Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. mars 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart MENTAN Birgir Kruse Á eykaaðalfundi hin 21. februar var øll starvs- nevndin í Listafólka- sambandi Føroya skift út. Tey trý í nýggju nevndini hava longu havt fund, men ikki fyrr enn hósdagin í næstu viku verður sjálvt vaktarskiftið. Tá fer gamla nevndin frá og hin nýggja tekur við. Hósdagin verður eisini kunngjørt, hvussu nevndin skipar seg, frættist frá fundi, sum var miku- kvøldið. Higartil hava tey trý, sum hava sitið í nevndini umboða tónleikin og arki- tekturin. Brandur Øssurs- son og Sharon Weiss eru bæði kend innan ávikavist jazz og fólkatónleikin, meðan formaðurin Jórun í Dali, er arkitektur og so- statt umboðar Arkitekta- felag Føroya í Listafólka- sambandinum. Nývalda starvsnevndin er mótvegis hinari fráfarnu sett saman av tveimum monnum og einari kvinnu. Fyrstvald er Jenny Pet- ersen, sum er kend úr sjón- leikarahøpi bæði her í landinum og úr Noregi. Hon er í starvi hjá yrkis- sjónleikarabólkinum Grímu í gamla Meiarínum í Havn. Jenny Petersen umboðar sostatt Leikara- felag Føroya í Listafólka- sambandinum hetta kom- andi skeiðið. Jenny er úr Havn og sum hon segði í skemtiligari útvarps- sending fyri stuttum, so er áhugin fyri sjónleiki ikki óvæntaður. Eisini pápin, Kári Petersen, hevur verið nógv at sæð á pallinum í Sjónleikarhúsinum. Hann er við í aktuella vár- skemtinum á júst hesum palli. Nývaldu menninir í Listafólkasambandinum eru Oddfríður Marni Ras- mussen og Jens Frederik- sen. Oddfríður, sum er ætt- aður heiman av Sandi, er rithøvundur og fekk í heyst einastu bókmentavirðisløn okkara, virðisløn M. A. Jacobsens. Oddfríður hevur givið út fleiri yrk- ingasøvn og hevur sum einasti føroyingur útbúgv- ing frá Forfatterskolen í Danmark. Í vetur hevur hann við hepnari hond undirvíst á Føroya Fólkaháskúla í kynstrinum at skriva undir heitinum »liva-skriva«. Oddfríður umboðar Rit- høvundafelag Føroya í nývaldu starvsnevndini í Listafólkasambandinum. Jens Frederiksen, sum er ættaður úr Danmark, er listamaður og listaum- mælari. Hann starvast dag- liga sum lærari í Studenta- skúlanum í Hoydølum og umboðar Felagið føroysk Myndlistafólk. Jens er eisini tiltakslimur í úrvals- nevndini hjá sama felagi, ið júst nú velur út listaverk til árligu Várframsýningina í Listaskálanum. Henda framsýning letur upp næsta leygardag. Hvør av hesum trimum verður formaður í Lista- fólkasambandi Føroya, ella LISA, sum sagt verður í dagligari talu, er enn ikki greitt. Í stuttari viðmerking eftir nevndarfund miku- kvøldið verður sagt, at hósdagin í komandi viku verður tíðindafundur. »Samstundis sum hin nevndin fer frá, traðka vit til. Og tá verður sagt um hvussu og hvørjum tann nýggja nevndin fer at arbeiða við«. So mentunarliga tilvitskan má leggjast í dvala til næsta hósdag klokkan 15. Tað verður spennandi. Orsøkin til henda spenning finna vit í, at meðan fyrrverandi nevndin hevur umboða arkitektur og tónleik, fer nývalda nevndin at um- boða leiklist, bókmentir og myndlist. Soleiðis beint eftir nevndarsessunum og sæð í mun til teir felags- skapir tey koma úr, sum tað sæst á nýggju heima- síðuni hjá felagsskapinum www.lisa.fo Heimasíðan er eitt hent amboð, verður hon brúkt og javnan dagførd. Nýggja nevndarvalið er longu lagt út á síðuna, eins og lesast kann um altjóða tiltøk av mentunarligum slagi. Eisini er síðan interaktiv, so brúkarar kunnu leggja ymiskt inn á hana. Í samrøðu við fráfarna skrivaran her í blaðnum varð staðfest, at eitt av aðalmálunum hjá LISA er at arbeiða fyri fáa til vega karmar, sum føroysk listafólk kunnu trívast og virka í. Í hesum sambandi nevndi Malan Johannes- sen, fyrrverandi skrivari, at mentanarnevndin hjá Løg- tinginum eitt nú vildi hava felagsskapin at gera við- merkingar til uppskotið um Mentanargrunn. Grunnurin er farin til verka við Róa Paturssyni sum formanni og Paulivar Andreassen sum skrivara. LISA er umboðað bein- leiðis í hesi nevnd. Júst í hesum døgum viðger nevndin í Mentunargrunni Landsins á fyrsta sinni 37 umsóknir um starvsløn til føroysk listafólk. Samlaða upphæddin til hetta enda- mál er hálv onnur