týsdagur 8. mai 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 87 - 8. mai 2007
VINNUSÍÐURNAR
SAMBAND
jan müller
jan@sosialurin.fo
tlf 341800
Seinasta leygardag
varð trolbáturin, sum
Bjarni Kass hevur
latið byggja á
Tórshavnar
Skipasmiðju, flotaður,
og ætlandi verður
hann navngivin og
handaður leygardagin
Nýbygningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skrokkurin er bygdur í
Póllandi,
men
tað
er
Tórshavnar
Skipasmiðja,
sum eigur allar tekningar
og snið.
Nýggi trolbáturin, sum
verður navngivin og latin
eigaranum komandi leygar
dag, kemur í flotan fyri
gamla Fiskaklett.
Vit skulu ikki gita um
navnið, men hugsandi er, at
trolbáturin hjá Bjarna verð
ur ein nýggjur Fiskaklettur.
Bjarni Kass eigur framm
anundan trolbátin Varðan,
sum hann keypti av Viðar
eiði í august 2005 fyri 15,8
miljónir krónur – við veiði
rættindum.
Varðin, sum í løtuni
stendur á bedingini hjá
Tórshavnar
Skipasmiðju,
fiskaði í fjør fyri 9,1
miljónir krónur, og tað má
sigast vera óført.
Varðin er bygdur í Hvide
Sande í Danmark.
Tepurt við døgum
- Varðin eigur tilsamans
149,6 fiskidagar, og nýggi
báturin eigur 83,5. Til ber
at býta dagarnar ímillum
bátarnar, soleiðis at teir
hesir umleið 118 til hvønn
bátin. Hinvegin ber eisini
til at keypa dagar frá par
trolarum og línuskipum, tá
tríggir mánaðir eru eftir av
fiskiárinum – væl at merkja,
um hesir skipabólkar tá
hava dagar til avlops, sigur
Bjarni Kass.
Fýra mans eru við Varð
anum í senn, og manning
artalið við nýggja bátinum
verður hitt sama.
- Vit hava manningina,
sum var við Fiskakletti,
men noyðast helst at hava
onkran mann aftrat til
avloysing, sigur hann.
Bæði Varðin og nýbygn
ingurin eru í bólkinum, sum
hevur loyvi at trola á land
leiðini um summarið.
Nýbygningurin
hjá
Bjarna fer ætlandi tekniskan
royndartúr í morgin, og
væntandi letur Tórshavnar
Skipasmiðja bátin av hond
um leygardagin, tá hann
eisini verður navngivin.
- Okkurt er eftir at gera
enn, og maskina og útgerð
annars
skulu
roynast.
Hurðarnar, sum komu til
skipið, vóru ov breiðar, og
nú verða røttu hurðarnar
settar í skipið.
Nýbygningurin
er
av
sama slagi, sum Hansa
Maria á Toftum og Skála
fossur í Vestmanna. Skrokk
arnir á hesum báðum skip
um vórðu eisini smíðaðir í
Póllandi.
-
Longsta
longd
á
nýbygninginum er 21,30
metrar, og breiddin er 5,75
metrar, sigur skipaeigarin.
Væl nøgdur
Byggikostnaðurin
fyri
nýbygningin er millum 12
og 13 miljónir krónur, og
tað heldur eigarin vera
rímiligt.
- Stálið er dýrkað, og tað
eru arbeiðslønirnar eisini.
So, eg haldi, at hetta er á
góðari leið, sigur hann.
Bjarni sigur, at hann er
stak væl nøgdur við bátin
og heldur, at Tórshavnar
Skipasmiðja hevur gjørt eitt
gott arbeiði.
- Einasta, sum kemur av
gamla Fiskakletti yvir á
nýggja bátin, er scanmar-
útgerðin, ið sigur, hvussu
trolið gongur, og um fiskur
gongur inn í trolið. Annars
er at kalla allur útbúnaðurin
nýggjur, leggur hann aftrat.
Gamli
Fiskaklettur
er
lagdur og seldur. Keypari er
Ólavur Poulsen í Klaksvík.
Ætlandi
verður
báturin
umbygdur til línuveiði.
- Jú, eg haldi, at útlit eru
til, at hetta fer at bera til.
Eingin kennur framtíðina,
men soleiðis sum gongdin
hevur verið við Varðanum,
eigur hetta at fara at bera
til, sigur reiðarin og eigarin,
Bjarni Kass.
Tað eru feløgini, P/F
Mælinsfjall,
sum
eigur
nýbygningin og P/F Varðin,
sum eigur Varðan.
Sjálvur eigur Bjarni Kass
bæði feløgini.
Nýbygningurin verður
handaður leygardagin
Leygardagin varð hann
flotaður, og ætlandi verður
hann navngivin og handaður
komandi leygardag Mynd:
Vilmund Jacobsen
Á bedingini stendur
Varðin, sum Bjarni
Kass eisini sigur.
Varðin fiskaði fyri
9,1 miljón krónur
í fjør
Mynd:
Vilmund Jacobsen