Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 44 - 3. mars 2001 11 gult cyan magenta svart 10 Nr. 44 - 3. mars 2001 gult cyan magenta svart stovnað mitt í fakligum stríði stendur at lesa í Dimmalætting leygardagin 24. februar í ár, og at stovn- ingardagurin er 23. februar. Óluva Húsgarð Í Havn, 26. febr. 2001 Havi onki skrivligt tilfar at halda meg til viðvíkjandi stovningardegnum, men av tí at eg eri tann einasti, ið livi eftir av okkum, bæði í Starvsmannafelagnum í Føroya Landsstýri, sum skrivaðu undir »Sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið við- víkjandi treytum fyri at seta í starv skrivstovufólk og - lærlingar« dagfestur hin 27. oktober 1961, kenni eg tað sum mína skyldu at geva hesa frágreiðing. Fyri Føroya Landsstýri skrivaðu P. M. Dam, K. Djurhuus, N. Winther Poul sen og J. Djurhuus var með- undirskrivari. Fyri Starvsmannafelagið skrivaðu E. Djurhuus, Nicl- as Andreassen, Esta í Funn- ingsstovu, Óluva Húsgarð og Viggo Planck, undir. Í § 18 stendur, at sátt- málin hevur gildi frá 1. apríl 1960 at rokna, tó so- leiðis, at gjald fyri yvir- tíðararbeiði verður roknað frá 1. apríl 1961, og kann verða uppsagdur av báðum pørtum við 3 mánaða fyri- varningi, tó í fyrsta lagi 1. apríl 1962. Er Starvsmannafelagið stovnað 23. februar 1961, so er Meginfelag Starvs- og Tænastumanna eisini stovnað henda dag. Í Før- oyum vóru tá bert 40 tæn- astumenn innan landsum- sitingina. Tænastumenn landsins, ið settir eru við løgtingslóg, koyrdu okkum starvsfólk út í verkfall allan august mán- að 1960. Starvsfólk land- sins vóru tá lønt eftir »Stat- ens regulativ for kontor- funktionærer«. Orsøkin til, at tænastu- menn landsins fóru í verk- fall og drógu okkum starvs- fólk við sær, var, at Føroya Løgting hevði biðið danska fólkatingið rinda 55% av útreiðslunum til læraraløn- ir, ístaðin fyri 50%, so at lærararnir í Føroyum fingu somu løn sum danskri fólkaskúlalærarar. Sí kopi! Tænastumenn landsins kravdu líka stóra lønar- hækking, og tá ið hetta ikki varð játtað, fóru teir í verk- fall. Allar almennar skriv- stovur stóðu stongdar allan august mánað í 1960. Hin 15. august 1960 skrivaði Føroya Landsstýri soljóðandi bræv til hvønn einstakan starvsmann und- irskrivað av P. M. Dam: »Landsstýrið hevur ..... ........ hósdagin 18. august 1960.« Teir, sum stóðu fyri verk- fallinum, høvdu skrivstovu á Hotel Hafnia, har starvs- fólk kundu venda sær at frætta tíðindi. Tá ið eg hevði fingið frammanfyri- standandi skriv frá lands- stýrinum, fór eg á Hotel Hafnia at spyrja, um eg skuldi fara til arbeiðis hós- dagin hin 18. august. Svarið var: ÓMØGULIGA! Verkfallið endaði við, at semja varð um at hækka allar grundlønir við 10% og at seta niður nevnd at gera uppskot til løgtingslóg um tænastumenn landsins. Henda løgtingslóg varð samtykt á vári 1961 og varð kunngjørt gjøgnum nógvar Dimmalættingar í mai 1961. Henda stóra tænastu- mannalóg varð skrivað í 8 eintøkum við »carbon- pappíri« millum hvørt ein- takið. Varð bókstavur sligin skeivt, skuldi tað ikki síggj- ast, at har var rættað. So strong vóru krøvini tá! Fyrsta lógin hjá Starvs- mannafelagnum er samtykt á fundi hin 6. mars 1961. Í § 12 í hesari lóg stendur, hvussu Meginfelag Starvs- og Tænastumannafelag skal bera seg at í øllum fe- lagsmálum. Um hetta felag er til enn, er ókunnugt fyri m. Sama dag – 27. oktober 1961 – sum sáttmálin