mikudagur 9. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2007
- Hetta er eitt lut
falsliga lítið og gamalt
skip, og soleiðis er
avgerðin at selja eisini
ein liður í optimer
ingini hjá okkum,
sigur stjórin í Faroe
Ship, Jóhanna á Bergi
Skipasøla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir átta menninir, ið
sigla við farmaskipinum
Skuranum,
sum
H.T.
Shipping eigur, eru sagdir
úr starvi sambært galdandi
uppsagnartreytum.
Fýra menn eru við skip
inum í senn og fýra eru í
landi. Teir hava verið seks
vikur umborð og seks
heima.
Sum skilst, liggur upp
sagnartíðin hjá monnunum
um tríggjar mánaðir.
Avtala er gjørd um at
selja skipið til ein franskan
keypara, og væntandi fer
skipið úr Føroyum seinastu
ferð seinni í hesum mánað
inum.
Optimering
Jóhanna á Bergi, stjóri í
Faroe Ship, sum eigur H.T.
Shipping, sigur, at sølan er
ein partur av ætlanunum
hjá felagnum og soleiðis
eisini ein liður í optimer
ingini hjá Faroe Ship.
- Hetta er eitt lutfalsliga
lítið og gamalt skip. Vit
hava nógv skip undir okkara
veingjabreiði, og vit hava
eisini Sirius eftir, sum
framhaldandi fer at sigla
við fóðuri fyri okkum.
Spurd, um manningin
hevur fingið í boði onnur
størv hjá Faroe Ship, sigur
Jóhanna,
at
onkur
av
manningini hevur fingið
tilboð um framhald.
Skurin seldur
og manningin
søgd úr starvi
Trukkar kannast
Arbeiðseftirlitið fer nú at kanna allar teir umleið 1.000
trukkarnar í Føroyum fyri at tryggja sær, at teir eru í lagi.
Sambært lógini skal eftirlitið kanna allar trukkar eina ferð
um árið, men tað hevur eftirlitið als ikki havt orku til, sigur
Mikkjal N. J. Olsen, eftirlitsmaður, við Útvarpið. Ein
trupulleiki er eisini, at trukkarnmir eru ikki skrásettir, og tí
noyðist Arbeiðseftirlitið út at leita eftir teimum. Níggju
virkir í Føroyum eru góðkend til at kanna trukkar.
Stilla Kleist upp
Formaðurin í grønlendska flokkinum IA, Josef Motzfeldt,
hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, tá flokkurin fer at
halda landsfund 1. juni, og nógv bendir á, at landstings- og
fólkatingsmaður floksins, Kupik Kleist, fer at taka við,
sigur útvarpið í Nuuk. Tann 65 ára gamli Josef Motzfeldt
hevur verið formaður í IA síðani 1994. Tann 49 ára gamli
Kupik Kleist er í løtuni næstformaður, og nevndin mælir
til at velja hann til formann.
- Vit hava selt skipið,
tí nýggj IMO-krøv
siga, at skip, sum sigla
við matolju, skulu
hava dupultan
skrokk, sigur Hans
Pauli í Horn, sum
hevur verið skipari á
føroyska tangaskip
inum Tóru í nógv ár
Skipasøla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tóra hevur verið føroyskt
tangaskip, sum serliga hev
ur siglt við matolju í Norður
evropu.
Lítið hevur verið at hoyrt
um hetta skip, sum Sp/f
Tóra í Horni í Sandavági er
eigari av.
Tóra er kona Hans Paula,
sum hevur verið maðurin
aftanfyri skipið. Hann hev
ur eisini ført skipið flestu
av árunum síðan 1988.
Manningin uppsøgd
Nú Tóra er seld til Nigeria,
hevur verið neyðugt at siga
manningina úr starvi.
Átta mans hava verið við
skipinum í senn, og soleiðis
hava einir 16 mans verið
knýttir at Tóru.
Um veturin hava teir ver
ið tveir mánaðir umborð og
tveir í landi, og um summar
ið hevur skiftið verið tríggj
ar mánaðir úti – og tríggjar
heima.
Nýggj krøv
Hans Pauli í Horn sigur, at
nýggj IMO-krøv, sum komu
í gildi 1. januar í ár, hava
gjørt tað neyðugt at selja
skipið.
- Hesi krøv siga, at skrokk
urin skal verða dupultur,
um tú siglir við matolju, og
tað var okkara ikki. Tí
noyddust vit at selja skipið
nú, sigur hann.
Hans Pauli sigur, at sátt
málin við nigerianararnar
varð avtalaður fyri umleið
einum mánaða síðan, og
síðan komu undirskriftirnar
endaliga upp á pláss fyri
umleið 10 døgum síðan.
Veit ikki
- Vit hava einki at bjóða
manningini sum er, og iva
samt er, um vit keypa annað
skip til henda flutning.
Hans Pauli í Horn sigur,
at spurningurin um møgul
igt skipakeyp avhongur av,
hvat er í útboði.
- Eg dugi einki at siga um
hetta í løtuni, sigur hann.
Sum vit nevndu, hevur
lítið verið at hoyrt um, at
føroyingar hava átt eitt
tangaskip, sum øll hesi árini
hevur siglt við matolju.
- Tað er rætt, og vit hava
heldur ikki gjørt so nógv
burtur úr okkum, sigur
Hans Pauli í Horni.
Hans Pauli selt
Tóru til Nigeria
Fáur veit um, at føroyingar í fleiri ár hava átt tangaskipið Tóru, sum serliga hevur siglt við
matolju. Nú er skipið selt til Nigeriu
Mynd: Skipalistin
Navn:
Tóra
Heimstaður:
Sandavágur
Smíðstaður/ár:
Nykøbing (1976)
Longd:
68,20 metrar
Breidd:
9,92 metrar
BRT:
499,83
Maskina:
B&W Alpha (770 HK)
Eigari:
Sp/f Tóra í Horni
Útgerðarmaður:
Tóra í Horni, Sandavág
FAKTA