Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart 4 Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 FIMTAN ÁR eru liðin síðani svenski forsætisráðharrin Oluf Palme varð myrdur á opnari gøtu í miðjum høvuðsstaði. Hann og konan Lisbeth høvdu verið í biograf og sæð ein nýggjan svenskan skemtifilm FILMUR ÚR TÍÐINI Birgir Kruse »Brøðurnir Mozart« róptist seinasti filmur, Oluf Palme sá. Tað var fríggjakvøldið hin 15. mars 1986 í stokk- hólmska biografinum Grand. Fríggjakvøldið inn- an varð filmurin frum- sýndur í somu høll. Ein skemtifilmur, sum snýr seg um venjingar kring operuna »Don Juan« hjá Mozart. Tey, ið skulu syngja, hava vant teirra part, men nýggi leikstjórin er maður við øðrum hugskotum, fremmandum arbeiðslagi og higartil ókendum útgreiningum. So, í film- aða leikinum eru ein røð av fløkjum, ið allar skulu rekjast, innan frumsýning kann verða. Hetta er annar filmur, sum Suzanne Osten leik- stjórnar. Filmurin, sum er tikin á Operuni í Stock- holm, varir 109 minuttir. Ummælararnir eru á gosi. Í Expressen skrivar Britta Svensson, at »Hesum fara tit ikki at trúgva. Hin seriøsa og turrisliga Suzanne Osten hevur gjørt eitt frambrot sum hin mest andborni filmsleikstjóri, landið hevur fostrað«. Filmsummælarin í Ex- pressen sigur, at »man lämnar biosalongen all- delels gråtfärdig av glädje«. Viðari sigur ummælarin, at sovorðið kann ein ikki gera, har sum Svensk Filmindustri og Jantelógin ráða. Hóast hetta, aftrar Osten seg ikki. Hon letur Brøðurnar Marx møta gamla Wolfgang Amadeus, so vit fáa blend- aða brotpartin »Brøðurnar Mozart«. Fellini og For- man eru ikki langt burturi, sigur ein ovurfegin Britta Svensson. Eftir loknan film hetta fríggjakvøldið fyri fimtan árum síðani, ganga tey bæði Oluf og Lisbeth Palme eftir Sveavägen. Á horninum, har Tunnelgatan krossar, støðga tey. Klokk- an er 23:21. Úr myrkrinum dygst við trínir ein skuggi og skot ganga av. Svenski forsætisráðharrin er skotin í ryggin. Bløðandi, fellir hann og er deyður. Avliden. Farin úr tíðini. Enn eitt skot ljóðar og Lisbeth kennir farran av kúlunum. Drápsskýggin hvørvir eftir Tunnelgatan og er burturi í myrkrinum yviri við trappurnar til David Bageres gata. Løtan stendur still, festir seg, frystir. Sum á filmi. Snarar og krýpir eftir gøt- uni. Seinni, er alt ov seint. Tí so náðileys er tíðin. Eingin SÄPO-vakt er á varðhaldi kring forsætis- ráðharran hetta fríggja- kvøldið í miðjum býi. Sjálvur hevur hann sent teir heim, tí hann vil njóta eitt fríggjakvøld við kon- uni. Og fólksligum undir- haldi í stórbýarinnar favni. Á løgreglustøðini er størri fløkja enn í film- inum um »Brøðurnar Mozart«. Fleiri løg- reglumenn fáa ikki boðini og halda fram í teirra van- liga arbeiði, sum einki var hent. Eingir vegir inn og út úr staðnum verða stongdir og endaligu boðini – rikslarm – ljóða ikki fyrr enn hálvur triði klokkutími er umliðin. Við boðunum fylgja tey tíðindi, at jugoslaviska fasistarørslan Ustasja stendur aftanfyri atsóknina móti svenska státinum. Tá náttin fellir á, leggur ein fimtan ára gomul genta blómur á blóðdálkaða morðstaðin. Leygardagin 15. mars verður Palme grivin. Borgarliga, úr býarborgini Stadshuset. Møttir eru 1700 gestir úr øllum heim- inum og fyri teimum stendur Ingvar Carlsson. Við hvítu børuna sigur hann nøkur orð meðan eitt barnakór, sett saman úr landsins 284 komm- unum syngur. Alt verður sent bein- leiðis í sjónvarpi. Friðar- og frælsismaðurin Palme verður lýstur og mintur. Eingin skurrandi parta- politikkur. Tað er løtan ikki til. Indiski Rajiv Gandhi heldur talu, og somuleiðis ST-aðal- skrivarin de Cuéllar og svenski kongurin Carl XVI Gustav. 