mánadagur 7. mai 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
Tvey met til Bjørk
Um vikiskiftið hava Bjørk Herup Olsen og Rannvá Djurholm ,sum
renna fyri Bragdið, luttikið í stórari kapping í Danmark, ið kallast
Tårnby Games.
Bjørk sum fyrireikar seg til Oyggjaleikirnar á Rhodos rann 800 m
leygardag og 3000 m sunnudagin. Á 800 m teigninum setti hon nýtt
føroyskt met við tíðini 2.26,21 min og á 3000 m, teigninum setti hon
eisini nýtt føroyskt met við tíðini 10.48 min. Á báðum teigninum vann
hon sín aldursbólk. Rannvá rann eisini 800 m leygardagin, hon rann
teignin við tíðini 2.34,85 min og bleiv nummar fýra í sínum aldursbólki.
Sunnudagin rann hon 1500 m við tíðini 5.18 min og tað rakk til eitt
triðja pláss. Rannvá setti persónligt met á báðum teinunum.
Claus við í málveitslu
Blackpool hitaði leygardagin upp til play-off dystirnar við 6-3 sigri á
Swansea. Tað líktist tó ikki alla tíðina einum tryggum sigri til Blackpool,
tá seinasta umfarið í ensku league one var á skránni. 35 minuttir fyri
leiklok stóð 3-2 til heimaliðið á talvuni, men so kom Blackpool ígongd.
Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, men tað var
Andrew Morrel, sum tók yvirskriftirnar, tá hann innan 21 minuttir skeyt
reint hat-trick. Seinasta málið skeyt Keigan Parker. Blackpool skal spæla
hálvfinalur í play-off dystunum ávikavist 13. og 19. mai, og sigast má,
at upptaktin til hesar hevur verið framúr. Eftir eina heldur laka byrjan
upp á árið, hevur Blackpool verið flúgvandi seinastu mánaðirnar. Og
sigurin á Swansea var sjeyndi sigurin á rað.
Sensatiónin lúrdi eina
løtu, men víkarmenni
nir Bárður Olsen og
Hans Pauli Samuelsen
syrgdu fyri, at felags
liðið úr Sundalagnum
basti felagsliðnum úr
Suðuroynni
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tey bæði einastu felagsliðini
í Formuladeildini brustu
saman í Streymnesi í gjár.
At tey bæði er sokallað
felagslið, ella samansett lið,
er eisini so at siga einasti
felagsnevnarin
fyri
EB/
Streym og VB/Sumba. Und-
an dystin lá fyrst nevnda
fremst í deildini, meðan hitt
lá aftast. Hetta er eisini støð-
an, nú dysturin er spældur,
tí EB/Streymur vann 4-2.
Hetta boðar kanska frá ein-
um tryggum sigri, men
áskoðararnir til dystin í
Streymnesi vita betur, tí so
var ikki.
Líktist stórsigri
Lunnar vórðu annars lagdir
fyri einum stórsigri, tá vík-
armaðurin Bárður Olsen frá
brotsteigarmarkinum setti
bóltin flatt út í síðunetið. Tá
vóru bara fýra minuttir
spældir, og løtuna aftaná
fekk EB/Streymur í hópatal
av málmøguleikum. John
Heri Dam, Gert Hansen,
Hans Pauli Samuelsen og
Ronnie Samuelsen áttu allir
at skora, men gjørdu tað
ikki.
Tað gjørdi Birgir Jørgen-
sen harafturímóti, tá hann
fekk kjansin stutt fyri hálv-
leik. Hornaspark varð sent
innfyri og sterki áleyparin
fekk økslina á skotið, og
beindi soleiðis bóltin í net-
ið.
Útjavnandi málið skelk-
aði bæði áskoðarar og leik-
arar. Ikki tí, EB/Streymur
hevði á ongan hátt verið
sannførandi hesar fyrstu 40
minuttirnar, men teir høvdu
svomið í kjansum og spilt
teir ferð eftir ferð.
Tóku øll á bóli
Málið frá Birgir Jørgensen
átti at fingið heimaliðið at
ressast við, men gjørdi tað
ikki. Tvørturímóti var tað
VB/Sumba sum kom best
frá byrjan í seinna hálvleiki,
tá Aco Pandurovic setti eitt
brotsspark í netið, sum Egil
á Bø hevði framt móti Birg-
ir Jørgensen.
Málið tók alt og øll á bóli,
kanska
einamest
VB/
Sumba, sum ikki plagar at
vera liðið, ið liggur omaná í
einum dysti. Tað gekk tó
ikki meiri enn eitt korter, so
var leiðslan javnað út aftur.
