mánadagur 5. mars 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
10
Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001
Sæland og fleiri afrikansk
lond, har fólk við ymsum
tjóðskapi hava staðið sam-
an um at vinna sjálvstýrið
innan sama landamark.
Fleiri dømi eru eisini um,
at tjóðskaparlig serstøða
ikki hevur verið ein íleið-
ing til at seta fram krøv
um politiskt sjálvstýri, eitt
nú eru frísar dømi um tað.
Eyðvitað kunnu tjóðskapur
og tjóðskaparkensla kortini
stuðla upp undir eina sjálv-
stýrisstremban, men byggir
slík stremban á tjóðskapin
einsamallan, verður hon
aldri annað enn ein
viðfáningur.
Í triðja lagi er tað løgið,
at ein rørsla, ið ivaleyst
eisini er ein tann mest av-
leiðingaríka rembingin í
føroyskari mentunarsøgu
tey seinastu hundrað og
hálvtrýss árini, nær um
ikki fær innivist í føroysk-
ari og fyri alt tað danskari
og aðrari útlendskari søgu-
skriving um sjálvstýris-
málið. Eg hugsi um
vekingarrørsluna. Kristian
Osvald Viderøe hevur í
bygdasøguliga seksbinda-
verki sínum Saga (1991-
1994) lýst, hvussu tað
gamla føroyska bygda-
samfelagið gekk til grund-
ar við sínum sermerkta
lívslag og siðum. Í tí
gamla føroyska samfel-
agnum, sigur Viderøe – og
tað staðfesta aðrar keldur
við –, var kirkjan álitið hjá
fólkinum og hjartað í
bygdalívinum. Virðingin
fyri kirkjuni og myndug-
leika hennara var ósvikalig
og treytaleys. Eisini eigur
at vera havt í huga, at
kirkjan hevði eina sterka
valdastøðu í føroyska
samfelagnum væl inn í
tjúgundu øld og var hartil
tann parturin av danska
yvirvaldinum í Føroyum,
sum flest fólk í landinum
komu í takføri við í geran-
disdegi sínum. Kristian
Osvald Viderøe setur í
Saga fram ta grundáskoð-
an, at upploysingin, sum
fór at gera vart við seg í tí
gamla føroyska bygdasam-
felagnum í seinnu helvt av
19. øld, ikki var ein sam-
felagsliga ella søguliga
fyrilagað tilgongd, ið
hvussu er ikki nútíðarligari
merking. Kveikin, sum
fekk alt í gongd og hevði
við sær, at øll andlig og
mentunarlig viðurskifti at
enda lógu í sundurloysn,
heldur Viderøe vera lær-
una, sum William Sloan
slóðaði fyri í Føroyum, og
framferðina hjá samkom-
unum, ið vóru stovnaðar
við støði í hesum boð-
skapi. William Sloan kom
til Føroya fyrstu ferð mið-
skeiðis í 1860´unum og eitt
av tí, sum eyðkendi boð-
skap hansara og eisini ser-
merkir vekingarrørslur eitt
nú Bretlandi í 19. øld, var
andstøða móti læruni hjá
ríkiskirkjuni. Tann fyrsta
røðan William Sloan flutti
fram í Føroyum, hon var á
donskum og varð hildin á
einum útimøti á Konga-
brúnni, er prentað í bókini
– men Gud gav vøkst (19-
92) eftir Sigurd Berg-
hamar. Í taluni segði Willi-
am Sloan m.a. á heldur
bronglaðum donskum:
Nogen folks tanke som de
ere Christens hvis de til-
hørte at den Kirke; der er
falsk at er en Satans Løgn
at bedrage dem og lede til
Helvede. Hann skuldi
eisini, um Kristian Osvald
er eftirfarandi, á einum
øðrum møti peika áhoyrar-
unum á spírið á Havnar-
kirkju, ið sást daga upp um
húsatekjurnar, og halda
fyri, at um hatta hús stóðu
helvitis logar.
