mánadagur 7. mai 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
Tvey met til Bjørk
Um vikiskiftið hava Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm ,sum
renna fyri Bragdið, luttikið í stórari kapping í Danmark, ið kallast
Tårnby Games.
Bjørk sum fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á Rhodos rann 800 m
leygardag og 3000 m sunnudagin. Á 800 m teigninum setti hon nýtt
føroyskt met við tíðini 2.26,21 min og á 3000 m, teigninum setti hon
eisini nýtt føroyskt met við tíðini 10.48 min. Á báðum teigninum vann
hon sín aldursbólk. Rannvá rann eisini 800 m leygardagin, hon rann
teignin við tíðini 2.34,85 min og bleiv nummar fýra í sínum aldursbólki.
Sunnudagin rann hon 1500 m við tíðini 5.18 min og tað rakk til eitt
triðja pláss. Rannvá setti persónligt met á báðum teinunum.
Claus við í málveitslu
Blackpool hitaði leygardagin upp til play-off dystirnar við 6-3 sigri á
Swansea. Tað líktist tó ikki alla tíðina einum tryggum sigri til Blackpool,
tá seinasta umfarið í ensku league one var á skránni. 35 minuttir fyri
leiklok stóð 3-2 til heimaliðið á talvuni, men so kom Blackpool ígongd.
Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, men tað var
Andrew Morrel, sum tók yvirskriftirnar, tá hann innan 21 minuttir skeyt
reint hat-trick. Seinasta málið skeyt Keigan Parker. Blackpool skal spæla
hálvfinalur í play-off dystunum ávikavist 13. og 19. mai, og sigast má,
at upptaktin til hesar hevur verið framúr. Eftir eina heldur laka byrjan
upp á árið, hevur Blackpool verið flúgvandi seinastu mánaðirnar. Og
sigurin á Swansea var sjeyndi sigurin á rað.
Sensatiónin lúrdi eina
løtu, men víkarmenni
nir Bárður Olsen og
Hans Pauli Samuelsen
syrgdu fyri, at felags
liðið úr Sundalagnum
basti felagsliðnum úr
Suðuroynni
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey bæði einastu felagsliðini
í Formuladeildini brustu
saman í Streymnesi í gjár.
At tey bæði er sokallað
felagslið, ella samansett lið,
er eisini so at siga einasti
felagsnevnarin
fyri
EB/
Streym og VB/Sumba. Und
an dystin lá fyrst nevnda
fremst í deildini, meðan hitt
lá aftast. Hetta er eisini støð
an, nú dysturin er spældur,
tí EB/Streymur vann 4-2.
Hetta boðar kanska frá ein
um tryggum sigri, men
áskoðararnir til dystin í
Streymnesi vita betur, tí so
var ikki.
Líktist stórsigri
Lunnar vórðu annars lagdir
fyri einum stórsigri, tá vík
armaðurin Bárður Olsen frá
brotsteigarmarkinum setti
bóltin flatt út í síðunetið. Tá
vóru bara fýra minuttir
spældir, og løtuna aftaná
fekk EB/Streymur í hópatal
av málmøguleikum. John
Heri Dam, Gert Hansen,
Hans Pauli Samuelsen og
Ronnie Samuelsen áttu allir
at skora, men gjørdu tað
ikki.
Tað gjørdi Birgir Jørgen
sen harafturímóti, tá hann
fekk kjansin stutt fyri hálv
leik. Hornaspark varð sent
innfyri og sterki áleyparin
fekk økslina á skotið, og
beindi soleiðis bóltin í net
ið.
Útjavnandi málið skelk
aði bæði áskoðarar og leik
arar. Ikki tí, EB/Streymur
hevði á ongan hátt verið
sannførandi hesar fyrstu 40
minuttirnar, men teir høvdu
svomið í kjansum og spilt
teir ferð eftir ferð.
Tóku øll á bóli
Málið frá Birgir Jørgensen
átti at fingið heimaliðið at
ressast við, men gjørdi tað
ikki. Tvørturímóti var tað
VB/Sumba sum kom best
frá byrjan í seinna hálvleiki,
tá Aco Pandurovic setti eitt
brotsspark í netið, sum Egil
á Bø hevði framt móti Birg
ir Jørgensen.
Málið tók alt og øll á bóli,
kanska
einamest
VB/
Sumba, sum ikki plagar at
vera liðið, ið liggur omaná í
einum dysti. Tað gekk tó
ikki meiri enn eitt korter, so
var leiðslan javnað út aftur.
Og so gekk heldur ikki
meiri enn eitt korter aftrat,
so var EB/Streymur á odda
4-2.
