Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 87 - 8. mai 2007 viðmerkingar Enn er eingin rætting komin til greinina hjá Heina í Skor­ ini “Náttúran avdúkar Gud”, hvørki frá greina­ skriv­ara ella blaðmanni. Greinin er grundað á eina samrøðu við Richard Schwartson og stóð í Sosiali nr. 238, frá 8-10 desembur, 2006. Undirritaði skal tí koma við fylgjandi viðmerk­ ingingum og rættleið­ing­ um. Fyri tað fyrsta er yvir­ skriftin “Náttúran avdúkar gud” nakað ið javnan var nýtt fyrr – fyri eini 500-700 árum síðani – tá mann ikki visti betur, og hóskar hon tí illa sum yvirskrift anno 2007, fyri “modernaða menn­iskja”. Richard sigur í samrøðuni, at “handan hetta stóra lista­ verkið finst ein intelligensur, eitt skapandi gløggskygni”. Henda hugsjón, ella trúgv, er tað í vanliga verður nevnt “intelligent design”. Grund­ leggjandi tankin aftan fyri slíka hugsjón er sera einfalt tann, at tað sum vit ikki skilja má ein gudur hava skapt. Hendan hugsan er elligomul og sæst aftur í nógvum ymsum bókum og skriftum. Sum dømi kann nevnast, at tá Ptolemy er náddur so langt, at hann er á grensuni til, hvat hann kann skilja av, hvussu himmal­likamini røra seg, skrivar hann í stórverki sínum, Almagest, frá 150 AD, at hann følir tað, sum sjálvur Zeus er til staðar. Áðrenn Newton kom við sínum arbeiði um, hvussu planetir røra seg, varð hild­ ið, at hetta var so kompli­ serað, at tað var nakað ið gud stóð aftanfyri. Í 1687 roknar Newton út, hvussu tvær planetir ávirka hvørja aðra o.s.fr. – og guda-frá­ greiðingin hvarv. Men tá Newton síðani fær trupul­ leikar við at skilja, hvussu fleiri himmallikam ávirka hvørt annað í senn, heldur hann tað er so kompliserað, at tað má verða ein intelli­ gensur aftanfyri. Huygens arbeiddi innan ymsar vís­ indaligar greinar, so sum alis­frøði, evnafrøði og lívfrøði. Hann skrivar eisini um, hvussu planetirnar flyta seg, men hevur ikki somu trupulleikar av hesum, sum Newton hevði og nevnur tí ikki gud við einum orði. Tá hann so skal til at greiða frá lívi og hvussu tað virkar, er hann á markinum til, hvat hann skilir. Tí sigur hann tað verða so kompliserað, at ein intelligensur má verða aftanfyri. Laplace ar­beiddi við ymsu ástøðini hjá Newton. Hann roknaði tað út, ið Newton áðrenn segði var so kompliserað, at tað mátti ein hægri intelli­ gensur verða aftanfyri. Tá Napoleon spurdi Laplace hvønn leiklut gud hevði í rørslunum av planetunum, svaraði hann, at hann hevði ikki brúk fyri tí hypothesuni, tí hann hevði roknað tað út og skilti tað. Newton steðgaði sínum roynd­um at loysa teir mate­ mat­isku trupulleikarnir av rørslunum hjá planetunum og hvussu tær ávirkaðu hvørja aðra. Orsøkin var tann, at hann segði, at tað var ein gud aftanfyri, og tað var so svarið. Um vit sam­ anbera støddfrøðina sum Lap­lace nýtti til at loysa hesar trupulleikarnar, síggja vit tað syndarliga, at við teim­um støddfrøðiligu egin­ leikunum, sum vit vita Newton hevði, so átti tað ikki at verði nakar trupul­ leiki fyri hann at komið fram til somu loysnir. Men av tí at tað at ein hægri intelli­gensur var nýtt sum frágreiðing, so tók tað gott 100 ár, áðrenn tann neyðuga støddfrøðin varð “uppfunn­ in” og veruliga svarið varð funnið. Dømini omanfyri vísa, at tá mann