mánadagur 5. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 44 - 3. mars 2001
gult cyan magenta svart
Tríggir dystir verða
leiktir í teimum
báðum fremstu
hondbóltsdeildunum
um vikuskiftið, har
kvinnurnar hjá VÍF
kunnu taka eitt
avgerandi fet móti
gullmerkjunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Endaspælið í hondbólts-
landskappingini er nú um at
vera hálvrunnið, og hóast
oddaliðini í báðum deild-
unum alsamt meira líkjast
tveimum komandi føroya-
meistarum, so er framvegis
rættiliga nógv, sum kann
henda.
Avgerandi løta í Vági
Ikki minst í kvinnudeildini
man spenningurin vera
stórur um vikuskiftið, tá
VÍF fer til Vágs. Við einum
sigri her, tykist tað mest av
øllum sum um stríðið um
FM-heitið bert verður ein
avgreiðsluspurningur tað,
sum eftir er av kappingar-
árinum.
Hinvegin verður alt at
kalla púrasta opið, um so
er, at VÍF ikki fær øll stigini
við sær norður um suður-
oyarfjørð. VB er í løtuni
fimm stig aftanfyri, og at
tær hava møguleikan at
minka hetta niður í trý, er
uttan iva við til at seta tær
enn meira upp til dystin.
Har umframt er einki at
ivast í, at VB meira enn
fegnar vilja hevna eyð-
mýkjandi
stórtapið
í
steypafinaluni.
Um hendan uppgáva er
ov stór ella ikki, er ilt at
meta um, og ein partur av
hesum spurningi er, hvussu
væl VÍF er komið seg yvir
missin av Nicoletu. Miku-
kvøldið tóktist hetta vera
nøkur forðing, men mót-
støðan tykist øðrvísi og
sterkari, nú VB stendur
hinumegin miðlinjuna.
Tveir aðrir dystir verða
leiktir sunnudagin, og í
báðm førum tykjast hesir at
hava størri ella minni favo-
rittar.
Lokaluppgerð er á Hálsi,
har Kyndil og Neistin hitt-
ast, og vanligi vildi hetta
verið at mett sum ein sera
javnur dystur. Úrslitini hjá
Kyndli seinastu tíðina hava
tó ikki bent á, at so er, og tá
Neistin samstundis hevur
sýnt stóra framgongd síð-
ani vetrarsteðgin, vil alt
annað enn ein sigur til tær
bláu vera at meta sum eitt í
øllum førum óvæntað úr-
slit.
Í Klaksvík er Stjørnan
enn størri favorittur, tá tær
taka móti Tjaldri. Her er so
eingin bøn – Stjørnan skal
vinna fyri at hanga í, og tað
vildi verið ein sensatión av
teimum heilt stóru, um
Tjaldur fær sett teimum
forðingar í vegin hesum
viðvíkjandi.
Tríggir javnir
Hjá monnunum eru somu-
leiðis
tríggir
dystir
á
skránni um vikuskiftið, og í
øllum trimum førum tykist
ilt at spáa um, hvør tað
verður, sum fer av vøllinum
sum vinnari.
Kanska tykist greiðasti
dysturin at vera á Skála, har
VÍF fer á vitjan hjá steypa-
vinnarunum. StÍF hevur
havt alt annað góð úrslit í
seinastuni, og móti Kyndli
var eina løtu líkt til, at VÍF
er um at finna góða spælið
fram aftur. Har umframt
eru liðini bæði ávíkavist
styrkt og viknað, nú VÍF
hevur fingið Daniel Rápa
aftur, samstundis sum StÍF
hevur mist John Petersen.
Í Havn verður lokalupp-
gerð millum stóru høvuðs-
staðarliðini, og hetta tykist
mest av øllum vera ein
dystur um, hvør skal fáa
eitt fet eyka í stríðnum um
heiðursmerki. Tapir StÍF á
Skála, kemur vinnarin av
dystinum í Havn at standa í
eini sera góðari støðu, nú
bert ein dystur er eftir móti
hvørjum av hinum.
Seinasti
dysturin
um
vikuskiftið verður í Vest-
manna, har KÍF hevur
heimavøll móti Tjaldri.
