Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart 6 Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 SAMRØÐA Birgir Kruse Leygardagin hin 10. mars klokkan fimtan er ferni- sering í Listaskálanum. Tá er á tólvta sinni upplat- ingardagur hjá Várfram- sýningini. Eitt heiti, sum neyvan nýtist nærri frá- greiðing, tí tað er ein institutión í føroyskari tilvitsku. Eingin er í iva um, hvat vit tala um. Hetta er einasta professionella og sensureraða myndlista- framsýning okkara. Formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk er Kári Svensson, sum sjálv- ur hevur verið virkin listamaður burturav sein- astu fimm árini. »Men eg var ikki meiri enn fimtan ára gamal, tá eg einsa- mallur stillaði út hjá Andor Eirikstoft í Fransabrekk- uni«, sigur Kári og smírist. Kári hevur í dag starvs- stovu, ateliér – beint yvir- av tiltikna sýnisglugganum hjá Andori Eirikstoft. Tað er á ovastu hædd í høl- unum hjá Frants Restorff, har bommfabrikkin einaferðina var. – Men er Várframsýn- ingin besti sýnisgluggin hjá føroyskari myndlist? »Okkara sýnisgluggi herheima í Føroyum er bara Várframsýningin. Í hvussu er, tá tað snýr seg um myndlist. Vit hava í høvuðsheitum ikki annað«, sigur Kári og nevnir ein annan norðurlendskan stað, sum Havnin á so mangan hátt kann sam- metast við. Tað er Akur- eyri, sum er á stødd við Havnina. Kári, sum hevur brúkt nógva orku at geva mynd- andi listini betri kor í høvuðsstaðnum, vísir á, hvussu nógv longri tey har eru komin enn vit. »Á Akureyri hava tey trý gall- arí. Vit hava í veruleik- anum einki, hóast Býráðið altíð hevur latið okkum Smiðjuna í Lítluvík og nú eisini nýggja sýn- ingarmøguleikan við Snar- skivuna«, sigur Kári. »Hølini eru fín til sítt brúk, men hetta eru ikki professionell gallerí. Og veruligan listaskúla, hann hava vit heldur ikki. Men aftur á Akureyri – har er sovorðin skúli og haraft- urat trý gestaateliér til vitj- andi. Landsmenn ella út- lendingar. Einki sovorðið hava vit, hóast tað væl kundi fingist í lag. So her er nógv at náa«, sigur Kári Svensson, sum síðani árs- skiftið hevur verið for- maður í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Hinir nevndarlimirnir eru Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen, sum er skrivari og Tróndur Patursson, sum er kassa- meistari. Tað er tó ikki felags- nevndin, sum ger av, hvør sleppur gjøgnum nálar- eygað at sýna fram á árligu Várframsýningini. Um- framt felagsnevndina, verður eisini ein úrvals- nevnd vald, tá aðalfundur er. »Á aðalfundinum koma uppskot frá limunum, sum eru í felagnum, har tey siga sína hugsan um, hvør skal vera við í úrvals- nevndini, ella sensur- nevndini, sum vit eisini siga. Tey verða vald fyri trý ár, ein nýggjur hvørt árið«, sigur Kári. Í núverandi úrvalsnevnd sita Tróndur Patursson, Tita Vinther, Amariel Norðoy og ein tiltakslimur, sum er Jens Frederiksen. Nýggjastur í nevndini er Amariel, sum varð valdur um ársskiftið og so situr í trý ár. Tað eru tey, sum í hesum døgum velja út og skipa framsýningina í Listaskálanum. Jens er eisini nývaldur nevndar- limur í Listasambandi Før- oya. »Minst fimm verk skulu verða send inn til Várfram- sýningina, so úrvalsnevnd- in kann døma eftir og meta um, hvar viðkomandi lista- fólk er í listini, so ein eind kann síggjast og metast kann um, hvat viðkomandi hevur uppá hjartaðí tí, sum hann ger«, sigur Kári um arbeiðið hjá úrvalsnevnd- ini. »Sjálvandi broytist tað frá ár til ár hjá viðkom- andi. Tað er altíð so við listini. Onkuntíð afturstig, men oftast rætta vegin. Tað er tað, sum eyðkennir góða list: broytingin, sum er alla tíðina«, sigur Kári Svensson. – Hvat siga tey vrakaðu, ella tey sum eru ónøgd við plasering á Várframsýningini? »Eg haldi, at tað er umráðandi, at tey, sum senda listaverk inn, altíð hava tað í huga, at tey kunnu blíva vrakaði og ikki sleppa gjøgnum nálareygað«, undirstrikar Kári Svensson, sum