Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 86 - 7. mai 2007 ] Enn eina ferð misti B71 á stokkinum á heima­vølli, og enn ei­na ferð eydnaðist tað B36 í evstu løtu at skjó­ta sigursmálið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B71 vann ikki á keðiligu hei­ma­vøl­larhagtølunum, sum hava merkt liðið í ár. Sum 2. hálvleikur leið, tók­t­ist spurningurin vera, um B71 skuldi vinna við ein­um ella fleiri málum í­mó­ti B36. B71, sum hesa ferð hevði Johannes Jensen í miðverjuni saman við Fab­ io Vieira, var leikliga o­man­á, og miðskeiðis í 2. hálv­lei­ki megnaðu teir at fáa valuta burturúr yvir­vág­ ini. B71 var í 2. hálvleiki í á­lops­ken­d­ari 4-3-3 upp­still­ ing, og tað eydnaðist teim­um fleiri ferðir at hava nógv fólk í B36 brotsteiginum. Tá ið sandoyingar fingu mál­ið, vóru teir fleiri í brots­teig­ inum, og Magnus Ol­sen, sum mannaði frem­s­ tu røðina saman við Clayton So­a­res og Símuni Hansen, át­ti síðsta fótin á. Leiðslumálið kom eftir støð­ugt trýst frá B71 í sein­ na hálvleiki. Og vertirnir hil­du fram við sama lag eft­ ir málið.. Ferð eftir ferð vó­ru spentar støður fram­ man­fy­ri B36 málið, og B71-álopið gav nýggju Bárði H. Joensen og Ova Ny­sted í B36-miðverjuni iva­ley­st at takast við. Og var tað ikki fyri Jákup Mikk­el­sen, hevði talan ivaleyst ei­si­ni verið um fleiri mál. Tólv minuttir fyri leiklok noydd­ist landsliðsmálverjin tó at taka seg av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá sá ik­ki gott út hjá B36, men kort­ini eydnaðist tað vit­jan­ di árstalsfelagnum at halda tætt og at skjóta tey bæði mál­ini, sum skuldu til fyri at vinna øll stigini. Og so fingu hag­tøl­ini kort­ini rætt. B71 misti enn ei­­na ferð í evs­tu lø­tu. Og B36 – einum odda­li­ði so líkt – megnaði aft­ur at skjó­ta sig­ur­­s­mál­ið í evstu lø­­tu. He­sa ferð enn­tá við san­n­­ari per­lu, tá Sylla snar­aði sær á, áðrenn hann høg­di bóltin upp í málhornið. Lyklaspælarar av­­gjør­du Eftir B71 leiðslumálið spen­ti B36 álopsbogan. Allan Mørk­­øre hevur verið burt­uri frá seinastu vik­ur­nar. Hann hev­ur verið skaða­plág­að­ur, og tað hev­ur ver­ið iva­samt um, og hvus­su nógv ve­t­e­ ran­­­ur­­in fór at verða førur fy­­ri at spæla. Átjan min­utt­ir fyri leik­ lok varð All­an Mørk­­øre sett­ur inn í høg­ra álopsborð, og ve­t­e­­ran­­ur­in hevði av­ger­an­di á­virk­an, tá ið B36 javnaði og har­við hevði møguleikan síðs­tu løtuna at spæla fyri at vinna øll stigini. Tíggju minuttir fyri leik­ lok sendi Allan Mørkøre inn­fyri úr høgru. Fríska lot­ ið spældi B71 málverjanum, Sím­uni Rógva Hansen, eitt puss, soleiðis at hann bara meg­n­ aði við tí ytsta av fing­ri­ num at stýra bóltinum á tvør­t­ræ­ið. Tá ið bólturin datt niður í málteigin, var mál­rev­ur­in, Sylla Ahmed Davy, fyrstur á, og so var B36 komið burturúr ongum og hevði fingið um endan. Breiddin og tyngdin hava stór­an týdning, tá ið tað leik­ar so tætt á, sum tað gjør­di á Sandi. Heilt av­ge­r­ an­di fyri B36 var, at teir í Syl­la eiga ein veruligan mál­skjút­ta. Tveir minuttir rest­aðu, tá hann í ak­ro­bat­is­ k­um stíli sendi bóltin upp í mál­horn­ið aftanfyri Símun Róg­va Hansen, og so fóru stig­ini kortini til Havnar. B71-B36 1-2 (0-0): Sama søga á Sandi B36 B71 Enn einaferð prógvaði Sylla sítt virði fyri B36. Við tveimum málum togaði hann øll stigini til Havnar í einum dysti, har vertirnir áttu betri uppiborið Talan var ikki um ál­vars­lig­an skaða, tá lands­liðs­málverjin noyd­d­ist av vøllinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fýra vikum til helst størs­tu uppgávuna í søguni hjá føroyska fót­bólts­a­lands­ lið­num – heimadystinum mó­ti heimsmeistarunum – mun­du landsliðsfjepparar fáa ein hvøkk, tá Jákup Mikk­el­sen noyddist skaddur av vøllinum á Sandi. Um­framt eina rúgvu av hep­ni, so man gott mál­ver­ja­ spæl vera ein tann týd­n­ing­ ar­mes­ta fortreytin fyri ein­ um góðum føroyskum úr­sli­ ti tann 2. juni, og besta boð­ ið í so máta er helst, at Ják­ up Mikkelsen er tøkur. - Tað verður so ikki hasin skað­in, sum forðar mær í tí. Eg fekk ein stoyt niður á herða­blað­ið, og eina løtu var armurin púrasta doyv­d­ ur. Í kvøld er tó munandi bet­ri, og eg rokni ikki við, at hetta fer at darva mær tað allar­min­s­ta, helt Jákup, tá vit sunnukvøldið hittu hann á orði. Fer fegin á beinkin