ikki skilti okkurt, so segði mann, at tað mátti verða ein gud aftanfyri. Men tá mann so fann út av hvussu tingini hingu saman, so varð “guda-hypotesan” løgd á hillina - inntil mann fann okkurt annað man ikki skilti. Vit síggja, at tað at nýta “guda-hypotesur” til at greiða frá hvussu tingini hanga saman, altíð hevur verði eitt haft um beini hjá menniskum. Og hevur forða menningini av okkara evn­ um til at skilja hvussu ting­ ini veruliga hanga saman. Tað sum vísindini í dag gera, er at líta aftur um bak og siga, at tað vísir seg sum svarið ongantíð er ein skap­ andi kraft, men ymsar náttúrulógir o.s.fr. Altso, at tað altíð eru góðar ratio­ nellar forkláringar uppá alt. Eisini tað vit enn ikki vita ella skilja. Munurin á tosinum um intelligent design fyrr og nú er, at í dag er talan meira um politiskt orienteraðar intelligent design fjepparar. Fjepparir, ið royna at billa fólki inn, at slíkir tankar og arbeiðshættir, ið nýttir verða í religiónum, sum intelli­gent design, eru at sammeta við vísindaligan virkismáta. Og at tí skal intelligent design tvingast inn í skúlarnar og undir­vís­ ast á jøvnum føti við vís­ indalig ástøði sum t.d. evolutión. Richard sigur, at úttalils­ ini á eini plakat er ein trupul­ leiki fyri ein og hvønn gudsav­noktara, tí einki kann ikki koma úr ongun. Hetta er, enn einaferð, nakað tvætl. Tað er fulkomi­ liga líkamikið fyri so gott sum alt annað vísindaligt arbeiði og so gott sum øll onnur vísindalig ástøði um Big Bang ástøðið er rætt ella ikki. Tað er eitt ástøði innan astronomi ella astro­ fysik, ið roynir at forklára hvussu universið varð til. Undir øllum umstøðum er tað ein betur forkláring enn, at ein gud knipsaði við fingru­num og puff so var alt til. Men annars hevur tað ongan praktiskan týdn­ ing á lívið ella arbeiði hjá so gott sum øllum vísinda­ fólkum í heiminum. Tað er sjálvsagt ikki soleiðis, at um tað ástøðið vísir seg at verða galið, so eru øll vís­ indi galin – og prógvar sam­ stundis at ein gudur stóð aftanfyri. Afturat hesum er kanska vert at siga, at í náttúruni hendir tað allatíð, at “nakað kemur úr ongun” við umskapan av orku til evni (samanberð Einsteins líkning: E=mc2, orka er lík við massa x ljósferðina í øðrum). Hendan tilgongd er eisini møgulig at gera í royndarstovum (t.d. á CERN í Schweiz). Richard sigur í samrøðuni, at tað krevst líka nógv trúgv at avnokta gud sum at trúgva á gud. Víðari sigur hann, at tann, sum ikki trýr uppá gud, er eins trúgvandi og Richard. Tí báðir partar hava eina meining um eitt mál sum teir ikki kunnu prógva. Hetta merkir so, sambært Richard, at um eg pástandi at ein reyður fílur hevur skapt alt, so eru øll tey, ið ikki trúgva hesum, eins trúgvandi og eg. Út frá hesum sæst, at ein kann jú halda áfram soleiðis við ymsum fjákutum pástandum í allar ævir. Hetta er jú ful­ komiliga burturvið, mein­ ings­leyst og nakað tvætl at koma við. Rokni við, at ætl­ anin man verða at villleiða fólk, og billa teimum inn at slík úttalilsir veruliga eru eitt slag av argumentatión. Stórur munur er á religi­ øsari trúgv og vísindaligari “trúgv”. Fyrst av øllum finst trúgv eins og religiøs trúgv ikki innan vísindi. Men sjálvandi eru “trúgvir”, sum at mann trýr at grasið er grønt. Størsti munurin