Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2007 tíðindi Ísurin minkaður Nýggjar kanningar vísa, at helmingurin av summarísinum í Barentshavinum er horvin, skrivar Aftenposten. Havfrøð­ ingurin Bjørn Johansen sigur við blaðið, at tað er hugstoytt, at ísurin skal vera minkaður so nógv, og hann ivast ikki í, at broytingin fer at fáa avleiðingar fyri vistfrøðina í økinum. Kanningarúrslitið hevur vakt stóran ans millum norskar politikarar, og Helen Bjørnøy, umhvørvismálaráðharri sigur úrslitið vera skelkandi. Nógv skip Tað er stutt ímillum skipini á svartkjaftaleiðini vestan fyri Suðuroynna. Norðlýsið skrivar frá teimum umborð á Atlantic Navigator, at fyrradagin høvdu teir 32 skip innan fyri 16 fjórðingar á radaranum. Atlantic Navigator var tá 30 fjórðingar vestur úr Suðuroynni. Teir høvdu 1.100 tons av surimi og 400 tons av mjøli í lastini og ætla at landa í Ánunum hósmorgunin. Í gjár vóru tríggjar vikur, síðani Atlantic Navigator byrjaði túrin. Útrokningar vísa, at einasti tunnil, sum tað loysir seg at gera í Føroyum, er undir­ sjóvar­tunnilin ímill­ um Streymoy og Eyst­ uroy, men fyri samfelagið loysir tað seg hvørki at gera undir­sjóvartunnil til Sands ella at gera nakr­an annan tunnil Tunlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er ein vánalig forrætning at gera fleiri tunlar í Før­ oyum. Tað vísa nágreiniligar út­rokn­ingar, sum Landsverk hevur gjørt. Á Landsverki eru tey akk­ urát liðug at rokna út, hvussu stóra nyttu, samfelagið fær burturúr teimum ymsu tunlunum, sum politikarar seinastu tíðina hava tosað um at gera. Og útrokningarnar vísa, at samfelagsliga er tað bara ein tunnil, sum tað loys­ir seg at gera og tað er Undir­ sjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy. Tað er ein tunnil, sum kast­ar ímillum tvær og tríggj­ar milliardir av sær til samfelagið. Men í hesum sambandi loysir tað seg best at gera tunnil ímillum Streymoy og brúgv haðani yvir á Toftir og síðani tunnil inn í Kambs­ dal. Tað er ein íløga, sum kast­ ar slakar 2,4 milliardir av sær. Men verður loysnin við rundkoyring vald og tunnil ímillum Strendur og Toftir, verður samfelagsnyttan nak­ að minni, onkustaðni ímill­ um góðar 100 –500 milliónir minni, alt eftir, hvør loysn verður vald. Alt annað gevur hall Men so er alt tað góða eis­ ini skrivað um komandi tunlar í Føroyum, skulu vit eina og aleina hyggja eftir samfelagsnyttuni í krónum og oyrum. Útrokningarnar hjá Lands­ verki vísa, at tað loysir seg ikki at gera nakran annan tunnil í Føroyum. Ein annar undirsjóvartunnil er upp á tal og tað er tann um Skopunarfjørð. Men hann er ein sera vánalig forrætning, tí hann kostar ímillum 676 og 821 milliónir at gera og tað er ein íløga, sum ong­ an­tíð betalir seg aftur, tí undir­sjóvartunnil til Sands gevur eitt samfelagsligt hall upp á ímillum 384 og 523 milli­ónir. Men tann frægasta loysn­in er at gera tunnil til Sands og so hava ferju siglandi út í Heyst. Eitt, sum loysir líka illa, er at gera nýggjar tunlar í Norðoyggjum, tí her er talan um íløgur upp á millum 263 og 292 milliónir, alt eftir, hvør loysn verður vald, men íløgan gevur eitt sam­ felags­ligt hall upp á 286- 386 milliónir, alt eftir, hvør loysnin verður vald. Tann tunnilin, sum loysir seg best at gera av teimum stóru tunnilin, er ein nýggjur tunnil ímillum Trongisvág og Hvalba. Landsverk hevur roknað út, at tað kostar 145 milliónir at dagføra tunnilin, sum er og gera hann høgri og breiðari, men tað fer at geva 154 milli­ ónir í samfelagsligum halli. Hinvegin kostar tað 155 milliónir at gera nýggjan tunnil, men hann gevur held­ur minni samfelagsligt hall, tí í hesum føri er tað 150 milliónir. Ikki tunnil til Dals og Tjørnuvíkar Annars hevur eisini verið talan um at gera fleiri smærri tunlar, eitt nú til Dals og til Tjørnuvíkar. Men Landsverk sigur, at tað loysir seg hvørki at gera tunnil til Dals ella til Tjørnuvíkar. Ein nýggjur Dalstunnil