Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnusíðurnar Nr. 87 - 8. mai 2007 Handverkarar stjala Hagtøl benda á, at handverksmeistarar missa maskinur og amboð fyri umleið eina hálva mia. krónur á hvørjum ári, og tað er lítil ivi um, at tað eru handverkararnir, sum eru syndararnir, skrivar Ritzau. Í handverksmeistarafelagnum verður sagt, at mong hava hug at leggja teir eysturevropeisku handverkararnar undir stuldurin, men tað hendir ofta, at stolin amboð verða funnin aftur heima hjá donskum hand­ verkarum, sigur felagið. Undirløn Norsku fakfeløgini eru ikki serliga fegin um, at skipa­ smiðjusamtakið Aker Yards flytir fólk av sínari skipasmiðju í Rumenia til Noregs at arbeiða partar av árinum og lønar teimum eftir rumenskum viðurskiftum. Sambært Aftenpos­ ten fáa teir rumensku skipasmiðirnir 120 norskar krónur um tíman, men sjálvir fáa teir bara 70 krónur, tí hinar 50 fara til ymisk vælferðartiltøk í Rumenia, og teir kunnu ikki velja annað arbeiði í Noregi. Aftur hesaferð mannaði Sosialurin bás á North Atlantic Fish Fair við tíðinda­ fólki og fólki av marknaðardeildini. Nógv vitjaðu inn á snotuliga básin, og nógv positiv orð fullu um blaðið, ið fólk sum heild mettu vera fremsta – og besta ­ tíðindablað í Føroyum NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur verið við og hevur havt bás á øllum teimum seinastu altjóða fiskivinnustevnunum, sum verið hava í Føroyum. Vit vóru við, tá NAFF seinast varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn í 2003, á Sandvíkarhjalla í 2005, og nú høvdu vit so eisini bás á NAFF 2007, sum byrjaði seinasta hósdag og endaði leygardagin. Tvinnar uppgávur Kanska hugsar onkur, hví ikki meira kunning kemur út til okkara lesarar, tá blaðið soleiðis hevur tvey tíðindafólk á bási í tríggjar dagar, og hví verður Portal­ urin, sum Sosialurin skrivar tíðindini til, ikki betur dekk­ aður við slík høvi. Men uppgávan hjá okk­ um, soleiðis sum básurin er skipaður, verður í fyrst lagi at »selja« blaðið – at siga fólki, at Sosialurin er við, har tað hendur. Básurin er opin út á gólvið, snøggur og væl pyntaður, og áhugin hjá vitjandi at hitta bæði fólk av marknaðardeildini og tey skrivandi er stórur. Tíbetur. Á eini slíkari fiskivinnu­ framsýning, har Sosialurin hevur bás, eru bæði tey, sum vitja inn á gólvið og aðrir framsýnarar annars, áhugaverd, og tú noyðist at »fordeila« teg til at røkka eitt sindur av hvørjum. Útlendsk fiskivinnubløð høvdu eisini bás á NAFF, og tað hevði Vinnuvitan eisini. Vit trúgva, at upp­ gávan hjá teimum er at selja bløðini á stevnuni meira enn at »selja« framsýnar­ arnar og tað, sum fyritøk­ urnar hava at bjóða. Vit royndu eftir førimuni bæði og góvu okkum stund­ ir til at tosa við fólk – bæði kend og ókend, so tey kendu seg væl á okkara bási. Vit nýttu eisini høvi at tosa við ymiskar framsýnarar og fólk, sum høvdu verið ein »rundtúr« á NAFF. Birgir W. Høgnesen, sum umboðaði marknaðardeild­ ina, gjørdi nógv burtur úr við at fáa enn fleiri haldarar til blaðið, og her skarst bara heilt væl. Eini 300 nýggj hald eru teknað! Eingin útgáva Nú lá fiskivinnuframsýn­ ingin soleiðis, at bert tann fyrsti dagurin var blaðdagur, og tá fingu vit sjálva setan­ ina við, hóast tíðin var tepur við framskundaðari dead­ line. Hinir báðir dagarnir vóru ávikavist dýri biðidag­ ur og leygardagur, tá einki blað kemur. Tí høvdu vit hesar dagarnar bert møgu­ leikan at náa út til lesararnar um Portalin. Av hesi orsøk vórðu ikki tær drúgvu samrøðurnar gjørdar, men heldur smáir greinastubbar, sum eru egnaðir til portal­tíðindi. Á eini slíkari fiskivinnu­ framsýning er vanligt, at fyritøkur, sum við eru, eisini hava hug at síggjast í føroysku fjølmiðlunum, og tí vóru tær ikki so fáar, sum vitjaðu inn á gólvið fyri at vita, um vit høvdu hug og umstøður at skriva nøkur orð um teirra virksemi. Sosialurin fremsta og besta blað ­ Eg gjørdist rættiliga ovfarin eftir mina fyrstu vitjan í Føroyum í 1976, tá eg við mínum egnu eygum sá, at føroy­ ingar vóru langt frammanfyri danir, bæði í framleiðslu­ tøkni og marknaðar­ føring innan fisk og fiskavørur, sigur Mogens From, sum starvast hjá Hansholm havn NAFF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrstu gestirnir á básinum hjá Sosialinum, eftir at North Atlantic Fish Fair var sett seinasta hósdag, vóru trý umboð fyri havnina í Hanstholm. Mogens From, sum er ein eldri maður í dag, hevur afturvendandi vitjað í Føroyum síðan 1976 og Arnhold Johansen, sum er føroyingur og giftur føroysk­ ari konu, hevur starvast sum loðslur í Hanstholm Havn seinastu níggju árini. Triði maðurin í ferða­ lagnum úr Hanstholm var Freddy Nielsen, sum er stjóri í Hanstholm Samle­ central, ið hevur fiska­ marknað í Hanstholm. Góð viðurskifti Mogens var óføra blíður og prátingarsamur og vildi ógvuliga fegin, at vit lótu fólk vita, at umboð fyri Hanstholm havn hava vitjað í Føroyum. Á North Atlantic Fish Fair hesaferð hevði eingin donsk havn serstakan – ei heldur felags – bás, men Mogens, Arnhold og Freddy søgdu seg vera komnar upp higar at umboða havnina. ­ Vit eru komnir at røkja okkara viðskiftafólki og tosa við gamlar kenningar og hitta nýggj fólk. Mogens er fyrrverandi vinnulívsmaður og var árini 1974­1989 stjóri í frysti­ húsinum Nyfrost Hirtshals, sum hevði nógv samband við føroyskar fiskaútflyt­ arar. ­ Tá eg byrjaði á Nyfrost Hirtshals, var frystihúsið 2000 fermetrar stórt, men í míni tíð framdu vit til­ samans tríggjar útbygging­ ar, soleiðis at samlaða gólv­ víddin endaði uppi á 10.000 fermetrum. Tá stórur partur av før­ oyska fiskaútflutninginum gekk um stóra frystihúsið í Hirtshals, kom Mogens eis­ ini at hava nógv samband við føroyingar. ­ Eg hevði nógv samstarv við Robert Poulsen, sála, sum tá var tekniskur stjóri á Føroya Fiskasølu. Gjørdist ovfarin Mogens sigur, at áðrenn hann fyrstu ferð kom til Føroya í 1976, hevði hann skilt í Danmark, at Føroyar vóru aftarliga á vinnuliga økinum. ­ Men eg má siga, at eg gjørdist rættiliga ovfarin eftir mina fyrstu vitjan, tá eg við mínum egnu eygum Føroyingar vóru langt frammanfyri danir