Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 8. mai 2007 11 viðmerkingar Longu í 2002 kunnaði Lands­­­­verk landss týris­mann­ in við samferðslumálum um, at Landsverk metti, at neyð­ugt var at dagføra m.a. Hvalbiarbergholið og til­ hoyrandi vegastrekki. At sami landss týrismaður fólka­­floksins í farnu viku, uttan neyvari grundgev­ing­ ar, frá løgtingsins røðara­ palli boðaði frá, at hann hev­ur aðrar ætlanir, er hug­ stoytt at hoyra. Tí mugu vit líta á, at løgtingið hevur eina aðra áskoðan enn lands­ stýris­maðurin og flokkur hans­ara og raðfestir Hval­ biarbergholið í fremstu røð. Bygdarráðið og vinnan í Hvalba hava ferð eftir ferð, men higartil til fánýtis, gjørt vart við ótolandi viður­ skiftini. Stundin er nú kom­ in, at landspolitikararnir taka hendan partin av landi­ num í álvara og fremja dag­ føringina av vegaføringini millum Hvalba og Trongis­ vág í verki, soleiðis at hesin lands- búskaparligi kraft­dep­ il, sum Hvalbiar Sókn er, kann verða loystur úr hafti. Vinnilívsbygd burturav Hvalba er í mun til fólka­ talið uttan iva millum mest framsóknu vinnulívsbygdir í landinum. Har verður lut­ falsliga stórur partur av frum­inntøkum landsins fing­­in til vega, uttan at sókn­ in fær nakað munandi aftur­ borið umvegis almenn ar­beiðs­pláss og umvegis ár­ligu rakstrarjáttanir lands­ kass ans annars, soleiðis sum vit síggja tað aðrastaðni í landinum. Ein dagføring av farleiðini millum Hvalba og Trongisvág er tí bæði ein rímulig afturbering til hetta lokalsamfelagið, um­framt ein gevandi sam­ felagsbúskaparlig íløga í fram­tíðar Føroyar. Ein fjøltáttaður kraftdepil Hvat viðvíkur fiskivinnuni, sum er - og í mong ár fram yvir verður okkara høvuðs­ vinna, eru hvalbingar og sand­víkingar við til at manna fleiri skip aðrastaðni úr landinum og uttanlanda, so sum vanligt er í Føroyum, umframt at hvalbingar sjálv­ ir eiga tríggjar væl riknir trolarar. Fáar bygdir í landi­ num hava fostrað so nógvar trolmenn sum Hvalbiar Sókn. Væl rikið flakavirki og trolvirki eru eisini í bygd­ ini. Hvalbingar hava harum­ framt haft áræði og dirvi at fara undir slóðbrótandi toska­aling á landi. Í bygdini er fyritøka, ið tekur sær av góðsflutningi millum Suður­ oynna og meginøkið, um­framt lastbila-/entrepre­ nør­fyritøka og buss fyri­ tøkur, sum virka um alla oynna. Eisini síggja vit, at hvalbingar eru farnir undir vinnuligt virksemi aðra­ staðni í oynni - m.a. á Tvør­ oyri og í Lopra. Ferðavinna, landbúnaður og eftirskúli Uttan iva eru harumframt góðir møguleikar fyri at menna valabygdirnar Hvalba og Sandvík sum ferða­­vinnuøki. Sum ferða­ vinnu­mál kunnu nevnast kola­minurnar, vakra náttúr­ an sum heild og søguligu pláss ini í báðum bygdunum. Sjálvir eru hvalbingar fram­ skygdir og hava tikið stig til at gera Lítlu Dímun til ser­ stakt ferðavinnumál. Handl­ arnir í bygdini nøkta dagliga tørvin og eru eisini førir fyri at nøkta tørvin hjá teim­ um ferðandi. Ein avgerandi forðing fyri, at verulig ferða­ vinna kann mennast í øki­ num er tó, at teir vanligu ferðafólkabuss arnir, sum verða nýttir aðrastaðni í landi­num, ikki kunnu koyra gjøgnum bergholið. Hóast landbúnaður ikki júst er tað, sum er mest uppi í tíðini í løtuni, skulu vit minnast til, at Hvalba er størsta markatalsbygdin í Føroyum. Sjálvsagt liggja tí eisini framtíðar møgu­leik­ ar á hesum øki. Væl úr hondum greiddu fyrireikingarnar til bygging av eftirskúla í í Hvalba hava vunnið vælvild kring alt landið og tykist tað bert vera ein spurningur um stutta tíð, áðrenn ætlanin gerst veruleiki. Núverandi berghol ein forðing Bæði bygdaráðið í Hvalba og vinnan í økinum hava í áravís víst á, at verandi berg­ hol, sum varð gjørt í 1963 og harvið fyrsta berghol í landinum, er ov lágt og smalt og tí ein forðing fyri, at vinnan í økinum kann menna seg javnbjóðis vinn­ uni aðrastaðni