mánadagur 7. mai 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
Bólturin er fram
vegis trillrundur
Argjamenn staðfestu hesa ferð, at tað enn
er pláss fyri sensatiónum, og oddaliðið var
eina løtu undir trýsti á heimavølli ímóti
botnliðnum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Sunnudagurin var góður fyri Skálafjørðin. Í teimum
báðum uppgerðunum, har tað frammanundan varð
roknað við tættastu stríðunum, vóru tað liðini úr Runa
víkar kommunu, sum fingu úrtøkuna. Skála sendi KÍ
norður aftur við ongum, og NSÍ fór úr Sarpugerði og
um Gøtueið við øllum.
Hesi bæði úrslitini bera við sær, at NSÍ aftur hevur
krøkt seg upp í heiðursmerkjastríðið, og at Skála hevur
gravað alt tos um kreppu og hóttan um niðurflyting
væl og virðiliga niður.
Í Klaksvík og í Gøtu er verri vorðið. Botnurin er
ikki so langt burtur, fleiri spælarar eru skaddir, útlend
ingarnir, sum tað varð vónað skuldu gerast lyklaspæl
arar, hava ikki megnað tað, sum vónað varð og eru á
veg av landinum, og tí er einki at siga til, at lagið ikki
er nakað serligt.
Í 9. og síðsta umfari í fyrsta triðinginum av kapping
ini hittast KÍ og GÍ í Klaksvík!
Á Sandi og í Streymnesi lagaði tað seg soleiðis, sum
tað frammanundan varð roknað við. B36 og EB/
Streymur fingu fult, og harvið er EB/Streymur oddalið,
og B36 er framvegis fremsti avbjóðarin.
B71 vísti enn eina ferð, at sandoyingar hava gott tak
á spælinum í Formula deildini. Samstundis vísti gongd
in enn eina ferð, at tað gongur ógvuliga striltið hjá
B71 at fáa úrtøku á heimavølli.
VB/Sumba er í løtuni fremsta evnið til niðurflyting.
Gongdin á útivølli seinastu vikurnar kundi tó boðað
frá, at tað væl kann henda seg, at VB/Sumba ímóti
minni stinnum liðum við minni álopstyngd kann ogna
sær stig. Í Runavík, í Gundadali ímóti HB og aftur í
Streymnesi hava suðuroyingarnir havt góða úrtøku
burtur úr møguleikunum.
Størsta áminningin um, at tað framvegis loysir seg
hjá teimum, sum eru dømd niður og norður, við góðum
hugburði at stríðast ímóti teimum stóru, var á Argjum.
Hagtalsliga er HB omaná ímóti øllum feløgum. Undan
takið er AB. HB og AB hava spælt eina ferð ímóti
hvørjum øðrum í fremstu røð, og hagtølini siga 22!
9. umfar verður á skránni um eina viku. Sera áhuga
verda uppgerðin í Gundadali, har HB fer at fáa vitjan
av EB/Streymi, verður sambært skránni mánakvøldið
14. mai. Hinir dystirnir verða sunnudagin.
John Petersen og Skála skulu eftir fýra ferðir trý stig
og samlaðan málmun upp á 70 í Gundadali at spæla
ímóti gomlu liðfeløgunum hjá John í B36. B71 skal til
Vágs, KÍ fær vitjan av GÍ, og NSÍ kann við sigri á AB
fáa møguleika rættiliga at leggja seg út í oddastríðið.
Higartil hava tað av og á verið úrslit, sum hava mint
á, at bólturin framvegis er trillrundur. Soleiðis var tað
í 8. umfari, og um eina viku fæst at vita, um onkur
favorittur enn eina ferð verður fyri vónbroti.
Andrew skoraði í stórtapi
Tað var ein torfør uppgáva, ið Fremad Amager fekk í dag,
tá ið liðið skuldi á vitjan hjá Næstved. Næstved lá undan
dystinum á 5.plássi, og hevur eina uppflyting at berjast
fyri. Tað vórðu eisini favorittarnir, ið struku avstað við
sigrinum. Heili 51 ljóðaði sigurin á. Føroyska ljóspunktið
var tó, at Andrew av Fløtum skeyt einasta málið hjá
Fremad. Andrew varð innskiftur í hálvleikinum, og tíggju
minuttir seinni hevði hann sett bóltin í netið. Hinir
føroyingarnir á liðnum, Jónas Tór Næs og Tem Hansen,
leiktu allan dystin.
AaB útsetti FCKveitslu
Við einum sigri á AaB um vikuskiftið, kundi FCK endurvunna
meistaraheitið. AaB hevði somuleiðis sakir at berjast fyri, av tí at teir
bert vóru tvey stig aftanfyri nummar tvey. Tað byrjaði annars at anga
av gulli í 17. minutti, tá ið svenski Tobias Linderoth legði meistararnir
á odda. Leiðslan helt sær til gott ein tími var leiktur, tá ið AaB fekk
fýra gyltar minuttir. Fyrst javnaði Jeppe Curth við einum skallara, og
bert fýra minuttir seinni legði SAS Ligatoppskjúttin, Rade Prica,
AaB á odda 21. Eftir hetta sat FCK fullkomiliga á dystinum, men
hóast stórar málmøguleikar megnaðu teir ikki at skora. Súni Olsen
kom á vøllin ímóti endanum av dystinum.
