Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 86 - 7. mai 2007 ] Premier League vil stevna YouTube Internet-portalurin YouTube verður kanska drigin í rættin av ensku Premier League. Orsøkin ti, er at YouTube millum annað inniheldur brot úr sjónvarpsupptøkum í Premier League, og hetta er ímóti ekslusiv-sáttmálunum, sum Premier League hevur selt til ymisk sjónvarpsfeløg. YouTube hevur eisini aðrar hóttanir um sakarmál fyri brot á lógina um upphavsrætt. Lyngby luktar SAS-liguna Við átta dystum eftir eru Lyngby og Christian Lamhauge Holst 10 stig oman fyri uppflytingarstrikuna. Sunnudagin vann Lyngby – uttan sjúkurakta Christian – 3-0 á botnliðnum, Brabrand. Stríðið um næsta uppflytingarsessin er sera hart. AGF spældi um vikuskiftið javnt, og nú eru teir ájavnir Fredericia, sum vann 3-1 á Thisted. Newcastle-venjarin hevur ikki rokkið setninginum um at lyfta Newcastle móti oddinum. Felagið hevur aftur í ár liv- að eina miðtilveru í Premier League, og tað fekk avleiðingar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hetta er helst týdning- armesta venjarasetanin í søgu felagsins. Enskur fótbóltur er ávegis eini útskiljing, og skulu vit fylgja við teimum ovaru, so er neyðugt, at vit vinna okkum upp millum fýra- fimm tey fremstu, har hundrað tals milliónirnar fyri Champions League luttøku eru at finna. Nakað soleiðis tók New­castle-formaðurin, Freddy Shepherd til, tá Glenn Roeder fyri góðum ári síðani varð settur sum venjari hjá New­castle. Ein setan, sum tók sína tíð, tí undantaksloyvi kravdist, tá Roeder ikki heðvi kravda UEFA-pro venjaraprógvið. Men í dag er greitt, at Roeder ongan tíð rakk setn- inginum. Sunnukvøldið stóð fyrrverandi manager í New­castle á CV hansara, og við stóru orðunum hjá Shepherd í huga var einki undarligt í hesum. Og tað ásannaði Roeder eisini sjálvur. - Eg skilji væl avgerðina. Tey, sum standa New­castle nær, vilja síggja eitt lið, sum vinnur. Tað er eisini tað, sum eg mest av øllum ynski, men tað hevur ikki eydnast okkum. Allardyce lúrir Gitingar um komandi venj- aran fóru skjótt at ganga. Heitasti favoritturin tykist vera Sam Allardyce, sum í farnu viku gavst í Bolton eftir nøkur framúr ár, har hann hevur leitt felagið móti europisku plássunum. - Eg havi als ikki tosað við Sam Allardyce í seinast- uni, og eg veit ikki, hvað- ani hesin slaturin stavar, sigur Freddy Shepherd. Allardyce var annars maðurin, sum upprunaliga skuldi hava sessin í New­- castle. Ta ferðina valdi hann tó at halda fram í Bolton, og tí fall valið ístaðin á Roeder. Í bakspeglinum má so eisini sigast, at Roeder hevur havt tað alt annað enn lætt. Undan byrjanini av fyrsta heila kappingarári hansara í New­castle misti felagið Michael Ow­en, sum fekk krossbandsskaða í landsdysti. Tað noyddi felagið at nýta allan tøk- an transfer-pening til Obafemi Martins, og tí varð avmarkað, hvørjar broytingar Roeder kundi gera. Ikki minst, tá hugsað verður um, at undanmaður hansars, Graeme Souness, nýtti á leið £50.000.000 til keyp av spælarum. Ein upphædd, sum hevur drenað annars fíggjarliga sterka New­castle. Roeder fekk sekkin Manchester United er fyri 16. ferð enskur meistari. Og tí er trýstið púrasta burtur, tá teir