sigur, at hesi onkuntíð spyrja hví, tey vóru vrakaði. »Eg trúgvi, at tann rætti tankin í tí føri er, at venda tað til nakað positivt og siga sum so: hetta var kanska ikki nóg gott, eg má gera tað betri næstu ferð. Og so arbeiða víðari«, sigur Kári, sum er royndur í fakinum. Orsøkin til, at listaverk ikki sleppa við á Várfram- sýningina kann tó eisini verða, at tey innsendu vrakaðu listaverkini ikki passaðu inn í ta heild, sum úrvalsnevndin hevði hugsað sær. »Samanum- tikið hoyra vit sjálvdan frá fólki, sum spyrja hví, ella eru ónøgd við plasering á Várframsýningini. Ja, í roynd og veru er tað mær vitandi ongantíð hent, at plasering hevur elvt til ónøgd. Men hetta er sanni- liga ikki ókent uttanlands«, sigur Kári Svensson. – Hava tit professionella hjálp at hanga upp? »Nei, vit hanga alt upp sjálvi og hava ongantíð havt professionella hjálp enn. Og tað er ikki tí, vit ikki hava brúk fyri tí. Aðrastaðni brúka tey bara professionell fólk. Men her eru tað listafókini sjálvi, sum vald verða út, sum VÁRFRAMS NING. Leygardagin hin 10. mars letur Várframsýningin upp. Kári Svensson er formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum á tólvta árið skipar fyri hesari framsýning, har ein úrvalsnevnd velur, hvør sleppur við. Og í ár sleppa eisini ummælarar við. Ein føroyskur og ein danskur. Men ikki er vist, at Várframsýningin altíð fer at verða á hvørjum ári og um várið Várlist Tita Vinther og Amariel Norðoy hanga upp í Listaskálanum, har Várframsýningin letur upp um eina viku Mynd: Jens K. Vang eisini hanga upp. Altso ikki úrvalsnevndin, men limir í felagnum, sum onkursvegna vísa hegni og áræði, kanska nettupp tí, tey eisini hava eyga fyri at hanga upp«, sigur Kári Svensson, sum tó heldur, at rættast hevði verið, at úrvalsnevndin fyrst valdi út og síðani fekk eina professionella nevnd – kanska útlendska – at seta framsýningina upp. »Men fígging er ikki til tað; men sigast má, at vit hava góð listarfólk, sum duga væl at síggja heildir og annars at skapa framsýnginina. Men, sjálvandi, rættast hevði verið, at professionell fólk, sum einki hava við okkum at gera, hongdu upp«, sigur Kári Svensson. – Men professionellir ummælarar eru bodnir við í ár. Hvør er orsøkin til tað? »Vit hava havt alt ov lítið av professionellum ummælarum seinastu árini. Bæði tá tað snýr seg um skriving og kjak annars. Vit hava ongan ummælara, sum er professionellur og býr í Føroyum«, sigur Kári. »Men vit hava sæð Kinnu Poulsen og Jens Frederiksen. Tey eru tey einastu, sum eru profess- ionell, sum skriva. Hetta verður ikki soleiðis í ár«, lovar Kári. »Nú fáa vit tveir listaummælarar – kunstkritikarar – sum búgva uttanlands, annar er Kinna, sum býr í Keyp- mannahavn, og so ein danskur ummælari, sum eitir Max Willmann, sum er blaðstjóri á Kunstavisen í Danmark.« »Max er kendur maður, sum skrivar nógv um list, bæði sum ummælari og sum blaðmaður annars. Vit royna í ár at fáa hesi bæði at skriva um okkara vár- framsýning – sum kritikk – bæði til okkara egnu bløð herheima og til donsku Kunstavisen«, sigur Kári, sum skoytur uppí, at ætlanin er eisini at fáa í lag eitt kjak um Várframsýningina, til dømis í onkrum av loftmiðlunum, har hesi bæði, Kinna og Max, kanska kunnu leggja upp til kjak um evnið. »Endamálið er at kunna vísa á, at eisini vit í Føroyum hava eina sensureraða framsýning, nevniliga Várfram- sýningina«, sigur Kári, sum sigur, at Kunstavisen verður seld víða hvar. Eisini á søvnum. So hetta er avgjørt ein liður í skilagóðari marknaðarføring av før- oyskari list. – Men hví um várið? »Fólk flest hava hildið, at várið er bæði gott og hóskiligt tíðarskeið, at byrja eitt føroyskt listaár, so at siga«, sigur Kári Svensson. »Og hetta er so tólvta árið, vit fara undir. Men beinleiðis hví, vit hava hildið fast um várið øll hesi árini, veit eg ikki. Haldi tað man vera sjálvt tíðspunktið, sum arbeiðs- liga hevur