Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. mai 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 87 - 8. mai 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Fyrst og fremst, so er talan um ein góðan venjara. Men eitt navn sum Jakob Friis-Hansen ávirkar eisini positivt í so nógvar aðrar mátar Todi Jónsson, Fremad Amager Við Jakob Friis Han­ sen hevur Fremad Amag­er fing­ið ein verulig­an profil á ven­ jarasíðuni. Todi Jóns­ son er sannførdur um, at hetta bæði nú og­ í framtíðini fer at styrkja profilin hjá felag­num Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár kundi Fremad Amager á tíðindafundi boða frá, at nýggjur venjari er settur fy­ri Peer F. Hansen. Í farnu viku kom fram, at sáttmálin hjá Peer F. Hansen ikki skul­ di leingjast, og skjótt varð gitt, at Friis Hansen skuldi verða nýggjur venjari. Eitt stórt navn Og Jakob Friis Hansen er ikki ein og hvør í donskum fótbóltshøpi. Á y­rkisleiðini spældi hann fótbólt í bæði Fraklandi og Týsklandi, og eisini var hann 19 ferðir á danska landsliðnum. Aftur komin fór hann alt fy­ri eitt undir sonevndur ex­prof venjaraútbúgving­ ina, seinastu tíðina hevur hann virkað sum venjari hjá HIK. Sama felag, sum nýg­ gi stjórin í Fremad Amager, Nikolaj Kaas­Heilman starvaðist í fram til mars mánað. Hóast HIK ikki telist mill­ um størstu feløgini í Dan­ mark, so hevur Friis Hansen alla tíðina verið serstakliga væl lýddur sum venjari. Sum skilst, so hevur hann eisini fingið tilboð frá onkr­ um superligu­felag, men av privatum ávum hevur hann ikki tikið av tilboði, sum bar ov nógva ferðing við sær. Positiv profilering Setanin av einum stórum venjaranavni sampakkar væl við ætlanina á Amager, har boðini alt fy­ri eitt vóru, at by­rjast skuldi á toppinum við sterkari umsiting, fy­ri síðani at arbeiða seg niður­ eftir. Altso ikki ein ætlan, har fy­rsti setningurin var at key­pa hópin av nýggjum spælarum. Og føroy­ski høvuðsmað­ urin í felagnum, Todi Jóns­ son, er eisini skjótur at stað­ festa, at teir í Friis­Hansen hava fingið eitt sera gott navn. ­ Fy­rst og fremst, so er tal­ an um ein góðan venjara. Men eitt navn sum Jakob Friis­Hansen ávirkar eisini positivt í so nógvar aðrar mátar. Umrøðan í miðlunum snýr seg um “store planer” og “ambitiøse Fremad Amager”, og tað skapar sjálvandi eina positiva sy­n­ ergi. Og alt annað lika, so vil ein góður venjari hava lættari við at draga góðar spælarar til sín. ­ Samanlagt eri eg tí ikki í iva um, at setanin av Jakob Friis Hansen er eitt stórt fet í okkara ætlanum um menn­ ing av felagnum, sigur Todi Jónsson. Enska fótbóltssambandið fer í dag at gera av, hvørt Mic­hael Ball hjá Manc­hester City­ skal fáa leikbann. Dómarin legði ikki til merkis hending­ ina, tá Ball traðkaði á ein liggjandi Cristiano Ronal­ do í grannauppgerðini móti Manc­hester United. Sjónvarpsmy­ndirnar lótu tó ongan iva verða um, hvat gekk fy­ri seg, og tí er væl hugsandi, at talan verður um drúgt leikbann fy­ri verjuspælaran. -mørk Stórt venjaranavn til Fremad Amag­er Eftir sjey ár í Premier Leag­ue má Charlton nú g­ang­a tung­u leiðina niður í næstbestu deildina Sigurin var eitt krav hjá Charlton, tá teir í gjár­ kvøldið fingu vitjan av Tottenham. Taptu teir dy­stin, máttu teir taka við avleiðingini, sum var eitt pláss í næstbestu deildini komandi kappingarár. Við málum frá Dimitar Berba­ tov og Jermaine Defoe vann eitt væl upplagt Tot­ tenham­lið lokaluppgerð­ ina, og so var eingin veg­ ur aftur hjá Charlton. Umframt Charlton, er Watford longu flutt niður í næstbestu deildina. Triði niðurfly­tarin verður funn­ in um vikuskiftið, har Sheffield United, Wigan og West Ham øll eru í van­ da fy­ri at fly­ta niður. Tveir av uppfly­tarunum til Premier League eru funnir. Sunderland og Birmingham fly­ta bein­ leiðis upp, meðan Derby­, West Bromwic­h, Wolver­ hampton og Southh­ ampton skulu spæla play­­ off endaspæl um seinasta uppfly­tingarsessin. -pætur Charlton úr Premier Leag­ue Newc­astle­formaðurin Freddy­ Shepherd fer fy­ri aðru ferð at bjóða Sam Allardy­c­e ley­sa manager­ sessin í Newc­astle. Sunnudagin staðfesti Shepherd annars, at hann als ikki hevði tosað við Allardy­c­e, sum fy­ri trimum ári síðani takkaði nei til sessin, tá hesin stóð honum í boði. Avgerðin hjá Allardy­c­e um at gevast í Bolton setti tó alt fy­ri eitt ferð á gitingar um, at hann var ávegis til St. James’s Park. Og at Roeder nú er farin úr sessinum hevur sum so bara sty­rkt hesar gitingar. Og nú rokna enskir mið­ lar við, at fy­rrverandi Bol­ ton­venjarin fær boðið starvið seinnapartin í dag. Alan Shearer er eisini eitt navn, sum hevur verið nevnt fleiri ferðir, men sjálvur hevur fy­rrverandi liðskiparin hjá Newc­astle ikki skumpað nakað sum helst undir hesi tíðindi. Onnur nøvn, sum hava verið nevnd, eru Mark Hughes, Sven­Goran Eriksson, Steve Mc­Laren og Sevilla­venjarin, Juande Ramos. -mørk Newcastle vil hava Allardyce Ball­stempling­ skal umrøðast Jakob Friis Hansen hevði eina drúgva yrkisleið á Fraklandi og Týsklandi sum spælari. Og sum venjari verður hann eisini roknaður millum teir fremstu í Danmark Mynd: Polfoto