Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2007 - Politiska arbeiðið er on­kun­tíð í so tun­gt og passar ikki so væl til mítt lyn­di. Tað er ofta lan­gt frá ein­um hug- skoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava tin­g at hen­da skjótt, sigur Bárður Nielsen­, sum í dag hevur lagt frá sær sum lan­ds- stýrismaður við fíggjarmálum Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið telefonin hjá Bárði Nielsen ringdi mánakvøldið 23. apríl, var tað ikki ein misnøgdur veljari, sum var í telefonini hjá landsstýris­ manninum. Tað var hinvegin vinnulívsmaðurin Jákup á Dul, sum svimur millum stórar fiskar í altjóða vinnu­ lívi. Hann vildi vita, um lands­ stýrismaðurin hevði tikið av, um hann hevði fingið til­ boðið um at gerast stjóri fyri risastóru verkætlanini Stórutjørn. ­ Eg hevði ikki søkt star­ við og hevði ikki hugsað um tað, fyrr enn eftir hesa samrøðuna. Fyrsti tankin var, at fór ikki at taka av, men eftir at eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta niður­ støðuna, at eg kundi ikki siga nei til avbjóðingina, sigur Bárður Nielsen. ­ Hetta var ein stór og tru­ pul avgerð, men hon er tik­ in. Eg taki meg tí úr politik­ ki og fari at royna meg aftur í privata vinnulívinum, sig­ ur hann. Politiskt punktum Tað kom rættiliga óvart á fólk, tá ið Bárður Nielsen mikumorgunin kallaði inn til tíðindafund í Fíggjar­ málaráðnum á Argjum. Hetta var ikki árligi sam­ ankomsturin, har lands­ stýrismaðurin leggur fram fíggjarlógina, og tølini flúg­ va um oyruni á tíðindafólki. Hesaferð var ein nógv mei­ ra persónlig fráboðan á skránni, og tá ið Bárður Nielsen ein minutt eftir klokkan tíggju steig inn í hølini, har tíðindafundurin var hildin, var tað fyri at seta eitt fyribils punktum fy­ ri sínari politiskari yrkis­ leið. ­ Eg leggi frá mær sum landsstýrismaður, vóru fyrs­ tu orðini frá Bárði, og frá­ boðanin fór flúgvandi kring alt landið í beinleiðis útvar­ pi. ­ Tað hevur verið eitt sera spennandi starv at verið landsstýrismaður, og eg eri fegin um, at tað hevur eydn­ ast okkum at venda búskap­ argongdini í landinum, með­ an eg havi verið í fíggjar­ málaráðnum, segði Bárður Nielsen, sum ikki var beskeðin um síni politisku avrik seinastu stívliga trý árini. Ov ótolin til politikk Bárður Nielsen hevur grund­ að nógv um sína støðu, áðrenn hann tók avgerðina um at fara úr politikki og kasta seg yvir eina nýggja avbjóðing í vinnulívinum. ­ Eg havi trivist væl í poli­ tiska umhvørvinum, og áðrenn eg fekk hetta tilboð­ ið, hevði eg als ikki hugsað um at gevast í politikki. Eg kann so eisini siga, at poli­ tiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugsko­ ti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, sigur Bárður Niel­ sen. ­ Hinvegin havi eg eisini gjørt mær greitt, at eitt poli­ tiskt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftaná val­ ið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løg­ tingsmaður í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa avgerðina, sigur Bárður Nielsen. Løgmansdreymurin sleptur Vil tað siga, at tú sleppur ambitiónunum um at gerast floksformaður og løgmað­ ur? ­ Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp til formans­ valið í Sambandsflokkinum, men eg havi hildið, at eg hevði ikki nóg mikið av royndum til at bjóða meg fram. ­ Eg vil gjarna royna meg fult út, har eg eri, og í poli­ tikki er tað at gerast løgmað­ ur, men eisini har mangli eg politiskar royndir og lívs­ royndir. Nú gevist eg fyri fyrst í politikki, men eg fái ikki sagt nakað um, hvat framtíðin kemur at bjóða á politiska økinum. Bárður Nielsen fekk 358 atkvøður á løgtingsvalinum í 2004. Hann