mánadagur 5. mars 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 3. mars 2001
27
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Frá Føroya
Psoriasisfelag
Nýggj viðgerðarferð
til Bláalónið í Íslandi
verður frá 27.04. til 25.05.
Tey, ið hava tørv á viðgerð og ynskja at verða við
á omanfyrinevndu viðgerðarferð, verða biðin um
at fara til egnan kommunulækna at fylla út um-
sóknarblað. Umsóknarblaðið skal vera húðlækn-
anum í hendi í seinasta lagi 12.03. Kommunu-
læknin sendir umsóknarblaðið til húðlæknan.
Húðlæknin viðger allar umsóknir og fáa umsøkj-
arar boð frá honum at møta til viðtalu.
Føroya Psoriasisfelag
Tlf. 424179
Norðoya
Røktarheim
700 Klaksvík
Søkt verður eftir summarfrítíðaravloysarum til
Norðoya Røktarheim, frá 15.mai til 30.sept.2001.
Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrasystir,
sjúkrahjálparar og almanna- og heilsuatstøðar-
um.
Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørj-
ari deild. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála mill-
um Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisa-
tión, verður at senda til leiðaran fyri Norðoya
Røktarheim, FO-700 Klaksvík.
Umsóknarfreist 2. apríl 2001.
ÚTBJÓÐING
Fyri Sjálvognarstovnin undir Kráarbrekku í Klaks-
vík verður arbeiðið í sambandi við bygging av
eldraíbúðum hervið boðið út alment.
Arbeiðstøkurnar eru:
1.
Jørð, kloakk- og betongarbeiði
2.
Timbur- og snikkaraarbeiði
3.
Múraraarbeiði
4.
Málaraarbeiði
5.
Gólvarbeiði
6.
HVS-arbeiði
7.
El-arbeiði
Útbjóðingartilfarið fæst frá mánadegnum 05.
mars við at gjalda kr. 5.000,- í veð á konto
4132607 í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi
mikudagin tann 07. mars og venda sær til Fuglø
Arkitektar við váttan um, at upphæddin er
goldin.
Lisitatiónin verður hildin mánadagin tann 02.
apríl í ár kl. 15.00. Boðini verða tá latin upp, og
kunnu teir bjóðandi vera hjástaddir.
Projektleiðsla og arkitektarbeiði
F U G L fl
A R K I T E K T A R
Gerðagøta 12, FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 78 87 - Fax 45 78 97
Berandi konstruktiónir
SÁMAL JOHANNESEN
Ráðg. verkfr.
Geilin 22, FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 68 37 - Fax 45 68 37
HVS og ventilatión
P/F SOFUS M. JAKOBSEN
Ráðg. verkfr. F.R.I.
J. H. Schrøtersgøta 22, FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 35 22 - Fax 31 06 22
El-innleggingar
ODDBJØRN VÁGSLÍÐ
EL-Anlegg
Á Brekku 1, FO-700 Klaksvík
Tlf. 45 53 73 - Fax 45 78 74
RÆTTING
Lýsingin her niðanfyri var eisini í bløðunum –
Norðlýsinum,Sosialinum og Dimmalætting,í gjár.
Í teimum lýsingunum vóru dagfestingarnar
komnar skeivt fyri.
Røttu dagfestingarnar eru í lýsingini her niðan-
fyri.
Lýsararnir
Pedagogur
Søkt verður eftir einum pedagogi at starvast 30
til 35 tímar um vikuna frá 01.04.2001 ella eftir av-
talu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Peda-
gogfelag og Fíggjarmálastýrið, lønt í lønarflokki
11/13.Harafturat verður veitt ein ikki eftirløngev-
andi viðbót.
Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 33
børnum í aldrinum 1 til 3 ár.
Umsókn við avriti av prógvi og møgulig viðmæli
skal vera okkum í hendi í seinast 19.03.2001.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran ella
Lauru á telefon 313131.
Vøggustovan á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO-100 Tórshavn
Hava tit onki hoyrt frá okkum áðrenn 26.03.2001
er starvið sett til annan umsøkjara.
Grannastevna
Lýst verður til grannastevnu í bygdarhúsinum á
Strondum mánadagin 5. mars 2001, kl. 19.00.
Skrá:
Innlagt mál um innangarðs útskifting av bygdini.
Sjóvar
Kommuna
Grannastevna
Lýst verður til grannastevnu í missiónshúsinum á
Selatrað mikudagin 7. mars 2001, kl. 19.00.
Skrá:
Viðarlundin o.a.
Sjóvar
Kommuna
Skrivstovu-/
Teknistovuhølir
Góð og ljós skrivstovuhølir/teknistovuhølir til
leigu.
