mánadagur 5. mars 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
UMMÆLI
Birgir Kruse
At nýta móðurmálið er
sjálvsagt. Hvat annað er
okkum givið? Men ikki er
tað altíð so sannlíkt, ella
av eini og hvørji orsøk
upplagt, at brúka móð-
urmálið. Eitt nú innan
tónleik. Tann partin av
tónleiki, vit rópa popp ella
rokk. Sjálvt tá popparar
yrkja og syngja um innastu
kenslur, velja teir ofta
enska málið. Tað er ein
vágin gerð. Serliga, tá
enska tungan ikki er teirra
egna. Tá kunnu undarligar
krúllur koma upp í millum.
Eitt er framburðurin og
førleiki okkara at skilja
hann. Til dømis, tá Jimi
Hendrix sigur »Excuse me
while I kiss the sky« og
ein ummælari skilir tað
sum »Excuse me while I
kiss this guy«. Ella tá Dan
Turell fegnaðist um vend-
ingina hjá Lou Reed »Set
a light of love«. Seinni
kom hann eftir, at orðini
vóru »Sattelite of Love«.
Umframt framburðin og
førleikan at skilja, eru tað
eisini tær málsligu mynd-
irnar, sum yrkjarin ikki
hevur ræði á. Málið, sum
er fremmant, verður ikki
longur tænari og natúrligi
miðilin, men eitt haft um
málsligu beinini. Og tá
kann stevið so lættliga fara
av lagi. Tí vil eg mæla
øllum til at nýta móður-
málið. Eisini Kim Larsen.
Tí enskt dugur hann ikki.
Men tó velir hann tað. Á
nýggju fløguni »Weekend
Music« (Medley 2001).
Ein dáragerð hjá einum
manni, sum framman-
undan eigur tað danskt
mæltu plátu, sum flestu
landsmenn hansara vilja
ogna sær. Tað er »Midt om
natten« frá 1983, sum er
seld í 600.000 eintøkum.
Hevði hin góði Kim
hildið ensku royndir sínar
inni við seg sjálvan, so var
eingin skaði hendur. Men
nú hann gevur út nýggja
fløgu, trínir hann á al-
menna pallin. Og har er
eingin náði. Og skal held-
ur ikki verða tað.
Eftir at hava lurtað eftir
hesi nýggju fløgu eitt heilt
vikuskifti, sum bæði eitt
og annað heiti leggur upp
til, so noyddist eg at kaga í
gomlu lærarabókina. Fyri
at fáa fast undir føti og
finna eitt støðumet. Geva
karakter, sum vit siga á
móðurmálinum.
Ovasta metingin, sum
gevur besta karakterin, er
grundað á eitt framúr sjál-
vstøðugt og avbera gott
avrik. Tað er tað ikki,
avrikið hjá Kim. Renni
eyguni og fremstafingurin
niður eftir talvuni og
støðgi við 03, sum verður
givið fyri sera ivasamt og
ófullfíggjað avrik. Kanska.
Men tá eg síggi
grundgevingina fyri allar
niðasta karakterin, 00,
haldi eg, at hann er
rættastur.
Próvtalsstigin er ikki
ókendur í hugaheimi Kim
Larsens. Hann er sjálvur
lærari. Men eyðsæð er, at
hann leggur líka í málsliga
partin av øllum lærdómi.
Her heima hjá okkum rópa
vit nakað »gøtudanskt«. Í
Danmark rópa tey nakað
»Valbyengelsk«. Henda
útgáva, »Weekend Music«,
sum er eitt skilaleyst bland
av málsligum svassi, uttan
nakra sum helst fynd,
leggur upp til eitt hugsað
»Larsenengelsk« ella
»bredflabengelsk«. Kanska
er tað Esperanto eftir
høvdinum hjá Larsen,
lærara. Stórt spell. Stóri
taparin er ikki Larsen, men
móðurmálið.
Kim Larsen: »Weekend
Music« (Medley 2001)
2
Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001
Postboks 19, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: birgir@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Birgir Kruse
EG MEINI TAÐ
Kvinnudagurin 8. mars
nærkast og trongdin at gera
støðuna upp. Hvussu er støðan
hjá konufólkunum í ár 2001 -
ella hjá “kvinnunum”, sum vit
kalla okkum í dag eftir íblástri
frá hinum norðanlondunum?
