mánadagur 7. mai 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
Skulu
tora
betur
- Hetta var júst tað, sum
vit høvdu brúk fyri. Í
vikuni hava vit tosa um
nakrar
trupulleikar.
Millum annað, at vit
loyva ov nógvum løtt
um málum inn, og at
vit ikki tora at spæla.
Orðini eigur Súni
Fríði Barbá, sum við
tveimum málum gav
AB bæði stig og sjálvs
álit í dystinum móti
HB.
Og tó at hjálparvenj
arin sjálvur stóð mest í
fokus, so vildi hann
ikki taka eitt tað einasta
pettið frá liðnum og lið
avrikinum.
- Eg haldi, at úrslitið
tosar fyri seg. Stendur
tú rætt á vøllinum og
stríðist sum eitt lið, so
ber til at fáa stig í hvørj
um dysti. Setningurin
hjá okkum hesa ferð
var, at vit skuldu halda
tætt, og tó at teir fáa eitt
bíligt mál alt fyri eitt,
so haldi eg, at okkara
ætlan eydnaðist. Sein
astu
løtuna
undan
steðginum og mest sum
allan seinna hálvleik
megna vit at halda fast
um okkara konsept, og
tað er fyrst og fremst
tað, sum vit ikki hava
torað fyrstu dystirnar.
Onkursvegna er tað so,
at vit í AB eru ov impo
neraðir av, at tað nú eru
tey stóru liðini, sum vit
spæla ímóti. Spælarar
tosa um dystir fleiri vik
ur frammi í tíðini, og
tað er tann hugburðurin,
sum skal burtur. Tí vit
hava ikki ráð til at
hugsa um annað enn
ein dyst í senn.
-mørk
Liverpool snávaði
í bronsudystinum
Eftir næsta Premier League tapið á rað eru bronsu
heiðursmerkini gliðin úr hondunum hjá Liverpool. Á
pappírinum var tað bara ein avgreiðsluspurningur, tá
Liverpool vitjaði á Craven Cottage hjá Fulham. Liverpool
hevði fleiri málmøguleikar, men einasta málið í dystinum
fekk Fulham. Hesum málinum syrgdi Clint Dempsey fyri
20 minuttir fyri leiklok. Hetta var ein týdningarmikil hjá
Fulham, sum nú hevur bart seg undan niðurflytingini. Hin
vegin er Liverpool nú ájavnt Arsenal á triðja plássinum.
Cafu tekur eitt ár aftrat
Álitið á høgra bakkið hjá AC Milan seinnu árini, brasilienski
Cafu, hevur longt sáttmálan við italska felagið fyri enn eitt
kappingarár. Cafu hevur longu fyri tíð síðan sagt, at hann
kundi hugsað sær enn eitt ár í AC Milan, og hetta er nú
veruleiki. Gongst sum ætlað, so luttekur Cafu fyri fimtu ferð
í einum HM-endaspælið um trý ár. Hann hevur nevniliga
sagt, at hann vónar at vera førur fyri at stilla upp fyri Brasilia
við HM í 2010, sum verður leikt í Suðurafrika. Cafu, sum
fyllur 38 ár komandi mánað, hevur leikt við AC Milan síðan
2003, har hann kom eftir seks ár í AS Roma.
Triðju ferð í ár misti
HB stig í einum á
pappírinum løttum
dysti. Tvær reisur
slapp Súni Fríði
Barbá leysur móti
málinum, og so var
hanns skjótur at taka
av
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»AB vann 2-2!«
Somikið greið var stað
festingin hjá heimasíðuvert
inum hjá AB, og tað undir
strikar væl eisini kenslurnar,
sum mundu fara ígjøgnum
bæði liðini – og áskoðararnar
– tá Lars Müller hevði
bríkslað seinasta bríkslið
sunnudagin.
Tí hóast talan ikki varð
um tap hesaferð, so er
eingin ivi um, at talan var
um stóra fiasko hjá HB,
sum annars tóktist hava
sveiggjað seg upp eftir
heimatapini fyri B71 og
GÍ.
