mánadagur 7. mai 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ]
West Ham
hómar
bjargingina
Íslendska ævintýrið í
West Ham er kanska
ikki heilt misneydnað.
Leingi hevur liðið mest
av øllum verið eitt tað
besta boðið upp á ein
niðurflytara, men sein
astu vikurnar er vend
komin í.
Leygardagin spældi
West Ham móti Bolton,
og her vunnu teir ein
tryggan 3-0 sigur. Ser
stakliga tykist Carlos
Tevez nú av álvara at
blóma. Við einum perlu
máli upp á fríspark og
eitt meira einfalt úr
stuttari fjarstøðu var
hann
maðurin,
sum
sendi London-felagið á
sigurskós. Og hann átti
eisini sín lut, tá dysturin
var sløktur við einum
framúr vøkrum heil
fluktara
frá
Mark
Noble.
Sigurin ber við sær,
at West Ham nú er trý
stig frá Wigan, sum er á
trið niðasta plássinum í
Premier League. Wigan
spælir á seinasta leik
degi á útivølli móti
Sheffield United. Tá
skal West Ham spæla
útidyst móti nýkosnu
meistarunum úr Man
chester United.
Eisini Charlton, sum
eru næstniðastis, kunnu
vinna West Ham aftur.
Hetta krevur tó, at
Charlton vinnur báðar
sínar seinastu dystir.
Hesir eru á heimavølli
móti Tottenham og á úti
vølli móti Liverpool.
-mørk
Mourinho ynskir tillukku
Chelsea venjarin, Jose Mourinho, er vanliga ikki maðurin,
sum nýtir ov nógvar rósur til mótstøðuna. Men hann nýtti
kortini vikuskiftið til at ynskja Manchester United tillukku
við meistaraheitinum. Men hann rósti tó samstundis sínum
egnu spælarum. – Alt árið hava spælararnir stríðst móti øllum.
Teir eru veruliga hetjur, og sjálvur eri eg meira errin í dag,
enn eg var, tá vit vórðu meistarar í fjør og í fyrraárið.
Howard-avtala er í lagi
Ovasta nevndin fyri Premier League hevur kannað,
hvørt handilin millum Everton og Manchester United
var í lagi, tá Everton keypti málverjan, Tim Howard.
Orsøkin er, at Everton ikki nýtti Tim Howard í dysti
num móti Manchester United. Talan var upprunaliga
um leigusáttmála, og í slíkum kundi United noktað
málverjanum at spæla. Tann reglan er tó ikki galdandi,
um talan er um sølu, og tað fekk fleiri at seta spurnar
tekin við handilin. Nú er tó staðfest, at tað stóð Everton
frítt at nýta Howard, men at tað var teirra egna avgerð,
at hetta ikki varð gjørt.
Nývunna meistara
heitið er tað 16. hjá
Manchester United.
Av hesum hevur Sir
Alex Ferguson stýrt
felagnum til tey
níggju
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast tað eftir hondini eru
17 ár, síðani seinasta meist
araheitið kom til høldar, so
er
Liverpool
framvegis
mest vinnandi enska felag
ið. Við 18 meistaraheitum
hevur felagið staðið væl og
virðiliga ovast í samantelj
ingini í skjótt nógv ár. Fyrst
og fremst takkað verið fram
úr arbeiðinum, sum Bill
Shankley framdi, og sum
Bob Paisley síðani bygdi
víðari á.
Frá 1963 til ’90 vann
Liverpool ikki færri enn 13
meistarheiti, men síðani
hetta hevur tað tó verið so
sum so við gullinum. Tvey
silvur- og fýra bronsumerki
hevur talan verið um, og
tað hevur givið øðrum lið
um møguleikan at troka seg
framat.
Fergie og Giggs
Og tí møguleikanum hevur
Sir Alex tikið av. Tá hann
kom til Manchester United
fyri 20 árum síðani, stóð
16-7 til Liverpool í dysti
num um flest meistaraheiti.
Men síðani hava reyðu devl
arnir etið burtur av muni
num. Síðani 1992 hevur
Manchester United vunnið
heiðursmerki á hvørjum
ári, og við níggju meistara
heitum, fimm silvur- og
trimum bronsumerkjum er
einki løgið, at viðhaldsfólk
ini meira enn hálova Sir
Alex.
Sjálvur hevur hann tó
altíð víst á, at í hansara
hugaheimi var Sir Matt
Busby tann størsti. Einamest
grundað á, at hesin við trim
um ættlarliðum av spælar
um megnaði at føra gullið
til Old Trafford. Eitt kynst
ur, sum Fergie nú sjálvur
hevur gjørt honum eftir.
Og tó eru trý ættarlið
kanska at taka dekan ov
rívan til. Ein felagsnevnari
hevur nevnliga verið øll
árini. Ryan Giggs hevur átt
sín lut í øllum níggju meist
araheitunum, sum Fergie
hevur vunnið. Og í so máta
var tað helst hóskandi, at
gullkósin av álvara varð
rættað av í útidystinum
móti grannunum úr City.
Tað var nevnliga á Maine
Road, at tann tá 17 ára
gamli Giggs debuteraði á
vári 1991.
Vístu karakter
Tá Ferguson sjálvur gjørdi
viðmerkingar
til
gullið
sunnudagin, var tað eingin
einstakur spælari, sum varð
drigin úr rúgvuni.
- Tað er ikki lætt at halda
leiðsluna í hálvt ár, tá tú
veitst, at Chelsea alla tíðina
er beint í hølunum á tær.
- Tað týdningarmesta var
treisknið hjá spælarunum,
tá skaðar av álvara fóru at
gera um seg. Og eg kann
bara rósa teimum, sum viku
eftir
viku
megnaðu
at
standa ímóti trýstinum.
Um sína egnu framtíð
sigur Ferguson, at hann
framvegis hevur hug at vera
partur av fótbóltsheiminum.
Eisini hóast hann á heysti
2001 ætlaði at gevast. Ein
avgerð, sum hann tó síðani
angraði.
- Tað er lætt at gevast. Ta
ferðina var tað ein skjót
avgerð, ið eg angraði mest
sum alt fyri eitt. Í dag ressist
eg av ungu spælarunum,
sum støðugt gera um seg,
og av royndum spælarum
sum Giggs, Neville og
Scholes, ið fara á vøllin
viku eftir viku.
Tað gevur mær eina góða
kenslu. Eg veit ikki, hvussu
leingi hon stendur við, men
eg njóti bara hvørja løtul,
sigur Ferguson.
Sir Alex hóttir nú Liverpool
Upp á 20 ár er støðan í all-time meistaradystinum 18-16 til Liverpool móti Manchester United. Tann støðan sýndi 16-7, tá Sir Alex Ferguson kom til felagið í 1987
Mynd: Polfoto/AP
35