Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 88 - 9. mai 2007 - Politiska arbeiðið er on­kun­tíð í so tungt og pass­ar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hug­ sko­ti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, sig­ur Bárður Nielsen, sum í dag hevur lagt frá sær sum lands­ stýris­mað­ur við fígg­jar­mál­um Politikkur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið telefonin hjá Bárði Niel­sen ringdi mánakvøldið 23. apríl, var tað ikki ein mis­nøgd­ur veljari, sum var í telefonini hjá lands­stýris­ mann­inum. Tað var hinvegin vin­nu­lívs­maðurin Jákup á Dul, sum svimur millum stórar fiskar í altjóða vinnu­ lí­vi. Hann vildi vita, um lands­ stýris­mað­urin hevði tikið av, um hann hevði fingið til­ boð­ið um at gerast stjóri fyri risastóru verkætlanini Stóru­tjørn. - Eg hevði ikki søkt star­ við og hevði ikki hugsað um tað, fyrr enn eftir hesa sam­røð­una. Fyrsti tankin var, at fór ikki at taka av, men eftir at eg hevði hugsað meg um, kom eg til ta nið­ur­ støð­una, at eg kundi ikki si­ga nei til avbjóðingina, sig­ur Bárður Nielsen. - Hetta var ein stór og tru­ pul avgerð, men hon er tik­ in. Eg taki meg tí úr po­li­tik­ ki og fari at royna meg aftur í privata vinnulívinum, sig­ ur hann. Politiskt punktum Tað kom rættiliga óvart á fólk, tá ið Bárður Nielsen mi­ku­morg­unin kallaði inn til tíðindafund í Fígg­ja­r­ mála­­­ráðnum á Argjum. Hetta var ikki árligi sam­ an­koms­turin, har lands­ stýris­mað­urin leggur fram fígg­ja­r­lóg­ina, og tølini flúg­ va um oyruni á tíðindafólki. He­sa­ferð var ein nógv mei­ ra persónlig fráboðan á skrán­ni, og tá ið Bárður Niel­sen ein minutt eftir klokk­an tíggju steig inn í høl­ini, har tíðindafundurin var hildin, var tað fyri at se­ta eitt fyribils punktum fy­ ri sínari politiskari yrkis­ leið. - Eg leggi frá mær sum lands­stýris­maður, vóru fyrs­ tu orðini frá Bárði, og frá­ boð­an­in fór flúgvandi kring alt landið í beinleiðis út­var­ pi. - Tað hevur verið eitt sera spen­n­a­­n­di starv at verið lands­stýris­maður, og eg eri feg­in um, at tað hevur eyd­n­ ast okkum at venda bú­skap­ ar­gong­dini í landinum, með­ an eg havi verið í fígg­jar­ mál­a­ráðnum, segði Bárður Niel­sen, sum ikki var be­skeð­in um síni politisku av­rik seinastu stívliga trý ár­ini. Ov ótolin til politikk Bárður Nielsen hevur grund­ að nógv um sína støðu, áðrenn hann tók avgerðina um at fara úr politikki og kas­ta seg yvir eina nýggja av­bjóð­ing í vinnulívinum. - Eg havi trivist væl í po­li­ tis­ka umhvørvinum, og áð­renn eg fekk hetta til­boð­ ið, hevði eg als ikki hugsað um at gevast í politikki. Eg kann so eisini siga, at po­li­ tis­ka arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er of­ta langt frá einum hug­sko­ ti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, sigur Bárður Niel­ sen. - Hinvegin havi eg eisini gjørt mær greitt, at eitt po­li­ tis­kt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftaná val­ ið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løg­ tings­mað­ur í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa av­gerð­ina, sigur Bárður Niel­sen. Løgmansdreymurin sleptur Vil tað siga, at tú sleppur am­bi­tión­unum um at gerast floks­for­mað­ur og løg­mað­ ur? - Eg havi fingið áheitanir um at stilla upp til for­mans­ val­ið í Sambandsflokkinum, men eg havi hildið, at eg hevði ikki nóg mikið av roynd­um til at bjóða meg fram. - Eg vil gjarna royna meg fult út, har eg eri, og í po­li­ tik­ki er tað at gerast løg­mað­ ur, men eisini har mangli eg po­lit­isk­ar royndir og lívs­ roynd­ir. Nú gevist eg fyri fyrst í politikki, men eg fái ik­ki sagt nakað um, hvat fram­tíð­in kemur at bjóða á po­li­tis­ka økinum. Bárður Nielsen fekk 358 at­kvøð­ur