Mentalur skeivleiki
Fyrst og fremst, so kunnu
teir á meistaraliðnum takka
sær sjálvum fyri, at talan
ikki gjørdist um trý stig.
Mann fyri mann er eingin
ivi um, at HB hevur stinnari
lið enn Formula-debutantar
nir av Argjum, og fyrstu
longu løtuna tóktist stigini
eisini hava kós yvir um
brúnna.
HB legði seg heilt skjótt
á odda, tá Jákup á Borg
gjørdi sær dælt av verjumis
taki. Og tó át meistararnir
tóktist nakað dólskir, so
megnaði AB sjáldan at
hótta nakað serligt. Men tá
Poul Thomas Dam gav eina
sjáldsama stóra gávu til
Súna Fríða, takkaði málrev
urin fyri.
Kanska komu bæði fyrra
og seinna HB-málið ov lætt.
Í øllum førum gekk ikki
long tíð, áðrenn Jákup á
Borg
hevði
endurskapt
leiðsluna. Hesa ferð endaði
hann gott álop við einum
skoti, sum kanska ikki var
tað besta, men tað smoygdi
sær kortini millum beini á
Magnusi í AB-málinum.
Men kvika aftursvarið
bøtti avjørt ikki um hugburð
in hjá HB. Eitt slag av »tað
gongur nokk« mundi fella
yvir liðið, og tað gav AB
møguleikan at stríða og
spæla seg inn í dystin.
Og tá teir gjørdu tað, so
megnaðu teir eisini at leggja
eitt ávíst trýst á HB-liðið.
Vunnir nærdystir bóru við
sær, at AB tordi at flyta lið
ið nakað longur niðan á
vøllin, og tó at møguleikarnir
ikki gjørdust so heilt opnir,
so var ein útjavning ikki
heilt óhugsandi.
Og hon kom eisini, tá
Súni Fríði enn einaferð var
upp á spæl. Hanus Jacobsen
spældi inn um verjuna, og
púra leysur potaði Súni
Fríði bóltin niður í málhorn
ið, og so var frøin øgilig.
HB royndi at rakna við,
men sannleikin um, hvussu
tungt tað er at reisa seg, tá
hugburðurin frá fyrstan tíð
er skeivur, kom enn eina
ferð til sjóndar. Og tað
betraði ikki um fortreytirnar,
at Christian Høgni Jacobsen
var úti við skaða, og at Ják
up á Borg í seinna hálvleiki
fór sama veg.
Vaksandi lotið og eitt
bakkandi AB-lið gjørdu tó,
at HB fekk eitt stórt trýst
seinastu løtuna. Men tað
var tó fyri tað nógva eitt
trýst uttan umhugsni. Ella,
sum tikið verður til, so
spældi HB við høvdinum
undir arminum. Onkra ferð
vóru teir kortini nær við,
men teir opnu møguleikarnir
komu ikki. Einar tríggjar
ferðir kom Tór-Ingar tó at
standa væl fyri, og onkrar
vandamiklar frísparksstøður
vóru eisini. Men ógvuliga
sigandi slapp Magnus í AB-
málinum mest sum undan
at gera nakra bjarging yvir
høvur.
Og so var fagnaðurin
øgiligur, tá dómarin blásti
av. AB hevði tikið stig frá
størsta stórabeiggjanum í
fyrstu royndini. Og tó at
teir á stigatalvuni enn eru
undir strikuni, so munnu
frensarnir ikki smæðast
burtur í býarmyndini. B36
hava teir longu sent úr
steypakappingini, og stigið
sunnudagin kann so sanni
liga eisini brúkast sum
trumfur, tó tosast skal um
fótbólt komandi dagarnar.
AB-HB 2-2 (1-2):
Málrevurin steðgaði HB
HB
AB
Her hevur Súni Fríði
tríggjar hvítar at ansa sær.
Tvær ferðir gloymdu teir
í HB tó málrevin, og báðu
ferðirnar takkaði hann so
ruddiliga
Mynd: www.ab.fo
33