Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnusíðurnar Nr. 87 - 8. mai 2007 Mærsk ger íløgur Mærsk Olie & Gas hevur stórar ætlanir um útbyggingar tey næstu árini, men tær flestu íløgurnar verða eftir ætlanini á fjarleiðum. Felagið sigur, at tað ber ikki til at økja fram­ leiðsluna í Norðsjónum, og tí skal dentur leggjast á aðrar leiðir. Ætlanin er serliga at økja virksemið í Angola og í Meksikanska Flógvanum. Talan kann eisini verða um onn­ ur øki, sum kunnu løna seg, men felagið vil ikki siga, hvørki øki talan kann verða um. Ikki verkfall Tað hevur leingi verið vandi fyri, at teir 130 loðsarnir í Danmark skuldu fara í verkfall tann 1. juni, men nú er vandin av, skrivar JydskeVestkysten. Í gjár eydnaðist at fáa nýggjan sáttmála fyri loðsarnar, og hetta er fyrstu ferð, at loðsarnir arbeiða eftir sáttmála. Fyrr hevur skipanin verið tann, at verjumálaráðið ásetti lønar-, pensjóns- og arbeiðs­ reglurnar hjá loðsunum, men nú er tað felagið Danske Lodser, sum umboðar loðsarnar. Og tað er ikki vist, at tað júst eru tær fyritøkurnar, sum røkka teimum bestu úrslitinum á stevnuni, ið lata hoyra frá sær. Og tó; vit fingu nøkur »preið«. Longu, tá framsýningin læt upp, fingu vit at vita, at Tórshavnar Skipasmiðja fór at undirskriva sáttmála um bygging av tveimum tvíkiljum, og vit fingu eisini seinni at vita, at maskin­ verkstaðurin FJM í Runavík og JFK fóru at skriva undir avtalu um nýggja verk­ smiðju umborð á Fuglberg. Fremsta og besta Dagarnir á NAFF eru áhuga­ verdir, men teir kunnu eis­ ini vera eitt sindur hektiskir í løtum, um tú setir tær fyri at náa tí, sum seinni vísir seg at vera næstan ómøg­u­l­ igt. At náa 200 framsýnarum er í hvussu er púrasta ógjørligt í triggjar dagar. Soleingi, sum básurin er skipaður, sum opin básur, har øll kunnu vitja innar, noyðist tú at taka dagin, sum hann kemur, tí tú veitst jú ikki frammanundan, hvat dagurin hevur at bjóða. Samanumtikið kunnu vit siga, at nógv fólk vitjaðu á básinum hjá Sosialinum, og nógv positiv orð fullu um blaðið, ið fólk sum heild mettu vera fremsta – og besta - tíðindablað í Før­oy­ um. Í løtum – viðhvørt long­ um løtum – var trupult at sleppa út á netið, og hetta kom dátt við, tí netið er avgerandi fyri, at tú sleppur út úr húsinum við tíðind­un­ um. Á básinum hjá Sosialinum, standandi fv.: Freddy Nielsen og Arnold Johansen. Í bláa stólinum Mogens From. Innari á básinum eru starvsfólk á Sosialinum, sum mannaðu basin hesa løtu Mynd: Jens Kr. Vang. sá, at føroyingar vóru langt frammanfyri danir, bæði í fram­leiðslutøkni og marknaðar­føring innan fisk og fiskavørur. Inni á básinum hjá Sosialinum hendan morg­un­ in, segði Mogens, at før­oy­ ingar vóru 100 ár framm­an­ fyri danir á hesum øki, og hann legði aftrat, at hetta var hansara »skønneste op­levelse i min karriere…« - Eg havi altíð verið væl móttikin í Føroyum, og vit hava gjørt alt fyri, at før­oy­ ingar skulu kenna seg væl í Hanstholm. Vit eru ógvuliga glaðir fyri føroyingar, og vit hava varhugan av, at føroyingar eisini kenna seg væl í Hanstholm. Hann sigur seg fegnast um tað samstarv, sum