mánadagur 7. mai 2007síða 51
‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 86 - 7. mai 2007
Kári Lindberg hevur heilt frá 1977
havt Norðoya fruktsølu saman við
pápa sínum. Tá ið stóru heilsølurnar
kring landið byrjaðu at selja frukt,
bleiv tað verri hjá Norðoya fruktsølu
at klára seg í kappingini, og tí valdu
Kári og pápi hansara at gevast við
hesum.
Í fjør keypti Kári so í staðin Vípuna,
sum selur at kalla alt til túnið,
umframt ymisk sløg av plátum. Við
keypinum av Vípuni heldur Kári fram
í handilsvinnuni, men tó als ikki við
tí sama sum áður.
- Eg havi verið í handilsvinnuni
áður, áðrenn eg keypti Vípuna, men
hetta er als ikki tað sama. Hetta er ein
heilt onnur grein av handilsvinnuni.
Vípan hevur annars eitt stórt úrval
av alskyns vørum, sigur Kári Lind
berg.
- Vípan hevur eitt stórt úrval av
vørum. Her fáast bæði innandura og
uttandura flísar, og alt annað, sum
hartil hoyrir. Vit selja gassbetong,
sum eru plátur úr løttum betongi.
Hesar vera ofta brúktar á baðirúmi
num. Vit hava eisini brotflísar og
harragarðssteinar, sum vera brúktir at
leggja á túnið.
Karí Lindberg og Vípan hava eisini
nógv annnað at fáa. Har eru garður at
planta í, og so selur Kári eisini urta
garðspartiklar. Afturat hesum hevur
Kári avtalu við MBM-fóður. Hann
selur nevniliga tøð, hoyggj, fóður o.a.
í Norðoyggjum.
Kári Lindberg hevur handilin, Vípuna,
í Klaksvík. Hann selur at kalla alt til
túnið, umframt ymisk sløg av plátum og
ymiskt til urtagarðin.
Vípan
summarkapping
So langt burtur,
og tó so nær ...
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
r e p r o z
Halt frí tá tú hevur frí