Eru vit meira javnsettar í dag í
mun til menninar, tá vit tosa
um, hvør ið hevur maktina í
samfelagnum? Ikki heilt, um
vit hyggja at hagtølunum, har
menn enn sita rimmarfastir í
stjórasessunum bæði í vinnu-
lívinum og í tí almenna - ser-
stakliga í Føroyum.
Her skal ein hugbroyting til,
um kvinnur eisini skulu hava
vilja til at taka teirra part. Í
øldir, ja, ártúsundir, aftraðu
kvinnur seg við at taka
maktina, tí tað merkti, at tú
eisini skuldi taka ábyrgdina -
eina ábyrgd, sum kanska
merkti, at tú av og á mátti
traðka onkran á tærnar. Og við
innbygdu instinktunum fyri
umsorgan og ótta fyri at gera
øðrum ilt, so lótu kvinnurnar
maktina til onnur - til
mennninar. Teir vóru jú
passaliga “líkasælir”, og tað er
jú ein góður eginleiki, tá illa
umtóktar, men neyðugar
avgerðir skulu takast. Og so
kundu kvinnurnar standa so
makliga í baksýni og havast at
teim neyðars monnum - hesum
kensluleysu bakbeistunum!
Kvinnurnar mentu ístaðin
loynibrøgdini og bakbítingina -
og tað var nú ikki stórt betri, tí
tað hevur hingið við myndini
av, hvussu nógv uppfata
kvinnur líka síðan. Aftanfyri
vakra óseka andlitið eru tær
svikaligar sum slangur, og
bara úti eftir at lumpa og tosa
ilt um fólk! Ella... fari eg
skeiv? Teir klóku menninir
settu kvinnuna uppá ein
piedestal. Teir lósu alt tað góða
og reina inn í kvinnuna, tí teir
kundu jú ikki vera hennar
umsorgan fyri uttan.
Umsorganina, sum
kvinnurnar vístu sum møður
fyri børn teirra og felagar í
húski og song. Kvinnurnar
kundu so sóla sær í há-
virðingini og gjalda við at lata
maktina frá sær, meðan
menninir afturfyri gleðiliga
átóku sær leiklutin sum
bakbeistið. Her funnu kynini
eina javnvág - leingi.
Men so komu kvinnurnar
av ymsum orsøkum út á
arbeiðsmarknaðin og upplivdu
heilt aðrar lívstreytir, tá tær
fóru at forvinna sær egnar
pengar. Knappliga vaknaði
hugurin at siga hart, hvat
hugsað var, tí nú kundi tað
gerast rímiliga ókeypis. Kvinn-
urnar upplivdu fyrimunirnar
við at forsyrgja sær sjálvum og
hava ávirkan á egna lagnu. Tær
smakkaðu eitt sindur av
maktini, og fingu hug til
meira.
Tað - at “taka makt” –
hevði fyrr ein ótespiligan dám
av maktgirnd, kúging - og í
síðsta enda kanska kríggi,
deyða og oyðilegging. Hetta
var í øllum førum ikki roknað
at vera feminint, men hoyrdi
til verðina hjá monnunum –
varð hildið. Og kvinnurnar
aftraðu seg tí við at “taka
makt”, tí tær vildu jú ikki vera
ódámliga ókvinnuligar og
bakbeistakendar. Í dag, har
okkara partur av verðini er
rímiliga friðarligur, seta vit
hugtakið “makt” meira í
samband við “at hava
ávirkan”. Ávirkan á verðsins
gongd. Og hví skulu
kvinnurnar ikki eisini hava
ávirkan á verðina, sum er
helvtin teirra? Í dag er makt
ikki longur sama tabu millum
kvinnur. Tey ungu hava nú í
nøkur ár tosað um “Girl
Power”. “Ein máttmikil
kvinna” ljóðar ikki so galið -
nógvar ungar kvinnur eru ikki
bangnar fyri at vera tað... uttan
at tær missa kvinnuligu
eyðkennini fyri tað.
Men um kvinnur í størri tali
skulu seta seg í stjórasessirnar,
hava tær so møguleikan fyri at
fáa tann stuðulinum, sum
menninir nutu gott av so leingi
frá kvinnunum, og sum gjørdi
tað møguligt hjá teimum at
hava maktina?
Menninir hava jú enn nóg
mikið um at vera á
karrierustiganum, so teir hava
ikki so góða tíð at vera heima
og vera til hjálpar har. Og ber
til bara at býta um? Og hjá
kvinnunum at sleppa
umsorganaruppgávurnar, sum
mest hava verið teirra øki so
leingi?
