Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2007 Jóannes Eidesgaard sigur seg harmast um, at Báður Nielsen tek­ ur seg úr landsstýri­ num. Hinvegin sigur hann seg sum løg­ mann vera noyddan at virða avgerðina Politikkur karim@sosialurin.fo - Sjálvt um orðatakið sigur, at maður kemur í mans stað, so harmar tað meg, at Bárður Nielsen leggur frá sær. Hinvegin má eg sum løgmaður virða avgerð han- sara og ynskja honum góða eyd­nu við nýggja starvin- um Hetta sigur Jóannes Eid­es- gaard­, løgmaður. Hann held­- ur, at Bárður Nielsen hevur verið ein fongur fyri Land­s- stýrið og samgonguna, tí hann er sera d­ugnaligur og samvitskufullur. - At privata vinnulívið nú er eftir honum, prógvar han- sara evnir, sigur Jóannes Eid­esgaard­. Sum løgmaður ætlar hann sær ikki at leggja út í, hvør eftirmaðurin verður. - Eg havi fult álit á, at Samband­sflokkurin finnur rætta persónin, sigur Jóan- nes Eid­esgaard­. Hevur tú sett nøkur krøv til, hvør tað skal vera? - Nei, tað havi eg ikki. Leiðslan í flokkinum veit, hvat skal til, sigur løgmað- ur. Tað vistu leiðslan eftir øll­ um at døma ikki fyri góðum trimum árum síðani, tá Jóhan Dahl varð settur sum fiskimálaráðharri, og tú longu 20 dagar seinni koyr­ di hann úr starvi. Um flokk­ urin nú skjýtur hann upp sum eftirmann hjá Bárði Nielsen, hvat sigur tú so? - Eg fari ikki at viðgera eitt uppskot, sum ikki er eitt uppskot, sigur Jóannes Eid­esgaard­. Fert tú at góðtaka Jóhan Dahl sum landsstýris­ mann? - Sum áðurnevnt kann eg ikki fyrihald­a meg til eitt uppskot, sum er har. Hvussu nógvar dagar fær Sambandsflokkurin til at finna eftirmannin? - Eg kann ikki áseta nakað d­agatal, men eg gangi út frá, at flokkurin rættiliga skjótt finnur út av hesum. Væntar tú at fáa eitt navn í dag? - Nei, men rættiliga skjótt, sigur Jóannes Eid­esgaard­, sum í løtuni er stad­d­ur í Lond­on. 40 umsóknir vóru til stjórastarvið við Stórutjørn. Men sjálvt um felagið aftanfyri ætlanina fyrst í vikuni meldaði út, at øll vóru skikkaði til starvið, hevur felagið kortini valt at »headhunta« ein landsstýrismann til at standa á odda fyri ætlanini StarvSSetan Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Stórur áhugaði hevur verið fyri stjórastarvinum í felag- num, ið stend­ur aftanfyri størstu byggiætlanina í Før- oyum nakrantíð. Men sjálvt um felagið meld­aði út, at allir 40 umsøkjararnir vóru skikkaðir til starvið, so hev- ur felagið kortini verið úti og head­huntað ein land­s- stýrismann til starvið. Tað eyd­naðist ikki at fáa nakra viðmerking frá felag- num hjá Jákupi á Dul Jacob- sen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Umsøkjarar til Stórutjørn vrakaðir Løgmaður: Stórur missur fyri samgonguna Heðin skal spyrja býráðið Tað ber til hjá Heð­ ini Mortensen at vera borgarstjóri í Havn og løgtings­ limur. Men so skal býráðið geva serstakt loyvi til hetta Politikkur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í útgangsstøðinum skal ein borgarstjóri, sum er fulltíðarsettur, leggja ann- að borgarligt starv niður. Kommunustýrislógvin heimilar tó, at frávik verður gjørt, um talan er um starv, sum er beinleið- is fólkavalt. Grein 6, stk. 2 í Kom- munustýrislógini er soljóðand­i: » Val av borgarstjóra hevur gild­i alt valskeiðið. Borgarstjórin verður vald­- ur millum kommunu- stýrislimirnar eftir meiri- lutavalháttinum sambært § 2. Setanarbrøkur borg- arstjórans verður ásettur í kommunustýrisskipan- ini til antin 1/2 ella 1/1. Um setanarbrøkurin er 1/1, skal borgarstjórin, tá ið hann er vald­ur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitis- størv, sum ikki beinleiðis hava samband­ við starvið sum borgarstjóri. Kommu- nustýrið kann loyva frávik frá regluni í 4. pkt, tá ið umræður størv sum eru beinleiðis fólka- vald­.« Soleiðis kann Heðin Mortensen átaka sær ting- sessin, sum nú stend­ur leysur, samstund­is sum hann røkir borgarstjóra- embæti. Men so skal hann fáa loyvi til hetta frá einum meiriluta av býráðnum í høvuðsstað- num. Við at velja Kaj Leo sum eftirmann fyri Bárð hevur Sambands­ flokkurin bjargað Javnaðarflokkinum ein nýggjan ting­ mann, tí Heðin Mort­ ensen er næstur á lista­ num hjá Sambands­ flokkinum. Síðani tá hevur borgarstjórin, og nú nýggi tingmað­ urin í Havn, skift til Javnaðarflokkin Politikkur Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað verður javnan sagt, at alt kann hend­a í politikki, og tað ber sanniliga til at brúka í hesum føri. At Bárð- ur Nielsen leggur frá sær, og Kaj Leo Johannesen tek- ur við, merkir samstund­is, at Samband­sflokkurin má lata ein tingsess til Javnaðar- flokkin. Hetta kemst av, at Heðin Mortensen, ið er næs- ti maður á Samband­slista- num í Suðurstreymi, síðani seinasta løgtingsval hevur skift til Javnaðarflokkin. Hetta hend­i eftir seinasta býráðsval, tá Heðin Morten- sen varð blakaður úr flokk- inum, tí Heðin Mortensen fekk boðið borgarstjórasess- in við at fara í samgongu við Javnaðarflokkin og Tjóðveld­isflokkin. Hetta bleiv restin av býráðsum- boðanini hjá Samband­s- flokkinum og leiðalan í flokkinum so fortørnað inná, at Heðin Mortensen varð blakaður úr flokkinum. Dagin var hann limur í Javn- aðarflokkinum. Í lagnunar speisemi ber tí til at gera ta niðurstøða, at tveir samband­smálmenn – Kaj Leo, sum er fyrrverand­i málmáður í HB, og Bárður hjá VÍF – í felag hava gjørt eitt rættiliga stórt sjálvmál. Í morgun hevði Sam- band­sflokkurin átta tingfólk og Javnaðarflokkurin átta. Nú er støðan 8-6 til Javn- aðarflokkin, tí Heðin Mort- ensen hevur gjørt av at taka við løgtingssessinum. Sambandsflokkurin ger sjálvmál Eitt av stóru sjálvmálunum í føroyskum politikki hendi í dag, tá Kaj Leo Johannesen gjørdi av at taka við landsstýrissessinum sum avloysari fyri Bárð Nielsen. Hetta merkir, at Heðin Mortensen kemur á ting ..... ikki fyri Sambandsflokkin, men fyri Javnaðarlflokkin Mynd: Jens Kristian Vang