mánadagur 7. mai 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 86 - 7. mai 2007
tíðindi
POLITIKKUR
Carl Jóhan Jensen
Reykjavík
Vinstri-grøni
flokkurin
ella
Vinstrihreyfingin grænt framboð,
sum flokkurin eitur á íslendskum,
er eitt av mongum úrslitum av
skjótt aldarlongum rembingum á
vinstraveinginum í íslendskum
politikki. Borgarligi ella høgra-
vongurin hevur, sum nevnt í grein-
ini um Sjálfstæðisflokkinn, evnað
at staðið saman um tann flokkin
og hóast okkurt brotið av og á er
klovnað frá, so hevur tað ikki
ørkymlað eindina nevnivert.
Á vinstraveinginum hevur spjað-
ing hinvegin valdað tað mesta av
tjúgundu øld. Flokkar og fylking-
ar, misvíðgongd avbrigdi av sosial-
ismu, tóku seg upp og sigu niður
aftur í gloymskuna í slíkum tali,
at tú krevur at vera meira enn køn-
ur í politisku søgu Íslands til at
halda skil á teimum.
Í fýrsárunum og langt inn í hálv-
femsárini vóru, umframt ymiskt
ovurróttøkt smákras (trotskistar,
maoistar o.s.frv) tríggir ymiskir
flokkar vinstrumegin miðjuna í
íslendskum politikki: Alþýðuflokk
ur (javnaðarflokkurin), Alþýðu
bandalagið (sosialistaflokkurin)
og
Kvennalisti
(kvinnulistin).
Allir hesir flokkar lógu í alsamt
harðari stríði við seg sjálvar og
hinar vinstriflokkarnar, sum sjálv-
andi styrkti miðjuna, Framsóknar
flokkinn, og ikki minst høgra-
veingin Sjálfstæðisflokkinn.
Í 1998 tóku partar av Alþýðu
bandalaginu,
Kvennalisti
og
Alþýðuflokkurinn seg saman um
at stovna ein nýggjan sosialdemo-
kratiskan flokk: Samfylkinguna.
Fleiri tingfólk hjá Alþýðubanda
laginu vóru tó illa foreint við
hetta samstarvið og stovnaðu
annan flokk Vinstrihreyfinguna
grænt framboð. Flokkurin stillaði
fyrstu ferð upp til Altingsval í
1999.
Tær politisku áherðslurnar hjá
flokkinum eru nøkulunda tær
somu sum hjá øðrum norður-
lendskum sosialistaflokkum, eitt
Sosialistisk venstreparti í Noreg
og Sosialistisk Folkeparti í Dan-
mark, men flokkurin hevur eisini
tikið upp fleiri av stevnumiðunum
hjá teimum sokallaðu grønu flokk-
unum í Evropa, eitt nú Die Grünen
í Týsklandi.
Umhvørvi og stórídnaður
Blaðmaðurin hitti næstformannin
í Vinstri-grøna flokkinum, Katrín
Jakobsdóttir, á tingfloksskrivstov-
uni við Vonarstræti ein vátaslett-
ingskaldan
miðvikumorgun.
Katrín er 30 ára gomul, hevur
meistaraprógv í íslendskum. Hon
hevur verið virkin í Vinstri-Grøna
flokkinum síðani 2002 og er,
sýnast flest at vera á einum máli
um, millum áhugaverdastu nýkom-
ingar í íslendskum politikki.
Blaðmaðurin legði fyri við at
spyrja, hvørji mál flokkurin ser-
liga leggur dent á í valstríðnum
upp undir komandi Altingsval.
Katrín Jakobsdóttir: Umhvørv-
ið, sjálvandi. Tískil vilja vit eisini
hava ein steðg í stórídnaðarút-
byggingina í landinum, ið ikki
altíð er líka væl umhugsað. Tíbet-
ur er líkt til, at nettupp umhvørvið,
náttúruvernd og stórídnaður verða
tey stóru málini í hesum valstríð-
num. Fyri smáum trimum vikum
síðani var t.d. fólkaatkvøða í
Hafnafirði um eina ætlan at víðka
aluminiumsverksmiðjuna
har.
Meiriluti var ímóti ætlanini. Hetta
hevur rættiliga fingið spurningin
um stórídnaðin fram í ljósmálan.