Nei, tað snýr seg kanska
ikki so nógv um at berjast um,
hvør skal gera hvat, ella at
ávísa órættvísi longur - at vera
vreiðir reyðsokkar móti
monnunum, sum nakrar
kvinnur í undanfarnu
ættarliðunum vóru - nei, latið
menninar fáa frið og hyggið at
møguleikunum í nýggju
verðini heldur enn
avmarkingunum.
Seinastu árini hevur eitt
nýtt fyribrygdi tikið seg upp,
sum fer at kollvelta alt:
Alnótin! Alnótin er samskifti,
og samskifti er “makt” í dag.
Alnótin ger nógv møguligt, vit
fyrr bara kundu droyma um. Á
alnótini ber til at ferðast um
allan knøttin við ljósferð og
fáa kunning um, hvat sum
helst og at samskifta við onnur
hinumegin knøttin alt fyri eitt,
um tað skal vera. Alnótin
broytir tí grundarleggjandi
okkara samfelagsskipanir og
arbeiðshættir og ger tað t.d.
møguligt at samskipa familju-
og arbeiðslív á heilt annan hátt
enn áður.
Hetta kann vísa seg at
gerast ein stórur fyrimunur -
serliga hjá kvinnum! Og her
liggja kanska spennandi
óvæntaðir møguleikar fyri at
gera sína ávirkan á samfelagið
og livivilkorini á ein hátt, sum
eingin kundi fyrigyklað sær
fyri bert ártíggjundum síðan.
Nýtið móðurmálið – eisini í vikuskiftinum
Kvinnurnar standa
makliga í baksýni
SJÓNARMIÐ
Elin Heinesen, vevstjóri á
www.kvindekanalen.dk
Ivor Novello
VIRÐISLØNIR
Birgir Kruse
Í hesum døgum, har mangt snýr seg um virðislønir, antin tær so eita Grammy, Prix ella
annað, eru nett fimti ár liðin síðani Ivor Novello doyði. Hann var bretskur tónasmiður
og filmsleikari, sum doyði 58 ára gamal hin 7. mars 1951.
Fulla navna hansara var Ivor Novello Davies og hann varð føddur í Cardiff í Wales
hin 15. januar 1893. Í bretskum bókum verður hann umrøddur sum “a matinee idol of
the British stage”.
Kendasti sangur eftir Novello er heimlandssangurin “Keep the home fires burning”.
Umframt sangir, fekst Novello eisini við leikir á palli, bæði skemtileikir og sangleikir.
Millum leikir hansara eru “The truth game” og “Symphony in two flats” frá 1929.
Á hvørjum ári verða vit mint á arvin eftir bretska Ivor Novello. Tað er tá ið árliga
virðislønin The Ivor Novello Awards verður latin. Næstu ferð hetta hendir er hin 24.
mai í ár. Tá hava hesar virðislønir verið handaðar 46 ár á rað.
Tá Ivor Novello virðislønirnar vórðu latnar hin 25. mai í fjør fekk Paul McCartney
serliga virðisløn handaða frá Sir Tim Rice, sum er forseti í virðislønarnevndini.
Virðislønin var fyri tónleikavirksemi á høgum støði í fýra ára tíggju.
Besti modernaði sangur var “Why does it always rain on me”, sum Fran Healy yrkti
og bólkurin Travis framførdi. Besti sangur, tá umræður tónleik og orð, best song
musically and lyrically, var tó “Strong” hjá Robbie Williams.
Tað er bretski felagsskapurin, sum verjir rættindi hjá listafólkum, The Performing
Rights Society, sum fíggjar árligu Novello-handanina.
Nýggja fløgan hjá Kim Larsen og Kjukken eitur “Weekend
Music”. Eitt vána avrik hjá Larsen, sum hevur uppiborið
støðumetið 00, heldur Birgir Kruse. Báðir eru teir fyrrverandi
lærarar, so helst vit teir, hvat teir tosa um
Fyrsta singelplátan hjá Gasolin’, har Kim Larsen var sangari.
Hon var á enskum og nevndist “Johnny the Jackpot”(CBS
1971). Síðani legði Kim Larsen seg eftir móðurmálinum og
bleiv ein klassikari, sum slapp í sangbøkur, ájavnt við til dømis
Benny Andersen. Kim Larsen signeraði fyrstu plátuna hjá
Gasolin’ síðst hann var í Føroyum og helt konsert.