mill- um Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið er undirskrivaður, er kunn- gerð nr. 66 viðv. arbeiðstíð- ini á skrivstovu landsins undirskrivað. Kunngerðin er soljóðandi: »Eftir § 8 í sáttmála, 27. oktober 1961, millum landsstýrið og starvs- mannafelagið eru tær lønir, ið har eru fyrisettar, rokn- aðar fyri fulla dagliga ar- beiðstíð, sum er 42 tímar um vikuna. Sostatt verður við hesum fyrisett, at arbeiðstíðin fyri skrivstovufólk og -lærling- ar frá 1. november 1961 er frá kl. 9–16.30, leygardag tó frá kl. 9–13.30, og er henda skrivstovutíðin í ein- um.-« Undirskrivað P. M. Dam løgmaður og meðund- irskrivari J. Djurhuus. Hetta vóru krøvini – 7 1/2 tíma um dagin á einari almennari skrivstovu, undir hørðum arbeiðstrýsti – skrivstovu sum ikki hevði fingið góðkenning frá Ar- beiðseftirlitinum, um tað hevði verið til tá, VIÐ ONGARI MATSTOVU!! Vit 4 – Niclas Andreas- sen, Esta í Funningsstovu, Viggo Planck og eg, høvdu øll verið í Danmark og fingið okkum fakliga út- búgving – Niclas Andreas- sen komin upp undir land við hægri lesnaði, men noyddist at gevast av pen- inganeyð. Vit vistu, eftir hvørjum reglum fakliga út- búgvin fólk starvaðust. Hesin fyrsti sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevði 4 lønarflokkar og reglur vóru fyri framflutn- ingi. Limagjaldið var 120 kr. um árið og 30 kr. um árið fyri lærlingar. Ongin av okkum misti lønina fyri august mánað og komst hetta allarhelst av, at tæn- astumenn eisini vóru í verkfalli. Longu í 1971 fingu tæn- astumenn landsins nýggja tænastumannalóg. Atli P. Dam var tá løgmaður, og heimastýrisflokkurin mannaðu eisini tá Føroya Landsstýri. Tá ið lgøtingið var slitið á vári 1971, hevði tað hækkað lønirnar hjá løg- tingsmonnum, landsstýris- monnum og tænastumonn- um, men setti starvsfólkini eftir. Starvsmannafelagið boðaði frá verkfalli, og allar almennar skrivstovur stóðu stongdar í august 1971. Men nú fingu starvs- fólkini ikki løn, meðan tey vóru í verkfalli. Tey, sum vóru ringast fyri, kundu venda sær til Starvsmanna- felagið og fáa peningaliga hjálp. Eftir at hava sitið í almennum starvi í 20 ár og í 11 ár við ongum fram- flutningi, fekk eg hetta árið bert 11 mánaðarlønir. Men nú kom stóra fíggj- arliga skrædlið í almennum lønarútreiðslum. Starvs- mannafelagið, ið hevði havt 4 lønarflokkar, fekk nú sátt- mála við Føroya Landsstýri um 40 lønarflokkar. Men ikki vóru tað tey, um høvdu longsta starvsaldurin, ið vóru lyft upp í hægri lønar- flokk eins og siðvenja er innan almenna umsiting í øllum okkara grannalond- um. Fólk vórðu tilvildarliga sett í teir ymisku lønar- flokkarnar – hvørki eftir fakligari útbúgving ella starvsárum – men eftir hvussu tey stóðu í eygunum á stovnsleiðarum, sum ikki høvdu sæð eitt alment skrivaraborð, fyrr enn teir vórðu settir sum skriv- stovustjórar. Starvsfólk innan før- oyska umsiting vórðu ikki tvingað at vera limir í Starvsmannafelagnum, fyrr enn eftir verkfallið í 1971. Starvsmannafelagið var so framligt, at tað gjørdi av- talu við Føroya gjaldstovu um at taka fyri limagjaldið, áðrenn lønin var útgoldin. Tað eg veit, vóru vit bert 3 limir, sum nokaðu felag- num at fara inn á lønar- kontoina. Nú Starvsmannafelagið hevur 1700 limir, er tað blivið ein maktfaktorur í Føroyum, og tað var ikki hetta, felagið varð stovnað til. Men hetta er prógv um, hvussu tað almenna í Før- oyum hevur broytt