Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 86 - 7. mai 2007 ] Enn eina ferð misti B71 á stokkinum á heimavølli, og enn eina ferð eydnaðist tað B36 í evstu løtu at skjó­ta sigursmálið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B71 vann ikki á keðiligu heimavøllarhagtølunum, sum hava merkt liðið í ár. Sum 2. hálvleikur leið, tóktist spurningurin vera, um B71 skuldi vinna við einum ella fleiri málum ímóti B36. B71, sum hesa ferð hevði Johannes Jensen í miðverjuni saman við Fab­ io Vieira, var leikliga omaná, og miðskeiðis í 2. hálvleiki megnaðu teir at fáa valuta burturúr yvirvág­ ini. B71 var í 2. hálvleiki í álopskendari 4­3­3 uppstill­ ing, og tað eydnaðist teimum fleiri ferðir at hava nógv fólk í B36 brotsteiginum. Tá ið sandoyingar fingu málið, vóru teir fleiri í brotsteig­ inum, og Magnus Olsen, sum mannaði frems­ tu røðina saman við Clayton Soares og Símuni Hansen, átti síðsta fótin á. Leiðslumálið kom eftir støðugt trýst frá B71 í sein­ na hálvleiki. Og vertirnir hildu fram við sama lag eft­ ir málið.. Ferð eftir ferð vóru spentar støður fram­ manfyri B36 málið, og B71­álopið gav nýggju Bárði H. Joensen og Ova Nysted í B36­miðverjuni ivaleyst at takast við. Og var tað ikki fyri Jákup Mikkelsen, hevði talan ivaleyst eisini verið um fleiri mál. Tólv minuttir fyri leiklok noyddist landsliðsmálverjin tó at taka seg av vøllinum, tí hann var skaddur. Tá sá ikki gott út hjá B36, men kortini eydnaðist tað vitjan­ di árstalsfelagnum at halda tætt og at skjóta tey bæði málini, sum skuldu til fyri at vinna øll stigini. Og so fingu hagtølini kortini rætt. B71 misti enn eina ferð í evstu løtu. Og B36 – einum oddaliði so líkt – megnaði aftur at skjóta sigursmálið í evstu løtu. Hesa ferð enntá við sannari perlu, tá Sylla snaraði sær á, áðrenn hann høgdi bóltin upp í málhornið. Lyklaspælarar av­­gjørdu Eftir B71 leiðslumálið spenti B36 álopsbogan. Allan Mørkøre hevur verið burturi frá seinastu vikurnar. Hann hevur verið skaðaplágaður, og tað hevur verið ivasamt um, og hvussu nógv vete­ ranurin fór at verða førur fyri at spæla. Átjan minuttir fyri leik­ lok varð Allan Mørkøre settur inn í høgra álopsborð, og veteranurin hevði avgerandi ávirkan, tá ið B36 javnaði og harvið hevði møguleikan síðstu løtuna at spæla fyri at vinna øll stigini. Tíggju minuttir fyri leik­ lok sendi Allan Mørkøre innfyri úr høgru. Fríska lot­ ið spældi B71 málverjanum, Símuni Rógva Hansen, eitt puss, soleiðis at hann bara megn­ aði við tí ytsta av fingri­ num at stýra bóltinum á tvørtræið. Tá ið bólturin datt niður í málteigin, var málrevurin, Sylla Ahmed Davy, fyrstur á, og so var B36 komið burturúr ongum og hevði fingið um endan. Breiddin og tyngdin hava stóran týdning, tá ið tað leikar so tætt á, sum tað gjørdi á Sandi. Heilt avger­ andi fyri B36 var, at teir í Sylla eiga ein veruligan málskjútta. Tveir minuttir restaðu, tá hann í akrobatis­ kum stíli sendi bóltin upp í málhornið aftanfyri Símun Rógva Hansen, og so fóru stigini kortini til Havnar. B71-B36 1-2 (0-0): Sama søga á Sandi B36 B71 Enn einaferð prógvaði Sylla sítt virði fyri B36. Við tveimum málum togaði hann øll stigini til Havnar í einum dysti, har vertirnir áttu betri uppiborið Talan var ikki um álvarsligan skaða, tá landsliðsmálverjin noyddist av vøllinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fýra vikum til helst størstu uppgávuna í søguni hjá føroyska fótbóltsalands­ liðnum – heimadystinum móti heimsmeistarunum – mundu landsliðsfjepparar fáa ein hvøkk, tá Jákup Mikkelsen noyddist skaddur av vøllinum á Sandi. Umframt eina rúgvu av hepni, so man gott málverja­ spæl vera ein tann týdning­ armesta fortreytin fyri ein­ um góðum føroyskum úrsli­ ti tann 2. juni, og besta boð­ ið í so máta er helst, at Ják­ up Mikkelsen er tøkur. ­ Tað verður so ikki hasin skaðin, sum forðar mær í tí. Eg fekk ein stoyt niður á herðablaðið, og eina løtu var armurin púrasta doyvd­ ur. Í kvøld er tó munandi betri, og eg rokni ikki við, at hetta fer at darva mær tað allarminsta, helt Jákup, tá vit sunnukvøldið hittu hann á orði. Fer fegin á beinkin Og so var landsliðsmálverjin skjótur