Ivor Novello –
mikudagin eru
fimti ár síðani
hann doyði,
58 ára gamal
Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001
3
PRIX FØROYAR
Birgir Kruse
Fá eru tey tiltøk, sum hava
sett sovorðið lív í, sum
Prix Føroyar. Og skapt eitt
sovorðið virksemi á rútm-
iska tónleikaøkinum. Tað
er at frøast um. Tí ein
sannroynd er tað, at stórt
virksemi á einum heimlig-
um mentunarligum øki,
heilt vist smittar av og
nørir um virksemi av øðr-
um slagi. Virksemi, sum
onkursvegna knýtir seg
afturat tí reint pallborna
tónleikavirkseminum.
Hetta eru naglar í jarðar-
innar húsi. Naglar, ið eru
við til at definera okkum
sum tjóð.
Fróði Vestergaard, sum í
Norðurlandahúsinum
samskipar stóra tiltakið,
upplýsir, at nú er greitt
hvør høvuðsvinningurin
verður. Tað verður eitt frá-
gera uppihald á garðinum
hjá Lundgaard og teimum í
Vejen í Jútlandi. Eitt frá-
gera navn, eisini – Vejen.
Hetta er vegurin, hjá
vinnandi føroysku Prix-
stjørnunum í ár. Úr Før-
oyum og út til alheimin.
Kanska. Tí tað er eitt drúgt
stríð at náa áhoyrarar,
spælistøð og plátufeløg.
Tað kunnu tey bæði Lena
og Niclas boða frá úr
Kanada.
Úr Vancouver í Kanada
heilsar Niclas Johannessen
annars, og sigur, at hann er
um at verða liðugur at pro-
dusera eina plátu við ein-
um kanadiskum sangara,
sum Óli Poulsen skal
ljóðblanda.
»Tað er eisini um repp-
ið, at Lena og eg fáa ein
sáttmála við eitt útgávu-
felag í Los Angeles«, sigur
Niclas. »Tvey løg, at byrja
við«, sigur hann um mey-
lin.
»Lena er harafturat
biðin um at spæla til eitt
vælkent konserttiltak, ið
kallst Girls With Guitars.
Tað verður um tvær vikur
og er ógvuliga vælumtókt
her í Vancouver. Og
seinni, helst í mai, skulu
vit verða við í einum
showcase tey rópa, so jú,
nógv jørn eru í eldinum«,
sigur Nicals.
Higartil hava tey bæði
Lena og Niclas verið í
Kanada í fimm mánaðir.
»Tað tekur tíð at byggja
upp sambond og netverk«,
siga tey. »Tað er sum alt
annað; skal tað eydnast, so
er umráðandi at hanga í og
arbeiða málrættað.«
Á sama øki er Teitur
Lassen eisini virkin.
Longu í Mark No Limits
gjørdi hann vart við sínar
framúr gávur. Hann er
farin til USA, har hann
áður hevur roynt seg, men
hesaferðina hevur hann
donsku Sashu Dupont við
sær. Tað er hon, sum leikar
klaver í donsku undir-
haldsendingini Hit med
sangen hjá Amin Hansen.
Eitt annað samband, sum
Sasha eisini hevur til
Føroyar og føroyingar er,
at hon hevur gingið á skúla
saman við Hans Peturi í
Brekkunum.
Øll eru hetta nøvn, sum
eru knýtt at søguni um
Prix Føroyar. Ikki einans,
sjálvandi, men givið er, at
hetta tiltak, sum gongur út
frá Norðurlandahúsinum,
hevur sett ferð á og skapt
møguleikar hjá hugaðum
og gávuríkum tónleikarum
á rútmiska økinum. So
spennandi verður, hvør fer
avstað við sigrinum hin
21. apríl. Tann vinnarin
hevur so í hvussu er fingið
gøtuna greidda – til Vejen.
jútska garðinum.
PRIX VINNINGURIN. Nú er greitt, hvør vinningur verður latin vinnandi bólkinum í Prix Føroyar kappingini. Tað
verður eitt uppihald á donskum bóndagarði, har allir nútímans møguleikar eru fyri góðum tónleikaupptøkum. Og so at
halda frí eisini. Mentamálastýrið borgar fyri hesum frágera upplivilsi á jútsku heiðini
Vegurin til Vejen
Her skal vinnandi bólkurin spæla sær: í studio 1 hjá
Lundgaard fyritøkuni, sum hevur frágera karmar og útgerð til
bestu upptøkur
BARNABØKUR
Birgir Kruse
Á flestu størri skúlum her
heima, eins og í norður-
lendsku grannalondum
okkara, eru skúlabóka-
søvn. Millum tey, sum har
starvast, er samstarv sum
rópast Norðurlendsku
skúlabókavarðarfeløgini,
ella Nordisk Skole-
bibliotekar forening.
