týsdagur 8. mai 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 87 - 8. mai 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Hesi hava gingið á
dugnaskaparskeið í sigling
á Klaksvíkar Sjómansskúla
veturin 2006/07. Frá
vinstru: Hanus Kjølbro,
lærari, Sigarlaug Joensen,
Eyðbjørn Joensen, Jón
Christiansen, Victor
Nielsen, Hans Edmund
Josephsen, Tórhallur
Thomsen, Jógvan
Lorenzen, Kalli Váðklett
og Mads Lützen.
Klaksvíkar Sjómansskúli:
Dugnaskaparskeið í sigling
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum
gjørdu okkum føðingardagarnar so
hugnaligar, 10. apríl 94 ár og
15. apríl 90 ár.
Kærastu heilsanir
Jógvan Sofus og Dinna Fía Ferjá,
á Mørkini í Streymnesi
Amnesty International
Føroya deild hevði ársaðal
fund 21. apríl 2007. Trígg
irnevndarlimir, harímillum
forkvinnan Annika Sølvará,
stóðu fyri vali.
Annika Sølvará, sum
hevur verið forkvinna í
Føroya deild í seks ár, og
Jette Hoydal, sum hevur
verið nevndarlimur í nógv
ár og næstforkvinna sein
asta árið, stillaðu ikki upp
aftur. Áki Johansen, ið var
næstformaður eitt tíðar
skeið, tók seg úr nevndini í
úrtíð og tí skuldi ein nevnd
arlimur veljast fyri hann.
Beinta Wilhelmsen og
Nanna Jürgens, tiltakslimir,
stóðu somuleiðis fyri vali,
men av tí at báðar eru farnar
uttanlands í lestarørindum,
stillaði hvørgin teirra upp
aftur.
Erling Isholm játtaði at
stilla uppaftur, og hann
varð afturvaldur.
Harafturat stillaðu Dorte
Petersen, Firouz Gaini og
Carl August Arge upp, og
tey vórðu vald. Birita Lud
vigsdóttir og Unn Poulsen
vóru valdar tiltakslimir.
Katarina Petersen, nevndar
limur, stóð ikki fyri vali.
Nýggja nevndin hittast
á fundi 30. apríl og hevur
skipað seg soleiðis:
Firouz Gaini, formaður,
Katarina Petersen, næstfor
kvinna, Erling Isholm,
kassameistari,
Dorthe
Pedersen og Carl August
Arge, nevndarlimir.
Tiltakslimir eru Unn
Poulsen og Birita Ludvíks
dóttir.
Nevndin fer á komandi
fundi at leggja ætlanir fyri
virksemi hjá Føroya deild.
Arbeiðið hjá nevndini
verður í ár merkt av nógvum
altjóða fundarvirksemi,
har ímillum altjóða aðal
fundinum hjá Amnesty
International, sum verður
hildin í Meksiko í august.
Her luttaka trý umboð úr
Føroya deild.
Til ber at lesa meira
um virksemi hjá Amnesty
International Føroya deild
á www.amnesty.fo
Amnesty í Føroyum
nýggjan formann
Nevndin í Amnesty International Føroya deild er nú hend
an, frá vinstru: Firouz Gaini, formaður, Unn Poulsen, tiltaks
limur, Erling Isholm, kassameistari, Katarina Petersen, næst
forkvinna, Dorte Pedersen og Carl August Arge, nevndar
limir. Birita Ludvíksdóttir, tiltakslimur, vantar á myndini
Sunnukvøldið 29.
apríl var “Kvøldvøka”
við sangi, tónleiki og
annars mentanar
ligum innihaldi í
kirkjuni á Glyvrum
Kvøldvøka
Dávur Winther
Tað grør um gangandi fót!
Nógv virksemi er rundanum
Meinhard Bjartalíð, Glyvra
prest. Hann er jú eisini
útbúgving organistur og
kórleiðari, og hoyrist hetta
aftur í kirkjuni.
Glyvraprestur hevur skipað
fyri annarleiðis kvøldhugna
í kirkjuni. Sunnukvøldið
29. apríl hevði hann boðið
inn til eina “Kvøldvøku”
við sangi, tónleiki og annars
mentanarligum innihaldi.
Nærum fullsett kirkja.
Vøkur skrá í litum, felags
sangi, Orðið til inngangs,
Martin Joensen sang egnar
sangir saman við Paula Magn
ussen, sum spældu undir
upp á bass, Frits Johanne
sen hevði eina áhugaverda
frásøgn við heitinum “Listin
og trúgvin”, Tóri R. Jacobsen
spældi eina sellosuita av
Bach, kórsangur við Vox
angelica, sum Meinhard
Bjartalíð stóð fyri - og
Orðið til útgangs.
Ein hugnalig og annarleiðis
aftanguðstænasta,
sum
hevði áhugaverda heitið:
“Kvøldvøka”. Jú sanniliga,
tú fekk nakað at hugsa um
- Ein frálíkur háttar at nýta
okkara vøkru kirkjur uppá.
Mettaður at listarligari
dygdarvøru í tónleiki og
sangi og áhugaverdari frá
søgn frá Frits Johannesen
um hvussu skriftin gjøgnum
tíðirnar hevur kveikt málarar
til ymiska málningalist og
eisini aðrar listagreinar, varð
boðið til køku og kaffi og
eitt gott prát aftaná.
Tá ið so kór, sangur og spæl
var á slíkum tygnarligum
støði, so kundi løtan – ella
vøkan, sum hon varð kallað
- bert verða góð, fjálg, menn
andi og hugnalig.
Kvøldvøka á
Glyvrum
Martin Joensen og Pauli Magnussen
Meinhard Bjartalíð, prestur
Frits Johannesen hevði eina
áhugaverda frásøgn
Kórsangur við
Vox angelica