Hava vit tátíðarumstøð-
urnar her á landi í huga, er
lítið at ivast í, at hóast
ørindini hjá Williami Sloan
sjálvandi fyrst og fremst
vóru at vekja fólk til and-
liga ella trúarliga um-
hugsan, so mátti slík tala
kortini kennast sum ein
politiskur landskjálvti,
annaðhvørt maðurin, ið
orðini átti, visti av tí ella
ikki. William Sloan eggjar
jú fólki at venda einum av
meginstovnunum hjá
danska yvirvaldinum í
Føroyum bakið, einum
stovni, sum í øldir hevði
verið so samantvinnaður
við ríkisvaldið, at har sum
tað var var kirkjan altíð
annar tráður. Og ikki bara
tað, William Sloan ger tað
beinleiðis til eina treyt fyri
at vera kristin og vónini
um himnavist, at tann
trúgvandi skal havna ríkis-
kirkjulæruni. Hvat ið so
annars kann sigast um
boðskapin hjá Williami
Sloan og seinni hjá brøðra-
samkomunum, so er valla
nakar ivi um, at hann fór
sum ein rembing gjøgnum
føroyska samfelagið og
skakaði grundirnar ikki
bert undir kirkjuni, men
undir øllum tí politiska
valdinum í Føroyum fyri
og eftir aldaskiftið.
Onkuntíð fyrr hevur sum
vera man valla á andstøðu
móti tí danska embætis-
veldinum í Føroyum eins
søgan og søgnin um Páll
Nolsøe m.a. váttar, og mis-
nøgdin jøvn og áhildin,
men vekingarrørslan er
tann fyrsta rørslan, sum
hevur eina rættuliga upp-
gerð við ein danskan
valdsstovn í Føroyum.
William Sloan ferðaðist í
1870 árunum og fram eftir
um landið oyggj úr oyggj
og bygd úr bygd og kyndi
eldar, har ið hann kom, og
væl kann tað vera, at eld-
arnir vóru smáir, men hann
og viðhaldsfólk hansara
dugdu at halda teir logandi
og sum frá leið vórðu teir
til stór bál, eitt nú í Norð-
uroyggjum.
Vekingarrørslan, sum
William Sloan kom við til
Føroya í 1860´unum var,
sum longu nevnt eingin
politisk rørsla, tvørt-
urímóti, men tað skerst
kortini ikki burtur, at við-
urskifti hennara við ein
tann rótgrónasta, viðtøk-
asta og sterkasta stovnin
hjá donskum yvirvaldi í
Føroyum á avgerandi hátt
var við til at skapa tann iva
og kanska áræði við hjá
vanligum fólki, ið var
neyðugur til at skipa seg
politiskt móti donskum
yvirvaldi og tað var jú fyri-
treytin fyri, at sjálvstýris-
kravið kundi fáa høvdið
fyri seg í føroyska samfel-
agnum. Tey harðligu og
mangan ovursintu við-
brøgdini móti Williami
Sloan og rørslu hansara hjá
donskum yvirvaldsum-
boðum í Føroyum um og
eftir aldaskiftið lata ongan
iving vera um tað.
Hvør hevur so tann hug-
sjónarligi botnur verið,
sum sjálvstýrisrørslan
hevur bygt á hesi tætt við
hundrað árini, hon hevur
verið til.
Tingakrossur skrivar
beint eftir fólkatingsvalið í
1901, tá ið Jóannes Paturs-
son vann tepurt á Johan
Hendrik Schrøter, at valið
hóast úrslitið var lakari
enn væntað, kortini gav
góðar vónir um »det
nationale demokrati.«
Hetta við fólkaræðinum
hevur alla tíðina verið fast
samanvundið við føroysku
sjálvstýrisstrembanin. Í so
máta rekur føroysk sjálv-
stýrisrørsla fyri sama ráki
sum fólkaræðisrørslan í
Danmark í 19. øld og
sjálvstøðisrørslurnar í
Noregi og Íslandi. Tað
mundi heldur ikki vera
nøkur tilvild, at tilboðið til-
tikna, sum átti at geva løg-
tinginum víðkaðar heim-
ildir, eitt nú til einsamalt at
ráða yvir øllum beinleiðis
og óbeinleiðis skattainn-
tøkum í landinum, varð
lagt fram beint eftir tað
sokallaða »systemskiftið« í
Danmark í 1905, tá ið ting-
ræði sum vit nú kenna tað
umsíðir kom í lag.
