mikudagur 9. mai 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 88 - 9. mai 2007
Jóannes Eidesgaard
sigur seg harmast um,
at Báður Nielsen tek
ur seg úr landsstýri
num. Hinvegin sigur
hann seg sum løg
mann vera noyddan
at virða avgerðina
Politikkur
karim@sosialurin.fo
- Sjálvt um orðatakið sigur,
at maður kemur í mans
stað, so harmar tað meg, at
Bárður Nielsen leggur frá
sær. Hinvegin má eg sum
løgmaður virða avgerð han
sara og ynskja honum góða
eydnu við nýggja starvin
um
Hetta sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður. Hann held
ur, at Bárður Nielsen hevur
verið ein fongur fyri Lands
stýrið og samgonguna, tí
hann er sera dugnaligur og
samvitskufullur.
- At privata vinnulívið nú
er eftir honum, prógvar han
sara evnir, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Sum
løgmaður
ætlar
hann sær ikki at leggja út í,
hvør eftirmaðurin verður.
- Eg havi fult álit á, at
Sambands flokkurin finnur
rætta persónin, sigur Jóan
nes Eidesgaard.
Hevur tú sett nøkur krøv til,
hvør tað skal vera?
- Nei, tað havi eg ikki.
Leiðslan í flokkinum veit,
hvat skal til, sigur løgmað
ur.
Tað vistu leiðslan eftir øll
um at døma ikki fyri góðum
trimum árum síðani, tá
Jóhan Dahl varð settur sum
fiskimálaráðharri, og tú
longu 20 dagar seinni koyr
di hann úr starvi. Um flokk
urin nú skjýtur hann upp
sum eftirmann hjá Bárði
Nielsen, hvat sigur tú so?
- Eg fari ikki at viðgera eitt
uppskot, sum ikki er eitt
uppskot,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Fert tú at góðtaka Jóhan
Dahl
sum
landsstýris
mann?
- Sum áðurnevnt kann eg
ikki fyrihalda meg til eitt
uppskot, sum er har.
Hvussu nógvar dagar fær
Sambandsflokkurin til at
finna eftirmannin?
- Eg kann ikki áseta nakað
dagatal, men eg gangi út
frá, at flokkurin rættiliga
skjótt finnur út av hesum.
Væntar tú at fáa eitt navn í
dag?
- Nei, men rættiliga skjótt,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum í løtuni er stadd ur í
London.
40 umsóknir vóru til
stjórastarvið við
Stórutjørn. Men sjálvt
um felagið aftanfyri
ætlanina fyrst í vikuni
meldaði út, at øll vóru
skikkaði til starvið,
hevur felagið kortini
valt at »headhunta«
ein landsstýrismann
til at standa á odda
fyri ætlanini
Starvssetan
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Stórur áhugaði hevur verið
fyri stjórastarvinum í felag
num, ið stendur aftanfyri
størstu byggiætlanina í Før
oyum nakrantíð. Men sjálvt
um felagið meldaði út, at
allir 40 umsøkjararnir vóru
skikkaðir til starvið, so hev
ur felagið kortini verið úti
og headhuntað ein lands
stýrismann til starvið.
Tað eydnaðist ikki at fáa
nakra viðmerking frá felag
num hjá Jákupi á Dul Jacob
sen, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
Umsøkjarar
til Stórutjørn
vrakaðir
Løgmaður:
Stórur missur fyri
samgonguna
Heðin
skal
spyrja
býráðið
Tað ber til hjá Heð
ini Mortensen at
vera borgarstjóri í
Havn og løgtings
limur. Men so skal
býráðið geva
serstakt loyvi til
hetta
Politikkur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í útgangsstøðinum skal
ein borgarstjóri, sum er
fulltíðarsettur, leggja ann
að borgarligt starv niður.
Kommunustýrislógvin
heimilar tó, at frávik
verður gjørt, um talan er
um starv, sum er beinleið
is fólkavalt.
Grein 6, stk. 2 í Kom
munustýrislógini
er
soljóðandi:
» Val av borgarstjóra
hevur gildi alt valskeiðið.
Borgarstjórin verður vald
ur millum kommunu
stýrislimirnar eftir meiri
lutavalháttinum sambært
§ 2. Setanarbrøkur borg
arstjórans verður ásettur
í kommunustýrisskipan
ini til antin 1/2 ella 1/1.
Um setanarbrøkurin er
1/1, skal borgarstjórin, tá
ið hann er valdur, leggja
borgarliga starvið frá sær
umframt øll almenn álitis
størv, sum ikki beinleiðis
hava samband við starvið
sum borgarstjóri. Kommu
nustýrið
kann
loyva
frávik frá regluni í 4. pkt,
tá ið umræður størv sum
eru
beinleiðis
fólka
vald.«
Soleiðis kann Heðin
Mortensen átaka sær ting
sessin, sum nú stendur
leysur, samstundis sum
hann røkir borgarstjóra
embæti. Men so skal
hann fáa loyvi til hetta
frá einum meiriluta av
býráðnum í høvuðsstað
num.
Við at velja Kaj Leo
sum eftirmann fyri
Bárð hevur Sambands
flokkurin bjargað
Javnaðarflokkinum
ein nýggjan ting
mann, tí Heðin Mort
ensen er næstur á lista
num hjá Sambands
flokkinum. Síðani tá
hevur borgarstjórin,
og nú nýggi tingmað
urin í Havn, skift til
Javnaðarflokkin
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tað verður javnan sagt, at
alt kann henda í politikki,
og tað ber sanniliga til at
brúka í hesum føri. At Bárð
ur Nielsen leggur frá sær,
og Kaj Leo Johannesen tek
ur við, merkir samstundis,
at Sambandsflokkurin má
lata ein tingsess til Javnaðar
flokkin. Hetta kemst av, at
Heðin Mortensen, ið er næs
ti maður á Sambands lista
num í Suðurstreymi, síðani
seinasta løgtingsval hevur
skift til Javnaðarflokkin.
Hetta hendi eftir seinasta
býráðsval, tá Heðin Morten
sen varð blakaður úr flokk
inum, tí Heðin Mortensen
fekk boðið borgarstjórasess
in við at fara í samgongu
við
Javnaðarflokkin
og
Tjóðveldisflokkin.
Hetta
bleiv restin av býráðsum
boðanini hjá Sambands
flokkinum og leiðalan í
flokkinum
so
fortørnað
inná, at Heðin Mortensen
varð blakaður úr flokkinum.
Dagin var hann limur í Javn
aðarflokkinum.
Í lagnunar speisemi ber tí
til at gera ta niðurstøða, at
tveir sambandsmálmenn –
Kaj Leo, sum er fyrrverandi
málmáður í HB, og Bárður
hjá VÍF – í felag hava gjørt
eitt rættiliga stórt sjálvmál.
Í morgun hevði Sam
bands flokkurin átta tingfólk
og Javnaðarflokkurin átta.
Nú er støðan 8-6 til Javn
aðarflokkin, tí Heðin Mort
ensen hevur gjørt av at taka
við løgtingssessinum.
Sambandsflokkurin
ger sjálvmál
Eitt av stóru sjálvmálunum í føroyskum politikki hendi í dag, tá Kaj Leo Johannesen gjørdi av at
taka við landsstýrissessinum sum avloysari fyri Bárð Nielsen. Hetta merkir, at Heðin Mortensen
kemur á ting ..... ikki fyri Sambandsflokkin, men fyri Javnaðarlflokkin
Mynd: Jens Kristian Vang