Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 12 Nr. 44 - 3. mars 2001 gult cyan magenta svart tryggja tær dagligu funktiónirnar í sam- felagnum, tær vinnu- ligu, mentanarligu og tær sosialu. Hesi hava verið við skerdan lut undir hesum lands- stýrinum. Tað er øllum greitt, at vit eisini skulu nútíðar- føra okkara statsrættar- ligu viðurskifti við Dan- mark. Sambandsflokk- urin hevur í sínum Ný- skipanaruppskoti víst á nakrar av teimum høv- uðsbroytingunum, sum flokkurin er sinnaður saman við donsku stjórnini at orða í einari nýggjari stjórnarlóg fyri Føroyar. Millum annað skal tann ótíðarhósk- andi undirskipanarstøð- an, sum helst var ein politisk neyðsyn í 1948, orðast soleiðis, at størri javnburður verður í viðurskiftunum sam- bært tí menningini av føroyska samfelagnum, sum hend er hesi sein- astu hálvthundrað árini. Flestir føroyingar mundu halda, at eftir tað fullkomna saman- brotið av fullveldistil- gongdini, fór lands- stýrið at taka tær po- litisku avleiðingarnar og leggja frá sær, nú Fólkaflokkurin hevur gjørt av, at eingin fólka- atkvøða verður í mai. Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt av at halda fast um, at lógarupp- skotini skulu leggjast fyri tingið. Harvið hava teir sjálvir í roynd og veru sagt samarbeiðið við Fólkaflokkin upp. Tað einasta rætta í verandi støðu er, at Føroya fólk nú fær høvi at geva løgtinginum eitt nýtt mandat, so tað verður heilt greitt, hvønn politikk lands- stýrið eigur at føra tey næstu fýra árini. Hvat ið verður um 10-15 ár liggur enn í hondunum á hægri maktum. Før- oya fólk ynskir, at po- litikkararnir fyrst av øllum skulu loysa tey vandamálini, sum liggja fyri fótunum. Tey hava teir ein ávísan møgu- leika fyri at loysa. ∆ Framhald av síðu 11 Mannbjørn J. Jacobsen Tá fólkaatkvøðan í 1946, sum vísti meiriluta fyri loysing, ikki varð sett í verk, men uppskotið, ið fall, bendist øll menning í Føroyum inn á eina aðra kós enn hon annars hevði. Hetta ger at løgnar sam- anberingar kunnu gerast við eitt framkomið land. Men hjálandajkenda støða okkara gera hesar møgu- ligar. Tórstein Petersen segði í 1946, at tað var “ein ólukka fyri Føroyar”, at myrkar kreftir í Føroyum saman við dønum tóku stig til at gera atkvøðuna ógilduga. Skandinavisk økir Grønland Hefta støða okkara at Dan- mørk ger, at vit samanber- ast við Grønland í dag. Men Grønlandi er ikki framkomið europeist land, samleikatrupuleiki teirra er ikki seinka málmenning, men byrjunarstigið fyri búskaparmenning. Ongin atkvøða hevur verið í Grønlandi um teirra stats- rættarsligu støðu. Eiga at samanberast við Noregi og Ísland Í søguligum týdningi er rætta samanberingin No- regi og Ísland. Men bæði londini eru óheft í dag, ikki Føroyar. Tí ber ikki til. Føroyingar hava atkvøtt seg til loysing, ikki Noreg, men framhildu við sam- bandi. Íslands setti atkvøðu við meiriluta fyri loysing í verk. Áland Nýtt er at samanbera Før- oyar við støðuna hjá Álandi. Hetta er skeivt, og helst óvinarligt. Áland er ikki egin tjóð. Tað eru sviar, sum eru end- aðir innanfyri finskt mark, tá Finland fór til Rusland. Ein svenskur minniluti í øðrum landi eins og svenskir minniluti á vest- urstrondini í sjálvum Fin- landi og í høvuðsstaðnum, Helsinki, har teir helst eru í meiriluta. Egin búskaparlig menning er ikki. Ongin samanbering er her, uttan, at fólkið eins og sviar í Sviaríki er framkomið skandinavist fólk. Royndir eru at fáa serstøðu fyri Áland, egnu umboðan. Hetta eru møgu- liga royndir, sum miðja ímóti at koma aftur til heimlandið. Ongar før- oyskar