millión, ella tilsamans 84 mánaðir. LISA hevur eisini skyldu til at manna ymsar aðrar nevndir. Eitt nú er felagið umboðað í nevnd- ini, sum letur stóru Ment- unarvirðislønina hjá land- inum, men eisini í privatu nevndini, sum letur gávugóðs og møguligan stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, sum herfyri læt Rannvá P. Kun- oy fyrsta gávugóðsið. Samanumtikið hevur LISA altíð eitt tætt sam- starv við Mentamálastýrið og tað sum har fyriferst. Eisini hevur felagsskapurin samstarv við líknandi fel- øg í øðrum londum og rekur egna skrivstovu á ovastu hædd í Skansa- stovu, yvir við Strond í Havn. Skrivstovuhaldið verður fíggjað við játtan á fíggjarlógini. Sosialurin ynskir nývaldu starvsnevndini í Listafólkasambandi Føroya góðan byr hetta komandi skeiðið. 8 Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 Hvør verður formaður? LISA. Vaktarskifti er á listarliga økinum. Bæði starvsnevnd og skrivari eru farin frá og nýggj nevnd komin til í Listafólkasambandi Føroya. Fyrstvaldi nevndarlimur er Jenny Petersen og afturat henni teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Jens Frederiksen. Fyrsta uppgávan er at finna nýggjan skrivara fyri Maluna Johannessen, sum hósdagin byrjaði aftur í gamla starvinum í Sjónvarpinum. – Fram ríður Oddfríður… – Biðla við Jenny … – Ella verður tað Jens Edilingur? Myndir: Jens K. Vang. Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001 9 Tjóðskapur og sjálvstýri GAMLI SLOAN. Vekingarrørslan, sum William Sloan kom við til Føroya í 1860´unum var eingin politisk rørsla. Tvørturímóti. Men tað skerst kortini ikki burtur, at viðurskifti hennara við ein tann rótgrónasta, viðtøkasta og sterkasta stovnin hjá donskum yvirvaldi í Føroyum á avgerandi hátt var við til at skapa tann iva og kanska áræði við hjá vanligum fólki, ið var neyðugur til at skipa seg politiskt móti donskum yvirvald. Og tað var jú fyritreytin fyri, at sjálvstýriskravið kundi fáa høvdið fyri seg í føroyska samfelagnum, sigur Carl Johan Jensen, rithøvundur, í hesi hugleiðing um tjóðskap og sjálvstýri HUGLEIÐING Carl Johan Jensen Eitt sum javnan verður havt á lofti í kjakinum um framtíðarstøðu Føroya – og helst í tí slættligara endanum – er, at sjálv- stýrisstrevið bæði nú og fyrr stendur á einari, um ikki deyðari, so ið hvussu er trænaðari rót, men tað er tjóðskaparhugsjónini. Henda hugsjón fekk so smátt røtur undir seg á okkara berligu klettum í tíðini eftir, at einahandils- skipanin varð avtikin og samfelagið skifti ham frá at vera eitt mentunarliga fast skorðað bóndasam- felag til at vera eitt nútíðarligt fiskivinnusamf- elag, har grundirnar vóru farnar at rembast undir sjálvstilvitinum hjá fólkinum. Tað er eingin ivi um, at tjóðskaparrørslan, henda rørslan, sum m.a. Hans Jacob Debes professari hevur lýst í doktararitgerð síni »Nú er tann stundin...« (1982) hevði støði fyrst og fremst í romantiskari fagurspeki og hugmyndum hennara, sum knýttu tjóðskapin óloysiliga at máli og mentan. Tá ið tjóðskapar- rørslan av fyrstan tíð ger vart við seg í føroyska studentaumhvørvinum í Keypmannhavn, kemur hon tískil fram í skald- skaparlíki, í seinroman- tiskum yrkingum og sang- um, sum í størri og minni mun eru kveikt av einari tregablandaðari kenslu fyri føroyskum máli og mentan og teirri vanlagnu, teimum er vís í eini samtíð, ið eyðkennist av eirindaleys- ari broyting og órógv. Tjóðskaparrørslan kyknaði, eins og Jørgen Frantz Jacobsen skrivar í eini grein frá 1936, sum eitt kenslulag, sum ein romantisk upplyftan. Tá ið rørslan síðani tekur seg upp her heima í Føroyum og tann tiltikni fundurin annan jóladag 1888 verður hildin, er uppstøðan enn tann sama. Høvuðsdenturin liggur, sum tikið verður fram í innbjóðingini til Jólafundin, á at »verja Förja mál og Förja siðir«. Tjóðskaparrørslan er so- statt fyrst og fremst eitt móttiltak móti teimum við- urskiftum, ið skapast av vinnulívsgongdini í Føroy- um eftir einahandilsav- tøkuna og ljóðbotnur henn- ara eru eina helst tey, ið umboða tað valdið í Føroy- um, sum var treytað av og hekk á, at aldargomul kor og lívslag varðveittust, eg hugsi eitt nú um bøndur, prestar og tann partin av embætisveldinum, sum