Hesa ferð spældu
skálamenn seg til
fulla úrtøku ímóti
klaksvíkingum, sum
ikki funnu rætta
hugburðin og ikki
fingu samanspælið at
rigga
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Krepputosið og hóttanina
um niðurflyting sást einki
til á Skála sunnudagin. Í
hvussu so er ikki hjá heima
liðnum. Skálamenn eru eft
ir trimum vikum broyttir
frá flokki av trilvandi ein
staklingum við lítlum sjálvs
áliti og til væl samanhang
andi lið, ið er eyðkent av
spæligleði og stórum sjálvs
áliti, sum kemur til sjóndar
í, at spælararnir flyta seg
væl og nógv, bjóða seg til
og fegnir vilja hjálpa hon
um, sum hevur bóltin. So
stóra ávirkan hevur venjara
skiftið á Skála havt!
Hjá klaksvíkingum er
mynstrið, sum tað hevur
verið. Teir arbeiða við full
ari ferð aðru hvørja ferð, og
aðru hvørja ferð er hugburð
urin ikki nóg góður og har
við leikliga avrikið ikki tað,
sum tað kann roknast við
av liði, sum fegið vil vera
við, har tað er stuttligast at
kappast.
Skála skoraði málið, sum
tað eftir dystarenda vísti
seg at hava virði av trimum
stigum, tá ið 20 minuttir
vóru farnir. Teir báðir Skála
spælararnir, sum meiri enn
nakrir aðrir vóru profilarnir
á heimaliðnum, vóru meist
arar fyri málinum.
Alexandur Johansen, sum
í útgangsstøðuni var mið
vallari í vinstru, men reikaði
heilt nógv, sneiddi framvið
fleiri. Eftir kontra støkk
bólturin til Paula G. Hansen,
sum úr 20 metrum sendi
upp um eitt sindur uttarlaga
stadda og ikki heilt sakleysa
KÍ málverjan og dygst undir
tvørtræið.
Pauli við aftur
Tríggjar tær fyrstu ferðirnar
eftir at John Petersen fekk
um stýrisvølin á Skála, var
uppstillingin hvørja ferð
tann sama. Tað bar eitt nú
við sær, at liðformaðurin,
Pauli G. Hansen, hevur sitið
á beinkinum og bara hevur
spælt seinna partin av 2.
hálvleiki.
Hesa ferð var neyðugt at
broyta uppstilling. Arnhold
Berg var ikki førur fyri at
spæla, og so varð pláss fyri
liðformanninum. Poul Poul
sen varð fluttur av miðvall
arplássinum í høgru og aft
ur á vinstra vongverjan,
Levi Hanssen varð fluttur
av sentralum plássi á mið
vøllinum og út í høgru, og
harvið var pláss fyri general
inum og liðformanninum
undir liðini á stríðsmanni
num Pæturi Dam Jacobsen
mitt á miðjuni.
Pauli G. Hansen tók av
møguleikanum. Eitt er, at
hann skoraði sigursmálið.
Hin parturin er, at hann í
sínum eyðkenda stíli fang
aði eina rúgvu, bakkaði væl
upp og dugdi væl at stýra.
Útlendingarnir í fremstu
røð – Kaplanovic og Oby
arbeiddu nógv, og bæði und
an og eftir steðgin komu
teir til upplagdar málmøgu
leikar, men teir megnaðu
ikki at fáa mál. Eina ferð
misskiltu teir hvønn annan
í upplagdari støðu, og í
síðsta minutti bjargaði KÍ
málverjin sera væl.
Aldudalurin
Meðan Skála er á aldukamb
inum og við sigrinum tók
seg framum KÍ, so vísti
avrikið hjá klaksvíkingum,
at har er ikki væl vorðið.
Trupulleikar vóru í mið
verjuni, vongverjarnir vóru
ongantíð við í uppbyggjandi
spælinum, royndirnar at
samanspæla tætt miseydnað
ust, tí møguleikarnir fyri
stuttum sendingum vóru
fáir og neyvleikin lítil, og
so varð ofta roynt við long
um og vónleysum sending
um úr aftastu og fram í
fremstu røð.
Løtuna undan einasta mál
inum tóktist tað sum um, at
KÍ hevði viljan at saman
spæla. Kristian á Lakjuni
var sjónskur sentralur mið
vallari, og í fremstu røð
stríddist Paul Clapson støð
ugt.
Í 2. hálvleiki, tá ið KÍ
slepti
í
verjupartinum,
høvdu teir eina forkølaða
skotroynd ímóti málinum
og tveir stútarar, sum fóru
omanfyri. Skála verjan las
spælið væl og uppgávan
broyttist ongantíð, tí KÍ
broytti lítið og einki.
Fýra dystir, tólv stig og
gott lag á Skála. Í Klaksvík
hava teir skavað tíggju stig
saman, og tað er væl skilj
andi, um lagið eftir ferðina
út á Skála ikki er nakað ser
ligt.
Skála-KÍ 1-0 (1-0):
Stigini skola í Skála sekkin
Fjórði sigurin
á rað hjá Skála
varð veruleiki
sunnudagin. Hóttandi
niðurflytingin tykist
longu gloymd, og nú
verður strembað fram
á við fullari ferð
Mynd: Álvur Haraldsen
29
KÍ
Skála