seg út á alt samfelagið. Starvsmannafelagið VIÐMERKINGAR Eilif Samuelsen 26-02-01 Nú hava partar av hesi sam- gonguni at enda viðurkent, at tann politikkurin, teir hava ført hesi seinastu trý árini, ikki hevur verið í samsvari við fólksins vilja. Øll minnast teirra glæsi- ligu proklamatiónir um eina skipaða ætlan í fýra stigum, sum skuldi hava fullveldi sum mál, og alt hetta skuldi fremjast eftir einum stuttum tíðarbili. Eftir bestu management- prinsippum hava teir verið púra datofikseraðir. Men tað livandi lívið vil sum kunnugt ikki altíð laga seg eftir managementkalend- aranum hjá juppy-liðinum. Og Fólkaflokkurin skal hava tað rós, at hann bjarg- aði bæði Tjóðveldisslóðar- anum og øllum fylgi hans- ara frá at fara ’á ta gler- stoyttu skor’ og sostatt fara ’í smildur og sor’. Tá ið teir eru komnir niður á jørðina og hava fingið fast undir fótin aftur, so kunnu teir ivaleyst halda fram sum ein virðismikil liður í stremb- anini eftir at menna før- oyska samfelagið fram ímóti størri sjálvbjargni, væl at merkja eftir gongd- um leiðum. Í tí nevndu ætlanini í fýra stigum segði tann nýgjørda samgongan: ”Fyrsti partur av hesum stigi varð tikin 30. apríl 1998. Tá gav Før- oya fólk teimum flokkum meirluta, sum hava føroyskt sjálvræði sum politiska stevnu. Seinni var so eitt samgonguskjal undirskriv- að, har tríggir flokkar bundu seg til at fremja fólksins vilja á hesum øki.” Tað hevði verið ólíka betri fyri landið og hevði spart okkum fyri hetta trý ára interregnum, sum vit í roynd og veru hava verið ígjøgnum, um teir tríggir flokkarnir í síni meting og niðurstøðu av valinum eisini høvdu tikið við ta søguligu dimensiónina. Hon hevði sagt teimum, at hóast almikið hevði kunnað havt verið øðrvísi í viður- skiftunum millum Dan- mark og Føroyar upp gjøg- num tíðirnar, so eru bondini og lagnufelags- skapurin, sum hevur bund- ið okkum saman, so sterk og so fjøltáttað, at tey ikki kunnu verða kvett og slitin við brestin. Søgan hevði eisini kunnað sagt, at í einum so stórum máli sum at slíta 600 ára samband millum tvey lond, er ikki nóg mikið, at 51 av hvørj- um hundrað atkvøða fyri. Tá er ein helvt, sum er ímóti, og í hesum føri er valla rætt at skjóta seg undir, at talan er um demokratiska avgerð. Tá ið 98 % av fólkinum heldur tað vera rætt at fáa loysing, soleiðis sum tað var í Íslandi á sinni, tá hugsi eg, at sambandsfólk høvdu latið sær lynda og høvdu gingið undir úrslitið sum eina demokratiskt rættvísa Fólksins vilji Framhald á síðu 12 Góð 48 tons vórðu seld um uppboðssøluna hósdagin Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 176 HELEN LÍNA 1.490 FD 193 MARNA SNELLA 1.455 FD 329 KARIN 3 SNELLA 457 FD 420 REYNIR SNELLA 903 FD 460 SAFIR SNELLA 162 FD 530 NORÐSØKI LÍNA 2.700 FD 750 BRIMNES SNELLA 124 FD 783 GLÚPUR LÍNA 1.690 FD 954 VØRÐAN SNELLA 176 FD1137 RIVTANGI SNELLA 817 KG 170 ELJAN SNELLA 167 KG 189 VÁTIKLETTUR LÍNA 2.350 KG 279 NORÐBERG LÍNA 4.697 KG 323 TURIÐ LÍNA 4.259 KG 45 RANDI SNELLA 264 KG 47 HAVSBRÚN LÍNA 3.153 KG 642 BRAGD LÍNA 1.195 KG 661 RÝPAN SNELLA 90 KG 716 KARIN SNELLA 2.036 KG 832 BORGIN SNELLA 109 KG 92 ØLDAN SNELLA 645 TG 10 EVI SNELLA 135 TG 159 VESTURBÚGVIN SNELLA 429 TG 26 MAJBRITT SNELLA 274 TG 300 LÍÐARBRØÐUR V/H. JOENSEN SNELLA 1.033 TG 303 RICHARD Í SMIÐJUNI SNELLA 40 TG 304 STEINTÓR BOTNTROL 808 TG 349 TRÝ DRANGUR SNELLA 87 TG 360 RANKIN SNELLA 165 