Hetta tykist vera uppgeðrin
millum tey bæði sterkastu
av teimum veikaru liðun-
um, og bæði kunnu tey av
álvara siga farvæl við
botnin, um tað eydnast at
tryggja sigurin.
Dystirnir um
vikuskiftið eru hesir
Kvinnur, sunnudagin:
14.30
Kyndil-Neistin
15.00
VB-VÍF
16.00
Stjørnan-Tjaldur
Menn, sunudagin:
16.00
Kyndil-Neistin
16.00
StÍF-VÍF
16.00
KÍF-Tjaldur
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
5
5 - 0-0
520
277
243
22
2 VB
5
4 - 0-1
448
336
112
17
3 Stjørnan 5
3 - 0-2
459
375
84
16
4 Neistin
5
3 - 0-2
369
365
4
11
5 Kyndil
5
1 - 1-3
394
470
-76
8
6 Sóljan
5
0 - 0-5
293
460
-167
2
7 Tjaldur
4
0 - 1-3
232
432
-200
2
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
5
5 - 0-0
548
411
137
22
2 StÍF
5
3 - 1-1
493
435
58
15
3 Kyndil
5
2 - 1-2
480
436
44
13
4 Neistin
5
3 - 0-2
409
433
-24
12
5 KÍF
5
2 - 1-2
399
445
-46
8
6 H71
6
1 - 0-5
461
518
-57
6
7 Tjaldur
5
0 - 1-4
396
508
-112
4
Oddastríðið í bestu
kvinnudeildini
stendur og fellur við,
um fremstu liðini
megna at vinna øll
settini, sum tær hava
eftir at spæla
FLOGBÓLTUR
Sunnudagin kl. 15.00 fara
kvinnurnar hjá Mjølni at
sita spentar og bíða og
halda ondini, meðan Drátt-
ur leikar móti TB í høllini á
Giljanesi. Sum støðan í
kappingini er í løtuni,
liggur Dráttur til at vinna
føroyameistaraheitið, men
beint í hølunum á teimum
liggur Mjølnir; bert eittans
sett aftanfyri, men javnt í
stigum. Men so leingi sum
Dráttur vinnur 3-0, er einki
hjá Mjølni at gera. So tær
hava tørv á eini hjálpandi
hond frá onkrum av hinum
liðunum. Men ikki er heilt
óhugsandi, at henda hjálp-
andi hond kann koma í
dystinum millum Drátt og
TB, tí TB hevur fyrr í ár
gingið Drátti ein skarpan
gang í teimum trimum
dystunum, liðini hava spælt
sínamillum: tveir dystir
hevur Dráttur vunnið 3-1
og hin vann Dráttur 3-2. Og
havandi í huga, at nervar
kunnu hava sín avgerandi
týdning í tílíkum dystum,
so kann hetta gerast ein
sera spennandi løta á Gilja-
nesi sunnudagin.
Á Kambsdali spæla ÍF og
Fleyr sunnudagin klokkan
13.00. Í løtuni tykist ÍF at
vera greiður favorittur at
vinna dystin. ÍF hevur
vunnið tríggjar av teimum
seinastu fýra dystunum tær
hava spælt, samstundis sum
Fleyr hevur tapt allar teir
fýra seinastu dystirnar, tær
hava spælt. Men tó so,
eingin dystur millum hesi
bæði liðini er í ár endaður
3-0, so um Fleyr kvinnur-
nar rættuliga kýta seg, so
kann væl henda, at tær
kunnu veita ÍF dygga mót-
støðu. Sannroynd er eisini,
at Fleyr hevur staðið seg
betur í teimum trimum
dystunum, sum higartil eru
leiktir millum liðini. Fleyr
hevur nevniliga vunni teir
tveir og ÍF hin eina.
Fríggjakvøldið kl. 19
spældu ÍF og Mjølnir á
Kambsdali, men úrslitið
var ikki tókt, tá blaðið fór
til prentingar.
Heldur ÍF fast
Sunnudagin kl. 15 spælir
oddaliðið ÍF móti Fleyr á
Kambsdali. ÍF-maskinan
tykist sera væl smurd í
løtuni, so ilt er at síggja
hvussu Fleyr kann kunna
hótta ÍF. Men Fleyr er eisini
púra
óútrokniligt.