kost­ar 125 milliónir og gevur 146 milliónir í halli. Í hesum føri loysir tað seg nógv frægari at fjallatryggja vegin, tí tað kostar 15- 40 milli­ónir og gevur eitt samfelagsligt hall upp á 22- 50 milliónir. Sama støðan er viðvíkj­andi sambandinum til Tjørnu­­víkar. Ein nýggjur tunn­il kostar 54 milliónir og gev­ur 75 milliónir í halli. Men at fjallatryggja Tjørnu­víkarvegin, kostar 9- 31 milliónir og gevur eitt hall upp á 10-35 milliónir. Annars hevur eisini ver­ið tosað um at bøta um sam­ bandið ígjøgnum Sand­ar­líð í Sandoy. At gera nýggjan veg kostar 31 milliónir, men hallið av tí íløguni verður 38 milliónir. Hinvegin kostar tað 40 milliónir at gera tunn­ il, men so veksur hallið upp í 51 milliónir. Her er eisini vert at leggja til merkis, at tosað hevur eisini verið um at gera tunnil til Fámjins og at gera nýggjan tunnil til Sandvíkar, men hvørgin av hesum báðum tunlunum eru við í hesi útrokningini hjá Landsverki. Nógv onnur atlit Spurningur um at dagføra vegasambandið og at gera tunlar, snýr seg ikki bara um, hvørja nyttu, ið samfelagið fær burturúr í køldum krón­ um og oyrum. Tað snýr seg eisini um, hvønn politiska vilja, Løg­ tingið hevur at gera tað høgligari hjá fólki at ferðast og at búgva úti um landið. Og í Sosialinum í morgin, fer Bjarni Djurholm, lands­ stýr­ismaður at greiða frá, hví hann heldur, at vit eiga at taka tunlarnar í Norðoyggjum fram­um nýggjan tunnil til Hvalbi­ar, hóast ein nýggjur Hvalbi­artunnil loysir seg nógv betri. Samstundis leggur lands­ stýrismaðurin dent á, at tað, sum Landsverk hevur gjørt, er bara at rokna út, hvørja nyttu samfelagið fær burturúr ymsum verkætlanum. Men tað, sum er avgerðandi, er, hvønn vilja politikararnir hava og tann spurningurin er als ikki viðgjørdur enn..... Loysir seg ikki at gera fleiri tunlar í Føroyum Undirsjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Havnina er ein íløga, sum kastar meiri enn 2,3 milliardir av sær. Tað, sum loysir seg best, er at gera undirsjóvartunnil til Strendur og brúgv yvir á Toftir og tunnil inn í Kambs­dal. Annars geva undirsjóvartunnil til Sands, nýggir tunlar í Norðoyggjum, tunnil til Hvalbiar, Tjørnu­ víkar og til Dals, stórt hall Kostnyttukanningar eru eitt hent amboð, tá ið verk­ ætl­anir skulu lýsast og tá ið ymsar loysnir skulu samanberast. Tað sigur Landsverk í sam­bandi við Kost­nyttu­ kanningarnar, sum nú eru gjørdar um ymsar tunlar, sum talan hevur verið um at gera í Føroyum og sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni. Kostnyttukanningar eru samfelagsbúskaparligar metingar um tær verk­ætl­ anir, sum talan er um at gera og eru eitt hent amboð, tá ið veljast skal ímillum ymsar verkætlanir. Ì kanningini verður rokn­a­ð út, hvussu stór ein íløga er og, hvussu stór sam­felagsnyttan er av hesi íløgu. Bæði kostnaður og nytta verður umroknað til nútíðarvirði. Í hesi kostnyttu­kann­ing­ ini, hevur Landsverk roknað við eini kalkulatiónsrentu (realrentu) upp á 4%, einum avskrivingartíðarskeiði upp á 50 ár og tíðarskeiðið fyri kostnyttukanningini er 30 ár. Rentan vísir, hvat tað kostar at fíggja íløguna. Í síni kostnyttukanning, hevur tikið atlit fyri hvussu ein íløga ávirkar: • Flytføri og fram­komu­ leiki • Betri møguleikar fyri at ferðast ímillum í sam­bandi við arbeiði (pendla) • Minni hall á vegnum, fáar brekkur, minni orku­ nýtsla og betri umstøður í hálku • Vegur í láglendi, tí tað merkir orkusparing og at vegurin ikki er so við­ brekin fyri veðri • Uttanumbygt øki: Gjøgn­­umgangandi vegir skulu helst út um bygt øki • Ferðslutrygd: Spard óhapp • Ferðslutryggleiki: At kenna seg tryggan • Ampar í byggitíðini • Óljóð • Co2 útlát og orkunýtsla • Fagurfrøði og upplivilsi • Ávirkanin av veðrinum • Stytt farleið: Spard tíð og orka • Minni viðlíkahald • Samskipan við aðrar verk­ætlanir • Betri møguleikar fyri vakstrarøkjum og fram­ tíðarútlit fyri vøkstri og útbyggingum Eitt hent amboð