TG 422 BEINTA SNELLA 112 TG 471 NÚPUR SNELLA 229 TG 514 KELDAFOSSUR SNELLA 592 TG 576 SVANUR SNELLA 245 TG 622 VARÐIN SNELLA 214 TG 744 MARJUN SNELLA 671 TG 797 NORÐFARIÐ SNELLA 103 TG 808 POUL S. SNELLA 94 TG 95 FLØTUNES SNELLA 124 TN 483 ÆGIR LÍNA 2.854 TN 753 TÓRA LÍNA 1.361 TN 832 HVÍTANES SNELLA 103 TN 973 ANNA KATRINA M/B SNELLA 533 TN 992 ÁRNASTEINUR LÍNA 1.154 TN1090 ANNIKA LÍNA 1.200 VA 109 ELLA SNELLA 189 VA 125 LÍRABERG SNELLA 155 VA 141 ÁLKUKLETTUR M/B SNELLA 242 VA 202 JENNY D SNELLA 102 VA 213 LEITISTANGI SNELLA 305 VA 221 CARINA SNELLA 64 VA 251 ELVIRA M/B SNELLA 98 VA 28 ÁLITIÐ SNELLA 211 VA 294 NESTANGI SNELLA 210 VA 324 SKARVUR SNELLA 222 VA 34 DUNGA HANS M/B SNELLA 271 VA 60 DÁVA DÁNJAL SNELLA 259 VA 717 STÍGANES SNELLA 174 VA 81 GUTTA JÓGVAN SNELLA 1.099 VA 82 RAÐNES SNELLA 78 VN 132 TORDIS M/B SNELLA 54 VN 136 SÆVAR SNELLA 639 VN 25 TOFTAFOSSUR SNELLA 59 VN 301 NÓSIN SNELLA 37 VN 350 TERJÁ SNELLA 159 VN 405 KRABBIN SNELLA 562 VN 408 JÓNVØR SNELLA 468 VN 447 FRÍÐGERÐ SNELLA 472 VN 46 VESTURROÐIN SNELLA 401 VN 496 REYNI SNELLA 149 Gólvuppboðssølan FISKIVINNUTÍÐINDI VøruNavn kg BROSMA 0 95 BROSMA 3&4 32 HÝSA 1 334 HÝSA 2 1.496 HÝSA 3 3.376 HÝSA 4 140 HAVTASKA 0 6 HÁVUR 3 HVASSKVOYSA 9 HVÍTINGUR 0 4 KALVI 4 3 LIVUR 49 LONGA 0 42 LONGA 4&5 49 VøruNavn kg REYÐSPRØKA 0 99 SIL 644 SKRUBBA 60 STEINBÍTUR 104 TOSKAROGN 1.917 TOSKUR 1 329 TOSKUR 2 3.648 TOSKUR 3 16.671 TOSKUR 4 14.412 TOSKUR 5 3.793 TUNGA 0 707 UPSI 0 43 UPSI 2 31 UPSI 4 82 Í sambandi við at DR2 sendingin »Temalørdag« í dag fer at snúgva seg um Føroyar og føroysku fullveldisgongdina, bjóðar danska sjón- varpsstøðin hyggjar- um sínum at seta Høgna Hoydal, vara- løgmanni, spurningar viðvíkjandi fullveldis- ætlanini TEMALØRDAG Rúnar Reistrup Undir yvirskriftini »Hvor- for vil i rive jer løs« ber í løtuni vanliga dananum til at spyrja Høgna Hoydal, varaløgmann, spurningar um fullveldisætlan lands- stýrisins. Hetta fer fram á vevsíðuni hjá DR2 sum eitt slag av upptakt til send- ingina »Temalørdag«, sum í dag fer at snúgva seg um Føroyar. Sendingin verður eisini send í Sjónvarpi Før- oya. Ætlanin er, at kjakið millum Høgna Hoydal og hyggjararnar partvís skal vera grundarlag undir teimum tveimum samrøð- unum, sum verturin, Frank Esmann, í sendingini hevur við ávikavist Anfinn Kalls- berg, løgmann, og Poul Nyrup Rasmussen, forsæt- isráðharra. Hyggjararnir hava havt møguleika at sett spurningar tað mesta av hesi vikuni. Komandi dag- arnar verða svarini hjá Høgna Hoydal kunngjørd á vevsíðuni. Støðan broytt so hvørt Tað eru teir báðir Frank Esmann, ið er fastur vertur á »Temalørdag«, og før- oyski produsarin Herluf Sørensen, sum hava lagt tríggjar tímar longu send- ingina til rættis. Tá farið varð undir at arbeiða við sendingini í summar, lá tað í luftini, at ein fólkaatkvøða um full- veldi stóð fyri framman. Men hóast støðan er nógv broytt síðan tá, hevur sendingin ikki mist sín aktualitet, tí hon snýr seg meira um føroysku fyri- treytirnar fyri loysing og fullveldi enn um sjálva ta ætlaðu fólkaatkvøðuna. Sendingin hyggur mill- um annað at, hvussu vónir- nar um at finna olju í før- oysku undirgrundini ávirka loysingarhugin hjá føroy- ingum, og meðan sjálv fólkaatkvøðan um fullveldi er blivin minni aktuel nú, so hevur føroyska undir- grundin verið eitt av høv- uðsevnunum í donsku fjøl- miðlunum farnu tvær vik- urnar