mánadagur 7. mai 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2007
19
tíðindi
felagið sum er rindar fyri alla væl
ferðarskipanina við skatti, sum
ríkiskassin fær av ovvøkstrinum.
Lønarskatturin er lækkaður, gam
aní, men stjórnin roknar við at fáa
munaverdar
inntøkur
til
tað
almenna ístaðin við at skattleggja
ovvøksturin, t.e. við at áleggja
nýtslugjøld av ymsum slag. Ilt er
kortini at vita, hvussu hesi gjøldini
fara ávirka. Tey kunnu líka skjótt
minka um nýtsluna í samfelagnum
og tað so nógv, at búskapurin,
sum vit siga, lendir harðliga ella
fær eitt bakkast. Væntast kann í
øllum førum, at tað verða tung
tøk hjá komandi stjórn, at halda
skil á búskapinum, um ovvøkst
urin, ið nú er, bráðkólnar og inn
tøkurnar hjá ríkiskassanum av
nýtslugjøldum minkar samsvar
andi, lønarskattin hava teir jú
longu lækkað.
Vælferð og skattur
Eg skilji á lagnum, at umframt
umhvørvið og náttúrvernd, seta
tit vælferðina ovarlaga?
Ja, tað gera vit. Vælferðin er
eitt hjartamál og vit hava ampa av
tí ójavna, sum er í samfelagnum.
Hann bara stendur við og veksur.
Stórbroytingar eru sum kunnugt
hendar í íslendska samfelagnum
tey seinnu árini. Summi eru vorð
in steinrík. Onnur eru við sviðu
soð. Vit hava t.d. funnist at skatta
broytingunum hjá sitandi stjórn.
Hesar broytingarnar hava gjørt, at
tey, sum eru lakast fyri, framhald
andi rinda sama skatt, meðan tey
ríku afturímóti rinda minni í
skatti. Tak eitt nú, hvussu fíggjar
ognarvinningur (t.e. rentuinntøkur,
virðisbrævaágóði o.s.fr.) verður
skattaður. Skattur av slíkum vinn
ingi er sum er 10 prosent. Ein
ávísur partur fólkinum, nógv tann
ríkasti, hevur burturav inntøkur
av fíggjarogn. Hesin samfelags
bólkurin rindar sostatt bara hesi
10 prosent í skatti og einki meira,
heldur ikki kommunuskatt, meðan
avlamisfólk noyðast at gjalda 37
prosent av pensjónini hjá sær.
Er tó ikki eitt sokallað skatt
loysismark, sum ger at láglønt
bert rinda skatt av einum upp á
seg lítlum parti av sínum inntøk
um?
Jú, men skattloysismarkið er
70.000 ísl. kr.um mánaðin og er
ikki hækkað í hesum valskeiðinum.
Nú skattloysismarkið hækkast
upp í 120.000 til 150.000 ísl. kr.,
men tað er enn undir láginntøku
markinum, so bæði eldri og avlam
isfólk t.d. verða framhaldandi
skattað av sínum inntøkum.
Fátækt og tannheilsa
Men er vælferðin ikki á rímiliga
høgum stigi í Íslandi kortini, sam
mett við onnur lond her um
vegir?
Ein kanning, sum varð
almannakunngjørd herfyri vísir,
at nøkur túsund børn í Íslandi
mugu metast at vera fátæk.
Hvat meinar tú við fátæk?
Eg meini við børn úr heimum,
ið hava inntøkur, sum eru undir
einum tilskilaðum fátæktarmarki.
Hesi børn luttaka ikki í frítíðar
virksemi, av tí at tað kostar, men
hvaðna verri er, at mong børn ikki
fáa líkinda tannrøkt, tí ráðini ikki
eru til tað. Vinstrigrøni flokkurin
hevur skotið upp, at tannlækna
viðgerð verður ókeypis fyri børn
og ung eins og hon var heilt fram
til 1998, tá ið skipanin varð avtik
in. Av kappingarávum. Ókeypis
tannlæknaviðgerð fyri børn og
ung samsvaraði ikki við kapping
arlóggávuna. Avleiðingin er, at
tannheilsan hjá børnum og ungum
nú liggur í koli. Hetta eru greiðar
ábendingarnar, at mismunurin
veksur.
Útlendingar og
innflytarakjak
Nú hevur Frjálslyndi flokkurin
(Frælslynti flokkurin) tikið útlend
ingaspurningin upp í valstríðnum
og vil eftir øllum at døma fáa
tiltøk framd til at avmarka talið
av íslendingum, sum koma til
Íslands. Hvat siga tit um tað?
Slíkum taka vit sjálvandi als
ikki undir við. Teir standa nú
eisini eitt sindur einsamallir við
sínum sjónarmiðum. Fyri okkara
part hava vit lítlan hug, álvaratos,
at leggja okkum út í eitt kjak, sum
skilliga ber brá av rasismu. Eftir
okkara tykki ræður um at taka
væl ímóti teimum, ið koma higar.
Tak stórídnaðaruppbyggingina.
Nógvir útlendingar eru komnir
higar at arbeiða í sambandi við
hana. Innflytarar hava t.d. bygt
Kárahnjúkabyrgingina. Vit íslend
ingar hava sjálv skapað ein eftir
spurning eftir arbeiðsmegi í øllum
vinnugreinum, tí ber ikki annað
til enn at taka væl ímóti teimum,
sum leita sær higar at arbeiða.
Kortini hevur svíkur verið í nógva
staðni. Eitt nú hava innflytarar
ikki fingið nóg góða undirvísing í
íslendskum. Í øðrum norðurlond
um t.d. Svøríki og Danmark fáa
innflytarar tilboð um 2000 undir
vísingartímar í ávikavist svensk
um og donskum, her fáa teir 150
tímar í íslendskum. Og so gevur
fólk ilt av sær og klaga um, at
avgreiðslufólk í handlum og á
matstovum ikki duga nóg væl
íslendskt.
Men útlendingar, sum koma
higar, dvølja helst ikki longur enn
teir hava arbeiði?
Tað er ymiskt. Tey, sum komu
at arbeiða á Kárahnjúkum t.d., tey
verða eyðvitað ikki verandi. Men
og onki ES
➘
Katrín Jakobsdóttir er næstformaður í
Vinstra-grøna flokkinum og uppstillað
í Reykjavík. Val er í Íslandi leygardagin
12. mai
Mynd: Carl Jóhan Jensen