Í einum lítlum bóklingi,
sum Norrøna forlagið gav
út í 1945, og nevndist Før-
oysk stjórnarmál ger
Erlendur Patursson ta po-
litisku støðuna upp, soleið-
is sum hon hevði lagað seg
frá krígsbyrjan. Í fyrsta
parti av trimum í hesum
bóklinginum viðger Er-
lendur Patursson amtsskip-
anina og bendir á, at føroy-
ingar sjálvir hava lítið og
einki at siga undir hesi
skipan. Alt tað veruliga
valdið er í hondunum á
dønum og tí danska em-
bætisvaldinum í Føroyum.
Lóggávuvaldið er hjá
danska ríkisdegnum og út-
innandi valdið hjá amti og
amtsfyrisitingini. Løgting-
ið afturímóti, ið er landsins
fólkavalda ting hevur bert
ráðgevandi vald og hetta
ráðgevandi valdið, hesin
lítli rætturin, løgtinginum
er givin, er heldur ikki
tryggur. Ríkisstjórnin
kann, skrivar Erlendur Pat-
ursson, eftir galdandi lóg
seta hann til viks nær tað
skal vera og í øðrum lagi
má vilji løgtingsins í veru-
leikanum altíð lúta fyri
embætisvaldinum. Ein
komandi stjórnar skipan,
heldur Erlendur Patursson
fram, skal tískil tryggja
landinum fult fólkaræði.
Tað skal vera fólkið, sum
setur tær reglur, sum land-
ið skal stýrast eftir, og tey,
sum landinum stýra, skulu
tæna fólkinum og í sein-
asta enda standa tí til
svars. Í sama bóklingi tek-
ur Erlendur Patursson upp
spurningin um millum-
loysnir í stjórnarskipanar-
málinum og viðger m.a.
tað hann kallar
»heimasjálvstýri« (bls. 20).
Hann førir fram tríggjar
grundir fyri, hví at eitt
slíkt heimasjálvstýri illa
fer at bera til. Í fyrsta lagi,
sigur hann, verður ringt at
finna fram til á hvørjum
málum, vit skulu ráða og
hvørjum danir. Í øðrum
lagi verður við hesum
loysningi eingin friður
skaptur í stjórnarmálinum.
Tað verður sama orkuspill-
andi togan, heldur hann,
millum føroyingar inn-
byrðis og millum føroy-
Á blásiusmessu hugleiður Carl Johan Jensen rithøvundur um tjóðskap og sjálvstýri og tekur millum annað støði í
gamla Sloan og uppgerð hansara við donsku kirkjuna
Tann fyrsta røðan William Sloan
flutti fram í Føroyum, er prentað í
bókini – men Gud gav vøkst
(1992) eftir Sigurd Berghamar
Erlendur Patursson
Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001
11
ingar og danir (bls. 21). Í
triðja lagi fær hitt føroyska
samfelagið við slíkum
heimasjálvstýri neyvan nóg
mikið vald til at fremja
mál síni á bestan hátt.
Í einum øðrum bóklingi
Søgubrot og Føroyalands
støða í dag, sum eisini
kom út á sumri í 1945, set-
ur táverandi formaður í
fólkaflokkinum Thorstein
Petersen fram nakrar
hugleiðingar um sína og
floksins støðu til spurn-
ingin um framtíðarstøðu
Føroya. Thorstein Petersen
gongur ikki fult so langt
sum Erlendur Patursson í
krøvum sínum um økt
sjálvstýri, men talar tó fyri
munaverdum og víðfevnd-
um broytingum í stjórnar-
viðurskiftum Føroya.
Grundgevingarnar hjá
honum byggja tó í størri
mun á tær búskaparligu og
vinnuligu umstøðurnar, á
at føroyski búskapurin
hevur brúk fyri víðkaðum
rásarúmi og liðiligari hand-
ilssamskiftum við
umheimin, skal hann
kunna mennast, sum hann
hevur evni til. Vinnulívið,
skrivar Thorstein Petersen
(bls. 44), og politikkurin er
eftir mínari áskoðan tað, ið
hevur stórstan týdning fyri
framtíðina. Framleiðslan er
tað, ið skal skapa inntøkur
og gera fólkið ført fyri at
taka útreiðslurnar upp á
seg. Syndarligt hevur ging-
ist við tí studningi, vinnu-
lívið hevur fingið frá tí
almenna. Úrslitið er tí eis-
ini, at tað neyvan man
finnast eitt landaøki, ið er
verri statt enn Føroyar við
vinnulívsamboðum og
framleiðslulíkindum, og
hetta eiga allir føroyingar
at leggja sær í geyma, tí
hetta má vera fyrsta stigið
til at fáa skil á, um landi
okkara skal unnast ein
lukkuligari framtíð. Thor-
stein Petersen ger í bók
síni nógv burtur úr at lýsa
ta politisku og búskapar-
ligu gongdina í Føroyum
frá seinast í tjúgunum og
fram til 1945 og henda
útgreining hansara er tað
grundarlag , sum hann
byggir kravið um økt
sjálvstýri á. Høvuðsat-
finning hansara móti teirri
skipan, ið er galdandi, er at
danska valdið og stuðlar
teirra í Føroyum føra ein
politikk, ið hevur sum
fremsta mál at tryggja
sambandið við Danmark.
