Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 87 - 8. mai 2007 tíðindi Longu til komandi løg­ tings­val verða Føroyar eitt val­dø­mi. Sosialurin hevur spurt øll tingfólk, og mei­ri­ lut­in er fyri. Edmund Jo­en­ sen, løgtingsformaður, fer at leggja uppskotið fram í heyst Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Úrslitið av spurnakanningini hjá So­s­i­al­inum var, at 16 tingfólk eru fy­ri og 11 eru ímóti at Føroy ar verða eitt valdømi. Fýra høvdu ik­ki tikið støðu enn, og ein vildi ik­ki svara. Tað má metast at vera se­r­a ósannlíkt, at allir hesir síðstu fimm fara at atkvøða ímóti upp­ skot­ in­um. Fría valið Við jøvnum millumbilum hoy ra vit, at vallógin átti at verið broy tt. Til tíðir við rokniháttinum, so mei­ri rættvísi verður millum at­kvøðu­b­ýtið og tingmannabýtið, og aðrar tíðir við kynspolitiskum grund­gev­ing­um. Nú Edmund Joensen, løgt­ings­ for­ mað­ur, ætlar at leggja uppskot fram um Føroy ar sum eitt valdømi, eru grundgevingarnar í stóran mun knýttar at landafrøðiligum og samskiftistøkniligum broyt­ ing­ um í­ samfelagnum seinastu árini. Har­um­f­ramt eru valmøguleikarnir hjá veljarum í smáu valdømunum sera avmarkaðir, so verður landið eitt valdømi, kunnu allir veljarar vel­ja frítt, bæði við lan­da­frøð­is­lig­ um, hugsjónarligum og per­són­lig­ um atlitum. Savna lesull Millum teir, sum eru ímóti, eru grund­gev­ing­ar­nar bæði landa­frøð­ i­lig­ar, politiskar og fígg­ja­r­lig­ar. Næstan allir siga, at hetta fer at ve­ra endin fyri útjaðaran í Før­oy ­ um. Teir vilja vera við, at fólk í mið­stað­ar­øki­num hava nógv betri at­gongd til miðlarnar, vitanina og peng­ar­nar, og soleiðis hava lættari við at tekkjast veljarunum kring alt landið. Anfinn Kallsberg úr Fólka­flokk­inum segði seg tó ikki ta­ka undir við uppskotinum, tí hann altíð hevur verið forsprákari fy­ri einari skipan við 32 val­døm­ um, eins og vit kenna tað úr Ong­ lan­di. Sambært Kristiani Magnussen úr Javnaðarflokkinum, verður av­ lei­­ð­ingin, at Føroy ar framyvir ba­ra verða stýrdar av einari stætt, nevn­i­l­­i­ga teimum, sum ha­va pening, út­búg­v­ing og miðlatekki. Tí kann hann ikki taka und­ir við upp­skot­ in­um. Sverri Midjord úr Jav­n­að­ar­ flokkinum við­­merk­ti, at Ed­­mund Joensen og Jó­an­nes Eidegaard eru so ídnir at broy­ta val­lóg­ina, tí teir eru beb­ba­rædd­ir fy­ri ikki at verða vald­ir við kom­a­n­­di valg. - Hetta er sum at savna les­ull, sum Danbjørg tók til á sinni. Millum at­finn­ing­ ar­nar var ei­si­ni víst á, at het­ta er alt ov seint at ko­ma við einum slíkum uppskotið, tí flokk­ar­nir eru longu farnir undir at fyrireika valstríðið og at um­hug­sa upp­ still­ing­ina. Tí át­ti hetta at verið eitt mál, sum fólk kundu far­ið til valg upp­á, vildi onk­­ur ve­ra við. Her var ei­si­ni bor­ ið fram, at or­­søk­ ­in til, at uppskotið verð­ur lagt fram so sei­nt, mø­gu­li­ga er, at tað fer at ha­va við sær, at samgongan skræd­nar, men at tað hevur minni týd­n­ing seint í valskeiðinum enn tíð­li­ga. Størri eindir ein treyt Tríggir teirra, sum søgdu seg ikki hava tikið støðu enn, Jóhan Dahl úr Sam­bands­flokk­i­num og Fin­nur Helms­dal og Høgni Hoy­dal úr Tjóð­­veld­is­flokk­­­inum, grund­gó­vu fyri­var­ni síni við, at ein treyt fyri einum val­dø­mi eru størri kom­ mu­ nal­ar eind­ir, og eisini fígg­jar­lig­ar út­javn­ing­ar­skip­an­ir, at styr­k­ja út­jað­ar­an við. Ed­mund Jo­en­sen segði, at sam­ an­legg­ing av kom­ mun­um, ið eftir ætlan fer at min­ka talið av kom­ mun­u­eind­ um til 7, longu er á veg, og at skip­ an­in við einum val­­dø­ mi eisini fer at egg­ja kom­ mu­nu­n­um til at leggja saman skjótari. - Men hetta er ikki