loysingarroyndir miðja móti at vit gerast lutur í øðrum landi. Onki annað land hevur okkara tjóðareykennir heldur. Samisk økir Røddir eru frammi, sum tykjast at samanbera okk- um við støðuna hjá samun í Norðurnoreg, Sviaríki og Finlandi. Her er í veru- leikanum ongin samanber- ing at brúka. Fólkið her er í høv- uðsheitinum blandingsfólk av upprunafólki og fólkun- um, teir búgva í landinum hjá. Teir hava egið mál, men onki ávíst øki Teir eru borgarar í londunum, teir búgva í, krevja ikki egið landaøki at ráða sjálvir yvir. Málið er ikki euro- peist. Teir duga málið í landinum, teir búgva í. Luttaka lítið og onki sjálvir í búskaparligu menningini á bústaðarøkjunum í egnu londum. Høvuðsvinnuvegur teirra er lítið framkomið reins- djórahald. Tí búgva fá yvir størt øki. Ongin saman- bering er við okkara há- tekniska fiskiflota, sum fyriuttan at veiða á egna øki, eisini veiður í øðrum londum eftir avtalu. Aðri europeisk økir Baskaralandið Ein møguleiki at saman- bera er støðan í Baskara- landinum. Tað liggur báðu megin spanska, fronska markið. Fólkið hevur egið mál, frumeuropeiskt, einasta dømi um tað í Europu, dugur spanskt, franskt fronsku megin markið, sum er høvuðsmál. Landsluturin er mest framkomni í Spania, men er partur av spanska búskapinum, ikki egin menning. Landið er natúrligur partur av Spaniu, fronsku megin av Fraklandi, ikki Føroyar av Danmark. Vit eru heldur ikki samantvinnaðir við dansk- an búskap, uttan gjøgnum peningayvirføring á statsstøði uttan mótsvar. Ikki so í Baskaralandinum. Politiskir flokkar eru, sum krevja loysing. Harð- skapur hevur verið lutur av hesum stríði longi sponsku megin markið. Her er neyvan gott sam- anberingargrundarlag. Bretska økið Hetland Onkur vildi hildið at samanbering við Hettland er. Hettland var norskt út- land, var fólkað av norskum víkingum, sum rak up- prunafólk burtur. Men teir hava ikki varveitt norður- lendska málið, uttan nøkur fá orð avbrongla til enska úttalu, norse, enskt við hesum orðum, sum nøkur tosa. Restin tosar vanligt enskt. Egið flagg er. Gam- alt ting er í Skotlandi, sum umfevnur Hettland. Landið er partur av Skotlandi. Sjálvræðiskrøv eru ikki frammi. Bara partur av fólkinum er frá norsku búsetingini. Hin eru skotskir innflytarir. Egin búskaparlig menn- ing er ikki. Her er í veruleikanum ongin samanbering. Bretskar smáoyggjar Onkur heldur at saman- bering er við oyggjar um Skotland og Ongland. Hesar eru fólkaðar av norskum víkingum, sum hava rikið upprunafólk burtur. Men mál teirra er fyri langt síðani deytt. Fólk har tosar enskt. Megin- parturin av fólkinum, har býr í dag, eru innflytarar frá Onglandi og Skotlandi. Teir hava egin parlamentir. Tí líkist. Men tey eru bara ráðgevandi. Til samanber- ingar er eisini ráðgevandi parlament í Skotlandi og Wales. Ongin sjálvstøðug búskaparlig menning er og sjálvræðiskrøv eru ikki frammi. Samabering er neyvan vælviljað. Gibraltar Onkur hevur hug at sam- anbera okkara støðu við tí hjá Gibraltar. Men Giraltar verður beinleiðis stýrt frá London, eins og krúnhjá- landi Hong Kong. Alt fólkið er bretskt, uttan spanskir atrbeiðsmenn við tíðaravmarkaðum arbeiðs- loyvi. Tað er nátúrligur partur av Spaniu. Stríðið um Írland Eitt kundi verið at saman- borið við, sum ongantíð er frammi. Tað er stríðið í Irlandi fyri sjálvræði Í hini øld og inn í hesa. Írar fingu eitt slag av heimastýri fyrst. Home Rule. Tað er helst har uppskotið um føroyskt heimastýri stavar, men teir loystu í 1921. Er sjálvstøð- ugur statur síðani, ikki limur í Commonbwealth. Her er í veruleikanum ongin