mikudagur 9. mai 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 88 - 9. mai 2007
Eingin ivi er um, at tað er ein stórur missur fyri Sam
bandsflokkin, at størsti profilurin í flokkinum í nógv
ár nú gevst í politikki. Bárður Nielsen hevur verið
sera væl lýddur sum landsstýrismaður - og hann var
eitt upplagt formansevni hjá flokkinum, sum hevur
havt nógvar formanstrupulleikar seinastu árini - og
hann var eisini upplagda løgmansevnið hjá Sambands
flokkinum.
Tað er valla heldur av ongum, at ein stór fyritøka,
sum tann hjá Jákupi á Dul Jacobsen headhuntar sjálv
an fíggjarmálaráðharran - og við tí øllum tí góða
»brandinum«, sum er kring hann - at standa fyri stóru
verkætlanini við Stórutjørn.
Spurningurin er, um hetta er ein nýggjur trendur,
sum kemur higar til lands, at ungir evnaríkir polit
ikarar leggja frá sær fyri at taka við avbjóðingum í
vinnulívinum. Vit kenna hetta aðrastaðni frá, eitt nú
Henning Dyremose í Danmark, sum var fíggjarmála
ráðharri - og sum seinni varð headhuntaður sum stjóri
fyri Tele Danmark - núverandi TDC.
Tað kann sjálvandi vera gott, at politiska skipanin
rekruterar vinnulívsleiðarar, men so kunnu vit eisini
seta spurnigin, um landsstýrismannalønin er ov lág.
Stóri spurningurin er, hvør verður nýggur landsstýris
maður fyri Sambandsflokkin. Mest upplagdi kandidat
urin er uttan iva formaðurin sjálvur, Kaj Leo Johanne
sen. Sum fíggjarmálaráðharri síðstu mánaðirnar fram
til valið fær hann profilerað seg - og hinvegin kann
tað ikki ganga heilt galið, tí hann fær tikið sær æruna
av øllum tí góða og víst øll tí óhepna frá sær.
Nógv í tingmanning floksins kunnu útilokast: Johan
Dahl varð frákoyrdur í hesum valsekiðinum. Alfred
Olsen hevur avskrivað seg sjálvan, tí hann er farin
úr samgonguni. Edmund Joensen er tingformaður,
Lisbeth Petersen er á veg út. Tí er Kaj Leo Johannesen
tann mest upplagdi, um tað skal verða ein av teimum
fólkavaldu.
Men ein stórur trupulleiki er kortini, at um Kaj Leo
Johannesen fer í landssstýrið, so stendur løgtingssess
urin opin fyri Heðini Mortensen, ið sum kunnugt ikki
er sambandsmaður longur. Hendir tað, so fer Heðin
Mortensen upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.
Fyri Sambandsflokkin er timingin hjá Bárði Nielsen
undir øllm umstøðum sera óheppin. Flokkurin missir
størsta aktivið og við so stuttum skotbráð fær flokkurin
ikki sett nýtt fólk við.
Sosialurin
Sambandsflokkurin
missir størsta aktivið
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tórshavnar Kommuna skip
ar í heusm døgum fyri um
hvørvisviku. Sama kommun
an, sum hevur arbeitt við
hond og fót fyri at sleppa
undan at gera eina umhvørv
isárinskanning fyri bingju
havnini á Oyrareingjum,
sum man annars skal sam
bært
havumhvørvislógini
frá 2005. Tórshavnar Komm
una vil ikki gera eina slíka
kanning, og onkursvegna
hevur man klárað at bilt Inn
lendismálaráðnum inn, at
arbeiðið upp á bingjuhavnina
á Oyrareingjum er byrjað
áðrenn 2005 á einum øki,
sum í býarplaninum ikki
bleiv lýst sum havnaøki
fyrr enn í 2007. Hetta hong
ur sjálvsagt ikki saman.
Ein kommuna, sum ber
seg soleiðis at, hevur ikki
umhvørvi sum høga rað
festing. Bara tað, at stórar
útbyggingar kunnu gerast
uttan nakra sum helst við
gerð í umhvørvisnevndini
hjá Tórshavnar Býráð vísir,
at umhvørvið onga raðfest
ing hevur í stórum málum.
Formaðurin í umhvørvis
nevndini hjá Tórshavnar
Kommunu, Elin Lindenskov,
atkvøddi fyri at lata J&K
Petersen gera arbeiðið upp
á bingjuhavnina á Oyrar
eingjum vitandi um, at eing
in umhvørvisárinskanning
er gjørd. Hvussu nógv hugs
aði Elin um umhvørvið?
Tað nyttar einki at ganga og
látast sum um, at umhvørvið
hevur ein høga raðfesting,
tá man bara hugsar um
umhvørvi, tá tað er smáting
í havnargøtum, talan er um,
meðan man einki ger við
umhvørvi, tá stórverkætlanir
skulu gerast.
