Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Barbara í Gongini er ein tann føroyski snið­ gev­in, ið hevur gjørt mest vart við seg ut­tan­ lands. Í komandi viku verð­ur høvi at uppliva ser­merktu sniðini hjá Bar­ba­ru í Føroyum, vit ha­va hitt føroyska slóð­ brót­ar­an innan móta. Móti Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Týsdagin 15. og mikudagin 16. mai verð­ur Hvonn karmur um sølusýning. Á sýningini verða snið úr kol­lek­ tión­unum summar 07 og vetur 06 hjá Bar­ba­ru í Gongini umframt serlig sýnis­pløgg av ymiskum alagi, hjá før­oy­ska sniðgevanum. Vit vóru fram­við í Rødøvre, har Barbara bú­leik­ast og arbeiðir. - Hetta fevnir um nýtt og gamalt ik­ki um nakað, sum er ov gamalt. Her verða eisini snið til komandi heyst og vetur kollektiónir, greiðir Bar­ ba­ra frá. Hennara vørur eru ikki at fá­a í Føroyum, og tí er hetta ein for­kun­nugur møguleiki, hjá føroyin­ gum at uppliva føroyska merkið, sum bú­leik­ast í Keypmannahavn. - Eg havi ein lítlan keyparaskara í Føroyum frammanundan, ið plaga at ringja til mín. Men nú havi eg júst gjørt avtalu við Júnik, um at royna mítt merki, so tað fer skjótt at vera møguligt at keypa mín­ar vørur í Føroyum. Men tað er greitt, at henda framsýning hevur til endamáls, at vísa føroyingum, hvat eg takist við. Eg havi hildið fast í mínum uppruna, og havi altíð ar­beitt við íblástri úr Føroyum, greið­ir Barbara frá. Progressiva Barbara Barbara er uttan samanbering, tað mest progressiva navnið á før­oy­ska mótapallinum. Við sínum Avant Gar­du sniðum hevur Barbara m.a. fing­ið atgongd til heimsins størstu mó­ta­ vi­ ku í París, har hon í fjør sýndi fram á Zipzone Gallery beint undir Eif­fel torninum. Hetta gallaríið var karmur um nøkur av teimum mest pro­ gres­si­vu og respekteraðu nøvnunum á mótavikuni millum onnur danan Jens Laugesen, ið fekk heiðursløn frá fronsku delegatiónini, sum týd­n­ing­ ar­mik­las­ti sniðgevi á mótavikuni. Men fyri Barbaru var hetta mø­gu­li­ ga síðsta ferðin á stóru messuni. Spennandi Rendezvous - Eftir messuna í París mátti eg vel­ja, um eg ætlaði at verða verandi sam­an við Laugesen og fínum nøvnum sum honum, ella um eg skuldi satsa up­p­á okkurt annað. Eg valdi so í ár ístaðin fyri almennu mótavikuna, at fara á Rendezvous, ið er ein nýgg­ja­ri messa, har tey nýggju ungu al­tjóða nøvnini hittast. Hendan mess­an er fýra ferðir um árið, tvær ferðir við konufólkaklæðum og tvær ferðir við mannfólkaklæðum, greið­ ur Barbara frá. Hon tykist heldur ik­ki í iva um, at hetta var rætta val­ið. - Rendezvous er fyri meg heilt víst feitasta messan. Eg var har 1.- 4. mars, og eg fekk nógv burturúr, eg kom inn á grikska og italska mark­nað­in, og eg fekk í lag eina fram­sýn­ing í London. Barbara í Gongini var ein av før­ oy­s­ku sniðgevunum, ið sýndi fram á Fun­ky Faroe Islands í London í fjør, tá bar hon føroysku fyrireikarunum eina tøkk fyri, at teir høvdu spar­ ka einar dyr upp fyri føroyskum snið­um á enska marknaðin. Um hetta á nakran hátt var orsøk til, at hon á Rendezvous hitti bretar, ið ken­ du merkið Barbara í Gongini, veit Barbara ikki. Men úrslitið av hesum møti var eitt tilboð um at koma til London í august, har hon skal hon sýna útvald pløgg fram í gallarínum og handlinum hjá japanska sniðgevanum Michiko Kos­ h­ino á 59 B r o a d w i c k Street. Ein