týsdagur 8. mai 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 87 - 8. mai 2007 ]
Basso viðgongur dopingnýtslu
Ikki er vanligt, at ein súkklari viðgongur sína skyld í doping. Men hetta
er nú veruleiki, eftir at italienski Ivan Basso hevur boygt seg. Stóra
trýstið frá pressuni og øðrum hevur ikki hildið hann føran fyri at hildið
skommina sum loyndarmál longur. Ivan Basso bjóðaði italiensku OL-
leiðsluni á fund í gjár, og har viðgekk hann sína misnýtslu av doping.
Hann bjóðaði samstundis samgonguni at samstarva viðvíkjandi víðari
kanningum av øðrum dopaðum súkklarum.
29 ára gamli Ivan Basso hevur leingi verið mettur sum ein av
heimsins bestu súkklarum, og hevur fyrr fingið eitt 2. pláss í Tour
de France. Fyri viku síðani segði hann sáttmála sín upp við sítt lið,
Team Discovery Channel.
Hatta er ikki fótbóltur
Jorge Valdano, sum fyri stuttum var ítróttastjóri í Real
Madrid, langar nú út eftir Chelseas og Liverpool fyri teirra
fótbóltsspæl – ella vantandi fótbóltsspæl. – Chelsea og Liver
pool eru bestu dømini um, hvussu framtíðin hjá fótbóltinum
sær út. Intensitetur, kollekvtivisma, taktikkur, fysikkur og
beinleiðis spæl eru í hásætinum, meðan stuttu sendingarnar,
ferðskifti, driblingar og annað undirhald verða strikað.
Mourinho og Benitez vóru ongan tíð stórir spælarar sjálvir.
Teir høvdu ikki talentið sjálvir, og tí rokna teir ikki við, at
teirra spælarar hava talentið til at skapa tað óvæntaða, sigur
fyrrverandi heimsmeistarin millum annað.
Fyrra innleiðandi FM
liðkappingin í
skúlatelving var í
Norðskála/Oyra skúla
dýra biðjudag
Talv
Tíðindaskriv
Við 21 liðum vóru umleið
100 skúlaungdómari til kapp
ingina, sum var býtt í tveir
aldursbólkar.: 5. flokkur
og eldri og 4. flokkur og
yngri. Fýra telvarar eru á
hvørjum liði, umframt at
tveir skiftisleikarar eisini
kunnu vera við.
Havnin og Sandavágur
sýnast aftur í ár at vera væl
fyri í kappingini um FM
heitið. Feløgini vunnu FM
í fjør og á Oyrarbakka varð
hildið á, har slept varð fyri
ári síðani. Havnin sigraði tep
urt í eldra bólkinum, meðan
Sandavágur vann yngra bólk
in trygt.
Men eisini aðrir skúlar
gjørdu vart við seg. Eitt nú
stóðu Vestmanna og Klaks
vík seg heilt væl, eins og
skúlarnir við Sundalagið og
Kollafjørð veruliga høvdu
mobiliserað seg.
Eisini ungdómarnir úr
Haldarsvík/Tjørnuvík stóðu
seg sera væl og smæddust
als ikki burtur í fyrstu
royndini í talvhøpi. Saman
við lokalu telvarunum úr
Róki og Hósvíkingum, er
veruliga gróðrabotnur fyri
spennandi talvumhvørvi í
Sundalagnum framyvir.
Seinna innleiðandi FM
kappingin verður 13 mai í
Sandavági. Síðani verður
drigið samanum. Tey seks
liðini, sum hava staðið seg
best innleiðandi, telva í fin
alubólki, meðan hini liðini
telva í opnum bólki um plas
eringar. Finalan verður í Páll
stovu, Tórshavn, 28 mai.