er kanska, at innan vísindi leit­ ar mann allatíð eftir veru­ leikanum og er áhugaður í at vita hvussu veruleikin veru­liga er. Mann er ikki áhugaður í at diktera hvussu hann skal verða, ella ignorera hann um hann ikki passar við “trúnna”. Og um mann so finnur útav onkrum ið prógvar, at tað ein trýr er galið, ja so broytir man trúgv. Sjalvsagt heldur mann ikki, at mann hvørja ferð hevur funnið tann abso­ lutta sannleikan. Neyðugt verður at skifta trúgv í takt við at vísindin finnur útav meira og meira um veru­ leikan. Innan relegión held­ ur man harafturímóti fast við eina trúgv, óheft av veruleikanum. Tann vísinda­ ligi og religiøsi framgangs­ mátin kann altso slett ikki samanberast. Ein religiøs trúgv er júst tað, ein trúgv. Ein trúgv á okkurt ið ikki kann prógvast (mynd 1.) Mynd 1. Ymsu virkis háttirnir hjá ávikavist vísindum og religión. Richard sigur, at tað er eingin andsøgn millum vís­ indi, vitan og upplýsing øðru­megin og trúnna hinu­ megin. Hann sigur, við øðrum orðum, at tað eingin andsøgn er í millum eina objektiva leitan eftir hvussu veruleikin hongur saman, og so tað at ein bara skal góðtaka og ikki seta spurn­ ingar við eina religiøsa diktering av veruleikanum. At tað eingin andsøgn er ímillum at broyta uppfatan av verðuleikanum, so hvørt sum prógv koma undan kavi, og so at trúgva, at ein gud hevur skapt alt og øll mótstríðandi prógv eru galin. Hesar báðar lívsfiloso­ fiirnar eru eins líkar og ja og nei. Vísindi og religión eru fundamentalt fullkomi­ liga ólíkar. Kanska tað er neyðugt at gera vart við, at endamálið við vísindum er bert at finna út av hvussu veru­ leikin hongur saman. Tað er ikki at finna út av um tað er ein skapandi kraft til ella ikki. Trupuleikarnir millum vís­undi og religión standast av, at tað frá religiøsari síðu hava verði, og eru pástandir um veruleikan ið vísindini síðani prógva ikki eru rættir. Innan vísindi vildi mann í einum sovorðnum føri droppa fyrru “trúnna” (ástøði) og broytt meining (mynd 1). Frá religiøsari síðu verður í staðin hildi fast við tað gomlu, galnu trúnna. Orkan verður heldur nýtt til at mótarbeiða vís­ indafólkum, og harvið vísundum og framburði, ið tænur allari mannaættini og sum hevur gjørt menniskja til tað, tað er í dag. Tað skuldi verði sólarklárt fyri hvørt smábarn hvussu fják­ utur og skaðiligur tann seinri atburðurin er. Trupuleikar stinga seg upp tá mann frá religiøsari síðu blandar saman tað man veit og tað man trýr, um­framt at mann tekur sum givið, at um man trýr onkrun so er tað eitt argu­ ment ella prógv fyri, at tað er rætt. Richard sigur, at hann vil hava at vísindamenn við ateistiskari bakgrund (vænti hann meinar vísindafólk, kvinnur eru líkastillaðar inn­an vísundini), skullu viður­kenna ivamálini í teirra tesum. Við hesum prógv­ar Richard at hann veru­liga ikki hevur ánilsi av, hvussu arbeitt verður við vísindi. Tí tað er onga­ staðni so nógvur og harður kritikkur mótvegis tesum sum í vísindaheiminum. Tað man í veruleikanum ger - eftir at ein hypotesa er formað - er at royna at leita eftir ymsum ið kann mót­ prógva hesa tesu. Og man nýtir hana bara so leingi sum hon ikki er mótprógvað. Kemur okkurt undan kavi, ið mótprógvar eini tesu, verður hon “skrottað”. Og hvat