ein partur av hes­ um upp­skot­ in­um, sum helst fer at vera í tveimum, har annað verður at styt­­ta um freistina at útskriva valg, so val­ stríð­­ið ikki verð­ur so drúgt, um­framt at broy ta val­s­kip­anina til eitt valdømi. Edmund Joensen, sum fer at leggja uppskotið um eitt valdømi fram í heyst, rokn­ ar við, at tað verður sam­tykt. - Hetta er nakað eg kenni á mær. Annars hevði eg ikki ó­mak­að mær at fyrireika tað. Teir, sum siga seg ikki ha­va tikið støðu enn, sita í ve­ru­leik­anum og lúra og vilja brúka tað til at handla við, sigur Edmund Joensen Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tíðliga í heyst fer Edmund Jo­en­ sen, tingformaður, at leggja fram upp­skot um at broy ta valskipan Før­oy­a, so landið framyvir bert verð­ur eitt valdømi. - Eg fyrireiki sjálvur uppskotið. Síð­ani skal tað til viðgerðar í for­ mans­ka­p­inum, og so verður tað upp til tey fólkavaldu at taka støðu til um tey ynskja eitt vald­ø­ mi, sigur Edmund Joensen. Um or­ søk­ina til, at leggja uppskotið fram júst í heyst, sigur Edmund seg hava varhugan av, at meiriluti er fyri einum slíkum uppskotið nú. - Endamálið við einum valdømi er, at landspolitikarar fara at føra lands­pol­ itikk og ikki, sum nú, har ov nógv orka fer til lokalpolitik, sig­ur Edmund Joensen. Kendu andlitini Spurdur, um vandi ikki verður fy­ri, at tað bert vera tey væltalandi og vælhavandi í miðstaðarøkinum, sum fara at stýra landinum fram­ yv­ ir, sigur tingformaðurin, at so­leið­is er longu nú. - Óansæð hvørja skipan vit ha­va, verða tað í alt størri mun tey, sum duga og hava ráð til at sel­ja seg sjálvi gjøgnum miðlarnar, ið hava størri møguleika at verða vald. Í londunum kring okkum sígg­ja vit eisini, at miðlarnir, pen­ gar­nir, kendu andlitini og einstøku val­evn­ini hava størri møguleika fyri at verða vald, sigur Edmund Joen­sen, sum eisini ímyndar sær, at formannseffektin fer at hava alt stør­ri ávirkan, og at tey, sum fram­ man­und­an eru fólkavald, hava bet­ ri møguleika fyri at verða vald. Góð tíð til fyrireiking Summi vilja vera við, at tað er óða­ man­na­verk at legg­ ja uppskotið fram so seint í val­skeið­in­ um. Flokk­ar­nir eru lon­ gu farnir undir upp­ still­­ing­­ina, og hava heldur ik­­ki havt tíð til at leggja val­­stríð­ið til rættis við støði í, at land­ið verður eitt val­dø­ mi. Hvat sigur Ed­mund Joe­ n­ sen til hetta? - Viðvíkjandi upp­still­ing­ini vænti eg ik­ki, at hetta fer at hava so stóra ávirkan. Sambært løg­ man­ni verður valið 18. jan­uar, so her átti at verið góð tíð til at fyrireika upp­still­i­ngina, sigur Edmund Joen­sen. Hann vísir víðari á, at verð­ur uppskotið samtykt, so krev­ur tað sjálvsagt, at flokkarnir um­ski­pa man­na­gong­ di­r­nar í mun til uppstillingina, og ei­si­ni mugu hug­sa meira um at fáa sterk val­ev­ni úr øllum land­in­ um. - Sum sagt havi eg greiðan var­hug­ an av, at up­p­ skot­ ið verður sam­­tykt, annars hevði eg ikki ó­mak­ að mær at fyrireika tað. Teir, sum si­ga seg ikki hava tikið støðu enn, si­ ta í veruleikanum og lúra og vil­ja brúka tað til at handla við. Tað er eisini í lagi, men eg hal­di meg vita, hvat úr­ slit­­ið verður, s i g­ u r E d­ m u­ n d Joen­­sen. H a n n dugur ik­ki at siga ná­grein­i­li­ga nær upp­skot­ ið verður lagt fram, men tað verð­ur í ikki lon­ gu á ólavsøku. Meiriluti fyri einum valdømi Góðar vónir fyri undirtøku Óli Breckmann Poul Michelsen Heðin Zachariasen Edmund Joensen Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Olav Enomoto Andrias Petersen John Johannessen Annita á Fríðriksmørk Heidi Petersen Tórbjørn Jacobsen Karsten Hansen Bill Justinussen Jenis av Rana Kári P. Højgaard JA