í landinum. Fyri ikki langari tíð síðani gjørdu eigararnir av einum av størru virkjunum í bygd­ ini greitt, at avgerðandi fyri, hvørt teir fara at byggja nýtt virki í Hvalba, ella um teir fara at flyta virksemi sítt úr bygdini er, um far­ leiðin til Hvalbiar verður dag­førd. Greiðari kann boð­ skapurin ikki verða. Tað sigur seg sjálvt, at tá tey flutningsfør, serstakliga lastbilar og buss ar, sum í dag vanliga verða nýtt kring alt landið, eru ov stór til at kunna koyra gjøgnum Hval­ biarbergholið, má farleiðin dagførast. Tað ber snøgt sagt ikki til, at fjølbroytta vinnulívið í Hvalba skal verða tvungið til at bera meirkostnaðin av at nýta serstøk akfør, sum kunnu koyra gjøgnum bergholið. Hetta serstakliga, tá hugsað verður um, at vinnuligu for­ treytirnar í oynni annars, í mun til restina av landinum, ikki eru tær bestu. Hvørt talan verður um at dagføra verandi berghol, ella gera nýtt berghol lægri í lendinum og tættari bygdu økjunum, mugu nærri kann­ ingar og útrokningar gera av. Ferðslutrygdin Hvat ferðslutrygdini viðvík­ ur, kann nevnast, at av tí at bergholið er ov lágt og smalt til tey akfør, sum í dag eru vanlig, ber stutt sagt ikki til hjá størru ak­ føru­­num at halda gald­andi ásetingar í ferðslulógini. Størru akførini mugu halda seg miðskeiðis í bergholi­ num, har hægst er til loftið, samstundis sum víkipláss ini er ov grunn, ov stutt og ov lág til at hesi akfør kunnu víkja sum lógarásett. Tey sum ferðast gjøgnum berg­ holið eru tí dagliga vitni til eina serstaka ferðslumentan, har minnu akførini taka ser­ støk atlit til størru akførini. Bert tey, sum dagliga ferð­ ast á leiðini, kenna hesa ment­an. Bergholið lýkur heldur ikki tey trygdarkrøv, sum í aðrar mátar verða sett slík­ um bergholum í dag. Kost- nyttukanningar og framtíðarmetingar Landskass in hevur sum sagt ongar útreiðslur av hes­ um parti av landinum. Talan er tí um eitt sjálvbjargi øki, sum hinvegin letur eitt týð­ andi íkast til føroyska lands­ búskapin. Við øðrum orðum er talan um ein kraftdepil, sum vit eiga at virðismeta, stuðla og menna við at skapa neyðugar karmar og vinnuligar fortreytir annars. Ein kost- nyttu kanning, sam­an við framtíðar úrtøku­ metingum, hevði uttan iva víst, at Hvalbiarbergholið eig­ur at verða raðfest í fremstu røð. Hinvegin, verð­ ur einki gjørt, er vandi fyri, at týðandi virðir fara fyri skeyti og fólk eitt nú flyta úr sóknini. Vit hava seinastu mongu árini sað, hvuss u burð­aravlop, kynsbýtið, ald­ urs­býtið og fólkatalið sum heild gongur skeiva vegin í oynni. Visiónir og raðfestingar Serfrøðingar á økinum hava víst á, at tá fast samband verð­ur millum meginøkið, Sandoy og Suður-oy, eigur farleiðin frá meginøkinum til suðuroyar at verða løgd um Hvalba. Hvalbiar­berg­ holið verður sostatt ein týð­ andi partur av framtíðar far­ leiðini millum Suðuroy og meginøkið. Einki hevði tí verið meira natúrligt, enn at farið undir hendan partin av farleiðini beinan vegin, so­ leiðis at íløgan kundi ver­ ið gagnnýtt sum skjót­ast. Landspolitisku útlitini Síðani 2002 hava full­veldis­ flokkarnir við Tjóðveldis­ flokkinum og Fólkaflokki­ num á odda, søplað 366 milli­ónir krónur av ríkis­veit­ ing burtur árliga, umframt fastfrystingina av ríkis­veit­ ingini. Eftir bert 5 árum er samanlagt talan um uml. 2 milliardir krónur – nóg mik­ ið til at rinda fyri t.d. undir- sjóvartunnil millum megin­ økið, Sandoynna og Suður­ oynna kontant. Vit kunnu bert staðfesta, at soleiðis hev­ur verið raðfest lands­ polit­iskt. Fær formaður Javnaðar­ floksins sín vilja, sum loys­ ingarflokkarnir ivaleyst fara at taka undir við, verð­ ur restin av ríkisveitingin, meiri enn 600 mió. kr. ár­liga, burtur ár 2015. Í til­ ráðingunum í samband við “Visión 2015” verður tí­verri rátt til, at farið verður ikki undir Hvalbiarbergholið fyrr enn í 2015. Tí er