Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 87 - 8. mai 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Fyrst og fremst, so er talan um ein góðan venjara. Men eitt navn sum Jakob Friis-Hansen ávirkar eisini positivt í so nógvar aðrar mátar Todi Jónsson, Fremad Amager Við Jakob Friis Han­ sen hevur Fremad Amag­er fingið ein veru­lig­an profil á ven­ ja­ra­síð­uni. Todi Jón­s­ son er sannførdur um, at hetta bæði nú og í framtíðini fer at styrk­ja profilin hjá fel­ag­num Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár kundi Fremad Amager á tíðindafundi boða frá, at nýgg­jur venjari er settur fy­ri Peer F. Hansen. Í farnu vi­ku kom fram, at sáttmálin hjá Peer F. Hansen ikki skul­ di leingjast, og skjótt varð gitt, at Friis Hansen skuldi ver­ða nýggjur venjari. Eitt stórt navn Og Jakob Friis Hansen er ik­ki ein og hvør í donskum fót­bólt­s­høpi. Á yrkisleiðini spæl­di hann fótbólt í bæði Frak­lan­di og Týsklandi, og ei­si­ni var hann 19 ferðir á dans­ka landsliðnum. Aftur komin fór hann alt fyri eitt undir sonevndur ex-prof ven­ja­ra­út­búg­v­ing­ ina, seinastu tíðina hevur hann virkað sum venjari hjá HIK. Sama felag, sum nýg­ gi stjórin í Fremad Amager, Ni­ko­laj Kaas-Heilman starv­a­ð­ist í fram til mars mán­að. Hóast HIK ikki telist mill­ um størstu feløgini í Dan­ mark, so hevur Friis Hansen al­la tíðina verið serstakliga væl lýddur sum venjari. Sum skilst, so hevur hann ei­si­ni fingið tilboð frá onkr­ um superligu-felag, men av pri­vat­um ávum hevur hann ik­ki tikið av tilboði, sum bar ov nógva ferðing við sær. Positiv profilering Setanin av einum stórum ven­ja­ra­navni sampakkar væl við ætlanina á Amager, har boðini alt fyri eitt vóru, at byrjast skuldi á toppinum við sterkari umsiting, fyri síð­ani at arbeiða seg nið­ur­ eft­ir. Altso ikki ein ætlan, har fyrsti setningurin var at key­pa hópin av nýggjum spæl­ar­um. Og føroyski hø­vuðs­mað­ ur­in í felagnum, Todi Jón­s­ son, er eisini skjótur at stað­ fes­ta, at teir í Friis-Hansen ha­va fingið eitt sera gott navn. - Fyrst og fremst, so er tal­ an um ein góðan venjara. Men eitt navn sum Jakob Fri­is-Hansen ávirkar eisini po­si­ti­vt í so nógvar aðrar má­t­ar. Umrøðan í miðlunum sn­ýr seg um “store planer” og “ambitiøse Fremad A­mag­er”, og tað skapar sjálv­an­di eina positiva syn­ er­gi. Og alt annað lika, so vil ein góður venjari hava lætt­ari við at draga góðar spæ­l­ar­ar til sín. - Samanlagt eri eg tí ikki í iva um, at setanin av Jakob Fri­is Hansen er eitt stórt fet í okkara ætlanum um men­n­ ing av felagnum, sigur Todi Jóns­son. Enska fótbóltssambandið fer í dag at gera av, hvørt Mic­ha­el Ball hjá Manchester City skal fáa leikbann. Dóm­ar­in legði ikki til merkis hend­ing­ ina, tá Ball traðkaði á ein liggjandi Cristiano Ro­nal­ do í grannauppgerðini mó­ti Manchester United. Sjón­varps­myndirnar lótu tó ong­an iva verða um, hvat gekk fyri seg, og tí er væl hug­s­an­di, at talan verður um drúgt leikbann fyri ver­ju­spæl­aran. -mørk Stórt venjaranavn til Fremad Amager Eftir sjey ár í Premier League má Charlton nú ganga tungu leið­ina niður í næst­bestu deildina Sigurin var eitt krav hjá Charl­ton, tá teir í gjár­ kvøld­ið fingu vitjan av Tottenham. Tap­tu teir dystin, máttu teir ta­ka við avleiðingini, sum var eitt pláss í næstbestu deild­ini komandi kapp­ing­ar­ár. Við málum frá Dimitar Ber­ba­ tov og Jermaine De­foe vann eitt væl upplagt Tot­ ten­ham-lið lo­kal­upp­gerð­ ina, og so var eingin veg­ ur aftur hjá Charlton. Umframt Charlton, er Wat­ford longu flutt niður í næst­bestu deildina. Triði nið­ur­flyt­ arin verður funn­ in um vikuskiftið, har Shef­­f­ield United, Wigan og West Ham øll eru í van­ da fy­ri at flyta niður. Tveir av uppflytarunum til Premier League eru funn­­ir. Sunderland og Birm­­ing­­ham flyta bein­ leið­is upp, með­an Derby, West Brom­wich, Wol­ver­ hamp­­ton og South­h­ ampton sku­lu spæla play- off endaspæl um sein­asta upp­flyt­ ing­ar­sess­in. -pætur Charlton úr Premier League Newcastle-formaðurin Fred­dy Shepherd fer fyri aðru ferð at bjóða Sam Allardyc e ley­sa manager- sessin í New­castle. Sunnudagin staðfesti Shep­herd annars, at hann als ikki hevði tosað við Al­lar­dyc e, sum fyri trimum ári síðani takkaði nei til sess­in, tá hesin stóð honum í boði. Avgerðin hjá Allardyc e um at gevast í Bolton setti tó alt fyri eitt ferð á gitingar um, at hann var ávegis til St. James’s Park. Og at Roe­der nú er farin úr sessinum hev­ur sum so bara styrkt hes­ar gitingar. Og nú rokna enskir mið­ lar við, at fyrrverandi Bol­ ton-venjarin fær boðið star­við seinnapartin í dag. Alan Shearer er eisini eitt navn, sum hevur verið nevnt flei­ri ferðir, men sjálvur hev­u­r fyrrverandi lið­skip­ar­in hjá Newcastle ikki skump­­að nakað sum helst und­ir hesi tíðindi. Onnur nøvn, sum hava verið nevnd, eru Mark Hughes, Sven-Goran Eriksson, Ste­ve McLaren og Sevilla-ven­jar­in, Juande Ramos. -mørk Newcastle vil hava Allardyce Ball-stempling skal umrøðast Jakob Friis Hansen hevði eina drúgva yrkisleið á Fraklandi og Týsklandi sum spælari. Og sum venjari verður hann eisini roknaður millum teir fremstu í Danmark Mynd: Polfoto