Talan er um 150 m2 í einari hædd við fundarhøli,
skrivstovum, køki og tveimum toilettum. Góð
parkeringspláss.
Nærri upplýsingar á telefon nr. 311139 ella
315380.
www.sosialurin.fo
SJÓNARMIÐ
Elinborg Joensen
Er Guð deyður? Fyri tað fyrsta, kann tað ikki prógvast,
og fyri tað næsta, so er Guð ikki deyður, hóast onkur sig-
ur tað. So er tað kanska onkur sum sigur, at tað heldur
ikki kann prógvast, at Guð ikki er deyður. Og tað er
sjálvandi upp til hvønn einstakan at siga, hvat hann
heldur. Men er so meginparturin av Føroya fólki heila-
vaskað, ella hvat? Byggja vit kirkjur og samkomuhús til
ein deyðan Guð? Tíma vit at brúka okkara tíð til at
hyggja at møtum og lurta eftir guðstænastuni, um Guð
ikki er til? Tá hevði tað verið til fánýtis.
Oddfríður M. Rasmussen skrivaði eina grein seinasta
leygardag, við júst hesari yvirskriftini: Guð er deyður.
Hann var firtin um, at so nógv kristiligt tilfar er í før-
oysku miðlunum. Men hevur hann funnið út av, at ein
knøttur er á útvarpstólinum, ið kallast on/off? Um so er,
at hann ikki leggur í at hoyra kristiligt tilfar, so hví ikki
sløkkja? Tað er eitt frítt val, um ein ynskir at lurta ella
ikki. Tað kostar honum heldur einki eyka, at kristiligt
tilfar verður varpað út. Eitt nú fíggjar Lindin seg sjálva,
við gávum o.ø., uttan eitt alment oyra, og sjónvarpsguðs-
tænastur og møtir verða tikin upp av sjálvbodnum.
Hann sigur eisini, at eingin skal siga honum, hvussu
hann skal liva. Men tað ger heldur eingin. Hann hevur,
enn sum áður, sín fría vilja til at tendra og sløkkja
útvarpið ella sjónvarpið.
Men tað er rætt, at tá kristiligt tilfar verður varpað út,
tá kemur ofta fram, hvat er rætt og skeivt at gera. Men
høvdu tey ikki sagt, hvat bíblian sigur vera rætt og
skeivt, tá hevði tað heldur ikki verið kristindómur. Og
tað er júst kristindómur, ið verður boðaður. Kristindómur
uttan kristna læru, er sum talv uttan spælireglur. Hvussu
kunnu vit telva uttan at kenna spælireglurnar?
Eg veit heldur ikki, um hann veit so væl, hvat tað er
hann skrivar. Dømið um, tá katolikkurin, lutheranarin, og
muslimurin høvdu stolið hvør sína gularót, er ikki heilt
rætt. Hann skrivar soleiðis um avleiðingarnar hjá
lutheranaranum: “...Lutheranarin fær at vita, at hann hev-
ur syndað, og at hann, tá ið tíðin kemur, skal fáa tað
trupult at sleppa inn í himmiríkið, og má tí liva við
syndabyrðuni í allar ævir og nakað væl aftrat...” Hetta er
totalt misskilt. Lutheranarin fær at vita, at hann hevur
syndað gjøgnum Guðs orð, bíbliuna. Sjeynda boð: Tú
mást ikki stjala. Men! Tað verður ikki trupult hjá honum
at sleppa inn í himmiríkið av hesi orsøk. Og tað er hetta,
sum er kjarnin í kristindóminum. Vit kunnu fáa
fyrigeving frá einum livandi Guði. Tí skal hann ikki liva
við syndabyrðuni í allar ævir. Men tjóvurin hevur eisini
sín fría vilja, til ikki at fáa fyrigeving. Og tá má hann
liva við syndabyrðuni allar ævir.
Frían vilja. Júst sum ein hvør annar av okkum. Vit
hava øll okkara fría vilja. Ikki einans til at avgera um vit
lurta eftir útvarpinum, ella ikki. Men eisini um vit vilja
trúgva ella ikki.
Men so leingi vit kunnu skifta millum rásirnar, hvørt
tað so er útvarp ella sjónvarp, so haldi eg tað er í lagi, at
hava kristiligar sendingar, eins og annað tilfar. Tað er jú
upp til hvønn einstakan, hvat hann velur at hyggja ella
lurta eftir.