132 lond eru umboðaði til jarðarferðina. Millum umboðini eru Atli Dam, Poul Shlüter, Jonathan Motzfeldt, Willy Brandt, Helmut Kohl, George Schultz, Nikolaj Ryzkov, Kenneth Kaunda og Yoko Ono. Eftir at børnini úr øllum svensku kommununum hava sungið »Vi räcker våra händer« og »Føgur er foldin«, syngur finn- landssvenska Arja Saijon- maa kilenska sangin í svenskari týðing »Jag vill tacka livet«. SSU-ungdómar føra hvítu børuna á reyðum vogni gjøgnum høvuðs- staðin, meðan fleiri enn hundrað túsund standa framvið. Reyðu fløggini úr øllum teim svensku arb- eiðarakommunum bylgja í gøtunum henda grákalda leygardag í mars. Á sjálvum gravstaðnum, Adolf Fredriks kirkjugarði, eru bara tey nærmastu við. Gjøgnum náttina ganga fólk í endaleysum røðum framvið, og sviar í øllum aldri og á øllum støðum tendra ljós og minnast Palme. Landsins filmur er slitnaður. Teskandi blóman hjá fimtan ár gomlu gentuni á morðplássinum, veksur og gerst til eitt blómandi róp um vernd og varskó fyri harðskapi og óndskapi, sum við eitt hevur gjørt seg inn á góðvarin fólk. Her hjá okkum. Síðsti filmur Palme Oluf Palme, sum varð føddur hin 30. januar 1927, var sosialdemokratiskur politikari, floksleiðari frá 1969, forsætisráðharri 1969- 76 og aftur frá 1982 til hann doyði hin 28. februar 1986 Staðurin, har Oluf Palme fyri fimtan árum síðani varð myrdur eftir at hava sæð filmin ”Bröderna Mozart” saman við konuni Lisbeth. Myndin er tikin morgunin eftir og enn hómast blóðblettirnir undir blómunum Philip Zandén og Etienne Glaser í filminum ”Bröderna Mozart” Jarðarferð Oluf Plames varð send beinleiðis í sjónvarpi úr Stadshuset í Stockholm hin 15. mars 1986. Ingvar Carlsson, sum tók við eftir Palme, talar við børuna. Í býarsalinum eru 1700 áhoyrarar og aftanfyri Carlsson hómast børnini úr teim 284 svensku kommununum. Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 5 VIÐMERKING Jógvan við Keldu Tað var við áhuga eg setti meg at lesa hugleiðingina hjá høvundinum Oddfríði Marna Rasmussen í Sosial- inum leygardagin 24. febr- uar undir heitinum »Gud er deyður«, har hann gevur til kennar sínar metingar og meiningar um tey 70% og so hini 30, sum eru smalsporað. Eg las hugleiðingina aðruferð, og síðani eina ferð afturat.. Ein rithøvundur er altíð áhugaverdur at lesa, tí hann er listarmaður. Hetta er hansara øki, her er breidd, dýpd og høgt til loft. Tí kemur hann vanliga við eini vitan, sum vit onn- ur ikki hava. Hann setur seg inn í mál og veit, hvat hann fer í holt við. Jean-Paul Sartre segði: »Frælsi hjá einum høvundi fevnir um at skriva eitt og annað, sum ongin hevði roknað við«. Oddfríður Marni Ras- mussen byrjar við at end- urgeva kenda heimsspek- ingin Friederich Nietzche fyri at siga, »Gud er deyð- ur«. – Við hesum hugleiðir hann um Gud í roynd og veru. Hann ger síðani tríggjar einfaldar sammetingar millum katolikkin, luther- anaran og muslimin, og eg spyrji meg sjálvan, meðan eg lesi, »ber alt til at siga og skriva, tá ein er høv- undur, hvussu grunt og tunt tað enn er, samstundis sum roknast kann við, at tað verður tikið fyri fult«. Hann eygleiðir víðari um 70 prosent av fólkin- um, sum tykjast at hava eina meira avslappaða til- veru við sínum kristin- dómi, meðan hini 30 pro- sentini »prædika fyri teim- um 70 prosentunum, at okkurt er, sum er rætt og okkurt sum er skeivt – mest okkurt sum er skeivt«. Og víðari sigur hann: »Fyri at fara aftur til tey 30 prosentini, so er teirra endamál af fáa so nógv við í himmalvognin sum gjør- ligt, og til hetta endamálið verður retorikkur brúktur«. Soleiðis heldur hann fram. Meira gleps enn hugleiðing Men síðani sigur hann nakað meiri áhugavert: »Eg royni ikki at prædika fyri øðrum um mína átrúnaligu sannføring ella mangul uppá sama (tó er hetta glepsið eitt undan- tak), so hví í verðini skal eg lastast við hesum orða- skvaldri«. Oddfríður Marni Rasmussen vil her geva fólki varhugan av, at hann her er vaknaður við kaldan dreym, hann hevur ong- antíð fyrr illneitast á tey trúgvandi í Føroyum, hann hevur verið tolerantur, av- slappaður, hóvligur og róligur. Her fellur høvundurin og hugleiðarin ígjøgnum. – Trýr hann veruliga, at fólk sum hava lisið grein hansara bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, at ikki eisini verður lisið millum linjurnar. Har stendur vanliga ikki so lítið hjá góðum høvundum. Hvørki fyrstur ella sein- astur Nú vit endurgeva