Hetta hevur við sær, heldur
Thorstein Petersen fram, at
tað er millum nakað og
einki, ið verður gjørt fyri
at menna føroyskt vinnulív.
Eitt sterkt vinnulív styðjar
upp undir sjálvbjargni og
sjálvbjargni loysir í sínum
lagi um bondini við Dan-
mark og danska ríkið. So í
staðin fyri at styðja tað,
sum kundi skapa meiri
arbeiði, skrivar Thorstein
Petersen, og tí bera fram-
gongd í sær, fóru teir (t.e.
sambandsmenn og javn-
aðarmenn) at petta pen-
ingin (t.e. inntøkurnar hjá
løgtinginum) sundur, so
allar bygdir fingu hvør sín
lítla snøkil – ein vegstubba
ella okkurt annað – meðan
landsins framtíð lá burtur-
gloymd (bls. 70). Og legg-
ur hann seinni afturat: Eitt
tað óttafullasta hjá samfel-
agnum er, um almennur
peningur verður nýttur
sum politiskt útgjar, tí tá
tapa teir, ið fáa peningin,
meira enn teir beint í
løtuni vinna við nøkrum
fáum daglønum (bls. 95).
Thorstein Petersen viðger
eisini tey sosialu viður-
skiftini og um tey hevur
m.a. hetta at siga: Tann
sociali spurningurin er ein
táttur í samfelagslívinum,
ið landastýrið má geva
størsta ans. Um ikki fólkið
sum heild hevur arbeiði og
hevur góð kor, so má land-
ið ganga til grundar (bls.
96). Men fyritreytin fyri, at
landsins myndugleikar
kunnu fáa munagóð tiltøk í
verk á hesum øki er, at eitt
meira fjølbroytt vinnulív
verður skapt og peningur
fingin til vega til at fáa í
lag og styðja nýggjar
vinnuvegir, nýggjan ídnað
og ein nýmótans fiskiskap,
men tað hevur afturhaldið
ikki viljað, men í staðin
dúva upp á danskar fíggj-
arveitingar og soleiðis und-
antikið føroyska samfel-
agið frá eini ábyrgd, tað
átti at átikið sær. Hetta er
skaðiligt, heldur Thorstein
Petersen m.a. tí, at tað
máar støðið undan ábyrgd-
arkensluni fyri samfelagn-
um yvirhøvur og ruddar
slóð fyri, at almenningur
peningur verður brúktur
sum politiska útgjaring og
ikki til at loysa átrokandi
spurningar á haldgóðum
støði. Og Thorstein Peter-
sen læsir hugleiðing sína
um tann sosiala spurningin
av við hesum orðum: Tann
sociali spurningurin má
loysast sum ein heild og á
føroyskum botni, tað fer at
vísa seg at vera einasti
vegur at ganga (bls. 97).
Samanumtikið kann sigast,
at grundgevingarnar hjá
Thorsteini Petersen fyri, at
ein nógv størri partur av
lóggávu- og fyrisitingar-
valdinum skal verða í Før-
oyum øðrumegin byggja á
vinnuligar og hinumegin á
fólkaræðisligar fyritreytir
(t.e. økt sjálvstýri
javnsvarar øktum
fólkaræði). Meginatfinning
hansara móti teirri skipan,
sum var, var, at hon aftraði
vinnuligum framburði og
harvið allari samfelags-
menningini. Eyðvitað er
tjóðskapur vovin í hesar
hugleiðingarnar hjá Thor-
steini Petersen serliga í tí
partinum fremst í bókini
sum viðger tað søguliga
baksýnið, eitt nú leiklutin
hjá Nólsoyar Pálli og tjóð-
skaparrørsluni, men tjóð-
skapurin er ikki høvuðs-
mynstrið.
