Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 51

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2007 51 Viljin Nógv royna at fáa fleiri fólk at flyta til útoyggjarnar, og útoyggjarnar royna eisini sjálvar at fáa bæði tilflytarar og onnur at koma til oynna at síggja tað, sum tey hava at bjóða. Ein av teimum, sum roynir at vísa eina av útoyggjunum fram, er Magni P. Garðalíð av Húsum á Kalsoynni. Fyri einum ári síðani keypti hann sær bátin, Viljan, og síðani tá hevur hann ætlað sær at siglt við ferðafólki runt um Kalsoynna og aðra staðir, um fólk vilja hava hann til tess. - Ætlanin er at hava bæði skipaðar túrar og leigutúrar. Harafturat kann eg eisini fara fiskitúrar, um vitjandi hava hug til tess, sigur Magni Garðalíð. - Kalsoyggin hevur nógv spennandi støð at síggja. M.o. eru avtoftaða bygdin Blankskáli, sum liggur á vestursíðuni, og Kallurin. Harafturat kunnu fólk síggja Kunoyarnakkan í norðara enda av Kunoynni. Magni Garðalíð siglir tó eisini longri túrar við bátinum hjá sær, Viljanum. - Eg havi fingið avtalu í lag við bæði Sunda kommunu og Eiðis kommunu at sigla til Stakkin og Risan og Kellingina, og so vóni eg eisini at fáa avtalur við Gjáargarð og Lonina, so at fólk kunnu fara í land at fáa sær at eta, sigur Magni Garðalíð at enda. Magni ger túrar frá Klaksvík, av Húsum, av Eiði og frá Gjógv við Viljanum. Magni P. Garðalíð av Húsum eigur bátin, Viljan. Hann ætlar m.a. at nýta bátin til at sigla við ferðafólki runt um Kalsoynna og norður til Gjáar og Eiðis. byrja summarið hjá okkum Bo Grønt urtagarðurin      summarkapping