Hetta samstarv tekur á
hvørjum ári ímóti upp-
skotum úr ymsu londunum
til eina árliga heiðursløn,
nevnd nordisk børnebogs-
pris. Heiðurslønin verður
latin einum skrivandi rit-
høvundi ella einum per-
sóni, sum hevur myndprýtt
eina barnabók.
Við í hesum norður-
lendska samstarvi er eisini
Føroya Skúlabókasavns-
felag. Føroyskir nevndar-
limir í hesum felagi eru
Solveig Debes, Poulina
Slættanes og Gunnvør
Joensen, sum eisini um-
boðar Føroyar í skipaða
norðurlendska samstarv-
inum.
Úr Føroyum hava tær
tríggjar tikið stig til at
innstilla listamannin
Edward Fuglø til árligu
virðislønina. Ein tilmæl-
ingarnevnd er sett og hon
grundgevir soleiðis fyri
uppskotinum:
»Edward Fuglø hevur
brotið upp úr nýggjum, tá
talan er um at gera myndir
til barnabøkur. Ævintýr-
kendu myndir hansara við
nógvu smálutunum, nema
við hugflogið og forvitnið
hjá barninum.
Eisini dugir og skilir
Edward at fáa mynd og
tekst at hanga saman og
skapa eina heildarmynd í
hugaheimi barnsins.
Edward Fuglø hevur eisini
hegnisliga myndprýtt fak-
bøkur, og vísir, serstakliga
í bókini Villini súgdjór í
Útnorði, at hann innan
fakliga myndagerð er
framúrskarandi.
Í fleiri førum hevur Ed-
ward eisini gjørt sceno-
grafi til barnaleikir.
Nevndin heldur tað vera
rætt at taka fram pall-
myndina til barnaleikin
Pippi eftir Astrid Lind-
gren. Her hevur listamað-
urin skilt at gera eina
mynd, sum er framúr á
tann hátt, at tað kennist
sum at blaða í eini mynda-
bók, tá tú sum áskoðari sit-
ur í Sjónleikarhúsinum og
sær leikin. Tekstur og
mynd eru í hesum føri so
nær knýtt hvør at øðrum,
at leikurin verður verandi í
hugaheiminum langa tíð
eftir loknan leik«.
Edward, sum er 35 ára
gamal, er útbúgvin á Skol-
en for Brugskunst í Keyp-
mannahavn 1991.
Av Sosialinum ynskja
vit Edwardi tillukku og
góða eydnu við tilnevn-
ingini, sum vit – óneyðugt
at siga – halda er ruddiliga
uppborin. Serliga tá vit
hugsa um framúr hegni
Edwards at skapa brýr
millum listirnar og eisini
aldursbólkarnar.
Serliga væleydnað kem-
ur hetta til sjóndar í bókini
Veingjaða myrkrið (BFL
2000) har søga William
Heinesens verður sett í eitt
egið, ófrættakent ljós, fyri
børn í øllum aldri.
Eisini er vert at nevna
bókina Bókstavirnir hjá
Sigurði Joensen, sum
Edward myndprýddi í
1995. Ein bæði stuttlig og
hugvekjandi bók, sum
tykist mest sum burtur-
gloymd. Hetta er ein bók-
stavabók til byrjunarund-
irvísing í skúlunum, sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags gav út.
Um mánaðarskiftið juni
juli verður norðurlendsk
ráðstevna fyri skúlabóka-
vørðar í Føroyum. Tá
skulu ymsu umboðini
hittast og gera av, hvør fær
norðurlendsku barnabóka-
virðislønina í ár. Hóast
avgerðin fellir herheima og
í summar, verður virðis-
lønin ikki handað fyrr enn
í heyst, tá bókamessa
verður í Gøteborg í
Svøríki.
VIRÐISLØN. Edward Fuglø er í uppskoti at fáa norðurlendsku barnabókaheiðurslønina fyri árið 2001. Tað
hevur føroyska Skúlabókasavnsfelagið gjørt av
Edward í uppskoti til virðisløn
Edward Fuglø við hundinum
heima í stovuni í gomlu
Sýslumanshúsunum í
Klaksvík.
Mynd: Jens K. Vang.