Líta vit nú at okkara
egnu samtíð og fullveldis-
rákinum, sum kom upp í
hálvfemsunum í bakbrot-
unum frá kreppuni, eru
grundgevingarnar fyri at
taka fullveldi yvirhøvur
eisini av samfelagsligum
og búskaparligum slag og
eitt skilligt afturljóð hoyr-
ist frá tíðini beint eftir
kríggið í tí, sum fyrisprák-
arar fyri fullveldi siga og
skriva um ríkisrættar-
spurningin.
Tríggjar megingrundir
verða førdar fram fyri rót-
tøkari broyting av stjórnar-
ligu viðurskiftum okkara.
Eins og Thorstein Petersen
í 1945 –og fyri ein part
eisini Erlendur Patursson
–vísa fullveldissinnað í
fyrsta lagi á, at viður-
skiftini millum lond eru
stórliga broytt bæði hand-
ilsliga og í aðrar mátar tey
seinastu tíggju, fimtan ár-
ini, og at føroyingar krevja
tí at fáa víðkaðar heimildir
eitt nú á uttanríkisøkinum,
heimildir, sum skapa
grundarlag fyri sjálv-
støðugari umboðan við
sjálvstøðugum atkvøðu-
rætti í altjóða og millum-
landa felagsskapum og
ráðstevnum har vit halda
tað vera neyðugt, tá vit
halda tað vera neyðugt og
um vit halda tað vera
neyðugt. Hetta eru heim-
ildir, sum tað ikki er
møguligt at fáa undir nú-
verandi ríkisrættarligu
skipan.
Í øðrum lagi verður ført
fram, at tann samtíðartil-
laging í føroyskum búskapi
og føroyskari fyrisiting,
sum er neyðug, skal før-
oyska samfelagið kunna
fóta sær í nýggjari øld,
krevur, at tann danska
ríkisveitingin, ið sum er, er
sterkasta, ja kanska einasta
bandið millum Føroyar og
Danmark, verður minkað
burtur ella niðurlaðað. Vit
hava ikki longur ráð at føra
ein samfelagsligan og bú-
skaparligan politikk, sum
setur sambandið við Dan-
mark ella ríkisfelagsskapin
hægri enn atlitið til framtíð
okkara sum land.
Í triðja lagi verður hildið
fram, at fult fólkaræði
krevur fult sjálvræði.
Niðurstøðan er tí, at í tí
politiska stríðnum fyri før-
oyskum sjálvstýri bæði
fyrr og nú eru tað ikki
fyrst og fremst tjóðskapar-
ligir tónar, ið røra fólk í
huga. Tvørturímóti, er tann
tjóðskaparliga vefturin í tí
ruðuleikakenda róminum,
sum av fulveldiskjakinum
stendst, ein heldur lítillát-
aður, einsligur og viðhvørt
eitt sindur neyðarsligur
ljómur. Helst kemst tað av,
at tilvitanin um, at vit eru
eitt fólk og ein tjóð, hóast
hon langt burtur í frá er
mótsagnaleys undir teim-
um korum, vit nú hava,
kortini er ov sterk og ov
sjálvssøgd.
Samkoman í Havn fyrst í 20.øld. Sitandi fremstur sæst gamli Sloan. Við vinstru lið hansara er Elsebeth Sloan.
Menninir eru annars v.m. frá: Ludvig Poulsen, Hans David Niclasen, Eliesar Arge, Hest-Jóannes, Mitchell, ungur
skoti, Hans Joensen, Niels Holm, Jens í Dali, Sophus Christiansen og so gamli Sloan. Kvinnurnar eru v.m. frá:
Hanna Jacobsen, Maria Poulsen, Inga Jacobsen, Dea Arge, Kristianna Jacobsen, Elsebeth Sloan og Elsba Frederikka
Henriksen úr Gásadali.
Mynd úr bókini »- men Gud gav vøkst«, eftir Sigurd Berghamar 1992.
Gravsteinurin hjá
Sloan og konuni í
Gamla Kirkju-
garði við Dala-
vegin í Havn
Thorstein Petersen