Og so var landsliðsmálverjin skjót­ur at staðfesta, at tað hel­st bara hjálpti, at han noydd­­ist av vøllinum. - Tað er ikki ofta, at ein ven­ja­ri skiftur málverja, tá dyst­­ur­­in skal vendast, so hat­­ta var bara væl sæð av Kurt. Og er hetta tað, sum skal til, so taki eg fegin flei­ ri túrar út á beinkin, helt Ják­up skemtandi fyri. - Skal eg vera erligur, so høv­­du vit ikki uppborið hand­­an sigurin. Spælið hjá okk­­um var undir alt lág­ mark, so vit eru serstakliga feg­­n­­ir um úrslitið. Tá eitt lið megnar at vinna slíkar dyst­ir, so skuldu fort­reyt­ir­ nar verið góðar fyri at kom­ ið heilt langt, helt Jákup. Jákup er klárur til Italia Stigamissirnir móti liðum í tyngra end­ an­um hava verið dýr­ir hjá HB, sum nú er í vanda fyri at det­ta fullkomuliga úr gulldystinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Tú skuldi trúð, at vit høv­du lært lektiuna eftir tap á heimavølli móti B71 og GÍ. Men veru­leik­ in er, at vit gera akkurát sa­ma mistak hesaferð. Sjálv­an­di velja vit ikki til­ vit­að at undirmeta mó­t­ støð­una, men eg fái illa mót­mælt, tá tosað verður um, at vit hava ein mo­ti­va­ tións­tru­pulleika. Somikið avgjørdur var HB-liðformaðurin, Jákup á Borg, tá hann skuldi ge­ra viðmerking til stiga­ mis­s­in á Argjum sun­nu­ dag­in. - Ti vit koma ongan tíð í­gongd. Vit skora skjótt, júst eftir ætlan, men so sov­na vit fullkomuliga. Kan­s­ka vakna vit nakað, tá AB javnar, men eftir at vit koma upp á 2-1, so hend­ir einki. Púrt einki! Í AB-leguni verður tos­ að nógv um stríðsviljan, sum liðið sýndi sun­nu­dag­ in, men heldur ikki hetta met­ir Jákup vera nakra um­ber­ing fyri teirra við­ kom­an­di. - Eg skal ikki taka nak­ að frá AB, men teir vístu mill­um lítið og einki. Vit for­era teimum fyrsta mál­ ið, og við 2-2 er talan um vant­an­di uppbakning í ver­ju­spæl­inum hjá okk­ um. Teir spældu einvíst lang­ar bóltar niðan til Súna Fríða, men teir vórðu ongan tíð serliga van­da­mik­lir. Tað keðiliga er bara, at tað vóru vit held­ur ikki. Vit fáa onkrar van­da­støð­ur, tá vit trýsta nógv móti endanum, men hes­ar vóru mest við deyð­ bólt­ar. Veruliga til mø­gu­ leik­ar komu vit ikki. Jákup var ikki á vøll­in­ um seinastu løtuna av dyst­in­um, tí hann hevur ein lítlan skaða at dragast við. Men hann vónar at verða tøkur til komandi um­far­ið, tá EB/Streymur kem­ur á vitjan í Gun­da­da­ li. - Tað er ein dystur, sum vit skulu vinna. Gera vit ik­ki tað, so er liðugt hjá okk­um. Longri enn tað er søg­an í veruleikanum ik­ki. So kunnu fólk tosa um, at vit hava besta hóp­ in, og at vit eiga at vinna hvør­ja­ferð. Her og nú er tað bara tann eini dyst­ur­ in, sum telur, sigur altso Ják­up á Borg. HB-liðskiparin staðfestir, at vinna teir ikki á EB/ Streymi, kunnu meis­ta­rar­ nir væl og virðiliga veittra far­væl til vónina um at en­dur­vinna gullið HB hev­ur mo­ti­va­ tións­trup­ul­leik­ar Jakob Friis-Hansen til Amager Ekstra-Bladet veit at siga, at Fremad Amager longu hevur funnið mannin, sum skal loysa Peer F. Hansen av sum venjari. Talan skal vera um 40 ára gamla Jakob Friis Hansen, sum í 90’unum spældi fleiri landsdystir fyri Danmark. Í løtuni er Friis-Hansen sáttmálabundin við HIK, har hann fram til í vár starvaðist saman við Nikolaj Kaas-Heilman. Nikolaj hevur síðani tikið stjóra-starvinum í Fremad Amager, og ivaleyst er tað sambandið millum hann og Jakob Friis-Hansen, sum hevur sett ferð á gitingarnar í fjølmiðlunum. Sambært Ekstra-Bladet verður nýggi venjarin formliga settur á tíðindafundi, sum skal haldast í dag ella í morgin. Sorin úti í fýra vikur Sorin Anghel mátti gevast, tá EB/Streymur spældi móti NSÍ mikudagin. Hann fekk ein snudd í knæið og fyribils diagnosan segði, at rumenin skuldi binda frið í fýra vikur. Sorin Anghel er tó komin seg hampiliga skjótt, so í EB/Streymi rokna tey við, at vandamikli áleyparin verður tøkur aftur síðst í hesum mánaðinum. Tá verður ætlandi ein annar vandamikil harri hjá felagsliðnum við aftur eisini, tí í Sundalagnum vóna tey, at Arnbjørn Hansen verður tøkur tá, eftir beinbroti í fótinum, hann fekk móti B71. Tað merkir, at til heimavallardystin móti GÍ tann 28. mai, eigur EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár at kunna mannað álopssessirnar við Sorin og Arnbjørn, sum vóru fastir fúsir til hesar sessir í fjør.