meir er, so fara størstu virðislønirnar í vísindi oftast, akkurát til vísinda­ fólk, ið hava funnið útav onkrun, ið ger at man hevur verði noyddur at droppa ella umhugsa væl etableraði ástøðir. Richard sigur eisini, at hann vil hava at fakfólk viður­kenna hvørjar tesur eru prógvaðar og hvørjar framvegis eru gitingar og trúgv. Fyrst av øllum má eg siga at eg skilji ikki nýtsluna av orðinum “trúgv” her. Tað skuldi sjálvsagt bert staði “hvørjar tesur eru prógv­aðar og hvørjar fram­ vegis eru gitingar”. Gitingar og hvat ein heldur ella trýr er tað sama í hesum føri. Ein annar møguleiki er sjálvsagt, at Richard við hesum roynir at nýta orði trúgv, við somu merking sum í religiøsari trúgv. Sum áður nevnt so hevur tílík trúgv sjálvsagt einki sum helst við vísindi, ella vís­ indaligan arbeiðshátt at gera, og hoyrir tískil als ikki heima í einum slíkum teksti ella kjaki. Víðari kann nevnast, at evolutión er eitt ógvuliga væl prógvað ástøði, og hevur verið tað rættiliga leingi. Men tað eru nøkur, sum ikki broyta áskoðan til ástøði av teirri grund. Eitt ástøði verður ikki lagt framm sum eitt ófrávíki­ ligt fakta, men sum eitt ástøði. Hetta er undir­for­ staðið fyri øll vísindafólk og undirvísarar, ið nýta vísindaligt tilfar, eru uttan iva eisini greiðir yvir tað. Richard krevur, at “ein alment stuðlað lærubók í ein­um alment fíggjaðum skúla eigur at vera erlig, tá skúlabørn læra um lívsins stóru spurningar”. Til hetta er bert at siga, at um tað er ein vísindalig fakbók, so er hon erlig. Ein situr eisini spyrjandi og hugsar, hvussu so við einum alment settum farmaseuti, hvørs bóka­ hillar á kontórinum hjá Lands­apotekaranum eru á tremur við bókum um lívsins uppruna, menningar­ læruna og sannlíkindini fyri guds eksistensi. Altso ikki fakbókum viðvíkjandi arbeiðs­økinum hjá einum farmaseuti? Ein má bara vóna, at Richard er betur farma­seutur enn vísinda­ maður, og at hann skilir bøkur um farmaceutologi betur enn vísindaligan tekst yvirhøvur. Tað eru ymisk ástøðir um hvar lívið byrjaði, men eingin av teimum sigur, at tað var ein gud ið byrjaði tað. Skapanarsøgan er ikki eitt ástøði, men ein blind trúgv uppá at soleiðis er tað - og hevur hetta einki við testbarar vísindalig ástøðir at gera. Richard sigur, at hann harmast um, at tað er ein einstátta undirvísing um hetta evni. Hesin pá­standur er fulkomiliga burt­urvið, av tí at tá talan er um vísindalig ástøðir, er samstundis talan um ástøðir ið alla tíðina verða eftir­ kannaði (sí mynd 1). Um tað stóð skriva, at alt varð skapt av einum gudi - og tað var tað. Ja, so var talan um einstáttaða undirvísing. Richard situr eisini í Granskingarráðnum. Fyri hvønn fakbólk eri eg ikki vísur í. At døma út frá tí, hann skrivar og úttalar seg um, so kann tað so ikki verða fyri vísindini. Hann er í greinini í Sosialinum settur at vera Master í Information Systems. Tað ið higartil hevur verið at sæð í bløðunum frá honum á vísindaliga økinum, má sig­ast at vera mis-informa­ tión. Nógv yppa bert øksl tá tey síggja tílíka skriving, men almenningurin fer helst so við og við, at fáa eyg­uni upp fyri hesi, at síggja til, tilvitaðu mis- in­formatiónini um vísindi og trúgv. Viðmerking til greinina “Náttúran avdúkar Gud” Jóhannis Danielsen