týsdagur 8. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 87 - 8. mai 2007
tíðindi
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
Leygardagin 5. mai
skipaðu áhugafeløgini
Føroya Ellisakfør og
Føroya MC fyri ein
um Felagstúri, sum
byrjaði í Havn. Á Sela
trað varð skipað fyri
ymiskum tiltøkum
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 100 motorsúkklur
luttóku í felagstúrinum hjá
áhugafeløgunum Føroya
Ellisakfør og Føroya MC
leygardagin. Hesum túrinum
var tann fyrri av tveimum
árligum felagstúrum hjá
hesum feløgum.
Motorsúkklukoyrarnir
møttust kl. 10 á Shell-støðini
við Ringvegin í Havn, har
Føroya Shell bjóðaði kaffi
og wienerbreyð.
Kl. 11 var koyrt avstað.
Fyrst ein rundtúr gjøgnum
Havnina. Síðan varð koyrt
norður eftir, og steðgað
varð á Shell-støðini við
Streymin.
Eftir ein steðg har, varð
koyrt um Eiðisskarð og suð-
ur til Selatraðar, har skipað
var fyri ymiskum kappingum
v.m.
Á Selatrað stóð ein pylsu-
vognur klárur, so motor-
súkklukoyrarnir
kundu
keypa sær okkurt lætt at eta
og drekka.
MC Boogie:
Hundrað motorsúkklur á Selatrað
Motorsúkklukoyrarnir møttust
leygarmorgunin á Shell-støðini
við Ringvegin í Havn
Á Selatrað stóð ein pylsuvognur klárur til motorsúkklukoyrarnar
Umleið 100 motorsúkklur luttóku í felagstúrinum hjá áhugafeløgunum Føroya Ellisakfør og Føroya MC leygardagin