hóskað best. Jólini eru farin aftur um bak og stundir hava verið at fyrireika og verða við í eini framsýning, har strangari krøv enn vanligt verða sett. Ein góð og heimlig byrjan uppá árið«, heldur Kári, sum tó spyr seg sjálvan og vil leggja upp til kjak um, um hetta er tað rætta og einasta rætt. »Vit hava kjakast um tíðarkarmin í nevndini og á aðalfundum annars. Limirnir hava gjørt vart við, hvat teir halda um heyst og um summar, men altíð hava vit vent aftur til várið sum tíðarkarm fyri úrvalsframsýningini,« sigur Kári. »Men nógv av okkara listafólkum, sum burturav liva sum listafólk, eru eisini limir í lista- feløgum uttanlands, og eru so nógv upptikin í sam- bandi við gallarí hesa ársins tíð uttanlands. Hvat satsar man so uppá?«, spyr Kári og vil lata spurningin hanga í luftini eitt bil. »Satsar man uppá hina føroysku framsýningina um várið, ella útlendsku klubbarnar og sýningar- støðini?« Kári Svensson sigur, at seinastu árini hava lista- fólk lagt størri dent á tær framsýningar, sum eru uttanlands. Tí hava føroysk myndlistafólk av nýggjum kjakast um, hvørt tað er rætt at flyta Várfram- sýningina til aðra tíð á árinum. »Eg eri í hvussu er heitur uppá at fáa tað broytt til aðra tíð á árinum«, sigur Kári »Eina tíð, sum hóskar betur hjá okkum og til okkara arbeiðslag, so best fæst burturúr.« »Vit hava tosað í nevndini og á aðalfundum um, at leggja okkurt árið burtur ímillum. Tað kundi verið áhugavert at roynt. Fyri kanska at gjørt framsýnginina meiri attraktiva, eisini hjá listarfókunum«, sigur Kári. »Og so kundu vit gjørt meiri burturúr; fylt allan Skálan til dømis. Og kanska bjóða einum útlendskum gesti við. Ella onkrum, sum nevndin hevur sæð verið serliga arbeiðssaman – føroyingur ella útlendingur – so hetta listafólkið kundi fingið eitt rúm fyri seg sjálvan. Skal ein sovorðin framsýning fáast í lag, so kann tað bara verða annað hvørt ár. Men so mikið meiri spennandi hevði tað verið,« sigur Kári Svens- son, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk. Limur í felagnum Føroysk Myndlistafólk kann ein gerast, tá tú tríggjar ferðir hevur sýnt fram á Várframsýning- unum. Listafólkið, sum vil gerast limur, skal hava víst hegni og áræði á fram- sýnignum og í arbeiði við list yvirhøvur. »Og vísa á aðrar framsýningar eisini; verða aktivur«, sigur Kári, sum leggur aftuart, at einki krav er um formella útbúgving. »Eg byrjaði sum sekstan ára gamal at reka handil saman við familjuni. Men mamman var tað, sum skumpaði tann listarliga vegin«, sigur Kári, sum fór niður at læra, men var ikki drúgvur á Flatlondum. »Eg lærdi nógv meiri heima«, minnist Kári, sum hesa tíðina arbeiddi fleks-tíð í handli og so smátt við list eisini. »Fimtan ára gamal sýndi eg fram hjá Andor Eirikstoft í Fransabrekk- uni, so áhugin fyri listini hevur altíð verið stórur«, sigur Kári, sum seinastu fimm árini hevur arbeitt sum listamaður burturav. »Fyrr hevur tað ikki borið til«, sigur Kári, sum er umbiðin við framsýning- um komandi trý árini. »Hvat separatframsýn- ingum viðvíkur er ka- lendarin fullur og komandi trý árini verða ikki fleiri enn tær avtalaðu«, sigur Kári. Hann hevur avtalur um einstaklingaframsýningar í Viborg síðst í mai, París í heyst og síðani møguliga so langt bururturi sum í Japan. Í Svøríki og Noregi eru gallarí, sum vilja hava Kára Svensson sum fastan útstillara. »Tað er á framsýningum burturi í øðrum londum, at ein fær knýtt virðismikil sambond«, sigur Kári og nevnir Art Copehagen og Art Herning, sum eru listastevnur undir einum taki, eins og fiskivinnu- stevnur. »Tað er einki annarleiðis við listini«, sigur Kári. »Her hittast fólk, ið hava áhuga fyri evninum. Úr øllum heim- inum. Tað er áhugin, ið savnar tey. Var til dømis í París á felagsframsýnign við tíggju øðrum lista- fólkum í november í fjør. Ikki færri enn 200.000 fólk vitjaðu«. – Er nøkur broyting at hóma innan føroyska myndlist