at staðfesta, at tað helst bara hjálpti, at han noyddist av vøllinum. ­ Tað er ikki ofta, at ein venjari skiftur málverja, tá dysturin skal vendast, so hatta var bara væl sæð av Kurt. Og er hetta tað, sum skal til, so taki eg fegin flei­ ri túrar út á beinkin, helt Jákup skemtandi fyri. ­ Skal eg vera erligur, so høvdu vit ikki uppborið handan sigurin. Spælið hjá okkum var undir alt lág­ mark, so vit eru serstakliga fegnir um úrslitið. Tá eitt lið megnar at vinna slíkar dystir, so skuldu fortreytir­ nar verið góðar fyri at kom­ ið heilt langt, helt Jákup. Jákup er klárur til Italia Stigamissirnir mó­ti liðum í tyngra end­ anum hava verið dýrir hjá HB, sum nú er í vanda fyri at detta fullkomuliga úr gulldystinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Tú skuldi trúð, at vit høvdu lært lektiuna eftir tap á heimavølli móti B71 og GÍ. Men veruleik­ in er, at vit gera akkurát sama mistak hesaferð. Sjálvandi velja vit ikki til­ vitað at undirmeta mót­ støðuna, men eg fái illa mótmælt, tá tosað verður um, at vit hava ein motiva­ tiónstrupulleika. Somikið avgjørdur var HB­liðformaðurin, Jákup á Borg, tá hann skuldi gera viðmerking til stiga­ missin á Argjum sunnu­ dagin. ­ Ti vit koma ongan tíð ígongd. Vit skora skjótt, júst eftir ætlan, men so sovna vit fullkomuliga. Kanska vakna vit nakað, tá AB javnar, men eftir at vit koma upp á 2­1, so hendir einki. Púrt einki! Í AB­leguni verður tos­ að nógv um stríðsviljan, sum liðið sýndi sunnudag­ in, men heldur ikki hetta metir Jákup vera nakra umbering fyri teirra við­ komandi. ­ Eg skal ikki taka nak­ að frá AB, men teir vístu millum lítið og einki. Vit forera teimum fyrsta mál­ ið, og við 2­2 er talan um vantandi uppbakning í verjuspælinum hjá okk­ um. Teir spældu einvíst langar bóltar niðan til Súna Fríða, men teir vórðu ongan tíð serliga vandamiklir. Tað keðiliga er bara, at tað vóru vit heldur ikki. Vit fáa onkrar vandastøður, tá vit trýsta nógv móti endanum, men hesar vóru mest við deyð­ bóltar. Veruliga til møgu­ leikar komu vit ikki. Jákup var ikki á vøllin­ um seinastu løtuna av dystinum, tí hann hevur ein lítlan skaða at dragast við. Men hann vónar at verða tøkur til komandi umfarið, tá EB/Streymur kemur á vitjan í Gundada­ li. ­ Tað er ein dystur, sum vit skulu vinna. Gera vit ikki tað, so er liðugt hjá okkum. Longri enn tað er søgan í veruleikanum ikki. So kunnu fólk tosa um, at vit hava besta hóp­ in, og at vit eiga at vinna hvørjaferð. Her og nú er tað bara tann eini dystur­ in, sum telur, sigur altso Jákup á Borg. HB-liðskiparin staðfestir, at vinna teir ikki á EB/ Streymi, kunnu meistarar- nir væl og virðiliga veittra farvæl til vónina um at endurvinna gullið HB hevur motiva­ tió­nstrupulleikar Jakob Friis­Hansen til Amager Ekstra­Bladet veit at siga, at Fremad Amager longu hevur funnið mannin, sum skal loysa Peer F. Hansen av sum venjari. Talan skal vera um 40 ára gamla Jakob Friis Hansen, sum í 90’unum spældi fleiri landsdystir fyri Danmark. Í løtuni er Friis­Hansen sáttmálabundin við HIK, har hann fram til í vár starvaðist saman við Nikolaj Kaas­Heilman. Nikolaj hevur síðani tikið stjóra­starvinum í Fremad Amager, og ivaleyst er tað sambandið millum hann og Jakob Friis­Hansen, sum hevur sett ferð á gitingarnar í fjølmiðlunum. Sambært Ekstra­Bladet verður nýggi venjarin formliga settur á tíðindafundi, sum skal haldast í dag ella í morgin. Sorin úti í fýra vikur Sorin Anghel mátti gevast, tá EB/Streymur spældi móti NSÍ mikudagin. Hann fekk ein snudd í knæið og fyribils diagnosan segði, at rumenin skuldi binda frið í fýra vikur. Sorin Anghel er tó komin seg hampiliga skjótt, so í EB/Streymi rokna tey við, at vandamikli áleyparin verður tøkur aftur síðst í hesum mánaðinum. Tá verður ætlandi ein annar vandamikil harri hjá felagsliðnum við aftur eisini, tí í Sundalagnum vóna tey, at Arnbjørn Hansen verður tøkur tá, eftir beinbroti í fótinum, hann fekk móti B71. Tað merkir, at til heimavallardystin móti GÍ tann 28. mai, eigur EB/Streymur fyri fyrstu ferð í ár at kunna mannað álopssessirnar við Sorin og Arnbjørn, sum vóru fastir fúsir til hesar sessir í fjør.