føroyingar høvdu hevdað sær eitt nú sýslumansem- bætini. Í nógv minni mun var rørslan eitt tiltak, sum vendi sær ímóti teirri po- litisku skipanini. Rørslan er spakfør í krøvum sínum, næstan eyðmjúk og tað verður í heilum tikið fram og strikað undir at »at man ikke ville det danske Sprog eller Danskerne til livs«, ið hvussu tað so skuldi borið til. Kortini hevur tað verið og er enn vanlig hugsan bæði hjá leikum og lærd- um, at tjóðskaparrørslan er tann grund, ið alt sjálv- stýrisstríð í Føroyum, síð- ani 1889 hevur bygt á. Tjóðskaparrørslan sáddi, verður sagt, tann fyrsta ivan um danskan myndug- leika í Føroyum, tann ivan, sum í tjúgundu øld vaks til eina politiska samtak móti donskum ræði í Føroyum og m.a. førdi til, at vit vórðu loyst úr amtshaft- inum eftir annan heims- bardaga. Men er tað nú heilt beint? Sjálvur ivist eg. Ikki fyri tann skyld, at eg vil tvørtaka fyri, at tjóð- skaparkensla eins og vit t.d. kenna hana úr Føroya Fólks sangbók hevur verið ein umráðandi táttur í at lagfesta føroyskt sjálvstil- vit, ið teirri roksamu øld, sum nústani er afturáløgd. Politiskan týdning aftur- ímóti hevur hon yvirhøvur bert havt í tann mun danskir myndugleikar, ið varðaðu av Føroyum, illa ella als ikki skiltu ella vildu skilja, at viðurskiftini her vóru onnur enn í Danmark. Danskir polit- ikkarar og myndugleikar hildu leingi (og halda fyri ein stóran part enn), at tað bar til at seta føroyingum somu kor, sum øðrum donskum borgarum í ein- um og øllum og hildu t.d. tvørliga upp á, at skúla- skapur í Føroyum ikki kundi skipast øðrvísi enn í Danmark. Tað bøtti heldur ikki um, at embætisveldið og ein sjáldsama bak- rógvin sambandsflokkur, ið frá 1906 og langt fram í tretivu árini at kalla høvdu alt tað politiska og fyri- sitingarliga valdið í hondum, illa dugdu á at skyna, hvat, ið var í gerð í samtíðini, men hildu, at danska ríkið ikki bert kundi stuðla undir framvøkstur í Før- oyum, men beinanvegin skuldi bera føroyingum hann uttan, at nakað fór av lagi hjá teimum sjálvum og uttan at tað kostaði nakað. Soleiðis sum alt sostatt lá fyri bæði í Føroyum og við hugburðinum hjá donskum myndugleikum, var einki at undrast á, at føroyskur tjóðskapur kom í eina støðu, sum bæði var tvørs- agnarkend og hugstoytt. Politikkarar, ið vóru tí at vísa seg óvikandi og stív- renda danska valdinum hollir, vaktu eitt mistreysti upp hjá einum stórum parti av tí føroyska fólkinum ið so við og við vendi sær ill- kennandi frá sínum egna og at enda við eini so- vorðnari lítilsvirðing, at tað mátti elva til stríð og í flestu førum óneyðugt stríð, eitt nú um skúla- og kirkjumál. Hetta stríðið armaði tað politiska lívið Føroyum út í tjúgunum og mest øll tretivuárini við. Tað eru í høvuðsheitum tvær megingrundir til, at eg ikki haldi, at tað er rætt at siga, at tjóðskaparrørsl- an einsamøll var jarðar- botnur fyri sjálvstýrisstríð- num. Í fyrsta lagi var rørslan ikki, sum mangan verður hildið fram, ein alfólkalig, men eins og sipað til í áðni, ein borgarlig ment- amannarørsla, ið verri enn so øll hildu seg hava áneyðir at taka støðu til. Undirtøkan rørslan fekk millum fólk var eisini av- markað og datt eftir rætti- liga stuttari tíð niður í einki. Longu fyrst í farnu øld steðgar tað virksemið, ið hon íbirti, eitt nú blaðút- gávan. Tað sum livdi eftir av rørsluni síðani stirvnaði sum frá leið og hon hevur ongantíð aftur heldur evn- að at gera seg leysa við longsulin eftir tí farna ella við gamlar og útgingnar hugsjónir. Í øðrum lagi eru tjóð- skapur og sjálvstýris- stremban ikki endiliga at- vold og fylgja í somu til- gongd. Dømi um tað eru eitt nú Australia, ið fekk fullveldi í 1904, Nýggja Í tí gamla føroyska samfelagnum, sigur Kristian Osvald Viderøe – og tað staðfesta aðrar keldur við –, var kirkjan álitið hjá fólkinum og hjartað í bygdalívinum. Virðingin fyri kirkjuni og myndugleika hennara var ósvikalig og treytaleys William Sloan kom til Føroya fyrstu ferð miðskeiðis í 1860´unum og eitt av tí, sum eyðkendi boðskap hansara og eisini sermerkir vekingarrørslur eitt nú Bretlandi í 19. øld, var andstøða móti læruni hjá ríkiskirkjuni. Myndin er tikin í 1911, tá Sloan var 73 ára gamal