vinstra-grøna flokkinum. Upp á seg er hon nýggj í politikki og fremst uppstillað hjá flokkinum í Reykjavíkar norðara valdømi. Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, fær Vinstri-grøni flokkurin 21,2 prosent av atkvøðunum. Sambært seinastu kanning, er rættiliga vist, at Katrín Jakobsdóttir verður vald. Altingsval er í Íslandi komandi leygardag