Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 87 - 8. mai 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hesi hava gingið á dugnaskaparskeið í sigling á Klaksvíkar Sjómansskúla veturin 2006/07. Frá vinstru: Hanus Kjølbro, lærari, Sigarlaug Joensen, Eyðbjørn Joensen, Jón Christiansen, Victor Nielsen, Hans Edmund Josephsen, Tórhallur Thomsen, Jógvan Lorenzen, Kalli Váðklett og Mads Lützen. Klaksvíkar Sjómansskúli: Dugnaskaparskeið í sigling Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu okkum føðingardagarnar so hugnaligar, 10. apríl 94 ár og 15. apríl 90 ár. Kærastu heilsanir Jógvan Sofus og Dinna Fía Ferjá, á Mørkini í Streymnesi Amnesty International Føroya deild hevði ársaðal­ fund 21. apríl 2007. Trígg­ irnevndarlimir, harímillum forkvinnan Annika Sølvará, stóðu fyri vali. Annika Sølvará, sum hevur verið forkvinna í Føroya deild í seks ár, og Jette Hoydal, sum hevur verið nevndarlimur í nógv ár og næstforkvinna sein­ asta árið, stillaðu ikki upp aftur. Áki Johansen, ið var næstformaður eitt tíðar­ skeið, tók seg úr nevndini í úrtíð og tí skuldi ein nevnd­ arlimur veljast fyri hann. Beinta Wilhelmsen og Nanna Jürgens, tiltakslimir, stóðu somuleiðis fyri vali, men av tí at báðar eru farnar uttanlands í lestarørindum, stillaði hvørgin teirra upp aftur. Erling Isholm játtaði at stilla uppaftur, og hann varð afturvaldur. Harafturat stillaðu Dorte Petersen, Firouz Gaini og Carl August Arge upp, og tey vórðu vald. Birita Lud­ vigsdóttir og Unn Poulsen vóru valdar tiltakslimir. Katarina Petersen, nevndar­ limur, stóð ikki fyri vali. Nýggja nevndin hittast á fundi 30. apríl og hevur skipað seg soleiðis: Firouz Gaini, formaður, Katarina Petersen, næstfor­ kvinna, Erling Isholm, kassameistari, Dorthe Pedersen og Carl August Arge, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Unn Poulsen og Birita Ludvíks­ dóttir. Nevndin fer á komandi fundi at leggja ætlanir fyri virksemi hjá Føroya deild. Arbeiðið hjá nevndini verður í ár merkt av nógvum altjóða fundarvirksemi, har ímillum altjóða aðal­ fundinum hjá Amnesty International, sum verður hildin í Meksiko í august. Her luttaka trý umboð úr Føroya deild. Til ber at lesa meira um virksemi hjá Amnesty International Føroya deild á www.amnesty.fo Amnesty í Føroyum nýggjan formann Nevndin í Amnesty International Føroya deild er nú hend­ an, frá vinstru: Firouz Gaini, formaður, Unn Poulsen, tiltaks­ limur, Erling Isholm, kassameistari, Katarina Petersen, næst­ forkvinna, Dorte Pedersen og Carl August Arge, nevndar­ limir. Birita Ludvíksdóttir, tiltakslimur, vantar á myndini Sunnukvøldið 29. apríl var “Kvøldvøka” við sangi, tónleiki og annars mentanar­ ligum innihaldi í kirkjuni á Glyvrum KvøldvøKa Dávur Winther Tað grør um gangandi fót! Nógv virksemi er rundanum Meinhard Bjartalíð, Glyvra­ prest. Hann er jú eisini útbúgving organistur og kórleiðari, og hoyrist hetta aftur í kirkjuni. Glyvraprestur hevur skipað fyri annarleiðis kvøldhugna í kirkjuni. Sunnukvøldið 29. apríl hevði hann boðið inn til eina “Kvøldvøku” við sangi, tónleiki og annars mentanarligum innihaldi. Nærum fullsett kirkja. Vøkur skrá í litum, felags­ sangi, Orðið til inngangs, Martin Joensen sang egnar sangir saman við Paula Magn­ ussen, sum spældu undir upp á bass, Frits Johanne­ sen hevði eina áhugaverda frásøgn við heitinum “Listin og trúgvin”, Tóri R. Jacobsen spældi eina sellosuita av Bach, kórsangur við Vox angelica, sum Meinhard Bjartalíð stóð fyri ­ og Orðið til útgangs. Ein hugnalig og annarleiðis aftanguðstænasta, sum hevði áhugaverda heitið: “Kvøldvøka”. Jú sanniliga, tú fekk nakað at hugsa um ­ Ein frálíkur háttar at nýta okkara vøkru kirkjur uppá. Mettaður at listarligari dygdarvøru í tónleiki og sangi og áhugaverdari frá­ søgn frá Frits Johannesen um hvussu skriftin gjøgnum tíðirnar hevur kveikt málarar til ymiska málningalist og eisini aðrar listagreinar, varð boðið til køku og kaffi og eitt gott prát aftaná. Tá ið so kór, sangur og spæl var á slíkum tygnarligum støði, so kundi løtan – ella vøkan, sum hon varð kallað ­ bert verða góð, fjálg, menn­ andi og hugnalig. Kvøldvøka á Glyvrum Martin Joensen og Pauli Magnussen Meinhard Bjartalíð, prestur Frits Johannesen hevði eina áhugaverda frásøgn Kórsangur við Vox angelica