Teir
kunnu banka oddalið av
okkurt vikuskifti, men so
sjálvir fáa bank næsta viku-
skifti móti onkrum “miðal-
hampa-liði”. Og tað er
kanska mest tá eingin rokn-
ar við teimum yvirhøvur, at
Fleyr er vandamikið, sum
teir m.a. prógvaðu í fyrra
dystinum teirra millum í
Fuglafirði, tá Fleyr vann 3-
1.
Í Sørvági spæla SÍ og
Fram kl. 16. sunnudagin.
Hjá SÍ hevur ikki hilnast so
væl í ár, sum teir høvdu
vónað, nógv orsakað av, at
liðið sjáldan hevur verið
mannað
við
sterkastu
manningini. Og móti Fram
verður neyvan so nógv at
gera heldur. Fram er í
einum góðum stima í løtuni
og átti ikki at havt teir stóru
trupulleikarnar móti SÍ.
Undan dystunum sunnu-
dagin er Fram á øðrum
plássi, 3 stig aftanfyri ÍF.
Dystir um vikuskiftið
Meistaradeild kvinnur:
02. mars
ÍF–Mjølnir
kl. 19.00
04. mars
Dráttur–TB
kl. 15.00
04. mars
ÍF–Fleyr
kl. 13.00
Meistaradeild menn:
04. mars
SÍ–Fram
kl. 16.00
04. mars
ÍF–Fleyr
kl. 15.00
Hvørt einasta sett er avgerandi
fyri meistaraheitið
Stendur VÍF royndina
VÍF kann taka eitt avgerandi stig móti FM-heitinum sunnudagin
gult cyan magenta svart
Nr. 44 • leygardagur • 3. mars 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Kári Svensson:
Várframsýningin
er gluggin
síða 6-7
ÚTSØLA. Árliga bókaútsølan byrjaði hin 21. februar. Sum verða man stóðu fólk við diskarnar og skoðaðu, meðan onnur
longu høvdu krossað av í útsøluskránni, og bert komu framvið at heinta ársins bestu bókatilboð. Men hóast hon er
donsk, útsølan, so eru føroysku tilboðini ikki heilt eiðasør
Bókaútsøla er í H.N.Jacobsens Bókahandli á Vaglinum í Havn. Føroysk bókaútsøla er bara triðja hvørt ár, meðan útsøla av
donskum bókum er á hvørjum ári.
Mynd : Jens K. Vang
BØKUR
Birgir Kruse
Bøkur uppá tilboð. Bøkur á út-
sølu. Bíligar bøkur. Tað ljóðar
ikki sørt niðursetandi. Í hvussu
er hjá tí ella teimum, sum liva av
at skriva. Og tey eru fá. Fá sum
liva, men mong sum skriva. So
ilt er at siga, um skriving er gott
livibreyð her á landi.
Meðan føroysk bókaútsøla er
triðja hvørt ár, so er donsk
bókaútsøla á hvørjum ári. Hin
føroyska var í fjør, og ársins
danska fór av bakkastokki hin
21. februar.
Longu frá morgunstundini
møttu fólk, væl fyrireikaði við
bókaskránni í hondini. Væl fyri-
reikaði høvdu tey krossað av
bestu tilboðini og tey skuldu nú
bara heintast. Onnur hyggja, for-
vitnast og kunna seg við ársins
útboð og tilboð. Keypa okkurt,
soleiðis hissini.
Eyðkendi hugnaligi bókahand-
ilin á Vaglinum í Havn,
H.N.Jacobsens bókahandil, er
við í ársins útsølu av donskum
bókum.
Mest seldu og eftirspurdu bøk-
urnar eru handbøkur, ymsar
mentunarligar bøkur og so bøkur,
sum viðgera evni av meiri
heimspekiligum slagi, sigur
Nomi Johannessardóttir.
Nomi, sum er útlærd bóka-
handlari úr Gad’s Studieboglade í
Århus, hevur seinastu trý árini
starvast í H.N.Jacobsens
Bókahandili.