samanbering av týdningi. Írland var uniónspartur í Sameinda kongaríkinum, ikki partur av Onglandi. Teir høvdu egið flag, sum eisini var partur av bretska flagginum, er tað enn. Teir høvdu egnar herdeildir og løgreglu undir uniónini. Flestu tosa enskt, fá egið upprunamál, sum tó saman við enskum er almennt mál í landinum. Stríðið um málið var av somu orsøk ikki so framm- aliga. Politisku leiðarinir tosaðu enskt og skrivaðu enskt. Flestu eru katolikkar. Umframt vanligt stríð fyri sjálvræði, var stríðið trúarligt, um ymiskar trúar- lærur, ikki í Føroyum. Helst er stríðið eisini millum tvey ov ymisk fólk. Írar eru í størri mun uppruna bretskt fólk en ongilsmenn. Neyvan ger líknandi seg so nógv galdandi í Føroy- um. Stríðið um Norðurírland Stríðið um Írland er fram- vegis í Norðurírlandi av somu orsøkum. Hesin landslutur var verandi eftir, tá Irland gjørdist fræls tjóð, tí at protestantarnir, sum vóru enskir innflytarir, vóru í meiriluta her. Landsluturin hevur síð- ani síðst í 1970 árunum verið undir bretskum hern- aðarstýri. Katolikkarnir, sum er fátákari parturin fólkinum og um at gerast meiriluta, ynskja at gerast partur av írska lýðveldinum. Harð- skapur er síðani síst í fimtiárunum partur av stríðnum. Neyvan samanber nakar okkara støðu við støðuna í Norðurírlandi. Ynskja limaskap í EU Eitt løgið er at flestu av hesum økjum síggja lima- skap í EU sum borgan fyri búskaparligum framburði og sjálvstøðu frá statinum, tey eru heft til. Her gera partar av europahugsanini seg gald- andi, sum eru minni kendar. Eitt Europa av landslutum, tjóðskaparlig- um minnilutum, sum miðja ímóti at vinna yvir ymisku landastøddini í Europu, sum gevur stórum londum ov stórt vald. Hesi økir hava ikki egna tilfongi at verja, stórur stuðul kann væntast. Munurin millum suður og norð í Europu ger seg enn galdandi. Tey vóna at togast norðuryvir. Tjóðir uttanfyri egna landamark Ein trupuleiki, sum førdi til annan Heimsbardaga, at tjóðir halda fram inn á øki hjá grannanum, er nógv minni í dag. Mørkini sam- svara betur tjóðunum. Tó eru enn til dømis týskarar, sum búgva í Italia, týrol- týskarar, turkar í Bulgariu. Í fyrrverandi Jugoslavia eru tjóðir og trúgv innan- fyri sjálvstøðugan lands- lutapart hjá granna. Hetta er gjørt í kommunistisku tíðini, helst fyri at sjóða saman. Tá stýrið fall skapti hetta møguleika fyri støð- ugum kríggi. “Silkiteppið” Í fyrrverandi sovjetiska økinum er eisini tjóðskap- arkríggj í dag. Hetta eru fyrrverandi tjóðir á mark- inum til islamiska heimin. Flestu ikki islamiskar. Eins og í Jugoslaviu er neyvan tjóðskaparkríggj í týdning- inum, at fólk ikki vil kennast við seg sjálvan, samleika trupuleikar. Í Jugoslaviu er stríð um markið fyri EU limaskapi, sum hesi ynskja at gerast limir í, har EU ynskir ar seta markið, har gamla eysturríkska keisaradømið endaði. Á markinum til islamiska heimin Í sovjetiska økinum er tað lond, ið vilja gerast fræls, aðri at gerast partur av fundamentala arabiska heiminum. Onki av hesum økjum eru serliga væl egnað at samanbera við okkara. Nógvir russar eru trongdir inn á fundamental øki í sovjettíðini, eru samgift við staðfólkið. Men hetta er politikkur í sovjettíðini, at toga ikki europeisk fólk fram á henda hátt. Í baltisku londunum er russisk tilflyting longu frá gamlari tíð. Egið land Skullu vit koma uttanum at samanberast við íviðkom- andi lond, mugu vit fáa egið landaøkið, sum vit ráða yvir. Hetta gerst bara við at seta loysingina í verk. Dánial á Dul Jacobsen ein av stigtakarunum til KARISMA Góði Oddfríður. Um tað, sum tú