og er tískil eitt glóð- heitt evni beint nú. Skráin Skráin fyri tríggjar tímar langu »Temalørdag« send- ingina byrjar við filminum »Tre blink mod vest« hjá Ullu Boje Rasmussen. Síð- an kemur ein 50 minuttir lang dokumentarsending um Føroyar í dag, og um hvørjar møguleikar landið hevur at gerast sjálvbjargið. Hendan byrjar við at sjón- varpsverturin er staddur á einum av boripallunum í Hetlandsrennuni, fáar fjórðingar frá føroyska øk- inum, har olufeløg í summ- ar fara at gera royndarbor- ingar eftir olju. Oljan verð- ur gjøgnumgangandi tráð- urin hesar 50 minuttirnar. Síðan hevur Frank Es- mann samrøðu í sjónvarps- stovuni við Anfinn Kalls- berg, løgmann, áðrenn kósin aftur verður sett til Føroya, har Páll Patursson, kongsbóndi, fer at greiða frá søguliga loysingarstríð- num. »Temalørdag« endar við at Frank Esmann hevur danska forsætisráðharran í sjónvarpsstovuni og eitt seinasta legg verður gjørt til Føroyar, har tykissam- felagið Svínoy við sínum skjóta internetsambandi út í cyberspace, er evni. »Temalørdag« verður send í Sjónvarpi Føroya klokkan 19.00, samstundis sum sendingin fer í luftina í Danmark. Á vevadressuni www.dr.dk/dr2/tema ber til at seta Høgna Hoy- dal, varaløgmanni, spurn- ingar. Netkjak millum Høgna Hoydal og hyggjarar Kaupthing Føroyar Virðis- brævameklarafelag P/F hevur nú fingið loyvi frá danska fíggjareftirlitinum at reka virksemi sum virðisbrævameklarafelag. Lóg um virðisbrævamekl- arafeløg kom í gildi í Før- oyum tann 28. februar 2001, og sama dag fekk Kaupthing Føroyar, sum fyrsta felag í Føroyum, loyvi frá Fíggjareftirlitin- um. Loyvið var fingið júst eitt ár eftir at Kaupthing fór undir virksemi í Føroyum. Nýggja loyvið merkir, at framyvir fer alt virksemi hjá Kaupthing í Føroyum at ganga fyri seg í Kaupthing Føroyar Virðisbrævamekl- arafelag P/F, sum er eitt føroyskt felag. Tað eru Før- oya Sparikassi og Kaup- thing hf. sum eiga Kaup- thing Føroyar Virðisbræva- meklarafelag P/F. Loyvi sum virðisbrævameklarafelag Jústinus Leivsson Eidesgaard 1. apríl fer Skipafelagið aftur undir at sigla millum Kanada, Føroyar og Dan- mark við nýggjum størri skipi. Skipafelagið Føroyar hevur í fleiri ár siglt hesa rutuna, sum fyri og fremst er ætlað til at flyta rækjur úr New Foundlandi til Før- oyar og Danmark. Skipafelag Føroyar hevur nú chartrað eitt munandi størri og skjótari skip til hesa rutu. Tað er frysti- skipið “Green Bergen”, sum er eitt gott og nútímans skip. Skipið er 130 metur langt, tekur 164 TEU og lastar umelið 4000 tons. Skipið gongur 17 míl og kann eisini lasta 25 persón- bilar. Skipið skal sigla í fastari rutu millum Hirtshals, Før- oyar og Robert Bay ella Harbour Grace í New Foundlandi. Hvør rund- túrur tekur 18 dagar og ferðin úr New Foundlandi til Hirtshals verður seks dagar og fimm dagar millum New Foundland og Føroyar. Nógvur laksur hevur ver- ið fermdur hendan vegin seinastu árini og Skipa- felagið vónar, at føroyingar aftur fara at nýta hesa rutuna til laksaútflutning. Eisini er møguleiki at flyta annan fisk og stykkjagóðs á hesi rutuni. Skipið hevur stabilisa- torar sum gera at vøran verður betri varðveitt, tí skipið rullar mini. “Green Berger” hevur tvey síðu- portur og elevator, sum kann tryggna skjóta lasting og lossing. Rækjuruta úr Kanada Skipafelagið Føroyar hevur chartrað »Green Berger« at røkja siglingina millum Kanada, Føroyar og Danmark