høv- undar og heimsspekingar, so hava teir sagt so nógv. Voltaire, sum helst er ein hin størsti franski høvundurin og heims- spekingurin segði fyri umleið 250 árum síðani, at: »Bíblian er ein útlivað bók«. – Hevði hann í dag sæð, hvussu nógv høvuðbrýggj henda bók framvegis gevur hansara starvsfeløgum. Bert fyri at endurgeva ein annan høvund sum livdi í Ameriku frá 1836 til 1899, so tók hesin so dýran til, at: »Um tíggju ár verður bíblian ikki lisin«. Hvønn týdning hevði hetta fyri eftirtíðina, tað hesi báðir søgdu. Høvundurin er ikki iv- andi, men heldur at ein partur av teimum 30 pro- sentunum, ja, ella kanska øll hava ein »smalspor- aðan hugsunarhátt«. Nú er Oddfríður Marni Rasmussen ikki fyrsti høv- undur, og hann verður heldur ikki tann seinasti, um vit vera her eina tíð afturat, sum tekur soleiðis til um tey trúgvandi. Tey tolerantu Lat meg eisini siga honum, at hesin »toleranti menta- heimurin«, er ikki so tole- rantur sum hann heldur. – Hann er heldur ikki so breiður og víður sum hann trýr, og hann er enn minni vitandi enn hann billar sær inn, tá tað snýr seg um at vita, hvat býr í hvørjum menniskja, og hvussu ymisklig fólk eru í temperamenti, hugsan o.ø. Onkustaðni í greinini biður hann um eina frágreiðing um, hvat er blasfemi. Sjálvur hevur hann eitt dømi. Samstund- is, sum hann biður um hesa frágreiðing, tekur hann soleiðis til: »Tí um hesin Gud er til, er ógvu- liga sannlíkt, at hann doyði av látri, tá ið hann hevði skapt lítlu Føroyar«. Eitt og annað skínur ígjøgnum hugleiðingar høvundans. – Onkur spyr uttan iva, man hetta vera blasfemi. Tað er ikki so lætt, tí hesi »tolerantu« siga stundum, at »tey trúgvandi eru soleiðis, at tey »flúgva omanfyri tað heila og halda seg vera so góð«. Meðan onnur siga, at »tey trúgvandi, tað einasta tey hugsa um er pengar«. Meðan upp aftur onnur siga, at »tey hugsa bara um at snýta og bedraga«. Hetta eru ikki bara søgd, men skrivað orð enntá í »hugleiðingum«. Mangar meiningar og metingar av góðum monnum Lat meg taka eitt dømi afturat, sum fevnir um kristni-frálæru í skúlunum í Danmørk og í Føroyum. Bæði tey 70 prosentini hjá høvundinum og tey 30 prosentini hava í mong ár umrøtt, um kristnifrálæra skal vera í skúlunum, uttan at nøkur einvís niðurstøða er gjørd. Okkara góði gamli Grundtvig – sum eisini var Føroyavinur – helt fyri, at: »Er troen virkelig en skolesag«? – Her svarar hann: »Nej! Troen havde ingen plads i den offentlige skole. Troen var kirkens og præsternes sag. Og i øvrigt for vigtig en sag at betro skolelærere. Skulle troen overgives i skolelærerens hænder, var det først for alvor ilde fat med kristen- dommen«. Ja, hetta vóru so hansara orð. – Eg veit ikki um hug- leiðandi høvundurin tekur undir við hesum. Sjálvandi kundi eg hild- ið fram, um hvussu ment- anarligi heimurin sá út meðan Geldsted, Scherfig, Kirk og Heinesen dusaðu sær í kommunistisku uppgongdartíðini, sam- stundis, sum roynt var at halda yrkjaran og prestin Kaj Munk í tøgn heilt upp til okkara tíð, kanska inntil 1980ini og 90ini, tí hann ikki var kommunistur. Eisini, uttan at hetta skal verða tikið bíbliuni til inn- tøku, hava verið og eru framvegis nógvir trúgvandi høvundar og vísindamenn. Hetta hevur verið ein meg- intýdningur í lívi teirra. Um so Nietzsche sigur at »Gud er deyður« ella Rasmussen sigur at, »Um vit hyggja at tí føroyska samfelagnum í dag, so eri eg sannførdur um at Gud er deyður«, so reingja hesir báðir ikki nakran veru- leika. Hetta vóru bert nakrar hissini viðmerkingar frá einum leikmanni til hug- leiðingar hjá einum rithøv- undi, ið hvørki hevur sett seg inn í veruligu viður- skiftini, og tíðansheldur at hann er tolerantur, ella hevur vídd og breidd. ER GUD DEYÐUR? Jógvan við Keldu spyr, við støði í grein eftir Oddfríð M. Rasmussen í seinasta Vikuskifti, um okkara høvundar dagliga eru grunnir ella djúpri eygleiðarar Grunnir ella djúpri eygleiðarar? Jógvan við Keldu Nietzsche, sum vildi verða við, at Guð er deyður Bíblian hjá Sosialinum er dagliga frammi