mánadagur 7. mai 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 86 - 7. mai 2007
tíðindi
tey eru nú mong, ið setast niður
her í longri tíðarskeið, eitt nú
fólk, sum fær arbeiði í tænastu
vinnu her í høvuðsstaðarøkinum.
Hava myndugleikarnir nakran
politikk á útlendingaøkinum yvir
høvur?
- EBS-sáttmálin ásetur, at fólk
frítt kann flyta millum ES og
EBS-lond. Serliga eru nógvir pól
lendingar komnir higar undanfarin
ár, men eisini fólk úr øðrum ES-
londum. Reglur eru sjálvandi í
gildi um hesi viðurskiftini, tær
eru ásettar í sambandi við EBS-
sáttmálan, men útlendingar hava
kortini ikki altíð fingið ta móttøku
her, sum teir áttu, og lítið hevur
verið hugsað um, hvussu tey
kunnu laga seg til íslendsk viður
skifti. Stjórnin legði herfyri fram
ein politikk á økinum, men hann
var ikki betur útgreindur enn so,
at hann lættliga rúmdist einari
blaðsíðu. Hinvegin er eitt Aljóða
hús her í Reykjavík, sum tað
almenna stendur fyri. Hagar
kunnu innflytarar fara at biðja um
hjálp og vegleiðing. Hetta tiltakið
hevur roynst væl. Vit í Vinstri-
grøna flokkinum hava lagt fleiri
uppskot fram á ting um ábøtur eitt
nú viðvíkjandi móttøku og mál
undirvísing. Vit hava eisini mælt
til, at fólk, sum kemur til landið
við ávísari útbúgving (t.d. sum
handverkarar,
maskinmeistarar
el. a.) kann taka sonevnt javngildis
prógv og fáa útbúgving sína
metna. Sum nú er vera útlendskar
útbúgvingar oftani als ikki góð
tiknar.
ES og Ísland
Frá útlendingum til ES-spurning
in. Eru tit heilt ímóti at taka upp
samráðingar við ES um íslendskan
limaskap?
- Vit halda ikki at tíðin er búgv
in at fara undir slíkar samráðingar.
Evropa-nevndin, sum forsætisráð
harrin setti í 2004 og eg sjálv sæt
í, læt eina frágreiðing úr hondum
herfyri. Í nevndini komu vit til ta
niðurstøðu, at íslendingar høvdu
nógvar, enn ónýttar møguleikar at
økja um samskifti við og røkja
síni áhugamál betur í mun til ES,
uttan endiliga at noyðast uppí sam
veldið. Um ES-málið er semja
millum okkum í Vinstri-grøna
flokkinum og Sjálfstæðisflokkinn.
Helst einasta mál, sum vit hava
funnið fulla semju um við tann
flokkin. Einasti flokkur, ið bartút
segði, at hann er fyri íslendskum
ES-limaskapi er Samfylkingin.
Hinir báðir flokkarnir, Framsóknar
flokkurinn og Frjálslyndi flokk
urinn, drógu eitt sindur á bæði,
hildu tað ikki vera ráðiligt fara
upp í sum er, men vildu líkasum
hava hetta opið.
Hvørjar
eru
høvuðsgrund
gevingar hjá tykkum fyri at vera
ímóti ES-limaskapi?
- Tær eru tvíbýttar. Øðrumegin
er tað Evropasamaveldið per se,
ivin um hvussu væl samveldið í
royndum virkar fólkaræðisliga.
Ávirkan okkara, gjørdist Ísland
limur, hevði verið fimm tingmenn
í einum tingi við sjeyhundrað lim
um. Hóast vit høvdu samstarvað
við onnur norðurlond í politiskum
bólkum, so hevði ávirkan okkara
verður lítil sum eingin fólkaræðis
liga. Bygnaðurin í samveldinum
er heldur ikki serliga demokrat
iskur.
Við øðrum tann partvísi full
veldismissurin, sum limaskapur
hevði havt við sær, vigar ikki upp
ímóti fyrimununum?
- Nei. Men vil ein meiriluti hin
vegin lata fullveldi frá sær til
Brússel, so er tað sum so í lagi,
men fyrr enn ikki noyðast fólk at
gera sær greitt, hvat tað merkir at
lata fullveldi av hendi. Harafturat
er heldur ikki komið rættiliga í
ljós enn, hvørjar partar samveldið
fer at taka fyri seg í framtíðini.
Stjórnarskipanin, sum var feld
fyri smáum tveimum árum síðani,
legði upp til eitt nógv tættari
samband millum londini enn tað,
sum nú er, og hevði uttan iva gjørt
samveldið líkari einum ríki enn
einum felagskapi av ríkjum. Og
hatta er ein gongd, sum ikki hugar
okkum.
Tú segði grundgevingar verða
í tveimum. Hvørjar eru hinar?
- Tær víkja fyrst og fremst at
fiskivinnuni. Nógv kjak hevur
verið um fiskivinnuna í sambandi
við ES-spurningin. Men greitt er í
fyrsta lagi, at gjørdist Ísland lim
ur, høvdu íslendingar noyðst at
fylgt felags fiskivinnupolitikki
num hjá ES. Í øðrum lagi er
eingin trygd fyri, at íslendingar
høvdu sloppið at veitt einsamallir
í íslendskum sjógvi. Tað stendur
til ES-nevndina at áseta kvotur í
hvørjum føri. Íslendingar hava
eyðvitað søgulig rættindi og
høvdu tískil kanska fingið bróður
partin av kvotunum við Ísland.
Men kortini. Í triðja lagi eru tað
hesir stovnarnir, sum ferðast ímill
um, svartkjaftur t.d., og har høvdu
vit, viðvíkjandi teimum stovnun
um, verið bundin á bás av felags
fiskivinnupolitikkinum bæði so
og so.
Harafturat
koma
so
aðrar
avmarkingar, eitt nú tann at vit
ikki longur høvdu kunnað gjørt
fríhandilssáttmálar við onnur lond
eins og teir, ið vit nú hava gjørt
við Kina og USA og onnur lond.
Men tá ið tú sigur, at tíðin ikki
er búgvin nú til at taka upp sam
ráðingar um ES-limaskap, liggur
so í tí, at flokkur tykkara ikki úti
hýsir heilt, at ES-limaskapur kann
vera ein møguleiki í framtíðini?
- Tað ber sjálvandi ikki til at
útihýsa tí heldur enn øðrum fyri
alla framtíð. Einki bendir hinvegin
á, at nakað víðari hendir í hasum
spurninginum í komandi val
skeiði. ES hevur heldur ikki verið
nógv frammi í orðaskiftinum, síð
ani valstríðið byrjaði. Sjálv havi
eg eisini ansað eftir, at áhugin fyri
evninum er lítil sum eingin mill
um fólk. Á almennum fundum
verður so at siga ikki spurt um
ES. Vanlig fólk hugsa fyrst og
fremst um vælferðina og gerandis
kor síni. Og stúra annars fyri
umhvørvi og náttúru.
Íslendingar skulu á val komandi leygardag. Eitt av valevnunum er Katrín Jakobsdóttir, sum er næstformaður í Vinstra-grøna flokkinum
Mynd: Carl Jóhan Jensen