mánadagur 7. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
– Hetta kenn
ist illa
Sámal Joensen, liðfor
maður hjá GÍ, staðfesti
eftir dystin, at tapið fyri
grannunum úr NSÍ var
ein herskin biti at svølg
ja.
– Hetta kennist illa.
Vit høvdu tak á teim
um í fyrra hálvleiki,
men missa so í seinna
hálvleiki, tekur liðfor
maðurin stutt saman um
dystin.
– Dysturin var annars
rímiliga javnur og kundi
koppa báðar vegir, men
verður hugt samanum
eftir málkjansum, so var
tað helst uppiborið, at
NSÍ fekk trý stig, sigur
Sámal Joensen.
GÍ liggur nú á áttanda
plássi í Formuladeildini,
men Sámal Joensen metir
kortini ikki støðuna vera
kritiska hjá GÍ.
– Vit skulu bert rætta
upp á nøkur ting og fáa
nakrar barnasjúkur burt
ur, so koyrir tað aftur,
sigur hann.
– Nú koyra vit
heilt upp í topp
Hjalgrím Eltør legði upp
til seinna málið hjá NSÍ
móti GÍ í gjár, og hann
er ikki í iva um, at NSÍ
var rætti vinnarin.
– Tað er einki at ivast
í, og um vit hyggja at
kjansunum, so hevði
tað verið ein skandala,
um vit ikki fingu trý
stig. Fyrri hálvleikur var
hampiliga javnur, har
vit tó hava fleiri kjansir,
men í seinna hálvleiki er
klassamunur á liðunum,
staðfestir klaksvíkingur
in hjá NSÍ.
Eftir tvey útivallartap
á rað, kom tað væl við
at vinna á grannunum í
Gøtu, og sigurin ætlar
NSÍ sær at byggja víðari
á.
– Nú fara vit at koyra
víðari, og vit skulu heilt
upp í toppin, tað er einki
at ivast í, sigur avgjørdi,
men fegni Hjalgrím
Eltør.
Bæði GÍ og NSÍ høv
du brúk fyri at reisa
seg, tá liðini brustu
saman í grannaupp
gerð í Sarpugerði sun
nudagin. Og tá 90
minuttir vóru spældir
stóðu runavíkingar
eftir sum sigursharr
ar, meðan GÍ aftur tap
ti á heimavølli
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
NSÍ var betra liðið á vøllin
um í Sarpugerði í sunnudag
in. Teir høvdu fleiri kjansir,
vístu betri spæl og vóru eisi
ni heldur grammari. Tí ber
illa til at staðfesta annað
enn, at sigurin var fult og
heilt uppiborin.
Dysturin var annars ikki
nøkur stór uppliving. Neyv
an høvdu áskoðararnir rok
nað við hesum framman
undan, tí hvørki heimaliðið
ella gestirnir hava víst stór
spæl higartil í ár. Men ein
tættan og dramatiskan dyst
kundu teir rokna við, eftir
sum talan var um granna
uppgerð og at bæði liðini
róptu eftir sigrinum. Dystur
in gjørdist tó ongantíð serli
ga spennandi, tættur ella
dramatiskur. Partvíst átti
NSÍ æðrina av hesum, tí
teir vóru tað betri enn GÍ,
og hin stóra leiklutin átti
keðiliga veðrið, sum oyði
legði stórar partar av dystin
um.
Eitt mál í part
NSÍ legði bragdliga fyri. Tá
eitt korter var spælt høvdu
teir fleiri ferðir spælt seg
ígjøgnum GÍ-verjuna, sum
var til at tosa við, og sent
fleiri ávaringarskot av móti
Geza Turi.
GÍ hevði ikki rættiliga
fingið fótin fyri seg. Í verju
partinum stóðu teir ikki
rætt og frameftir høvdu teir
einki at bjóða uppá. Men tá
fyrri hálvleikur var hálvrun
nin sendu teir ein bólt langt
niðan á hálvuna hjá NSÍ.
Verjan fer skeiv av bóltin
um, sum hoppar upp um
bæði Jóhan Troest Davidsen
og Óla Hansen, og so hevur
Sverri Jacobsen beina kós
móti málinum. Jens Martin
Knudsen kemur tó væl út
og órógvar áleyparan, so
einki meiri spurdist burtur
úr.