Fyrst javnaði Hans Pauli
Samuelsen við frálíkum frí
sparksmálið upp um múrin.
Síðani økti sami maður, tá
hann avsluttaði álop, hann
sjálvur
hevði
byrjað
í
vinstra borði og skallaði
returin í netið, eftir at Rafal
Kwiecinski hevði buldrað
bóltin á tvørtræið.
Soleiðis skoraði víkar
maðurin tvey mál, áðrenn
ein annar víkarmaður, Bárð
ur Olsen, skeyt sítt næsta
mál í dystinum eitt lítið
korter fyri leiklok. Bólturin
varð fluttur niðan í vinstra
borði, vinstri bakkurin Sím
un Eliasen leggur inn í
brotsteigin, har høgri bakk
urin Gert Hansen stendur
við handaru stong og stútar
bóltin aftur til Bárð Olsen,
sum fluktar bóltin flott í
kassan.
Byrjaðu, vendu og
endaðu dystin
Hóast sensatiónin eina løtu
lúrdi í Streymnesi, so ber
illa til at siga annað enn, at
sigurin til sundalagsmenn
var uppiborin. Uppgávan
gjørdist kanska meiri møtu
mikil, enn EB/Streymur
hevði roknað við, og helst
hevur hetta eisini havt ein
avgerandi týdning, at heima
liðið hevði undirmett mót
støðulið sítt.
Men tá er gott at eiga góð
ar menn, sum kunnu skapa
nakað sjálvir og eisini virka
framúr í einum vælkoyrandi
kollektivi. Tveir slíkar eigur
EB/Streymur í Vík. Bárður
Olsen úr Vík setti hol á,
men so kom EB/Streymur
afturum. Hans Pauli Sam
uelsen vendi dystinum við
tveimum málum, áðrenn
Bárður Olsen at enda stað
festi sigurin.
EB/Streymur – VB/Sumba 4-2 (1-1):
Víkarmenn vunnu á VB/Sumba
– Hetta var
strævið
Hans Pauli Samuelsen
skoraði útjavnandi málið
og legði EB/Streym móti
VB/Sumba, eftir at felags
liðið
úr
Sundalagnum
hevði verið aftanfyri við
einum máli. Ein strævin
dystur, heldur víkarmaður
in.
– Hetta var ein strævin
dystur. Vit skora ikki upp
á møguleikarnar, gerast
frustreraðir og so bleiv tað
strævið. Og uttan at taka
nakað frá VB/Sumba, so
kunnu vit bara takka okk
um sjálvum fyri, at tað
gjørdist so møðsamt, sigur
Hans Pauli Samuelsen.
Hann greiðir frá, at tað
var soleiðis líka til útjavn
andi málið kom.
– Málið til 2-2 var for
loysandi fyri okkum, tí eft
ir tað fóru vit at spæla
fótbólt, og allir komu líka
sum undan aftur, eftir at
einki hevði riggað hjá okk
um, sigur Hans Pauli Sam
uelsen.
– Ikki
uppiborið
– Nei, eg haldi ikki tað er
uppiborið, at teir vinna, tá
vit føra væl inn í seinna
hálvleik. Tað sigur Birgir
Jørgensen, sum skoraði
fyrsta málið hjá VB/
Sumba í gjár.
Sterki áleyparin metir
grundina fyri mista sigur
in vera, at miðvøllurin
ikki heldur seg til, sum
frammanundan var avrátt.
– Vit vita, at EB/Streym
ur hevur ein sterkan mið
vøll, og tí fara vit og
pressa teir. Hetta megna
vit eisini tann fyrsta tíman,
men so sleppa vit trýsti
num og so eru teir við aft
ur. Tað, sum EB/Streymur
fær í dystinum, er tað, vit
geva teimum, sigur Birgir
Jørgensen avgjørdur og
vísir so á saknin í Evrard
Ble.
– Her hevði Ble verið
“nydeligur” at havt á mið
vøllinum, ein sterkan mið
vallarleikara, sum dugir at
halda uppá bóltin.
Annars hevur Birgir
Jørgensen ikki nógv gott
at bera avrikinum frá dag
sins dómara, sum hann
metir átti at víst bæði Egil
á Bø og Ronnie Samuelsen
av vøllinum.
VB/Sumba
EB/Streymur
Eina løtu lúrda tann heilt stóra
sensatiónin. Men seinasta hálva
tíman megnaði oddaliðið tó at snara
dystinum til egnan fyrimun
Mynd: Sofus D. Johannesen
31