»Mest selda og eisini so nógv
mest eftirspurda bókin, er ein
listarlig bók um Fridu Kahlo,
sum Hayden Herrera hevur rit-
stjórnað
og
forlagið
Fogtdal
gevur út«,
sigur
Nomi. »Hetta er eisini tann
bókin, sum eg fremst av øllum
tilboðunum, hevði ynskt mær,
skuldi eg sjálv valt«, sigur Nomi
um bókina, sum so nógv ikki
fáa, tí hon longu er uppseld frá
forlagnum.
»Hetta er ein stór og ófatuliga
flott bók«, sigur Nomi.
At Frida Kahlo eisini er ein
kult-persónur hefti eg meg við
miðskeiðis í 80’unum, tá Films-
felagið vísti ein kubanskan film
um hesa spennandi meksikansku
listarkvinnu, sum fekk eini tvey
hundrað verk frá hondini innan
hon doyði 47 ára gomul í 1954.
Í aktuellu útsølubókini um
Fridu Kalho er hópur av lit-
myndum og bókin fevnir um 272
blaðsíður.
Millum kókibøkurnar er tað
eisini hitt meksikanska, sum
dregur, heldur Nomi. Og so
kinesiski kókikynsturin eisini. Í
hesum bólki av handbókum, eru
eisini fleiri bøkur um pappírs-
klipp seldar.
Av teim bókum, sum viðgera
heimspekilig viðurskifti, eru
fleiri ymsar. Men kvinnur spyrja
mest eftir bókini hjá Robin Nor-
wood, sum eitir Daglige
meditationer for kvinder, der
elsker for meget. Hetta er helst
mest selda bókin í hesum bólki,
sigur Nomi.
Ein áhugaverd staðfesting, nú
altjóða kvinnudagurin, sum Elin
Heinesen hugleiðir um á næstu
síðu, er í nánd.
Millum mest eftirspurdu bøk-
urnar í Bókahandlinum á Vagl-
inum í Havn eru eisini skald-
søgan Frost på udsatte steder
eftir Marianne Gade og endur-
minningarnar Det skulle nødig
hedde sig eftir Lotte Tarp.
Hóast vit skulu bíða í tvey ár
eftir næstu útsøluni við føroysk-
um bókum, finni eg longu nú
mest áhugaverda tilboðið frá
H.N.Jacobsens bókahandli. Tað
er eitt gamalt lítið prangandi rit,
prentað í 1946, 70 blaðsíður til
støddar, sum fæst fyri fimm og
tjúgu krónur.
Einasta frámerki er »Bóka-
prent Tórshavn 1946«. Frá søgu-
granskaranum Jákupi Thor-
steinsson fái eg at vita, at Thor-
stein Petersen er útgevarin. Heit-
ið á ritinum, sum enn finst í
nøkrum fáum gulnaðum eintøk-
um, er Upprit av munnliga orða-
skiftinum í donsk-føroysku sendi-
nevndini í Keypmannahavn
januar-mars 1946.
Áhugaverdur, og hóast meiri
enn hálva øld gamal, stak aktu-
ellur lesnaður. Í hvussu er væl
hóskiligur afturvið sendingini
hjá DR2, sum SvF eisini sendir í
kvøld. Hon byrjar klokkan 19 og
í samfullar tríggjar klokkutímar
fer danska rásin av einslistum at
kjakast við okkum føroyingar um
fólkaatkvøðu og framtíð tjóð-
arinnar.
Lýst er við beinleiðis samrøðu
– ella er alt bandað í advent? –
við bæði løgmann og Nyrup.
Spennandi, hvat teir hava at siga
og um teir yvirhøvur møta. Hvør
í sínum rikisparti. Annar í SvF
klokkan 20:50 og hin hjá DR
klokkan 21:25, okkara tíð.
So tá onnur ikki leggja upp til
sovorðið kjak, so má eg ásanna,
at einki er sum ríkisfelagsskapur-
in kortini. Meðan vit enn kalla
nakað okkara tíð.
Gott Vikuskifti!
Bíligar bøkur
Frida Kahlo er mest selda
danska útsølubókin
Hóast altskyns góðar danskar bøkur, var besta
tilboðið Birgir Kruse fann, føroyskt. 55 ára gamalt
og skrivað á donskum. 70 gulnaðar blaðsíður fyri
25 krónur. “Upprit av munnliga orðaskiftinum í
donsk-føroysku sendinevndini í Keypmannahavn
januar-mars 1946”