Hetta var fyrsta álopið
frá GÍ, og tveir minuttir
seinni vóru teir aftur fram
við. Sámal Joensen leggur
frísparksinnlegg úr høgru
inn til handaru stong, har
fyrrverandi
NSÍ-leikarin
Pól Jóhannus Justinussen
trygt setir bóltin í netið.
Leiðslan GÍ fekk var á
ongan hátt í trá við spælbýt
ið í dystinum higartil. Tí
var tað ikki annað enn uppi
borið, tá Einar Hansen javn
aði stutt fyri hálvleik. Andy
Olsen leggur hornaspark
innfyri og málverjin Geza
Turi skal boksa bóltin burt
ur. Hetta eydnast ikki heilt,
og so dettur bólturin fyri føt
urnar á Einar Hansen, sum
við einum knallhørðum sko
ti setir bóltin uppundir net
takið. Stutt eftir varð brík
slað til hálvleiks.
Trýstu allan sein
na hálvleik
Í seinna hálvleiki hevði NSÍ
vindin við sær, og teir hildu
áfram at trýsta sum teir høv
du gjørt í fyrra hálvleiki.
Ferð eftir ferð var um repp
ið, at teir fingu bóltin í kass
an. Millum annað hevði
Hjalgrím Eltør eitt skot á
stongina, og eina aðru ferð
slapp hann framvið Geza
Turi, men skotið varð bjarg
að á strikuni, og eina triðju
ferð varð Hjalgrím Eltør
feldur inni í brotsteiginum
og
áskoðararnir
kravdu
brotsspark, men fingu tað
ikki.
Allan seinna hálvleik tókt
ist tað sum um, at eitt mál
var á veg og tveir minuttir
fyri leiklok kom hetta. Hjal
grím Eltør var høvuðs arki
tekturin aftanfyri hesa skor
ing, tá hann spældi seg
ígjøgnum verjuna við inn
skifta Øssur Dalbú sum ban
da, áðrenn hann legði tvørt
ur um til Nenad Stankovic,
sum uttan stórvegis hóva
sták setti bóltin í tóma net
ið.
Eitt frálíkt mál, har Hjal
grím Eltør spældi skjótt og
skilagott, heldur enn at hal
da uppá bóltin, sum hann
hevði gjørt so nógvar ferðir
framman undan.
Soleiðis gekk tað fyri
seg, tá NSÍ reisti seg í Sar
pugerði, meðan GÍ framveg
is er liggjandi og á áttanda
plássi í Formuladeildini.
GÍ – NSÍ 1-2 (1-1):
Runavíkingar reistust
í Sarpugerði
Støðuga trýstið, sum NSÍ
legði í seinna hálvleiki, gav
at enda úrslit. Sigurin var
altavgerandi, um NSÍ skuldi
fylgja við oddinum
Mynd: Álvur Haraldsen
NSÍ
GÍ
Skjótasti svimjarin
hevur móttøku
27. og 29. apríl setti Kristian Olsen – Ægir nýggj í 100 m
og 50 m frísvimjing. Ikki minst var talan um framúr avrik
á 50 metrum, tí við 23,97 sekundum varð Kristian fyrsti
føroyski svimjarin, sum fór undir 24 sekund á teininum.
Matið á 100 metrum er nú 52,49 sekund. Mánadagin
klokkan 18 verður móttøka í Býráðshøllini í Klaksvík, har
Kristian verður heiðraður.
Heini og Helsingør fluttu niður
Tveir teir farnu sunnudagarnar hevur liðið hjá føroyska
Heina Hanusarson, Helsingør, leikt upp- og niðurflytingar
dyst ímóti HF Mors. Hetta var avleiðing av at Helsingør
endaði á næstaftasta plássi í bestu deildini. Helsingør tapti
dystin, og megnaði tí ikki at halda seg í bestu deildini. Fyr
ri dysturin endaði 32-31 til HF Mors, meðan sama liðið
við einum tryggum 31-24 sigri í seinna dystinum kann
gleðast yvir, at teir komandi kappingarár leika í bestu deild
ini. Heini Hanusarson hevur annars havt eitt stak gott
kappingarár í felagnum, har hann fleiri ferðir hevur verið
toppskjútti á liðnum.