12
Sosialurin Nr. 44 - 3. mars 2001
Tað var kalt, eini 10-12 stig
undir, tá eg trein úr Atlansflog,
og kuldin var verandi næstan
14 dagar fram. Ógvuliga myrkt
var eisini, men tað gjørdi ikki
so nógv, tí almikið pyntiljós
var um allan býin.
Serliga onkur ávísur reykja-
víkarbúgvi er kendur fyri at
tendra serliga nógv ljós kring
húsini, í trøunum, á takinum
— fleiri túsund í tali. Eisini
sjálvur Rudolf við tí reyðu
nøsini lýsti so hugagóður mitt í
rokanum. Mær var tó sagt, at
hetta var ikki so ógvusligt sum
undanfarin ár, tí hesin sami
maðurin, ið hevur hjarta av
elektriskum jólaljósi, var dottin
og hevði brotið armin, tá hann
royndi at seta perur upp í eitt
træ.
Nú var tað ikki bara hesin,
ið fekk skaða. Bilarnir steðga
— sum vera man — at skoða
mest umfatandi jóladekoratión-
ina í býnum, og tá er tað, at
óhappið hendir: ein bilur
steðgar fyri at hyggja. Bilurin
aftanfyri hevur sæð ljósini fyrr,
sær ikki at hin fyrri bilurin
hevur steðgað og so “bang”!
Blinkljós á bilum eru annars
ljós, ið verða lítið og einki
brúkt her í Reykjavík, men tey
eru heldur ikki til pynt...
Jú, býurin hevur mangt og
hvat at bjóða. Spennandi nýtt
og gamalt, men okkara Løgting
er í hvussu so er eldri enn ís-
landska Altingið! Men her eru
eisini geysarar og gosfjøll, og
ikki at gloyma jøklarnar, so har
er nokk meira at fara eftir. Og
aftur í Reykjavík finna vit
veldugar svimjihylar, jeepar
við ovurstórum hjólum, súm-
foniorkestur og so sanniliga
eisini íslendsku opruna. Á
skránni beint nú í opruni er
kenda verkið hjá Giacomo
Antonio Domenico Michele
Secondo Maria Puccini “La
Bohème” (málroynd: úttala
navnið á opruni við íslandskari
dialekt).
Tað hevur stóran týdning at
vera væl klæddur, tá ein fer út
at njóta ein góðan mentabita.
Um tað nú eru jólaljósini
ella operan skal eg ikki duga at
siga, men her er nógv fólk og
vitjar. Nærum á hvørjum degi
síggjast bólkar av bandaríkar-
um, sum við stórum fototólum
og tjúkkum pengamappum
vælnøgdir njóta av øllum tí, ið
býurin hevur at bjóða. Japan-
arar havi eg ikki sæð enn, men
teir munnu fara at koma. Her
er so nógv, at tað er náttúrligt
hjá einum, ið dámar væl at
ferðast, at leggja leiðina til
Íslands.
Og tó, tað ber neyvan til at
ynskja sær nakað, ið ein ikki
hevur hoyrt um. Eg kundi
hugsað mær at vita, hvat tað
var, ið fekk ein múgvandi
amerikanara at leiga alt Hotel
Holt um nýggjárið til sín og
sínar vinir. Eg ivist í, um tað
mundi vera ein lítil, fittur
faldari við myndum av gróti og
grasi.
Men eg eri eisini her. Á
sama hátt sum túsund og aftur
túsund eri eg endaður í hesum
landi. Eg dugi ikki málið enn,
men tað gongur framá. Tað er í
veruleikanum tað einasta, ið er
eitt sindur keðiligt. Málið
bindir fólk saman, við mál-
inum kanst tú greiða frá, spyrja
og fáa svar. Eg royni ofta at
siga okkurt á íslendskum, men
tá svarar íslendingurin beinan-
vegin aftur á enskum longu
áðrenn eg sjálvur eri liðugur at
siga tað, eg helt eg skuldi
royna at siga. Frægastu ráðini
munnu helst vera ikki at falla í
fátt yvir slíkt.
Her er gott at vera — eingin
ivi um tað! Her hava eisini
verið nógvir størri menn enn
eg, men tað leggi eg ikki so
nógv í. Um Gorbachev og
Reagan fingu nakað serligt
burturúr vitjanini her, veit eg
ikki so nógv um, men eg veit,
at tá eg einaferð fari hiðani
aftur, fari eg at eiga eitt nýtt
land, har eg eisini kann kenna
meg heima.
Gorbachev og Reagan vóru her
TELDUBRÆVIÐ
Ernst Olsen, Reykjavík ernst_o@yahoo.com
Dagur 27.02.01
til: birgir@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Er Guð deyður?
Elinborg Joensen