Havnin og Sandavágur fremst
Nærum 100 telvarar tóku lut, tá fyrra umfarið í FM-kappingini
fyri lið var á skránni um vikuskiftið
mynd: faroechess.com
FM liðkapping 2007 fyri skúlaungdóm
1. Innleiðandi kapping á Oyri
4. flokkur og yngri (6. umfør)
1 Sandavágur
19,5
2 Klaksvík
16,5
3 Vestmanna
16,5
4 Kollafjørður 1
14,0
5 Kollafjørður 2
12,5
6 Haldarsvík 2
10,5
7 Rókur 1
10,0
8 Havnin
9,5
9 Haldarsvík 1
9,5
10 Hósvík
9,0
11 Rókur 2
9,0
12 Kollafjørður 3
7,5
FM liðkapping 2007 fyri skúlaungdóm
1. Innleiðandi kapping á Oyri
5. flokkur og eldri (9. umfør)
1 Havnin
30,0
2 Sandavágur
29,5
3 Vestmanna
26,5
4 Klaksvík
25,0
5 Kollafjørður 1
20,5
6 Rókur 1
17,0
7 Rókur 2
15,5
8 Haldarsvík
11,0
9 Kollafjørður 2
5,0
- Um føroyskur fót
bóltur setur sær eitt
mál og arbeiðir mið
víst fram ímóti tí, so
fer støðið á fótbóltin
um her eisini at
hækka, segði svenski
landsliðsvenjarin í
fótbólti, Lars Lager
back, tá hann hitti
føroyskar venjarar
um vikuskiftið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Svenski landsliðsvenjarin
í fótbólti, Lars Lagerback,
vitjaði um vikuskiftið í Før
oyum. Hann hevði skeið
fyri føroyskum venjarum
fríggjadagin, og fleiri enn
30 venjarar vóru til hetta
skeiðið, sum var eitt árligt
íblástrarskeið hjá FSF fyri
teimum fremstu venjarunum
í landinum.
Lars Lagerback greiddi
frá sínum arbeiði á svenska
fótbóltslandsliðnum, og
føroysku venjararnir fingu
eisini innlit í spælistílinum
hjá svenska landsliðnum,
og hvussu hesin spælistílur
verður vandur.
- Tað er umráðandi, at ein
venjari sleppur at arbeiða í
nøkur ár við einum liði, tí
um hetta arbeiðið ikki er
støðugt, er trupult at fáa
úrslit, segði Lagerback,
sum síðani 1998 hevur ver
ið venjari hjá svenska lands
liðnum – fyrst saman við
Tommy Søderberg og síðani
sum høvuðsvenjari sjálvur.
- Venjarin er leiðarin fyri
liðið, men ein venjari kann
ikki gera alt einsamallur.
Hann hevur stóran týdning
fyri arbeiðið við liðnum,
men tað er alt liðið rundan
um liðið, sum skapar úrslitið,
segði Lars Lagerback.
Ferðin er á muni
Lars Lagerback legði stóran
dent á, at ferð skal verða í
fótbóltsspælinum, og at
fótbóltsspælarar støðugt
arbeiða við at betra um ferð
ina í sínum spæli.
- Stóri munurin millum góð
lið og minni góð lið liggur
í ferðini, sum liðini spæla
fótbólt. Góðir spælarar og
góð lið flyta bóltin skjótari,
spælararnir arbeiða skjótari
við bóltinum, teir avlevera
harðari og renna skjótari.
- Tí skulu spælarar hava
ferð á spælinum undir venj
ing, og venjarin skal støðugt
minna teir á at halda ferðini
– avlevera harðari og renna
skjótari til dømis, segði Lars
Lagerback.
Hann helt eisini, at hann
kundi geva føroyskum
fótbólti góð ráð, hóast
hann segði seg ikki kenna
umstøðurnar nóg væl.
- Um føroyskur fótbóltur
setur sær eitt mál og arbeiðir
miðvíst fram ímóti tí, so fer
støðið á fótbóltinum her
eisini at hækka. Tað er eing
in skjótur vegur á mál, tað
skal hart arbeiði til, segði
Lagerback.
Mugu seta
sær mál
Tað mest umráðandi er, at ferðin á spælinum fæst upp. Tað ræður um at flyta bóltin meira, arbeiða meira, avlevera
harðari og renna skjótari, segði Lars Lagerback millum annað, nú hann hevði skeið fyri føroysku venjarunum