de­but í Onglandi, sum tykist sera spen ­n­a n­d i. Har skulu sniðini hjá Bar­ba­ru hanga saman við nøkrum av stør­s­tu mótagu­ ruunum innan fyri henn­ara listagrein. Slóðbrótandi snið Barbara arbeiðir við eini smalari lin­ju til ein smalan málbólk, og henn­a­ ra snið minna ofta meira um li­st enn um vanlig klæði. Hon er við øðrum orðum ein slóðbrótari, ið er við til at vísa vegin, ið meira van­li­gi mótin skal fara. Barbara er serliga kend fyri at binda og flæt­ta ymisk tekstilir saman, og fyri óg­vis­­­liga háttin hon snollar sínum mo­dell­um, eitt nú vill hárstýling við balónum og pútum í hárunum. Vanlig snið frá Barbaru Í Løtuni arbeiðir Barbara saman við einum starvsfelaga við eini nýgg­jari linju, ið væntandi fær heit­­ið Regular, og sum er munandi meir­a vend at tí kommersiella. Í hesum sambandi setur Barbara nú á stovn føroyskt felag og fer und­ir at søkja íleggjarar. Ferðin til Føroyar hevur tí eisini til en­da­máls at vekja áhuga millum før­oy­sk­ar íleggjarar. - Eg havi alliera meg við eina, sum er klekt á sama staði sum eg, og sum eg havi samstar­ vað við áð­ur. Vit arbeiða við, hvussu vit kun­nu kom­ mer­si­el­iesera míni snið, og s a m st u n d­ i s royna at halda fast í einum ávísum twisti, sigur Bar­ba­ ra. Hetta er ein roynd, hjá Barbaru, at gera sína fyritøku sun­ nari, og at fáa fleiri pengar inn í hana. Men her liggja eisini listarlig á­hu­ga­ mál sum grund. - Eg haldi, at tað er meiningsley­ st, at vera í eini komersiellari vin­nu sum mótavinnuni, uttan at ko­ma í talu við nakran, bara at vera kunst­ner­isk. Sum tíðin frálíður, er eisini týdningarmikið, at virksemið glíður. Men samstundis er tað eisini týdningarmikið, at vit hava twistið, og at mongdin av twisti er tann heilt rætta, soleiðis, at vit ikki detta niður ímillum, greiður hon frá. Hitt Barbaru í Hvonn Á sølusýningini á Hvonn verður tó snið av vanliga Avant garda slagnum at síggja. Sýningin er í døgunum 15. og 16. mai frá kl. 13.00 – 19.00. Móttøka verður, tá sýningin letur upp 15. mai kl 13.00. Á sølusýningini verður møguleiki at ogna sær kollektiónsroyndir og serlig sýnispløgg við 50 % í avsláttri. Barbara í Gongini verður at hitta, meðan sølusýningin er opin. Sermerkt snið til Føroyar Barbara í Gongini frammanfyri súreplatræið í havanum í Rødovre, træið blómar bert í eina viku Mynd: Símun Jóanesarson Summar kollektión 07 hevur sum tilgongd knúta-tema. Temaði hevur sín uppruna í Føroyskum bindi-siði og er ein afturvendandi táttur í fabuleringini. Av hesum spretta sermerktar og til tíðir humoristiskar loysnir. Hesin teknikkur er vorðin eyðkenni fyri merkið ”Barbara í Gongini” uttanlands. Vetrar kollektión 06 hevur sum tilgongd flatir í asymitri. Úr temanum verður hugsað snið í kvadratiskum modulum tað vil siga kjólar gjørdir úr kvadratiskum stykkum, og fleiri asymetrisk stykki í einum plaggi. Hetta er á at líta tveydimensionelt í formi. FAKTA Merkið Barbara í Gongini hevur sín upruna í tí avent garda. Hugtakið kemur av tí radikalu listini í Fraklandi í seinru helvt av 1900 talinum og merkir nýskapandi list. Mótin hevur tikið hugtakið til sín, og er tað innan hesar karmar at merkið Barbara í Gongini virkar. Til ber at vitja Barbaru í Gongini á heimasíðuni www.barbaraigongini.dk FAKTA Eitt av sniðunum úr Summar 07, ið Barbara fer at sýna fram á Hvonn