At látast sum um at Tórs
havnar Kommuna raðfestir
umhvørvi høgt við einari
umhvørvsiviku, samstundis
sum man bevíst roynir at
sleppa sær undan at gera
umhvørvisarinskanning
fyri eitt stórt bingjuhavns
projekt upp á túsundtals fer
metrar á Oyrareingjum, tað
eitur - við einum útlendskum
orði – hyklarí.
Í grøna blaðnum, sum Tórs
havnar kommuna hevur
sent øllum borgarum sínum,
eru mong frálík tiltøk og
uppskot, m.a. at taka lortin
upp eftir teimum eftirhond
ini sera mongu hundunum,
og lata tað í nýggj ruskíløt,
tí ikki er tað ”lekkurt” at
slíkt sløðist allastaðni. – Alt
hetta er jú frálíkt, og ein
partur av at ”raðfesta um
hvørvið høgt”
Mongu urðirnar og veld
igu klettarnir fram við líðini
undir røðini á Húsareyni
eru stórbært og sjáldsamt
lendi á okkara leiðum, sum
vit, sum búgva fram við
Villingadalsvegnum og tey
mongu, sum ganga túrar
fram við kunnu gleðast um
hvønn dag. Umhvørvisvikan
fær meg nú at hugsa um, at
her í líðini oman fyri traðir
nar átti býráðið at gjørt
gongugøtu, so tað nógva
fólkið, sum bæði gongur og
rennur úti tíðliga og seint,
uppaftur betri kundi notið
fuglalívið og hetta hálvvilla
og í støðum trøllsliga lendi.
Væl av grágás er seinnu
árini farið at eiga í hamri
num og urðunum her undir
reyninum, og á eini av traðu
num eiga eini 30 brandgæs,
so dagliga sær tú eisini smá
ar flokkar av brandgásum
strúka fram við tromini.
Nú búgvi eg í grundini
mitt í havnini, og tó, gloppi
eg dyrnar ella vindeyga, so
hoyrast fuglarnir syngja og
tjøldrini láta uttanfyri, dunn
ur gvagga, hanarnir gala
lystiliga og gæsnar ganga
so fattar við ungum, meðan
onkur steggi enn liggur og
bíðar spentur í reiðursmunn
anum til bøgan kemur út
við ungunum. Hjá mongum
er hetta forkunnugt at upp
liva, og tí koma børn og
fólk við børnum ofta at
vitja, at síggja alt hetta lív
ið.
Soleiðis hevur verið alt
eg minnist, men seinastu
20-25 árini hava vit tó livað
við tí marru, at ætlan hevur
verið at ein høvuðs lands
vegur skal skera seg ígjøg
num líðina og traðirnar. Tá
mál um Ytra Ringveg var
fyri á Føroya Løgtingi, helt
Heini
í
Kunoy
nakað
soleiðis fyri: ”sjálvandi má
vegakervið
byggjast
út,
men hví komandi ferðsla úr
Eysturoy/Norðoyggjum og
Sandoy/Suðuroy skal kroyst
ast niðan undir Krákugjógv,
tað skilji eg einki av”, og
neyvan man nakar annar
sum ”raðfestir umhvørvið
høgt” skilja hetta.
Hóast Tórshavnar Býráð
nakað síðan gjørdi vart við,
at teir ikki ynskja hesa vega
føring, frættist tó, at enn
verður arbeitt út frá upp
runaligu
ætlanini
við
smærri broytingum, og at
nú skal enntá gerast pláss
fyri at vegur við 4 sporum
skal kunna leggjast her um
nøkur ár. Vegurin skal um
”Varðholuna” koma í Oyggj
arvegin, men tá autostrada
við 4 sporum er farin um
hetta gamla fólkafundarstað,
verður lítið pláss eftir í
Varðholuni.
Bogi Hansen, sum tosaði
um vegurlagsbroytingar nú
týsdagin, hevur endurgivið
ein álending fyri at hava
sagt, at ein politikari hugsar
bert tvey (hægst fýra) ár
fram í tíðina, meðan ein
”statsmaður” hugsar um
tvey tey næstu ættarliðini.
Landsverk kann ikki hugsa
meira enn eitt ár, tí játtaðir
pengar mugu jú brúkast
áðrenn játtanin fellur aftur
til landskassan, og landsverk
ger væl bert tað, sum politik
arnir biða um.
Hava vit nakrar ”stats
menn”
millum
okkara
politikarar, fara eisini kom
andi ættarlið at kunna njóta
fuglalív og óspilta náttúru
meðan
tey
spáka
ella
”jogga” eftir gongugøtu í
hesum sjaldsama lendi, ið
hóast alt liggur mitt í Havn
ini. Og tey fara als ikki at
hoyra larmin frá 4 sporaðu
autostraduni, ið helst liggur
longur uppi á slætta reyni
num, og kunnu ásanna at
Tórshavnar býráð ”raðfesti
umhvørvið høgt” hjá sínum
borgarum í tí harrans ári
2007.
Við umhvørviskvøðu
Umhvørvisvikan er dupultmoralur
Umhvørvisvika 2007 – Vit raðfesta umhvørvið høgt
Signabøur Felagið
Bygdabjarging
Høgni
Johansen
Píl
Reinert