Og so gekk heldur ikki
meiri enn eitt korter aftrat,
so var EB/Streymur á odda
4-2.
Fyrst javnaði Hans Pauli
Samuelsen við frálíkum frí-
sparksmálið upp um múrin.
Síðani økti sami maður, tá
hann avsluttaði álop, hann
sjálvur
hevði
byrjað
í
vinstra borði og skallaði
returin í netið, eftir at Rafal
Kwiecinski hevði buldrað
bóltin á tvørtræið.
Soleiðis skoraði víkar-
maðurin tvey mál, áðrenn
ein annar víkarmaður, Bárð-
ur Olsen, skeyt sítt næsta
mál í dystinum eitt lítið
korter fyri leiklok. Bólturin
varð fluttur niðan í vinstra
borði, vinstri bakkurin Sím-
un Eliasen leggur inn í
brotsteigin, har høgri bakk-
urin Gert Hansen stendur
við handaru stong og stútar
bóltin aftur til Bárð Olsen,
sum fluktar bóltin flott í
kassan.
Byrjaðu, vendu og
endaðu dystin
Hóast sensatiónin eina løtu
lúrdi í Streymnesi, so ber
illa til at siga annað enn, at
sigurin til sundalagsmenn
var uppiborin. Uppgávan
gjørdist kanska meiri møtu-
mikil, enn EB/Streymur
hevði roknað við, og helst
hevur hetta eisini havt ein
avgerandi týdning, at heima-
liðið hevði undirmett mót-
støðulið sítt.
Men tá er gott at eiga góð-
ar menn, sum kunnu skapa
nakað sjálvir og eisini virka
framúr í einum vælkoyrandi
kollektivi. Tveir slíkar eigur
EB/Streymur í Vík. Bárður
Olsen úr Vík setti hol á,
men so kom EB/Streymur
afturum. Hans Pauli Sam-
uelsen vendi dystinum við
tveimum málum, áðrenn
Bárður Olsen at enda stað-
festi sigurin.
EB/Streymur – VB/Sumba 4-2 (1-1):
Víkarmenn vunnu á VB/Sumba
– Hetta var
strævið
Hans Pauli Samuelsen
skoraði útjavnandi málið
og legði EB/Streym móti
VB/Sumba, eftir at felags-
liðið
úr
Sundalagnum
hevði verið aftanfyri við
einum máli. Ein strævin
dystur, heldur víkarmaður-
in.
– Hetta var ein strævin
dystur. Vit skora ikki upp
á møguleikarnar, gerast
frustreraðir og so bleiv tað
strævið. Og uttan at taka
nakað frá VB/Sumba, so
kunnu vit bara takka okk-
um sjálvum fyri, at tað
gjørdist so møðsamt, sigur
Hans Pauli Samuelsen.
Hann greiðir frá, at tað
var soleiðis líka til útjavn-
andi málið kom.
– Málið til 2-2 var for-
loysandi fyri okkum, tí eft-
ir tað fóru vit at spæla
fótbólt, og allir komu líka-
sum undan aftur, eftir at
einki hevði riggað hjá okk-
um, sigur Hans Pauli Sam-
uelsen.
– Ikki
uppiborið
– Nei, eg haldi ikki tað er
uppiborið, at teir vinna, tá
vit føra væl inn í seinna
hálvleik. Tað sigur Birgir
Jørgensen, sum skoraði
fyrsta málið hjá VB/
Sumba í gjár.
Sterki áleyparin metir
grundina fyri mista sigur-
in vera, at miðvøllurin
ikki heldur seg til, sum
frammanundan var avrátt.
– Vit vita, at EB/Streym-
ur hevur ein sterkan mið-
vøll, og tí fara vit og
pressa teir. Hetta megna
vit eisini tann fyrsta tíman,
men so sleppa vit trýsti-
num og so eru teir við aft-
ur. Tað, sum EB/Streymur
fær í dystinum, er tað, vit
geva teimum, sigur Birgir
Jørgensen avgjørdur og
vísir so á saknin í Evrard
Ble.
– Her hevði Ble verið
“nydeligur” at havt á mið-
vøllinum, ein sterkan mið-
vallarleikara, sum dugir at
halda uppá bóltin.
Annars hevur Birgir
Jørgensen ikki nógv gott
at bera avrikinum frá dag-
sins dómara, sum hann
metir átti at víst bæði Egil
á Bø og Ronnie Samuelsen
av vøllinum.
VB/Sumba
EB/Streymur
Eina løtu lúrda tann heilt stóra
sensatiónin. Men seinasta hálva
tíman megnaði oddaliðið tó at snara
dystinum til egnan fyrimun
Mynd: Sofus D. Johannesen
31