er millum Hanstholm Havn og Smyril Line eins og farmafelagið Blue Water. - Vit hava útbygt og dýpt havnina í Hanstholm fyri einar 130 miljónir krónur, og hetta er ein liður í at betra enn meira um um­støðurnar og tænastuna, sigur hann. Mogens From, sum í dag býr í Hjørring og er í starvi sum verktætlanar-og markn­ að­arfólk hjá Hanstholm havn, hevur tikist við eitt sindur av hvørjum, og hann hevur eisini verið í sjálv­ støðugari vinnu. Árini 2002-2005 var hann í starvi hjá Hirtshals havn. Loðslur í Danmark Føroyingurin, Arnold Johan­ sen, sum vit nevndu í byrj­ an­ini av greinini, tók skips­ føraraprógv í 1982, og í eini 16 ár hevur hann siglt úti. Seinastu níggju árini hev­ ur hann verið havnaloðsur í Hanstholm havn. - Tað er neyðugt at fylgja við, hvat gongur fyri seg rundan um okkum. Vit kenna allar landingarhavnirnar her um okkara leiðir, og vit vita, at okkara tænasta er góð og kappingarfør, sigur Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á LMF NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landingarmistøð Føroya var á básinum hjá Nes kommunu á North Atlantic Fish Fair. Felagið eigur og umsitir tvær landingarmiðstøðir, ávika­vist á Toftum og í Klaks­vík. Haraftrat eigur fel­agið ein fjórðing av land­ ingarmiðstøðini á Tvøroyri. Kristian Fríðrik Olsen er stjóri á LMF, og á fiski­ vinnu­framsýningini var hann ein túr inni á básinum hjá Sosialinum. - Tað er neyðugt at fylgja við, hvat gongur fyri seg rundan um okkum. Vit kenna allar landingar­havn­ irnar her um okkara leiðir, og vit vita, at okkara tænasta er góð og kappingarfør. Hin­ vegin vita vit, at vit sleppa ikki at »sova«, men mugu fylgja við og rationalisera, um okkurt er, sum vit kunnu gera betur - ella øðrvísi. Stórt arbeiðspláss Kristian Fríðrik Olsen vísir á, at Landingarmiðstøð Før­ oya hevur 110-120 fólk í arbeiði á Toftum og í Klaks­ vík. Hesi taka sær av land­ ing, skiljing og skrivstovu- og tænastuvirksemi. Hetta svarar til út við 80 ársverk. Hann sigur, at eitt av málunum hjá LMF á North Atlantic Fish Fair var at hava eygu og oyru opin fyri nýggjum møguleikum og av­bjóðingum, so virksemið kann útbyggjast og menn­ ast. - Tað er tungt arbeiði at landa, og tí skulu teir, sum fáast við hetta, helst eisini tjena eitt sindur. Kristian Fríðrik sigur, at ein møguleiki hjá LMF at økja um virksemi kundi verið at pakkað fisk fyri viðskiftafólk. Gjøgnumskygni - Gjøgnumskygni í okkara virksemi er stórt, og tí vita allir, hvat vit taka fyri okkara tænstur. Okkara virk­ semi er tí rættiliga útsett, sum hann tekur til. Landingarstjórin sigur, at eitt, sum ikki minst er áhugavert við slíkum fiski­ vinnu­stevnum, er at møta fólki og hava stundir til prát. - Í slíkum føri kunnu vit samskifta um, hvat møgu­ liga kundi verið øðrvísi, um møguleikar eru fyri rationalisering, so tænastan kann gerast uppaftur betri og bíligari, sigur Kristian Fríðrik Olsen. Sleppa ikki at sova Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á Landingarmiðstøð Føroya, vitjar á básinum hjá Sosialinum – og fær eitt tilboð um at halda blaðið Mynd: Vilmund Jacobsen