mikudagur 9. mai 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
við nógvum dynamikki.
Pétur Ben endaði sína framførslu, og sams-
tundis eisini fyrsta kvøldið av festivalinum,
meðan hann stóð á einum stóli mitt ímillum
áhoyrarafjøldina, hvaðani hann spældi sítt
síðsta lag.
Fríggjakvøld:
Tónlistarligt fjølbroytni
Meðan fyrsta kvøldið av Ljómandi Kuldabrúgv
borðreiddi við einari heldur einsljóðandi skrá,
við mannligum einstaklingum, sum sungu og
spældu melodiskan singer/songwriter tónleik,
so var fríggjakvøldið eitt kvøld merkt av
tónlistarligum fjølbroytni.
Poppur eftir bókini
Fyrst á palli var danska Randi Laubek,
sum allarhelst eisini var kendasta navnið
á festivalinum. Við sær hevði hon tveir
tónleikarar, ein bassspælara og ein gittarist.
Hesar báðar hevði hon tilvildarliga 'funnið' í
barrini á einari ferju, ið sigldi millum Svøríki
og Danmark, greiddi hon frá.
-De kunne mere end at drikke øl, fandt jeg
sidenhen ud af, segði Randi, sum umframt at vera
vøkur og sjarmerandi, eisini var stuttlig.
Hon spældi melodiøsan popp, sum bar brá av
jassi og blús.
Støði var sera høgt, og bólkurin spældi sum ein
eind. Tónleikurin var sera lurtaravinarligur.
Men sjálvt um tónleikararnir næstan í hvørjum
sangi skiftu ímillum ymisk ljóðføri og viðhvørt
sungu bakrøddir, so var tónleikurin eitt sindur
ov 'tryggur' til tíðir, um ein kann kalla tað
tað. Spælt var eftir bókini og ikki so nógv út
um tað. Men sum heild frálíkur tónleikur.
Kanska í so ríkt
Ólöf Arnalds var næst á palli. Umframt ein
klassiskan gittara hevði hon tvey onnur
serlig streingjaljóðføri, har annað var gjørt
úr beltisdýri. Saknaði ein eitt sindur av
improvisatión og nýhugsan frá Randi Laubek,
so kom tað í ríkt mát nú. Kanska í so ríkt.
Onkur var hugtikin av hennara originaliteti og
líkatil framførslu, men ikki hesin ummælarin.
Ólöf royndi at tosa danskt í byrjanini,
men torført var at skilja, hvat hon segði. Tí
frøddust allir partar, tá ið hon miðskeiðis í
framførsluni skifti til enskt. Eitt sindur av
Eivør og eitt sindur meiri av Kate Bush hoyrdust
aftur í hennara sangi, tó uttan teirra dygdir.
Framførslan var merkt av følskum sangi og
nógvum mistøkum á gittaranum.
Glitrandi sorgblídni
Tá ið ein stuttur steðgur hevði verið, var Guðrið
Hansen á skránni. Ílatin glitrandi, second-hand
klæðir, sum so líðandi eru vorðin ein partur av
hennara image, trein hon á pall. Hon greiddi
frá, at hettar var hennara fyrsta framførsla í
Danmark, og at hon gleddist um høvið.
Eftir at hava hoyrt eina framførslu, har tú
meiri ella minni sat og krympaði tær, var tað
sum eitt frískt lot at hoyra eina trygga og
vælljóðandi Guðrið. Hon spældi kendar sangir
sum “Postcard” og “Love is Dead” umframt nýtt
tilfar. Sangirnir hjá Guðrið hava oftani tungar
tekstir um lívsins skuggasíður og eru merktir
av sorgblídni:
– Eg elski melankolskan tónleik. Og tað er
ikki av tilvild, at næstan allir mínar sangir
eru í mol, sigur hon og flennir.
– Men tað merkir als ikki, at tú absolutt
skalt vera deprimerað. Melankolskur tónleikur
gevur bara oftani eina realistiska mynd av
tilveruni, haldi eg.
Fullfíggja undirhald
Danski Tobias Trier hevði fingið uppgávuna
at enda fríggjakvøldið. Hann borðreiddi við
stuttligastu og mest fullfíggjaðu framførsluni
á øllum festivalinum. Hetta merkir tó ikki,
Skrá
Hóskvøld 12. apríl kl. 20
Dennis Mejdal (DK /vertur), myspace.
com/dennismejdal
Angu (GL), myspace.com/
angumotzfeldt
Høgni Lisberg (FO), myspace.com/
hognilisberg
Pétur Ben (IS), myspace.com/peturben
Fríggakvøld 13. apríl kl. 20
Dennis Mejdal (DK/vertur), myspace.
com/dennismejdal
Randi Laubek (DK), myspace.com/
randilaubek
Ólöf Arnalds (IS)
Tobias Trier (DK), myspace.com/ttrier
Guðrið Hansen (FO), myspace.com/
gurihansen
Leygarkvøld 14. apríl kl. 20
Hanus og Aldubáran - (FO)
FAKTA
Danska Randi Laubek
var allarhelst eisini
var kendasta navnið á
festivalinum
mynd: Petur W. Háberg
mynd: Símun Jóanesarson