hetta tólv ára skeiðið, tit hava havt Várframsýning? »Hesi tólv árini er hent óalmindiliga nógv í føroyskari list. Nýggj koma til; yngri fólk við góðum gávum, sum seta prís uppá at lata inn til eina sensueraða fram- sýning. Nógv av hesum, sum kanska eisini eru uttanlands í dag, síggja listina uppá eina annan máta, enn tey eldru og meiri traditionellu. Jú, í so máta er nógv broytt hesi tólv seinastu árini í føroyskari myndlist. Broytingin er eisini tey krøvini, sum man yvirhøvur hevur sett til framsýningina, sum sjálv- andi eru strong. Men vit kunnu síggja, at tað er stór broyting í føroyskari list og tað verður tað eisini komandi árini«, metir Kári Svensson. »Men standmyndir sakni eg«, sigur Kári, sum avdúkar ein áhuga fyri hesum sjáldsama parti í føroyskari myndlist. »Umframt Janus Kamban, eiga vit bara tveir á hesum øki. Teir eru Andreas Andreasen, sum er í Føroyum og Hans Pauli Olsen, sum býr í Keypmannahavn. Og so Tróndur, sum kombi- nerar«, sigur Kári, sum sjálvur ætlar sær at fara undir arbeiðið við stand- myndum, tá hann fær nýtt, egið ateliér. »Túsund ting mæla í høvdinum, tá tú nevnir standmyndir«, sigur Kári. »Vit eru tríggir hjá Frants í løtuni. Tað er gott nokk, men ikki hóskiligt til standmyndir, sum eg hugsi um. Eg havi tí sókt mær byggiloyvi á Velbastað, at fáa hóskandi øki til at byggja mítt egna ateliér og vænti mær svar fyrsta dagin. Vóni tað verður eitt ja«, sigur Kári, sum hevur greiðar ætlanir um, hvussu eitt tílíkt ateliér skal verða. »Eg sakni, at man frá kommunalari síðu hevur tikið stig til eitt listarligt øki, so sum man hevur aðrastaðni. At kommunan stillar øki til taks, til keyps ella leigu. Sum einstak- lingur kanst tú illani for- renta eitt dýrt ateliér. Tá tú stillar út, taka allar flestu gallarí helvtina í avgjaldi. Tá er so lítið eftir til lista- mannin sjálvan, sum umframt at liva, eisini skal rinda fyri amboð, skatt o.s.fr. So eitt listagil, átókt tí á Akureyri hevði verið heppið at fingið skapt í Havnini«, sigur Kári Svensson. – Myndlistabókin er frígivin, hevur tú nakra viðmerking til tað? »Eg haldi tað er gott, at hon er frígivin. Havi ongantíð skilt, hví ein einstakur persónur skal hava sovorðna makt«, sigur Kári Svensson um Emil Juul Thomsen, sum beint fyri jól fekk lagt hald á nýggju føroysku mynd- listabókina, sum Bárður Jákupsson skrivaði og forlagið Sprotin gav út. »Hann (Emil, red.) hevur gamaní tosað um eina listarliga bók, men hon er aldri komin. Mynd- listabókina sum heild skulu vit verða glað fyri«, sigur formaðurin í Mynd- listafelagnum. »Men persónliga vil eg siga, at man skuldi heldur havt skorið 30% av lista- verkunum úr bókini, ella gjørt 50 síður fleiri. Soleiðis, at myndirnar í síni heild fingu luft og pláss í bókini. Útgevarin hevur kanska viljað ov nógv. Eitt róligari og flottari úrslit hevði verið, um layout arbeiði varð betri. Sakni kanska at ikki fleiri fólk hava verið við í tilgerðini, samansetingin av myndum, hvørjar myndir eru valdar og hvussu. Men hetta er ein kærkomin bók. Og stórt rós til Bárð, at hann er so ótrúliga effektivur og arb- eiðssamur, yvirhøvur at kunna fáa ein sovorðna bók á skafti«, sigur lista- maðurin Kári Svensson. Leygardagin hin 10. mars letur hin tólvta Várframsýningin upp. Opið verður í tvær vikur og ivaleyst verður høvi hjá leikum og lærdum at skifta orð um bæði list og ólist. Innan og uttanfyri Skálans gátt. Um hvat, ið er list og hví og um tað, sum onkur heldur ikki verða list og hví. Jú, enn er várið fruktagott til sovorðið kjak. Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 7 Kári Svensson fegnast um at nýggja listabókin »Myndlist í Føroyum« er frígivin, eftir at Emil Juul Thomsen fekk fúta- bann sett móti henni. »Havi ongantíð skilt, hví ein einstakur persónur skal hava eina sovorðna makt«, sigur Kári, sum tó hevur hug at finnast at einstøkum pørtum í bókini. Mynd: Jens K. Vang