mikukvøldið skulu á Stamford Bridge at spæla móti Chelsea Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í fleiri vikur hevur Jose Mour- inho gramt seg um, at Manch- ester United mest sum altíð hevur dómararnar í sínum parti. – Nær hava teir seinast fingið eitt brotsspark dømt ímóti sær?, hevur Mourinho spurt ensku miðlarnar, tá hann hevur roynt at flutt fokus av sjálvum vøllinum í tætta meistarastríðnum í Onglandi. Brotssparkið hjálpti ikki Tí var tað kanska eisini lagnunnar speisemi, at eitt misnýtt brotsspark til mót- støðuliðið var tað, sum rætt- aði meistarakósina leygar- dagin. Í eini heldur linligari grannauppgerð hevði reyða Manchester-felagið lagt seg á odda, tá Ronaldo varð feld- ur. Ofta hevur Mourinho eisini gramt seg um, at Ronaldo fær ov nógvar gávur frá dómarunum, men hesa ferð var eingin sum helst ivi um, at Ball feldi Ronaldo. Tað hevði hann eisini gjørt nakrar ferðir áður í dystinum, og tað er neyvan ivi um, at sjónvarpsmyndirnar geva verjuspælaranum eitt longri leikbann, tá Ball eftir bara tveimum minuttum trampaði á ein liggjandi Ronaldo. Eftir málið dovnaði dyst- urin av álvara. Alt bendi á ein tepran útisigur, tá dómarin brádliga dømti brotsspark til City. Aftur var Ball í brennideplinum, men eftir sjónvarpsmyndunum var ilt at síggja, hví brotsspark varð dømt. Tað kundi sum so eisini gera tað sama. Manchester City hevur ikki skorað á heimavølli síðani nýggjárs- dag, og fyri aðru ferð á rað misnýttu teir brotsspark í heimadysti. Hesa ferð varð Darius Vasses settur at skjóta, men Edvin van der Saar í United málinum megnaði tó at bjarga illa skotna brotssparkinum. Brotsspark feldi Chelsea Tí var trýstið á Chelsea, tá teir sunnudagin vitjaðu hjá Arsenal. Alt annað enn trý stig sendu meistaraheitið til Old Trafford, og tað varð eisini endin á degnum. Tað gjørdist eisini rættiliga vónleyst fyri Chelsea, tá dómarin rak Khalid Boula- hrouz av vøllinum, eftir at hesin hevði togað Julio Baptista niður. Brotssparkið, sum spurdist burturúr, sendi Silva í kassan, og so var mótbrekkan enn brattari. Tað eydnaðist Essien at javna fyri Chelsea, og tó at Joe Cole seinni fekk eitt mál kolldømt, so kundi Chelsea sum so ikki mótmæla úrslit- inum nakað serligt. Heldur ikki, hóast hetta í seinasta enda tók meistaraheitið frá teimum. Tað er nevnliga ikki á úti- vølli móti Arsenal, at gullið verður mist. Heldur munnu tey í Chelsea iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at taka av í dystunum móti New­castle og Bolton, tá teir við sigri av álvara kundu lagt trýst á nýkosnu meistararnar. Tænasta frá Wenger Alt hetta kundi tó gera tað sama. Manchester United eru meistarar, tá teir miku- kvøldið koma á vitjan á Stam- ford Bridge. At tað so fyrst og fremst er Arsene Wenger og Arsenal at takka, man eisini kennast sum eitt slag av lagnunnar speisemi fyri Sir Alex og hansara menn. Hóast alt, so hava teir við 28 sigrum av 36 møguligum - og imponerandi 83 málum í hesum dystum – gjørt sítt. Gullið kom hóast brotssparksdóm Leygardagin varð brotsspark so dømt móti Manchester United. Men heldur ikki hetta hjálpti gullvónunum hjá Chelsea, tá Edwin van der Saard bjargaði skotinum frá Darius Vassel Mynd: Polfoto/AP