ert sannførdur um, ikki er so nógv vert, at tú vilt umvenda onn- ur, so er tað, sum tú hevur einki vert. Annars haldi eg, at tú ert ikki so fríur fyri um- vendingartrongd sum tú letst. Um tú vart tað, hví so skriva? Viðmerkingar til antikarismatiskar hugleiðingar Tjóðskarlig stríðsøkir í Europa Talan var helst um eitt endaligt farvæl til gullmerkini, tá Stjørnan hóskvøldið tapti landskappingar- dystin móti neista- kvinnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Longu undan dystinum hósdagin varð tosað um, at talan væl kundi vera um ein lagnudyst hjá Stjørnuni. Týdningurin av dystinum var so undir øllum umstøð- um alstórur fyri verjandi meistararnar, sum longu undan dystinum vóru fýra stig aftan fyri oddaliðið, VÍF. Kendu trýstið At byrja við var eisini líkt til, at stóri týdningurin ó- rógvaði stjørnuliðið. Friður var at kalla eingin yvir spælinum, og áðrenn klaks- víksgenturnar vóru komnar rættiliga inn í dystin, hevði Neistin longu lagt seg nøk- ur frá gestunum. Serliga í verjupartinum hevði úti- liðið stórar trupulleikar, og ferð eftir ferð kundi Neistin spæla seg inn á strikuna, og var tað ikki fyri Rannvá í málinum, kundi munurin væl verið størri hesa fyrstu løtuna. Hinvegin skal eisini leggajst afturat, at fleiri av neistaskotunum vóru alt annað væl plaserað. Spakuliga fekk Stjørnan tó aftur tamarhald á dystin- um. Neistin tóktist at hava alstórar trupulleikar av Simonu Dziugyte, og hóast roynt varð bæði at skerma og skuggaverja, so megnaði litavin so avgjørt at seta sín dám á spælið. Meðan Neistin soleiðis áhaldandi misnýtti sínar møguleikar, togaði Stjørn- an seg spakuliga burtur frá, og stutt fyri hálvleik var munurin millum liðini brádliga trý mál. Neistin fekk tó glið á aftur seinastu løtuna, og við trimum skjótum málum fingu tær aftur javnvág í roknskapin. Skutu niðureftir Seinna hálvleik var tað útiliðið, sum byrjaði betri. Verjan hjá Neistanum rigg- aði illa, og avleiðingin av hesum var eisini, at fjáltur kom á álopsspælið. Í mun til fyrra hálva tíman var tað tó sjónligt, at neistaliðið nú hevði tosað um, hvussu tær skuldu skjóta móti málin- um hjá Rannvá. Ístaðin fyri at skjóta beint fram ella uppeftir, varð nú alla tíðina roynt at skjóta niður í, og hetta viðførdi so eisini, at hóast spælið gekk verri, so gekst betri við málskjótanini. Betraða úrtøkan úr møguleikunum gav spaku- liga heimaliðnum betri sjálvsálit. Tær gjørdust al- samt grammari eftir bóltin- um, og hóast tær høvdu hug at gera dekan ov skjótt av, so var heilt greitt, at Stjørn- an nú fór at merkja trýstið fyri at vinna. Seinasta kor- terið av dystinum spældu tær als ikki við umhugsni, og hóast Sólvá Eystberg varð sett á vøllin fyri at dempa spælið, so var ávirk- an hennara ikki nóg stór hesaferð. Heilt galið gjørdist tað, tá Stjørnan miðskeiðis í dyst- inum fekk møguleika at spæla í yvirtali. Fyrst av øllum mistu tær bóltin, og meðan Neistin skoraði í skjótum mótálopi, fekk Annika tveir fingrar fyri eina óneyðuga eftirtakling. Gott hjá VÍF Tað eydnaðist tó Stjørnuni enn eina ferð at fara fram um, men tá tær so misnýttu góðar møguleikar tríggjar ferðir á rað, slapp Neistin aftur framum, og hesa ferð sleptu tær bláu ikki. Tað kundi tó væl kiksað hjá heimaliðnum, tí hóast tær førdu við tveimum málum, tá bert ein góður minuttur var eftir, so megnaðu tær tvær ferðir á rað at forera gestunum bóltin. Fyrru ferðina skoraði Stjørnan, men tá tær so misnýttu seinnu ferðina, og Ata kundi skora í kontra, var dysturin endaliga av- gjørdur. Sum sagt, so var dysturin í stóran mun