tað umráðandi og sera átroðk­ andi, at strongt verður á, so­ leiðis at dagføringin av farleiðini til Hvalbiar og aðrar dagføringar og íløgur í samferðslukervið kring land­ið sum skjótast verða framdar í verki. Sosialurin skrivar frá lands­ fundi Miðfloksins, at Karst­ en Hansen á fundinum greiddi frá fíggjarligu støðu landsins. Hann vísti millum annað á, at hóast landss týrið fekk 600 mió. krónur frá Før­oya Banka, so er lands­ kass askuldin bara minkað við 200 mió. krónum. Eisini fýltist fyrrverandi tjóðveldis­ maðurin á, at gjaldførið í Landsbankanum er versnað við 886 mió. krónum. Sjálvandi skal Karsten Han­sen, sum andstøðuting­ maður, hava loyvi til at finnast at sitandi landss týri. Men hann má ikki halda, at tað at skifta flokk, er tað sama sum at gerast leysur av allari ábyrgd úr fortíðini. Eisini má tað vera eitt krav, at tølini sum hann kemur við, hava eitt ella annað við veruleikan at gera. Farna valskeið Karsten sat sum fíggjarmála­ ráðharri árini 1998 til 2003, so hansara fíggjarlógir strektu seg yvir tíðarskeiðið frá 1. januar 1999 til 31. desember 2003. Tað fyrsta av hesum áru­ num hevði landskass in 648,2 mió. krónur í avlopi, meðan avlopið tað seinasta árið einans var 22,5 mió. krón­ur. Afturgongdin var so­s tatt 625,7 mió. krónur, meðan Karsten sat á kass a­ num. Vaknar nú við kaldan dreym Karsten minkaði blokkstuð­ ulin úr Danmark við 366 mió. krónum árliga, um­ framt at hann fastfrysti blokk­in, og kortini segði hann seg harmast um, at blokkurin ikki minkaði upp­ aftur meira. Yvir tvær milliardir hevur hann soleiðis søplað burtur av almennari ogn, og nú vaknar maðurin við kaldan dreym, tí skuldin minkar ov seint, og ov lítið verður spart upp. Men hvat annað hevði hann væntað? Brúkti skeiv tøl Umframt at gloyma sína egnu politisku fortíð, so brúkti Karsten Hansen eis­ ini skeiv tøl á landsfundi Miðfloksins. Sambært heimasíðu Lands­bankans minkaði upp­ sparingin við 327 mió. krón­ um frá januar til desember 2006, meðan langfreistaða skuldin minkaði við 901 mió. krónum. Vit tosa so­s tatt um ein mun á 574 mió. krónur tann rætta vegin. (Tølini hjá Karsteni siga 686 mió. krónur tann skeiva vegin – altso skjýtur hann heilar 1.260 mió. krón­ ur við síðuna av). Sambært heimasíðuni hjá Gjald­stov­ uni var vinningsbýtið frá F­ør­oya Banka 535 mió. krón­­ur, meðan Karsten sigur 600 mió. Míni ráð til Karsten Hansen skulu tí vera: Gloym ikki tína fortíð Les tølini rætt Góð ráð til Karsten Hansen Helgi Abrahamsen Hvalbiar Sókn – ein kraftdepil í hafti Tvøroyri Jaspur Vang For­vitn­is­ lig Kon­sert í At­lantis KONSERT Tíðindaskriv Á­hug­a­verd kon­sert verð­ur í Ment­an­ar­ hús­i­ num í Klaks­vík mik­u­kvøl­d­ið 9. mai klokk­an 20:00, har lut­takandi bólkarnir er­u Stórbandittarnir, Skansa Big Bandið og Sjúrð­ur Zachariass on Trio. Stórbandittarnir og Skansa Big Bandið eru bæði or­kest­ ur, ið eru und­ir Tórs­havnar Musikk­skúla, teir lær­ ar­ar, ið eru tengdir at at hesum báðum bólk­ um eru Ólavur Ol­sen,Atli Pet­er­sen, Eir­ik­ur Skála og Heð­ in Z. Davidsen. Sjúrður Zach­ar­ias­ son Trio er mannað við Sjúrð­uri sjálvum á sax­o­fon og afturat sær hev­ur hann fingið Búgva Jónleifson Jen­ sen á trummum og Bárð­ur Reinert Poul­ sen á bass . Skráin hjá bólkunum er sera fjølbroytt, alt frá friðarligum ball­ad­ um til vælsvingandi funk­tón­leik. Jonna forkvinna í ­D­j­ó­r­a­ vern­d­ar­ felagnum­ djóravernd Tíðindaskriv ­E­ftir ­a­ðal­fund­in leyg­ ar­­dag­­in 5. mai 2007 hev­­ur nevndin í Djór­a­ vernd­­­ar­­fel­ag­num skip­ að seg soleiðis: Jonna Justinuss en, for­­kvinna Ann Didriksen, næst­ forkvinna Rannvá Johansen, skriv­ari Hanna Olsen, kass a­ meistari Erla á Smið og Tor­d­ is Holm, nevndarlimir Limirnir í nevndini fara framhaldandi at skift­­ast um at hava far­ tel­e­fon­ina, sum hevur numm­ar 504533, heima.