stillaði upp í Norðstreymoy og varð vald­ ur í løgtingið. Meðan Bárð­ ur Nielsen hevur verið landsstýrismaður, hevur Olav Enomoto verið vara­ maður á tingi. Ov ótolin­ til politikk Navn: Bárður á Steig Nielsen Aldur: 35 ár Familja: Giftur við Rakul Nielsen – tey eiga fýra børn Útbúgving: HD, fyrsta part og ávís fak innan merkonom Størv: Landsstýrismaður við fíggjarmálum síðani februar 2004, roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001 til 2004, grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe frá 1993­2000. FAKTA - Eitt politiskt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftaná valið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løgtingsmaður í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa avgerðina, sigur Bárður Nielsen Mynd: Jens Kr. Vang Alt er so n­ýtt fyri meg en­n­, at eg havi ikki fin­gið hugsað meg rættiliga um. Eg má lodda dýpið hjá mín­um veljarum og serliga hjá familjun­i. Men­ eg síggi n­ógvar spen­n­an­di avbjóðin­g- ar í tin­gsessin­um, sig- ur Heðin­ Morten­sen­ Politikkur Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir at Sambandsflokkurin allan morgun hevur tingast um ein nýggjan landsstýris­ mann, gjørdist úrslitið sum væntað, at formaður floksins, Kaj Leo Johanne­ sen verður nýggjur fíggjar­ málaráðharri. Hetta merkir pr. defenitión, at næsti maður á listanum hjá Sam­ bandsflokkinum í Suður­ streymoy kemur á ting fyri hann. Og næsti maður á listanum er Heðin Morten­ sen, borgarstjóri í Havn. Og hetta er ein serlig støða, tí eftir seinasta býráðsval skifti Heðin Mortensen, flokk, og fór úr Sambands­ yvir í Javn­ aðarflokkin. Og sum limur í seinni nevnda gjørdist hann borgarstjóri í Havn. Tað merkir so í stuttum, at við at fara í starv sum fíggjarmálaráðharri, hevur formaðurin óbeinleiðis minka um tingmannatalið hjá Sambandsflokkinum, meðan Javnaðarflokkurin veksur við einum. Heðin Mortensen hevði júst frætt tíðindini, tá Sosialurin um miðdagsleit­ ið tosaði við hann, og hóast borgarstjórin í Havn eyðvitað ikki hevði havt stundir at hugsa seg um, so var hann ikki í iva um, hvørt átti sessin hjá Kaj Leo Johannesen. ­ Sum næsti maður á list­ anum er tingsessurin mín, antin ein vil tað ella ei, sig­ ur Heðin Mortensen. Kann gera nyttu Hann var á ongan hátt avvísandi um at taka við tingsessinum, og heldur enn at síggja trupulleikar við at hava tvey so týðandi størv, sá hann fleiri møgu­ leikar í, bæði at vera ting­ maður og borgarstjóri. ­ Hetta ljóðar sum ein spennandi avbjóðing. Tað eru nógvir møguleikar at gera seg galdandi í tingin­ um, tí tað er í tinginum, at landsins lógir verða smíð­ aðar, sigur Heðin Morten­ sen. Og hóast borgarstjórin í Havn ikki hevur tikið nak­ ra endaliga støðu enn, so nevnir hann mál, ið liggja honum nær at hjarta, og sum hann sum tinglimur fær stóra ávirkan á – eitt nú eldraøkið. ­ Tingið fer nú til hús og kemur ikki saman aftur fyrr enn á Ólavsøku, so eg havi góðar stundir at hugsa meg um. Eg má eisini lod­ da dýpið hjá veljarum mín­ um, eins og familjan fær eitt avgerandi orð at siga, sigur Heðin Mortensen. Men hann undirstrikar við tjúkkari striku, at eing­ in kann taka tingsessin frá honum. Tingfólk verða vald á flokslistum, men tey verða vald við persónligum atkvøðum, og tá Kaj Leo Johannesen nú fer at biðja løgtingsformannin um far­ loyvi og at næsti maður á listanum kemur á ting, so er næsti maður altso – Heð­ in Mortensen. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn: Tin­gsessurin­ er mín­ Valdur á Sambandslistanum – á ting fyri Javnaðarflokkin. Tað verður eftir øllum at døma veruleikin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn. savnsmynd