merktur av lítið umhugsaðum spæli. Ikki minst var tað skelkandi at síggja, hvussu leikararnir í sera stóran mun skutu júst har, sum málverjarnir vóru sterkastar, heldur enn at royna at leggja seg eftir veiku síðunum. Neistin dugdi hetta betri seinna hálva tíman, og hetta var undir øllum umstøðum ein avgerandi fortreyt fyri sigrinum hjá teimum. Sum so kann Neistin ikki brúka sigurin til annað enn at styrkja um sjálvsálitið, men fyri Stjørnuna merkti dysturin helst eitt endaligt farvæl til FM-heitið. VÍF hevði sjálvsagt eina hampuliga leiðslu undan dystinum, men tapið hjá Stjørnuni merkir, at trýstið á VÍF er nógv minni, nú tær fara til Vágs. Tær vita av, at hóast tær skuldu tapt dystin har suðuri, eru framvegis trý stig niður til næst besta liðið, og kunnu tí helst vera púra frígjørdar. Sjálvandi skulu tær í VÍF framvegis avgera alt sjálvar, men neyvan eru tær keddar um hjálpina, sum Neistin gav teimum hóskvøldið. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 9(4), Annika Thomsen 5, Súna Mørk 3(1), Mildrid Jacobsen 2, Ata Høgna- dóttir 2, Susan Brockie 1 Stjørnan: Simona Dziugyte 7(3), Una Olsen 4, Annika Ljósstein 3, Joan M. Joen- sen 2(1), Bára Skaale 2, Sólvá Eystberg 1 Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 4 Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 4 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomas- sen. Høvdu av og á onkrar avgerðir, sum fingu lív í áskoðarafjøldina, men teir mistu ongantíð tamarhaldið á dystinum. Nr. 44 • leygardagur • 3. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hósdagin gingið leysasøgur um, at Allan Mørkøre hevði fingið álvars- ligan skaða á venj- ingarleguni hjá landsliðnum, men úr Spania frættist, at tað neyvan er heilt galið við fótinum hjá met- manninum LANDSLIÐ Jákup Mørk Føroyski landsliðshóp- urin fekk ein hvøkk, tá teir mikudagin spældu móti Vejle. Bert tríggir minuttir vóru leiktir, tá Allan Mørkøre við stór- ari pínu mátti hjálpast av vøllinum. Dánjal Andreasen, sum er við landsliðshóp- inum, sigur við Sosialin, at teir at byrja við vóru bangnir um, at talan var um heilt álvarsligan skaða. – Allan hevur fingið ein snudd í beinið, og at byrja við sá hetta heilt ógvusligt út. Nú tykist tað tó at vera batna nak- að nógv, og hann gongur aftur, so tíbetur sær talan ikki út til at vera um nakað álvarsligt, sigur Dánjal. Fingið nógv burturúr Um venjingarleguna hjá landsliðnum heldur Dánjal annars, at leikar- arnir hava fingið nógv burturúr. – Lagið á hópinum er sera gott, og hóast úrslitini ikki hava verið so góð (4-4 og 1-1 móti donskum 1. deildarlið- um), so var spælið í seinna dystinum heilt gott. Somikið stórur var munurin á báðum dyst- unum, at teir als ikki kunnu samanberast heldur Dánjal. Annars leggur FSF- maðurin afturat, at á- hugin í Luksemburg fyri føroysku avrikunum hevur verið sera stórur. Telefonirnar hava ringt í heilum, yvirhøvur tykj- ast teir í Luksemnburg at fylgja sera væl við, hvussu fyrireikingarnar hjá okkara monnum eru, so sæð í ljósinum av hesum, er tað kanska slettis ikki so galið, at føroysku úrslitini ikki hava verið so góð. Tað verður so undir ongum umstøðum nakar vansi, um so er, at mótstøðu- liðið hevur hug at undir- meta okkum. Ikki álvarsligt Tað sá ógvusligt út, men skaðin hjá Allani Mørkøre er neyvan so álvarsamur, sum leysasøgurnar vilja vera við Neistin–Stjørnan 23–21 (10–10) Stjørnan er úti Fagnaðurin á neistakvinnunum var ovurstórur, tá tað eydnaðist teimum at tveita føroyameistararnar endaliga úr gullstríðnum Mynd: Álvur Haraldsen