á løgtingsvalinum í 2004. Hann stillaði upp í Norð­streym­oy og varð vald­ ur í løgtingið. Meðan Bárð­ ur Nielsen hevur verið lands­stýris­maður, hevur Olav Enomoto verið va­ra­ mað­ur á tingi. Ov ótolin til politikk Navn: Bárður á Steig Nielsen Aldur: 35 ár Familja: Giftur við Rakul Nielsen – tey eiga fýra børn Útbúgving: HD, fyrsta part og ávís fak innan merkonom Størv: Landsstýrismaður við fíggjarmálum síðani februar 2004, roknskaparleiðari hjá Kollafjord Pelagic frá 2001 til 2004, grannskoðari hjá P/F Rasmussen og Weihe frá 1993-2000. FAKTA - Eitt politiskt starv er óvist, og eg veit ikki, hvussu støðan hjá mær hevði verið aftaná valið um átta mánaðir. Kanska hevði eg endað sum ein løgtingsmaður í andstøðu, og tað havi eg eisini hugsað um í sambandi við hesa avgerðina, sigur Bárður Nielsen Mynd: Jens Kr. Vang Alt er so nýtt fyri meg enn , at eg havi ik­ki fingið hugsað meg rættiliga um. Eg má lodda dýpið hjá mín­um veljarum og ser­li­ga hjá familjuni. Men eg síggi nógvar spen­n­a­ndi av­bjóð­ing­ ar í tingsessinum, sig­ ur Heðin Mortensen POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eftir at Sambandsflokkurin all­an morgun hevur tingast um ein nýggjan lands­stýris­ mann, gjørdist úrslitið sum væntað, at formaður flok­sins, Kaj Leo Johan­ne­ sen verður nýggjur fígg­ja­­r­ mál­a­ráðharri. Hetta merkir pr. defenitión, at næsti mað­ur á listanum hjá Sam­ bands­flokkinum í Suð­ur­ streym­oy kemur á ting fyri hann. Og næsti maður á list­a­num er Heðin Mort­en­ sen, borgarstjóri í Havn. Og hetta er ein serlig støða, tí eftir seinasta býráðsval skifti Heðin Mort­en­sen, flokk, og fór úr Sambands- yvir í Javn­ aðar­flokkin. Og sum limur í seinni nevnda gjørdist hann borgarstjóri í Havn. Tað merkir so í stuttum, at við at fara í starv sum fígg­ja­r­málaráðharri, hevur for­maðurin óbeinleiðis min­ka um tingmannatalið hjá Sambandsflokkinum, með­an Javnaðarflokkurin veks­ur við einum. Heðin Mortensen hevði júst frætt tíðindini, tá Sosialurin um mið­dags­leit­ ið tosaði við hann, og hó­ast borgarstjórin í Havn eyð­vit­að ikki hevði havt stund­ir at hugsa seg um, so var hann ikki í iva um, hvørt átti sessin hjá Kaj Leo Johannesen. - Sum næsti maður á list­ an­um er tingsessurin mín, an­tin ein vil tað ella ei, sig­ u­r Heðin Mortensen. Kann gera nyttu Hann var á ongan hátt av­vís­andi um at taka við ting­sess­inum, og heldur enn at síggja trupulleikar við at hava tvey so týðandi størv, sá hann fleiri mø­gu­ leik­ar í, bæði at vera ting­ mað­ur og borgarstjóri. - Hetta ljóðar sum ein spenn­andi avbjóðing. Tað eru nógvir møguleikar at gera seg galdandi í ting­in­ um, tí tað er í tinginum, at land­s­ins lógir verða smíð­ að­ar, sigur Heðin Morten­ sen. Og hóast borgarstjórin í Havn ikki hevur tikið nak­ ra endaliga støðu enn, so nevnir hann mál, ið liggja hon­um nær at hjarta, og sum hann sum tinglimur fær stóra ávirkan á – eitt nú eldraøkið. - Tingið fer nú til hús og kem­ur ikki saman aftur fyrr enn á Ólavsøku, so eg ha­vi góðar stundir at hugsa meg um. Eg má eisini lod­ da dýpið hjá veljarum mín­ um, eins og familjan fær eitt avgerandi orð at siga, sigur Heðin Mortensen. Men hann undirstrikar við tjúkkari striku, at eing­ in kann taka tingsessin frá honum. Tingfólk verða vald á flokslistum, men tey verða vald við persónligum at­kvøð­um, og tá Kaj Leo Jo­hann­e­sen nú fer at biðja løg­tingsformannin um far­ loy­vi og at næsti maður á list­an­um kemur á ting, so er næsti maður altso – Heð­ in Mortensen. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn: Tingsessurin er mín Valdur á Sambandslistanum – á ting fyri Javnaðarflokkin. Tað verður eftir øllum at døma veruleikin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn. savnsmynd