Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 87 - 8. mai 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Leygardagin 5. mai skipaðu áhugafeløgini Føroya Ellisakfør og Føroya MC fyri ein­ um Felagstúri, sum byrjaði í Havn. Á Sela­ trað varð skipað fyri ymiskum tiltøkum MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Umleið 100 motorsúkklur luttóku í felagstúrinum hjá áhugafeløgunum Føroya Ellisakfør og Føroya MC leygardagin. Hesum túrinum var tann fyrri av tveimum árligum felagstúrum hjá hesum feløgum. Motorsúkklukoyrarnir møttust kl. 10 á Shell-støðini við Ringvegin í Havn, har Føroya Shell bjóðaði kaffi og wienerbreyð. Kl. 11 var koyrt avstað. Fyrst ein rundtúr gjøgnum Havnina. Síðan varð koyrt norður eftir, og steðgað varð á Shell-støðini við Streymin. Eftir ein steðg har, varð koyrt um Eiðisskarð og suð­ ur til Selatraðar, har skipað var fyri ymiskum kappingum v.m. Á Selatrað stóð ein pylsu­ vognur klárur, so motor­ súkklu­koyrarnir kundu keypa sær okkurt lætt at eta og drekka. MC Boogie: Hundrað motorsúkklur á Selatrað Motorsúkklukoyrarnir møttust leygarmorgunin á Shell-støðini við Ringvegin í Havn Á Selatrað stóð ein pylsuvognur klárur til motorsúkklukoyrarnar Umleið 100 motorsúkklur luttóku í felagstúrinum hjá áhugafeløgunum Føroya Ellisakfør og Føroya MC leygardagin