Ikki bara í Hafnarfirði, men eisini
aðrastaðni um landið, eitt nú í
Húsavík, verður dúgliga kjakast
um aluminiumsverksmiðjur og
stórídnað. Og tað er einki at taka
seg aftur í, at vit, Vinstri-grønu,
hava fingið viðstreym og fleiri og
fleiri halda við okkum um
umhvørvið og náttúruvernd.
Tú sigur at tit vilja steðga á við
stórídnaðarútbyggingini, men er
slík útbygging ikki í roynd og veru
til gagns fyri íslendska búskapin
og íslendska samfelagið sum
heild?
- Í fyrsta lagið er eingin náttúru-
verndarskipan gjørd, eingin heild-
arætlan er heldur um, hvussu ork-
an skal nýtast, sum í umbúna er at
framleiða. Tvørturímóti hevur lag-
ið verið tað, at kemur onkur stór-
fyritøka og sigur, hygg, vit ætla at
byggja eina verksmiðju, men okk-
um vantar orku, so flúgva myndug-
leikarnir upp í vong og leypa út í
stórar verkætlanir. Eins og t.d. á
Eysturlandinum, tá ið farið varð
undir at gera Kárahnjúkabyrging-
ina. Tann ætlanin fekk sera vána-
lig ummæli frá serfrøðingum.
Hetta var eitt dýrt og hartil ólaga-
ligt tiltak, tí Kárahnjúkaverkætlan-
in var eitt stórt inntriv í eitt við-
kvæmt umhvørvi. Kortini var
farið gleiðbeint avstað. Uttan mál
og mið. Vit halda hinvegin, at ein
framtíðarætlan má vera tøk,
áðrenn farið verður víðari. Vit
siga sostatt ikki, at eingin alu-
miniumsverksmiðja skal byggjast
aftur. Vit halda bert, at nú eiga vit
at steðga á eitt sindur og gera
okkum hugmyndir um, hvat vit
vilja í frameftir, um vit eiga at
halda fram at byggja aluminiums-
verksmiðjur óendaliga ella um vit
skulu hugsa um aðrar ídnaðar-
møguleikar eisini. Fyri okkara
viðkomandi leggja vit dent á, at
hugsað eigur at vera betur um,
hvat slag av orkuútbygging, ið
farið verður undir. Kárahnjúka-
byrgingin hevur sum sagt gjørt
stórt rov í náttúruna og har er kom-
in ein bládjúpur pollur innanfyri.
Í staðin eiga loysnir at verða vald-
ar, sum órógva náttúruna minst
møguligt. Hinvegin er eisini ein
búskaparlig vídd í hesum. Tann
stórídnaðaruppbygging, sum fram
er farin tey seinastu árini, hevur
havt ovvøkstur við sær í samfe-
lagnum. Virðisminkingin (infla-
tion) hevur verið stór, eini 7-8
prosent um árið. Somuleiðis er
rentustigið høgt, fólk rinda mill-
um 15 og 25 prosent í rentu av
brúkslánum (t.d. sokallaðum yvir-
dráttarlánum, sum eru rættiliga
vanlig í Íslandi). Og smáar fyri-
tøkur t.d., tær fáa yvirhøvur bert
stuttfreistað lán við høgari rentu.
Tað er ikki óvanligt at slíkar fyri-
tøkur mugu gjalda 15 prosent í
rentu av lánum, við afturgjald-
ingartíð upp á seks ár. Tað sigur
seg sjálvt, at fólk aftrað seg við at
fara undir vinnurakstur upp á slík
kor, við so høgum fíggingarkostn-
aði. Nú er tíð upp á at finna ráð til
at tálma ovvøksrinum, miðvíst
royna at steðga virðisminkingini
(inflation) og lækka rentuna.
Og tað gerst við at steðga stór
ídnaðaruppbyggingini?
- Stórídnaðarútbyggingin er, ið
hvussu er, høvuðsatvoldin í, at
búskapurin tembist út. Tað boðar
heldur ikki frá góðum, at sam-
Grøn vælferð, sosialisma
Í aðru greinini í røðini um íslendskan
samtíðarpolitikk hitta vit Katrín Jakobsdóttir,
næstformann í Vinstra-grøna flokkinum. Upp á seg er
hon nýggj í politikki og fremst uppstillað hjá
flokkinum í Reykjavíkar norðara valdømi. Eru
veljarakanningarnar eftirfarandi, fær Vinstri-grøni
flokkurin 21,2 prosent av atkvøðunum. Sambært
seinastu kanning, er rættiliga vist, at Katrín
Jakobsdóttir verður vald. Altingsval er í Íslandi
komandi leygardag